hósdagur 6. mars 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 45 - 6. mars 2003
Nr. 45 - 6. mars 2003
9
Jóannes Eidesgaard,
formaður Javnaðar-
floksins, fegnast um,
at løgmaður endiliga
er komin til eina
niðurstøðu í
málinum um setanina
av landsantikvari.
Hann heldur, at
Anfinn Kallsberg tók
røttu avgerðina, men
tó heldur formaður-
in, at løgmaður hevur
víst ókonsekvens
viðvíkjandi eftirliti av
landsstýrismonnum
FRÁKOYRING
Ingrid Bjarnastein
– Eg fegnist um, at tað
endiliga hendi okkurt í hes-
um málinum, og at løgmað-
ur endiliga fekk tikið seg
saman til at gera nakað,
sigur Jóannes Eidesgaard,
formaður í Javnaðarflokk-
inum.
Formaður Javnaðarfloks-
ins heldur, at løgmaður tók
røttu avgerðina.
– Nú setanarbræv og alt
annað var avgreitt, hevði
løgmaður ikki nógv annað í
at velja. Hevði hann gjørt
okkurt fyrr, so hevði hann
kunnað givið eina átalu,
men so var ikki.
Sjálvt um Jóannes Eides-
gaard heldur, at løgmaður
hevur tikið røttu avgerðina,
so skilir hann væl Høgna
Hoydal.
– At eg gevi løgmanni
rætt vil ikki siga, at eg eri
ósamdur við Høgna Hoy-
dal. Løgmaður hevur í hes-
um málinum víst, at hann
ikki er konsekventur við-
víkjandi eftirlitinum av sín-
um landsstýrismonnum. Vit
minnast øll rumblið við
Landsverksfrøðinginum,
og tá lat hann málið bara
vera mál.
– Nú hava vit sæð, at
løgmaður er farin við klóm
og nevi at verja ein
landsstýrismann hjá sínum
egna flokki. Men málið
sæð fyri seg sjálvt, so hevur
løgmaður tikið røttu av-
gerðina.
Rumbul
Jóannes Eidesgaard sigur,
at hann roknar við at sam-
gongan hevur vant seg við,
at ósemjur eru ein partur av
gerandisdegnum.
– Nú er hetta málið ikki
meira enn farið afturum, og
so byrjar málið um hasi
fiskiloyvini
norðuri
í
Klaksvík. Samgongan fer
frá einum rumbulsmálið til
tað næsta, og hetta er vorð-
ið til teirra hátt at stýra
uppá.
Sum borgari og politik-
ari, sum ikki hevur ávirkan
á
samgonguna,
heldur
Jóannes
Eidesgaard,
at
henda gongdin kann koma
at skaða samfelagið. Bæði
einstaklingin, húskið og
vinnurekandi.
– Ein stjórn eigur at
borga fyri stabiliteti og
arbeiðsgleði, har ein fegn-
ast um at fáa nøkur úrslit. Á
henda hátt, sum arbeitt
verður nú, kemur ikki nógv
av skafti.
– Eg haldi, at samgongan
átti at stungið fingurin í
jørðina og latið onnur
sloppið framat. Stríð og
ósemjur kunnu ikki vera
gerandiskostur í eini stjórn,
sigur formaðurin at enda.
Løgmaður tók røttu avgerðina
Formaðurin í Javnaðarflokk-
inum, Jóannes Eidesgaard,
heldur, at løgmaður tók røttu
avgerðina. Tó er hann ikki
ósamdur við Høgna Hoydal í,
at hetta málið sæð í ljósinum
av øðrum málum ikki hevur
verið viðgjørt eins
Næstformaðurin í
Sambandsflokkinum
heldur, at løgmaður
hevur lagt lunnar
undir eina nýggja leið
í føroyskum politikki,
sum um hon heldur
fram, kann fara at
skaða fólkaræði
FRÁKOYRING
Solby A. Eliasen
– At løgmaður hevur gjørt
av at koyra landsstýris-
kvinnuna í mentamálum
frá, er ein poltitisk avgerð,
og tað er nakað nýtt í før-
oyskum politikki, sigur
Alfred Olsen, næstformað-
ur í Sambandsflokkinum.
Og hann heldur eisini, at
samgongan átti at lagt frá
sær undir tílíkum umstøð-
um, tí um tað fer at verða
vanlig mannagongd fram-
yvir, at landsstýrisfólk so-
leiðis missa høvdið, uttan
at tað fær fylgjur, so er
fólkaræði í stórum vanda.
Hann vísir á, at tað hevur
verið vanligt, at ein ella
onnur kanning ella eitt brot
á onkrar umsitingarligar
reglur plaga at vera orsøk
til, at eitt landsstýrisfólk
verður koyrt frá.
– Í hesum førinum er tal-
an um eina reina politiska
avgerð, sigur Alfred Olsen.
Alfred Olsen heldur sum
sagt, at samgongan átti at
lagt frá sær, men hann ivast
stórliga í, um tað veruliga
fer at henda.
– Henda samgongan letur
til at tola nógv av, má sig-
ast, so eg loyvi mær at ivast
í, um hon fer at skrædna,
hóast tað rætta hevði verið,
at hon legði frá sær, sigur
hann.
Men um hon heldur
fram, so er vandi fyri, at her
bara verður kreppa oman
yvir kreppu at klandrast
um, meðan onnur týdning-
armikil mál liggja á láni,
sigur næstformaðurin í
Sambandsflokkinum.
Dúgvan, sum leingi
hevur verið úti úr
sigling millum
Leirvík og Klaksvík,
kemur eftir ætlan
aftur mánadagin
SAMFERÐSLA
Ingrid Bjarnastein
Strandfaraskipið Dúgvan
kemur aftur í sigling mána-
dagin. Hetta er í øllum
førum lagt út í kortið, sigur
Magnus Magnussen, tekn-
iskur leiðari á Strandferðsl-
uni.
Dúgvan, sum hevur skift
klassa, hevur verið leingi úr
sigling um Leirvíksfjørð,
og sigur tekniski leiðarin,
at hetta kemst av, at nakrar
ábøtur, sum klassin krevur
skuldu gerast og tær hava
tikið sína tíð.
Aksilin hevur verið úti og
róðrið niðri, og ymiskt ann-
að er nú fingið upp á pláss.
– Men ætlanin er so í øll-
um førum at fáa hana aftur
at sigla mánadagin, segði
Magnus Magnussen, beint
sum hann var á veg av land-
inum fyrrapartin mikudag-
in.
Benny Ejdesgaard,
sum eigur og rekur
fyritøkuna, Samskifti,
fer um vikuskiftið at
skipa fyri skeiði, sum
gongur út uppá, at
geva kunning um,
hvussu handlarnir
skulu pynta
vindeyguni
SKEIÐ
Ingrid Bjarnastein
Um
vikuskiftið
verður
skeið hildið á Venjingar-
skúlanum.
– Skeiðið gongur í stutt-
um út uppá at geva kunning
um, hvussu tú pyntar vin-
deygu í handlum bæði úti
og inni, sigur Benny Ejdes-
gaard, sum skipar fyri
skeiðnum.
Benny er útbúgvin innan
hetta økið, og heldur hann,
at um ein gongur ein túr
runt í Havnini ella úti á
bygd, so sær ein beinanveg-
in, hvør hevur gjørt nakað
við at pynta vindeyguni og
ikki. Skeiðið fer tí at við-
gera
tað
visuella
hjá
handilsmonnunum.
– Vit fara at læra um ljós,
uppseting og litir. Nógv eru
líkaglað við vindeygunum,
og síggja tey ikki sum ein
part av handlinum. Tað er
stórur tørvur á hesum í
handilsverðini,
heldur
Benny.
Samskifti hevur annars
havt fleiri onnur skeið í
millum annað dekoratión.
Alfred Olsen:
Fólkaræði er í vanda Lærið at fanga kundan
Benny Ejdesgaard fer um
vikuskiftið at hava skeið á
Venjingarskúlanum. Skeiðið
gongur út uppá, at læra at
pynta vindeygu
Dúgvan kemur mánadagin
Dúgvan
kemur
mána-
dagin
Toll- og Skatt ov seinir í svinginum
Tey, sum hava goldið
ov nógv í skatti, eiga
møguleikan at boða
Toll- og Skatt frá,
hvar tey ynskja pen-
ingin fluttan. Fyri
stóran part av landin-
um komu skattaupp-
gerðirnar í ár so mik-
ið seint, at peningurin
longu var fluttur
SKATTAUPPGERÐ
Rúna Sivertsen
Skattauppgerðirnar í ár
vóru dagfestar 12. februar.
Men fleiri skattaborgarar
kring landið fingu ikki
brøvini fyrrenn tann 26. og
27. Tá var ov seint at boða
Toll- og Skattovuni frá, um
peningurin skuldi á aðra
konto enn ta frammanund-
an fráboðaðu.
Verður hugt at skattaupp-
gerðunum seinastu árini, so
er dagfestingin á leið tann
sama, og tá eru brøvini
komin í so mikið góðari tíð,
at fólk høvdu møguleikan
at broyta konto.
Sosialurin hevur fregnast
hjá Toll- og Skatt, Elektron
og hjá Postverkinum.
Á Elektron siga tey, at tey
hava hildið seg til avtaluna
við Toll- og Skatt. Postverk
Føroya hevur ikki ligið á
brøvunum, men borið tey
út so skjótt, tey vóru post-
húsunum í hendi.
Niðurstøðan má verða, at
tað er Toll- og Skattstova
Føroya, sum hevur ábyrgd-
ina og ikki hevur tikið
hædd fyri tíðini, tað tekur
Elektron og Postverkinum
at avgreiða eina so stóra
nøgd av skjølum og brøv-
um.
Dorit Reinert, deildar-
leiðari á menningardeildini
hjá Toll- og Skattstovu Før-
oya, sigur, at tá so nógv
skjøl skulu avgreiðast er
vandi fyri seinkingum til
staðar. Tí skuldi útbetaling-
in kanska bíða einar tveir
dagar, so fólk fingu møgu-
leikan at siga frá, ynskja tey
peningin á aðra konto.
14.720
skattaborgarar
fingu tilsamans góðar 45
miljónir krónur aftur í
skatti. 1795 máttu gjalda
tilsamans
2,6
miljónir
krónur.
Restin,
16048
skattaborgarar,
høvdu
hvørki goldið ov lítið ella
ov nógv í skatti í fjør.
Brøvini við skattauppgerðun-
um frá Toll- og Skattstovuni
komu fleiri so seint, at fólk
ikki fingu møguleika at siga
frá, hvar tey ynsktu peningin
fluttan
Mynd Álvur Haraldsen
TK Stovan skipar
fyri kunningarfundi
um broytingarfúsa
leiðslu í dag
KUNNINGARFUNDUR
Tíðindaskriv frá TK Stovuni
Allar broytingar byrja við,
at einstaklingar og virkir
eru til reiðar at fara ígjøg-
num broytingina og tískil
eisini eru til reiðar at bera
seg øðrvísi at enn áður.
Skiftandi umstøður seta
krøv til virkir og stovnar
um alla tíðina at laga seg til
broytingar. Tey seinnu árini
hevur hugtakið broytingar-
fús leiðsla vunnið alsamt
meiri frama. Broytingarfús
leiðsla snýr seg í stuttum
um,
hvussu
leiðslan
tryggjar, at broytingar vera
settar í verk og førdar út í
lívið.
Nú er møguleiki at kun-
na seg um, hvat broyting-
arfús leiðsla er, tí TK Stov-
an skipar hósdagin 6. mars
fyri Kunningarfundi um
Broytingarfúsa Leiðslu.
Evni sum verða tikin upp
eru m.a.: hví tað er so tor-
ført at fremja broytingar,
hvørjar orsøkir vanliga
eru til mótstøðu ímóti
broytingum og hvussu vit
kunnu lofta og beina
burtur mótstøðu ímóti
broytingum. Eisini verður
umrøtt, hvussu til ber at
gera
broytingarfúsa
leiðslu ítøkiliga og skilj-
andi og hvørji ítøkilig am-
boð eru, ið kunnu nýtast í
broytingartilgongdini.
Eggert Cederholm frá
donsku ráðgevarafyritøk-
uni
Implement
(www.implement.dk),
heldur
fyrilestur
um
”Broytingarfúsa leiðslu”
og við at luttaka á fundin-
um kannst tú læra meira
um, hvussu tú lættari
kann fremja broytingar í
verki.
Meira fæst at vita um
kunningarfundin við at
venda sær til TK Stovuna,
sigur TK Stovan í tíðinda-
skrivi.
Øll vilja hava
broyting, men
eingin vil
broyta seg
17. mai skipar Megin-
felag áhugaleikara
Føroya fyri Barna-
sjónleikarastevnu í
Havn
BARNASJÓNLEIKUR
Tíðindaskriv
MáF skipar fyri Barnasjón-
leikarastevnu í Havn leyg-
ardagin 17. mai 2003.
Freistin at tekna seg er
longd til 17. mars 2003.
Hetta er 3. árið á rað,
MáF hevur Barnasjónleik-
arastevnu í Havn, og hevur
tiltakið hepnast so væl, at
avgjørt er at gera stevnuna
til fastan tátt í virksemi
MáF’s, soleiðis at hon verð-
ur annaðhvørt ár, t.v.s. í
2003, í 2005 o.s.fr.
Barnasjónleikarastevnan
er ein sera spennandi upp-
living hjá børnum. Tey fáa
møguleika at royna seg á
palli fyri øðrum børnum,
og tey fáa eitt stórt uppliv-
ilsi og íblástur, tá tey síggja
tað,
sum
onnur
børn
framføra.
Í ár er ætlanin at leika í
Sjónleikarhúsinum, á Mei-
arínum og í Grasagarði, alt
eftir hvussu stór luttøkan
verður.
Í ár verður umframt før-
oysku børnini ein bólkur úr
Hetlandi við.
Hugmyndin við Barna-
sjónleikarastevnuni er at
eggja lærarum til at brúka
sjónleik og drama í síni
undirvísing, at arbeiða við
eini søgu, søgn, ævintýri,
kvæði, yrking, mytu ella
onkrum heilt øðrum, og
burtur úr tí gera ein lítlan
leik, sum skal framførast á
sjónleikarastevnuni.
Tað eru óendaligir møgu-
leikar. Tað kann vera ein
vanligur leikur við dialogi,
tað kann vera sang-leikur,
dansileikur ella mimuleikur.
Tað ber eisini til at hava eitt
frásøgufólk, meðan spælt
verður. Leikurin kann gerast
sum komedia ella tragedia.
Til ber eisini at brúka eitt
sindur av hvørjum.
• Aldursbólkurin er børn
millum 9 og 14 ár.
• Leiklongdin millum 15
og 20 minuttir.
• Pallmyndin einføld,
skjót at seta upp og taka
niður aftur, t.d. eitt einkult
bakteppi.
• Meira kann verða gjørt
burturúr búnunum.
Tað ber til at fáa vegleiðing
og hjálp frá MáF, bæði
praktiska og leiklistarliga.
MáF vónar, at skúlarnir
taka væl undir við Barna-
sjónleikarastevnuni.
Barnasjónleikarastevna á
triðja sinni
C
M
Y
K
9
8