hósdagur 6. mars 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 45 - 6. mars 2003
Nr. 45 - 6. mars 2003
7
Hørðu ábreiðslurnar
frá Tjóðveldisflokkin-
um fær ikki Anfinn
Kallsberg at siga sam-
gongusamstarvið
upp. Hann vísir aftur,
at uppsøgnin er eitt
royktám og heldur als
ikki, at uppsøgnin av
Annlis Bjarkhamar er
eitt samgongumál.
Hann gjørdi bert sína
skyldu sum løgmað-
ur, sigur hann
UPPSØGN
Ingi Rasmussen
Brotasjógvar skola enn
einaferð inn yvir Tinganes.
Avgerðin at siga Annlis
Bjarkhamar frá sum lands-
stýriskvinnu fekk Høgna
Hoydal varaløgmann at
taka so harðliga til orðanna,
at fleiri eygleiðarar vænta,
at nú rýkur samgongan við
briminum.
Høgni Hoydal segði av-
gerðina hjá løgmanni at
vera tað mest óanstendiga,
hann hevði upplivað. Men
tað fær ikki Anfinn Kalls-
berg at blikna. Løgmaður
vónar ikki, at málið førir til,
at Tjóðveldisflokkurin sig-
ur samstarvið upp.
– Hetta er eitt mál, har
løgmaður hevur ta funktión
at hava eftirlit við embætis-
førsluni hjá landsstýris-
monnum. Og tað er í tí
samanhangi, at avgerðin er
tikin. Hetta er yvirhøvur
ikki eitt samgongumál, sum
fólk hava hug at gera tað til,
sigur løgmaður.
Nógv hevur verið gitt
um, hví løgmaður segði
Annlis úr starvinum. Róð
hevur verið framundir, at
hetta er eitt takk fyri sein-
ast, tá Jørgen Niclasen
mátti lúta, og í øðrum lagi
verður gitt, at løgmaður
roynir at seta royktám út,
nú Fiskimálaráðið aftur er
komið í trupulleikar við
fiskiloyvum.
– Tað er nakað forferdi-
ligt slutur, er løgmaður
skjótur og knappur at svara.
– Hetta málið um setan
av landsantikvari hevur
verið frammi í fleiri vikur,
og tað er ikki av tilvild, at
tað hevur stungið seg upp.
Løgmaður hevur als ongan
aktivan leiklut havt. Tað er
reist í pressuni og í fyri-
spurningum á løgtingi, og
tá tað so íkemur, er tað
skyldan hjá løgmanni at
hyggja eftir, um alt er í lagi.
Og mín niðurstøða er út frá
einari heildarmeting, at
hetta málið als ikki er hand-
farið nøktandi, sigur løg-
maður.
Hann dylir ikki fyri, at
orsøkin til, at hann segði
Annlis
Bjarkhamar
úr
starvi er, at hann ikki long-
ur hevur álit á henni, og so
hevur hann ikki so nógvar
møguleikar.
– At eg skal royna at
kamuflera nakað annað, er
fullkomiliga
burturvið.
Hetta málið hevur onki at
gera við nakað annað mál.
Um mín niðustøða hevur
við sær, at samgongan
slitnar, veit eg ikki. Men
tað kann ikki halda løg-
manni aftur í at gera tað,
sum hann metir er tað rætta
fyri at halda saman upp á
skipanina, sigur løgmaður.
Í brævinum til Annlis ger
løgmaður greitt, at hann
ráddi henni frá at fara inn í
viðgerðina. Og tá hon kort-
ini gjørdi tað, og enntá
staðfesti sína avgerð, eftir
at hann fór at kanna málið,
hevði hann onki val longur.
Álitið varð fokið.
Óvist er, um setanin
av landsantikvari
stendur við. Løgmað-
ur bíðaði í gjár eftir
Høgna Hoydal, sum
var í flogfarinum á
veg til Føroya í gjár,
men hann útilokar
ikki, at setananin av
Steffen Stumman
Hansen verður ógild-
að. Um so er, fær tað
fíggjarliga avleiðingar
UPPSØGN
Ingi Rasmussen
Setanin av landsantikvari
fekk politiskar avleiðingar.
Annlis Bjarkhamar er ikki
longur landsstýriskvinna.
Men maðurin alt rokið stóð
um, Steffen Stumman Han-
sen, ið varð tikin fram um
Símun V. Arge, er framveg-
is útnevndur landsantikvar-
ur næstu fimm árini.
Tað hóvar ikki Magist-
arafelag Føroya, sum er fel-
agið hjá Símun V. Arge.
Felagið ger greitt, at tað
stendur við sítt krav um, at
setanin av landsantikvari
verður ógildað. Felagið
byggir kravið á, at tað ikki
er farið rætt fram, tá nýggj-
ur landsantikvarur varð
settur.
– Frá felagsins síðu er tað
umráðandi, at aðalspurn-
ingurin í hesum máli ikki
druknar í tí politiska meldr-
inum við tí nýíkomnu støð-
uni. Hesin aðalspurningur
er, at setanini av nýggjum
landsantikvari verður ann-
ullerað, sigur Magistarafel-
agið í tíðindaskrivi.
Stendur við enn
Í løtuni umsitur Anfinn
Kallsberg løgmaður form-
liga mentamál, og tað er
sostatt bara hann, sum kann
ógilda avgerðina hjá Annlis
Bjarkhamar.
Spurningurin er, um set-
anin av Steffen Stumman
Hansen stendur við. Men
Anfinn Kallsberg fæst ikki
at svara í løtuni, um nýggi
landsantikvarurin verður
sitandi.
– Sjálvandi stendur set-
anin við. Landsstýrismað-
urin hevur sett hann í starv
og hevur sent honum setan-
arskriv.
Formliga
er
avgerðin framd umsitingar-
liga. So leingi tann avgerð-
in stendur við, er Steffen
Stumman Hansen lands-
antikvarur. Um tað verður
broytt, veit eg ikki enn, tí
tað er ikki viðgjørt, sigur
Anfinn Kallsberg.
Tá Sosialurin tosað við
løgmann fyrrapartin miku-
dagin bíðaði hann eftir, at
Høgni Hoydal, formaður
Tjóðveldisfloksins,
kom
aftur av uttanlandsferð.
Løgmaður vil ikki gera
nakað ella geva nakra ítøki-
liga viðmerking, fyrr enn
teir báðir hava tosað saman.
Og tað er greitt, at teir
høvdu nógv at tosa um.
Broyting kostar
Tað skilst kortini á lagnum,
at enn eru ikki allar súður
syftar, hóast fráfarna lands-
stýriskvinnan hevur gjørt
tað truplari at broyta av-
gerðina.
Beint eftir, at løgmaður
boðaði Annlis Bjarkhamar
frá, at hann fór at kanna
málið, tí so nógvir iva-
spurningar vóru reistir,
staðfesti hon nevniliga av-
gerðina við at senda Steffen
Stumman Hansen setanar-
brævið.
Hetta
er
ein
høvuðsorsøk til, at álitið
millum hennara og løgman
reyk, sigur Anfinn Kalls-
berg. Men tað forðar hon-
um kortini ikki í at ógilda
avgerðina.
– Tað avbyrgir meg ikki
frá at gera tað, men tað
hevur nakrar fíggjarligar
avleiðingar. Tú kanst altíð
seta fólk úr starvi, men eru
tey sett fyri eitt ávíst tíðar-
skeið, so kanst tú ikki uttan
víðari taka tað aftur. Tá
hevur viðkomandi nøkur
rættarkrøv, og tað mugu vit
taka við, sigur Anfinn
Kallsberg løgmaður.
Løgmaður verjir samgonguna
Landsantikvarur í leysari luft
Magistarafelagið krevur
framvegis, at setanin av
landsantikvari verður
ógildað. Onki forðar mær í
at ógilda setanina av lands-
antikvari, men tað fær
nakrar fíggjarligar avleið-
ingar, sigur Anfinn Kallsberg
løgmaður.
Tjóðpallurin fer av bakkastokki
Tjóðpallur Føroya
skal setast á stovn 1.
januar 2004. Sostatt
fáa Føroyar egnan
tjóðpall, har leiklista-
fólk hava sítt dagliga
virki og spæla klass-
iskan og nútíðar sjón-
leik á høgum støði.
Samstundis verður
áhugaleiklistin og
yrkisleiklistin í størri
mun skild sundur.
LEIKLIST
Ingi Rasmussen
Tjóðpallur Føroya er flagg-
skipið, sum nú fer av
bakkastokki.
Soleiðis sigur Listafólka-
samband Føroya, nú Tjóð-
pallur Føroya loksins er
lagdur fyri løgtingið.
Nakað av tí síðsta, sum
Annlis Bjarkhamar fekk frá
hondini, áðrenn hon varð
koyrd frá sum landsstýris-
kvinna, var at leggja upp-
skot til lóg fyri løgtingið
um stovnan av Tjóðpalli
Føroya. Hetta er ein dreym-
ur, sum hevur livað millum
leiklistafólk í áravís, ið nú
verður loystur úr lagdi.
Ætlanin er sambært upp-
skotinum, at Tjóðpallur
Føroya alment verður settur
á stovn 1. januar 2004.
Tjóðpallurin verður ein
sjálvstøðugur stovnur. Ein
landsstovnur, sum í listaliga
virki sínum er óheftur av
politiska myndugleikanum.
Tað er landsstýrismaðurin
við mentamálum, sum fær
heimild at seta á stovn
Tjóðpall Føroya. Hann skal
eisini velja eitt leiklistaráð
við 7 limum, ið umboða
ymiskar áhugabólkar við
tilknýti til leiklistina.
Eitt yrkisleikhús
Arbeitt hevur verið leingi
við at seta ein tjóðpall á
stovn. Nú er tíðin búgvin.
Málið við lógini er, at
Føroyar fáa egnan tjóðpall,
har leiklistafólk hava sítt
dagliga virki og bæði
klassiskur, nútíðar, føroysk-
ur og týddur dramatikkur
verður sýndur.
Síðan 1989 hava vit havt
Leikpall Føroya, sum hevur
til endamáls at fremja yrkis-
og áhugaleiklist. Leikpallur
Føroya hevur mest virkað
sum ein skipan, ið hevur
umsitið almenna stuðulin til
leiklistina.
Tjóðpallur Føroya er eitt
yrkisleikhús av slíkum slagi,
sum vit ikki hava havt í
Føroyum áður. Hann skal
virka sum ein yrkisleik-
pallur við fastløntum starvs-
fólki. Roknað verður við, at
leikararnir og onnur listalig
starvsfólk
verða
sátt-
málasett í tíðaravmarkað
størv. Harafturat má roknast
við, at Tjóðpallur Føroya fer
at sáttmálaseta leikarar frá
leiki til leik. Eisini kann
roknast við, at tjóðpallurin
fer at knýta áhugaleikarar til
partar av sínum framførsl-
um.
Skilt sundur
Ein stjóri skal setast fyri
Tjóðpall Føroya. Hann skal
leggja eina heildarfíggjar-
ætlan og virksemisætlan
fyri leiklistaráðið at góð-
kenna. Leiklistaráðið skal
sostatt fylgja við virksem-
inum, uttan tó at leggja seg
út í tað listaliga innihaldið.
Tey skulu vera kjakfólk
stjórans,
ein
hugskots-
grunnur. Harafturat skulu
tey vera eitt sambindingar-
lið til áhugaleiklistina.
Sum nú er, er játtanin á
løgtingsins fíggjarlóg til
leiklistina savnað í eina
kontu til Leikpall Føroya,
sum umsitur og býtir játtan-
ina. Nú verður játtanin býtt
sundur í tríggjar kontur:
Tjóðpall Føroya, stuðul
áhugaleiklist og stuðul til
yrkisleiklist. Soleiðis verð-
ur leiklistaligt virksemi
skilt sundur og ábyrgdin
verður greiðari.
Tjóðleikhús bíðar
Hóast Tjóðpallur Føroya
ætlandi verður settur á
stovn 1. januar 2004, so
verður neyvan nakað tjóð-
leikhús bygt í bræði. Fyrstu
tíðina kemur yrkisleiklistin
at húsast sum nú, men
arbeiðast skal fram ímóti,
at Tjóðpallur Føroya fær
hóskandi høli í høvuðs-
staðnum. Tjóðpallurin skal
kortini ferðast kring landið
við leikum og øðrum virk-
semi.
Lógaruppskotið
hevur
ongan eyka kostnað við sær
í fyrstu atløgu, men skal
endamálið við lógini røkk-
ast, er neyðugt, at játtanin á
fíggjarlógini hækkar kom-
andi árini, sigur Annlis
Bjarkhamar,
fyrrverandi
landsstýriskvinna í við-
merking til lógina. Tað
verður upp til hennara eftir-
mann at arbeiða fyri.
Sjónleikarar í Føroyum fáa
eftir ætlan ein tjóðpall at
liggja, standa og leika á 1.
januar 2004. Her eru tað
Katarina Nolsøe og Hans
Tórgarð á skráu brettunum
Mynd: Jens K. Vang
Føroyingar fáa ikki at
vita, hvat fíggjareftir-
litið heldur um støð-
una í føroysku pen-
ingastovnunum. Tað
hevur fingið fólka-
tingsmannin Tór-
bjørn Jacobsen at
spyrja danska bú-
skaparmálaráðharr-
an, hvussu hann
ætlar at tryggja
føroyingum innlit
FÍGGJAREFTIRLIT
Ingi Rasmussen
Føroyingar hava ikki innlit
í, hvat danska fíggjareftir-
litið heldur um støðuna í
føroysku peningastovnun-
um.
Tað var hildið at vera ein
av mongum orsøkum til, at
føroyska samfelagið fór av
knóranum í nítiárunum.
Ongin í Føroyum visti
veruliga, hvussu galið tað
stóð til í bankunum, fyrr
enn ov seint var.
Í søguligu semjuni um
m.a. bankamálið í 1998 var
hendan sannroynd ásann-
að. Tí varð avrátt millum
donsku stjórnina og lands-
stýrið, at ábyrgdin fyri
fíggjarpolitikkin liggur í
Føroyum. Samstundis varð
sagt, at danski búakapar-
málaráðharrin skal kunna
landsstýrismannin
við
fíggjarmálum um støðuna í
fíggjarheiminum.
Avtalan varð tulkað so-
leiðis í Føroyum, at før-
oyskir myndugleikar nú
fóru at fáa somu kunning
um støðuna í føroysku pen-
ingastovnunum
sum
danskir
myndugleikar.
Men tað er ikki støðan, hó-
ast næstan fimm ár eru lið-
in síðan avtaluna.
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður við fíggjarmál-
um, hevur gjørt greitt, at
danska fíggjareftirlitið fleiri
ferðir hevur givið føroy-
ingum tey greiðu boðini, at
eftirlitið ikki hevur heimild
at kunna Føroya landsstýri
um gongdina í føroysku
peningastovununum.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at hann fleiri ferðir hev-
ur biðið um at fingið upp-
lýsingarnar, men tað hevur
verið ógjørligt.
– Sannleikin er tíverri, at
eg sum landsstýrismaður
við fíggjarmálum ikki fái
fult innlit í eina møguliga
bankakreppu, fyrr enn tað er
ov seint. Ella kanska tá lyk-
ilin er snaraður. Í so máta er
ikki nógv broytt síðan 1992,
sigur Karsten Hansen.
Hesa støðuna, at føroy-
ingar ikki kunnu fáa innlit í
støðuna í sínum egnu pen-
ingastovunum, kallar Tór-
bjørn Jacobsen fólkatings-
maður absurda. Hann held-
ur tað vera eitt greitt brot á
ætlanina við avtaluni frá
juni í 1998.
– Nú fíggjareftirlitið eftir
øllum at døma vísir til
ásetingarnar í lógini, tá
eftirlitið noktar at geva før-
oyskum
myndugleikum
sínar frágreiðingar, má
lógin broytast. Og tað má
vera ábyrgdin hjá búskap-
armálaráðharranum at taka
stig til, at tað hendir, sigur
Tórbjørn Jacobsen.
Hann hevur tískil sett
Bendt Bendtsen búskapar-
málaráðharra
ein
fyri-
spurning, sum skal svarast
í Fólkatinginum. Tórbjørn
Jacobsen spyr, hvørji stig
hann hevur hugsað sær at
taka, soleiðis at føroyskir
myndugleikar
fáa
fult
innlit í frágreiðingarnar hjá
fíggjareftirlitinum
um
støðuna í føroyskum pen-
ingastovnunum.
Innlit í fíggjareftirlit verður eftirlýst
C
M
Y
K
7
6