Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 45 - 6. mars 2003 Nr. 45 - 6. mars 2003 11 Løgmaður hevur nú skorið ígjøgnum í málinum um lands- antikvarin, og kann hetta endurreisa álitið á setanarpolitikk- in hjá landinum. Fyrrverandi landstýriskvinnan í Mentamálum angrar einki og hevði einki gjørt øðrvísi, um hon skuldi gjørt tað umaftur. Ikki skilagóð orð í einum máli, ið var illa handfarið frá byrjan av. Føroya fólk hevur í nakrar vikur verið vitni til ein margháttligan leik, har ákærur hava flogið gjøgnum luftina. Vit hoyrdu um ein fyrrverandi inspektør, ið so alíkavæl ikki hevði verið inspektørur, tá av tornaði. Vit hoyrdu um brøv skrivað uttan brævhøvd og journalnummar. Vit hava hoyrt støðuna hjá Magistarafelagnum. Vit hava hoyrt støðuna hjá starvsfólkunum á Fornminnissavninum. Hóast alt hetta, so sigur fyrrverandi landstýriskvinnan, at hon hevði einki skeivt gjørt, og hevur enntá at løgmanni. Løgið at ikki okkurt kundi verið gjørt øðrvísi eftir hennara tykki. Er tað veruliga einki í hesum málinum, ið kundi verið handfarið betur? Jú, tað vilja bæði Fakfelagið, ið varar av økinum, serfrøðingar, sum eitt nú fyrrverandi landsanti- kvaruruin, og nú eisini Løgmaður verða við. Tað fer einki av nøkrum við at viðganga ein feil, um hetta er uppá sítt pláss, heldur tvørturímóti. Tí hevur verið ilt at skilja, hví fyrrverandi landstýriskvinnan hevur borið seg at, sum hon hevur gjørt, ikki minst eftir at løgmaður er byrjaður at kanna málið. Sjálvandi er tað harmiligt fyri Mentamálaøkið, at eitt lands- stýrismannaskifti kemur afturat, men her krevst, at Tjóð- veldisflokkurin tekur í egnan barm, so bati fæst á økinum. Tað er sjálvandi eisini harmiligt fyri fyrrverandi landsstýris- kvinnuna at fáa reyða kortið. Men hon gjørdi einki fyri at forða fyri tí. Tað hevði hon uttan iva møguleika fyri. Tað tykist verða ein vanlig misskiljing, at landstýrisfólk skulu hava brotið onkra lóg, fyri at noyðast at fara frá. Tað kemur tíbetur sera sjáldan fyri, at landstýrisfólk bróta landsins lógir. Tað ber væl til at umsita illa, uttan at bróta nakra lóg. Tað er uppgávan hjá løgmanni at syrgja fyri, at landstýrismenn umsita í tráð við reglur og góðan fyri- sitingarsið. Tað skuldi bara manglað, at eitt landstýrisfólk ikki brýtur nakra lóg í sínari umsiting. Tí ber ikki til at siga, at bert tí at eingin lóg var brotin, so var avrikið gott. So einfalt er tað ikki, og má tað heldur ikki gerast so einfalt. Umsitingarlig óruddiligheit og brot á góðan fyristingarsið eru vanliga ikki lógarbrot, men tað merkir ikki,, at løgmaður noyðist at góðtaka slíkt. Tað ger hann tíbetur heldur ikki. Tað er gott, at vit nú hava fingið eitt fordømi viðvíkjandi starvsetanum á ivasomum grundarlag. Harmiligt er, at landsstýriskvinnan ikki sat eitt valskeið, tí hon hevði óivað avrikað nógv gott innan skúlagott, men málið um lands- antikvarin var somikið illa handfarið, at løgmaður hevur grein í sínum máli. Tað, at fyrrverandi landstýriskvinnan ikki uppá nakran sum helst máta tekur í egnan barm eftir hetta keðiliga mál, skal hon ikki hava rós fyri, tí eftir niðurstøðuna hjá løgmanni er eingin ivi um, at hon hevur handfarið málið skeivt, hóast hon, sum hon sjálv sigur, ikki hevur brotið nakra lóg. Øll gera feilir, men tað skal dirvi til at viðganga tað. Eftir stendur so kravið frá Magistarafelag Føroya, um at starvsetanin av landsantikvari skal takast aftur. Hetta kemur so næsti perónur í landstýrissessinum at taka støðu til, men ein slík áheitan frá Magistarafelagnum eigur at takast í størsta álvara. DAGSINS MEINING Sosialurin Løgmaður hevur grein í sínum máli VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Katrin Purkhús Biskopstø Tað er komið mær fyri oyra, at strandfaraskipið Dúgvan ikki kemur aftur, tí at peningur ikki er til um- vælingarnar, og at allur peningurin, ið kann sparast so ella so, skal til Suður- oynna. Til tað er at siga, at norðoyngar muga vera verðins tolnasta fólkaslag, her standa trailarar fullir av fiski og bíða í hálvar dagar fyri at koma yvir um Leir- víksfjørð, ferjulegan er full allan dagin, hetta skilji eg bara ikki, tað mátti verið størri inntøka hjá Strand- ferðsluni, at trafikkurin gleið betur ígjøgnum. Fólk tímir ikki hettar, tú kemur á ferguleguna, ofta setur tú bilin bara har, tí um tú skalt bíða til tú kanst koma við yvirum, tekur tað ofta fleiri tímar. Tað verður ført fram, at Ternan skal brenna minni av olju, tað kann eg upplýsa øllum, ið ikki vita ta , at tað passar slett ikki, fyri tað næsta, so rullar Ternan so illa, at ein hevur ilt í búkin- um, áðrenn ein noyðist umborð, hon er eisini alt ov lítil, bæði fyri bilar og ferðafólk, so vinarligast til tykkum, ið ráða á Strand- faraskipum Landsins, eg vil heldur gjalda 5 kr meir og sleppa yvir um fjørðin innan fyri rímuliga tíð. Vit eru von við at taka okkara tøk her norðuri. Takk fyri upptøkuna. Ternan ein rullibukka TÍÐINDASKRIV Nevndin í Magistarafelag Føroya Í sambandi við ta politisku støðu, sum er íkomin við tað at løgmaður hevur loyst Annlis Bjarkhamar úr starvinum sum lands- stýrismaður í mentamálum orsakað av tí mátanum hon hevur handfarið setanina av nýggjum landsantikvari, vil Magistarafelag Føroya gera vart við, at felagið heldur fast við sítt krav um at set- anin av landsantikvari eigur at verða annullerað. Magistarafelag Føroya hevur onga støðu til, hvør er landsstýrismaður í mentamálum. Hinvegin metir felagið tað sum sína uppgávu vegna limirnar at krevja rættvísa, trygga og kvalifiseraða málsviðgerð, tá almenn størv verða lýst leys og sett. Felagið byggir krav sítt á, at ikki er farið rætt fram, tá nýggjur landsantikvarur varð settur. Grundgevingar felagsins eru útgreinaðar í skrivum til mentamála- ráðharran frá ávikavist 10. og 14. februar, har biðið verður um at útgreina nakrar ítøkiligar spurningar yvir fyri felagnum. Felagið hevur enn ikki fingið nøktandi svar upp á fyrispurningarnar, men væntar at fáa hetta so skjótt sum til ber. Frá felagsins síðu er tað umráðandi, at aðalspurn- ingurin í hesum máli ikki druknar í tí politiska meldr- inum við tí nýíkomnu støð- uni. Hesin aðalspurning- urin er, at setanin av nýggj- um landsantikvari verður annullerað. Setanin av landsantikvari eigur at verða annulerað Týskvøldið 11. mars fer Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, at halda áhugaverdan fyrilestur um arbeiðsstrongd FYRILESTUR Solby A. Eliasen Klaksvík: Fyrilesturin byrjar klokkan hálvgum átta týskvøldið, og tá fer Eyðun Joensen at tosa um eina nýggja sjúku, sum hevur stungið seg upp hesi seinastu árini. Hann kallar fyrilesturin Strong sum vinnusjúka, og fer hann millum annað at viðgera hesa nýggju sjúkuna og tosa um, hvussu vit kunnu fyribyrgja at gerast ov strongd. Í tíðindaskrivi frá Klaks- víkar Bókasavni verður sagt, at í okkara samfelag, har alt bara skal ganga skjótari og skjótari, kemur tað oftari og oftari fyri, at fólk gerast sjúk av strongd. Í londunum rundan um okkum er strongd nú at síggja millum teir vanligu arbeiðsskaðarnar. Eyðun Joensen er upp- vaksin í Klaksvík og hevur í mong ár starvast inna psykiatri í Føroyum. Eisini er hann ofta frammi í tí samfelagsliga kjakinum, tá evni innan sálarfrøði verða viðgjørd. Klaksvíkar Bókasavn hevur havt fleiri áhugaverd tiltøk í vetur, so sum fyri- lestrar, upplestrar og rit- høvundakvøld. Og týs- kvøldið 11. mars verður so aftur høvi hjá áhugaðum at leggja sær leiðina í Bóka- savnið til ein fyrilestur við Eyðuni Joensen, sálar- frøðingi. Eftir fyrlesturin verða kaffi og køkur at fáa. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, verður sagt frá Bókasavnin- um. Fyrilestur um arbeiðsstrongd Heri Mohr Eg las eina grein nú ein dagin, sum eg haldi kemur tær við. »Tú, fyrstahonds- vitni til lívsins veruleika um hesar leiðir, ið sær, at ein og ein toskur skal gogg- ast inn um lúningin fyri at gjalda alt hetta galimati- asið, sum eisini landsins kosnu menn nú einaferð finna uppá at lira av sær«. Hetta og nógv, nógv annað skrivaði júst ein av landsins kosnu monnum í bløðunum nú ein dagin, tá tú, um tú ikki noyddist av landinum fyri heilsuna, hevði verið á Norðhavinum, har gilt er at fáa. Hann, hesin landsins kosni maður, hevur slíkan ampa av okkum og okkara vælferð - sjálvur situr hann fjálgt á dana tingi -, at vit eru fremst í hansara huga, eisini tá ið hann í løtum válar inni á høvuðsjarn- breytastøðini í Keyp- mannahavn og har fellur í prát við vinmannin ein fyrrverandi løgtingsfor- mann um mangt og og hvat, kanska einamest um hvussu okkara tilvera her og nú og í allari framtíð skal kortleggjast. Eftir øll- um at døma hava teir eina mest tosað um føroyska bú- skapin, og sum flogvitum líkt eru teir óivað samdir um, hvussu tilveran hjá okkum og komandi ættar- liðum skal broytast og myndast. Jú, mangt fer fram á høvuðsbanagarðin- um. Hansara grein er so drúgv og full við orðum, at tú hevði lagt hana frá tær áðrenn hálvlisið. Men hvat heldur tú, í greinin verður pástaðið, at tað, sum tú og eg stemma uppá, tá ið vit fara á val, skapar jarðarferðarstemn- ing, grát og tannagrísl um teigar og tún, og at vit eru teirra millum, sum við ábyrgarloysi blaða milli- ardaíløgur og nýggjan rakstur fram í ein nýggjan dag. Og ikki sørt ósmæðið skrivar hann, at tær 600 milliónirnar, sum ríkiskass- in rindar til sjúk, avlamin og gomul, eru danskir náðismolar,, sum vit føroy- ingar liva í súsi og dúsi av. Nei, ikki er hann smæðin, og Harrin viti, hvussu hann súsar og dúsar við síni donsku løn. Kanska fer hon í ein loysingargrunn, ella, sum hittinorðaða syskina- barnið Torbjørn skemtiliga tók til: Lønin fer til "Loys- ing-úr-lagdi" klubban. Tín bátsfelagi Óli stakk inn á gólvið í gjárkvøldið. Einsamallur á báti hevur hann verið á Norðhavinum, nú streymurin er so góður, og hann letur væl at, í gjár hevði hann goggað 3000 pund inn um lúnningina. Hann las greinina, sum eg royni at greiða tær frá. "Á vestfallið við natio- nalismu klistrað og fugað við átrúðnaligum kryddaríi, nei, lat meg sleppa á tað lívgevandi Norðhavið, har slíkt fjas ikki røkkur ella um stokkin støkkur", segði hann við einum smíli, sum vit kenna so væl. Í slíkum løtum kemur mær fyri, at lítillátni Óli er átøkur tann tiltikna útróð- rarmannin Jóan Karl á Skála. Pápi plagdi at siga okkum frá ótrúligum hend- ingum, hesum í allari med- ferð stilla og lítillátaða sjó- garpi hevði verið fyri við lítlum róðrarbáti á Vága- havinum, á Norðurhavinum og aðrastaðni. Sum tú veist, so kunnu vit lesa eitt sindur um Jóan Karl í Varðanum. Anatom enklava, paramili- terar fraktiónir, sloganið, heljarfaktorar. Hevur tú nakrantíð fingið slíkt inn á stokkin? Harrin viti hvussu tað sær út, og um tað kann etast. Greinin vil eisini vera við, at ein kiosk, sum fekk 2 milliónir í láni frá einum lánistovni í Danmatk, var orsøkin til, at Føroyar fóru á heysin, og at vit áttu at hangt eitt bílæt av kioskini "til skræk og advarsel" í hølinum, har okkara fíggj- arnevnd heldur til. Nei, elskaði, so skuldu teir held- ur hongt bilæt av "Heyga- drangi", sum tú vart við til at byggja har inni á Skála, áðrenn vit rýmdu av land- inum í 1993. Minnist meg rætt, varð hann í óðum verkum seldur av landin- um, málingin var ikki torn- að, fyri lítið meira enn tað, ið kjølurin kostaði at strekkja. Kanska áttu teir at inn- ramma allar tær ótaldu veðhalds- og lán-úr-lands- kassalógir, sum gjørdu tað, at vit máttu rýma úr okkara heimi. - Og hetta verður sammett við eina kiosk, hvat heldur tú? Vóru tað ikki donsk krav- boð, sum fekk løgtingið at eta í seg allar hesar lógir, sum lógu so tungar í okkara lummum og ikki, sum greinskrivarin vil vera við, sitandi samgonga, ið steðgaði ringastu heljarfak- torunum? Jú, tú lesur beint, hetta stendur orðarætt í greinini. Hóast greinin er torskild og fløkt, so skilji eg hana soleiðis, at eitt nýtt øko- nomiskt ragnarok stendur fyri durum, tí at politikk- urin hjá verandi samgongu átti ikki bara at verið spurn- ingur um popularitet, um at rista breiðar álir av annans herðum, um at leggja ó- goldnar rokningar eftir seg, men heldur eigur hon (sam- gongan) at lata samfelagið frá sær í so frægum standi sum gjørligt. Hann náði okkum, Jógvan, hvat hava vit í vantu? Nei, tað er so sanniliga ikki samfelagið, sum skal leggja frá sær. Og hvat fara vit tá at gera, eg orki ikki tankan, at tú og eg og okkara børn aftur verða noydd at flyta av landinum. Eg las eisini, at tað óivað er neyðugt at biðja japanar- ar ella týskarar at hjálpa okkum við rationalisering av tí almennu umsitingini, sum er bólgnað til óstýrilig- heit tey farnu 5 árini. Hvat hesir fara at siga, er ikki gott at vita, tí japanskt skilji eg ikki, men so mikið minnist eg av mínum barnalærdómi, at eg kann ímynda mær, at týskurin fer við ristandi høvdi at siga: Es komt der Tag, og so stinga teir í sekkin. Góði Jógvan, eg gleði meg til, at tú skjótt kemur heim eftir lokna læknahjálp á Ríkishospitalinum, og vit aftur eru saman við børn- unum, men kenni eg teg rætt, verður tú kvikur á Mykinesgrunninum, nú torrafiskur er sum murran. Kærar heilsanir frá okkum 5. Kona tín P.S. Framyvir verður tað kanska ikki sum at siga tað at fáa lækna- og viðgerðar- hjálp á Ríkishospitalinum, tí nú ein dagin visti sjón- varpið, ella var tað kanska útvarpið, tey tíðindi, at landsstýrismaðurin við sjúkraverkið um hendi fer at flyta fleiri milliónir, sum eru játtaðar Ríkishospital- inum í tí lamskorna blokk- inum, til Landssjúkrahúsið! Gu’viti hvat tað næsta verð- ur, sum skal smoyggjast inn á okkum? VIÐMERKINGAR Brot úr brævi til »neyðars rullumann vesturi á Mykinesgrunninum« RUSSLAND: Marina T. varð neyðtikin av løgreglumonnum "Teir slógu meg í høvdið, í nakkan og á kroppin. Ein neyðtók meg, meðan hinir hildu mær niðri og trýstu andlitið á mær niður í songina." Marina T. varð steðgað av ferðslupolitinum í býnum Yaroslavi 5. mars 1999.Tá teir hildu hana vera fulla, tóku teir hana við til eina avrúsingardeild. Komin hagar, noyddu 3 politistar og ein lækni hana at lata seg úr øllum, smekkaðu høvdið á henni móti einum veggi og slógu hana í andlitið. Hon sigur, at hon varð dragsað eftir hárinum inn í rúmið við síðuna av, har hon varð neyðtikin av fýra monnum. Undir rættarviðgerð-ini morgunin eftir sigur Marina T, at hon royndi at verja seg og greiða dómaranum frá, tí, ið hent var. Men hann avbreyt hana, ákærdi hana fyri at hava verið fulla á almennum plássi og fyri at hava brúkt seg móti l ø g r e g l u m o n n u n u m , áðrenn teir tóku hana. Hon varð sektað við 800 rublum og latin leys. Marina T. kærdi til lokalu ákærumyndugleikarnar. Har løgdu tey merki til skurslini í andlitinum á henni, og 9. mars vórðu kanningar settar í verk. Teir 3 politistarnir vóru ákærdir fyri at hava pínt og skamfarið Marinu T. 18. mars 2000 varð ákæran tikin aftur, grundað á manglandi próvførslu. Kortini varð rættarmálið ikki latið aftur. Málið hevur ferðast aftur og fram millum ymiskar rættarinstansir, áðrenn endaliga hoyringin var í mars 2002 í Zavolzhskij økisrættinum. Rætturin kom til ta niðurstøðu, at ein av politistunum við vilja hevði gjørt seg inn á hana og meinslað hana, men hann varð beinanvegin náðaður og leyslatin aftur, orsakað av amnesti, sum varð latið fyri minni lógarbrot. Tveir aðrir politistar vórðu kendir sekir í misrøkt og misbrúki í tænastuni og fyri at hava nýtt vald og hótt við valdsgerðum. Teir fingu treytaðan dóm og mistu rættin til at arbeiða í 2 ár. Verjin hjá Marinu T. vrakaði niðurstøðuna av dóminum, og rættarmálið heldur fram. Enn er onki hent. Tey, ið vilja mótmæla viðferðini av Marinu T. kunnu skrivað bræv til russiska forsetan. Her er eitt dømi um, hvussu brævið kann skrivast. Tit kunnu eisini fara inn á heimasíðuna hjá Amnesty International, Føroya deild. Adressan er: amnesty@amnesty ********* President of the Russian Federation Vladimir Putin Kremlin Moscow The Russian Federation 8 March 2003 Dear President Putin I would respectfully draw your attention to the case of Marina T., who was taken by the police in the city of Yaroslavi in March 1999, accused of being drunk. At the sobering-up facility Marina was stripped naked, beaten all over her body and raped by several police officers. The case is still pending in the Zavolzhskii court. I ask you to assure that a prompt, impartial, independent and thorough investigation of her com- plaints of torture is carried out, and that the perpetra- tors are brought to justice in accordance with inter- national human rights standards. I urge you to establish an independent body with powers, including the power to subpoena witness, to investigate and prosecute acts of torture and ill-treatment by officials, or acts of torture and ill-treatment that occur as a result of the acquiescence, instigation or consent of officials. I ask you to ensure that all law enforcement per- sonnel are trained in international law on the prohibition of torture and ill-treatment in all circ- umstances, and are in- formed of the criminal liability that the use of torture and ill-treatment entails, regardless of rank. Gender specific informa- tion should be included in programs to educate, inform and train relevant officials regarding the prohibition of torture. I urge you to ensure that female security personnel are present during the interrogation of women detainees and are solely responsible for conducting body searches of women detainees. There should be no contact between male guards and female prisoners without the presence of a female guard. I call on you to ensure that Marin T., a victim of human rights violations including torture and ill- treatment in the Russian Federation, receives reperation, including compensation, medical care and rehabilitation. Yours sincerely, (títt navn) Altjóða átakið hjá Amnesty International kvinnudagin 8. mars C M Y K 11 10