hósdagur 6. mars 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 45 - 6. mars 2003
Nr. 45 - 6. mars 2003
13
UTTAN ÚR HEIMI
Nærri Norðurkorea
Amerikanska verjumálaráðið hevur gjørt av at senda
24 bumbuflogfør og fleiri hermenn til leiðirnar í vest-
ara parti av Kyrrahavinum. Endamálið er at styrkja tær
amerikansku herdeildirnar, sum hava støð í Suður-
korea.
Amerikanska avgerðin er tikin, eftir at fýra norður-
koreansk jagaraflogfør steðgaðu einum amerikanskum
kanningarflogfari yvir Japanska Havinum seinasta
sunnudag. Amerikanarar siga, at kanningarflogfarið
var 225 kilometrar frá norðurkoreansku strondini, og at
eitt av teimum norðurkoreansku flogførunum var
minni enn 20 metrar frá kanningarflogfarinum.
Stjórnin í Washington skýrir framferðina hjá norður-
koreansku flogførunum skilaleysa. Amerikanararnir
siga eisini, at norðurkoreanska tiltakið var fyrireikað, tí
vanliga flúgva norðurkoreansk stríðsflogfør ikki so
langt úr landi.
Feldur av telduposti
Tað var eftirlit við telduposti, sum gjørdi, at pakist-
ansku og amerikansku myndugleikarnir fingu fatur á
yvirgangsmanninum Khalid Sheikh Mohammed í pak-
istanska býnum Rawalpindi.
New York Times veit at siga frá keldum í CIA, at am-
erikanska fregnartænastan helt eftirlit við telduposti til
ein mann, sum var staddur í Rawalpindi. Maðurin æt
Mohammed Omar Abdel Rahman, og er sonur ein
blindan egypta, sum í 1995 varð dømdur fyri at hava
havt ætlanir um eina bumbuatsókn at ST-húsunum í
New York. Tá pakistanska fregnartænastan fór til bú-
staðin hjá manninum, funnu teir eisini Khalid Sheikh
Mohammed har, skrivar New York Times.
Blaðið veit eisini at siga, at CIA hevur verið í hølunum
á Khalid Sheikh Mohammed seinastu tíðina. Tann 13.
februar var tað um reppið, at hann varð tikin, men tað
eydnaðist honum at sleppa til rýmingar, skrivar blaðið.
Hópmorð skal kannast
ST hevur gjørt av at kanna skuldsetingar um, at ugand-
iskir hermenn vóru uppi í einum hópmorði, tá 467
óvápnað fólk vórðu tikin av døgum har eysturi í Kongo
24. og 25. februar.
Ein uppreistrarfelagsskapur í Kongo vil vera við, at
ugandiskir hermenn tóku lut í hópmorðinum, sum var í
einum landsparti tætt við ugandiska markið. Herfyri
lovaðu grannalondini hjá Kongo at taka sínar hermenn
úr landinum, men ST sigur, at hermenn úr Uganda og
Rwanda eru framvegis í Kongo.
Borgarakríggj hevur verið í Kongo seinastu fýra
árini, og hildið verður, at kríggið hevur kostað meiri
enn tvær milliónir mannalív. Í fjør eydnaðist tað at fáa
partarnar at góðtaka ein friðarsáttmála, men bardag-
arnir hava hildið fram kortini.
Alt ov stór lønarhækking
Bæði fakfeløg og politikarar í Noregi eru í øðini, eftir
at tað er komið fram, at aðalstjórin í Norsk Hydro fekk
eina rættiliga munagóða lønarhækking í fjør.
Í fyrralagi fekk aðalstjórin, Eivind Reiten, 550.000
krónur í lønarhækking í fjør, men oman á tað fekk hann
630.000 krónur í samsýning fyri tað góða úrslitið, sum
felagið hevði. Við hesum báðum ískoytunum fór
árslønin hjá aðalstjóranum upp á 4,2 milliónir krónur.
Ansgar Gabrielsen, vinnumálaráðharri, er í øðini um
lønarhækkingina hjá Hydro-stjóranum. Ráðharrin vísir
á, at vinnulívið hevur játtað at byrgja upp fyri
lønarhækkingum í framleiðsluvinnuni, og tí heldur
hann, at nevndin í Norsk Hydro hevur brotið hesa
avtaluna. Eisini fakfeløgini eru í øðini. Tey siga, at tað
ber ikki til at eggja limunum til afturhald í
lønarkrøvunum, tá leiðslurnar í vinulívinum fara tann
øvugta vegin.
Amerikanska ætlanin
at nýta Thule-radaran
sum lið í teirri ætlaðu
rakettverjuskipanini
kann fara at tyngja
viðurskiftini millum
donsku stjórnina og
grønlendska
heimastýrið.
RAKETTVERJUÆTLAN
Árni Joensen
Danska stjórnin boðaði
fyrradagin frá, at hon tekur
undir við ætlanini hjá am-
erikansku stjórnini um eina
rakettverjuskipan, og at
amerikanarar sleppa at nú-
tímansgera radaran í Thule,
so hann verður ein liður í
skipanini.
Danska stjórnin hevur
lovað USA svar innan í
summar, og tann næsta
mánaðin verða fleiri sam-
ráðingar- og kunningarum-
før millum Danmark og
Grønland. Per Stig Møller,
uttanríkisráðharri skal til
Grønlands, og somu leið
skulu
uttanríkispolitiska
nevndin og verjupolitiska
nevndin hjá Fólkatinginum.
Uppgávan hjá donsku polit-
ikarunum verður at fáa eina
semju við grønlendingar
um Thule-radaran.
Grønlendingar hava ikki
víst amerikanska áhuganum
fyri Thule-radaranum aftur,
men heimastýrið hevur gjørt
greitt, at verjuavtalan frá
1951 skal endurskoðast, og
at heimastýrið skal sita við
samráðingarborðið og fáa
sína ávirkan á úrslitið.
Hesum hevur USA víst aft-
ur. Tað gjørdi Colin Powell,
uttanríkisráðharri í vetur.
Hann gjørdi tá greitt, at tað
er ikki neyðugt at endur-
skoða sáttmálan, tí møgu-
ligar broytingar kunnu ger-
ast í ískoytissáttmálum.
Men fyribils halda grøn-
lendingar fast um kravið
um at endurskoða sáttmál-
an. Lars Emil Johansen,
fólkatingsmaður, segði í
Keypmannahavn fyrradag-
in, at hetta er framvegis eitt
grønlendskt krav.
Eisini pengar
Hjá grønlendingum hevur
tað ikki einans týdning at
fáa ávirkan á ein nýggjan
verjusáttmála. Málið snýr
seg eisini um pengar. For-
maðurin í uttanríkispolit-
isku nevndini hjá Lands-
tinginum, Jensine Berthel-
sen, segði við grønlendska
útvarpið herfyri, at sleppa
amerikanarar at útbyggja
støðina í Thule, noyðast teir
eisini at lata grønlending-
um okkurt afturfyri.
Grønlendska sjálvsstýris-
nevndin hevur mett, at tann
grønlendski búskapurin fær
einar 100 milliónir krónur
burtur úr Thule-støðini um
árið, men fleiri grønlendsk-
ir politikarar hava bent á, at
hetta er ikki nóg mikið.
Hetta var eisini á borðin-
um, tá Per Stig Møller og
Josef Motzfeldt hittu Colin
Powell í desember.
Men í frágreiðingini um
rakettverjuskipanina ávarar
danska stjórnin grønlend-
ingar ímóti at krevja ov
nógv. Í frágreiðingini stend-
ur, at grønlendingar eiga at
hava í huga, at USA kann
velja at fara aðrar vegir.
Nógv virksemi
Danska
stjórnin
hevur
lovað amerikanarum enda-
ligt svar um Thule-radaran
innan í summar, og næstu
mánaðarnar verður málið
dúgliga umrøtt.
Í næstu viku fer grøn-
lendska heimastýrið undir
eitt kunningarátak um rak-
ettverjuætlanina.
Sam-
stundis vitjar Per Stig
Møller, uttanríkisráðharri í
Nuuk, har hann skal hitta
Hans Enoksen, landsstýris-
formann, eins og hann skal
lurta eftir einum trygdar-
politiskum aðalorðaskifti í
Landstinginum.
Síðst í hesum mánaðin-
um fer uttanríkispolitiska
nevndin hjá Fólkatinginum
til Grønlands, og fyrst í
næsta mánað fer verju-
nevndin eisini til Grøn-
lands. Seinni í næsta mánað
verður ein hoyring í Fólka-
tinginum um rakettverju-
ætlanina. Eisini í Nuuk
verður hoyring um evnið.
Rakettverjuætlanin hjá USA
kann elva til spenning
millum Danmark og Grønland
Nú er aftur politiskur spenningur um
radarstøðina í Thule - hesaferð í
sambandi við amerikansku rakettv-
erjuætlanina.
NØVN Í VIKUNI
Annlis Bjarkhamar
Annlis Bjarkhamar er nú
fyrrverandi landsstýris-
kvinna í mentamálum.
Hon er fimtanda lands-
stýrisfólkið undir An-
finni Kallsberg, sum
hevur rátt fyri borgum
seinastu fýra árini og
níggju mánaðirnar.
Annlis er ikki gomul í
landspolitikki – hon hev-
ur enn ikki stillað upp til
val, men tá Tjóðveldis-
flokkurin skuldi kjósa
sær landsstýrisevni eftir
seinasta løgtingsval, varð
tann tá 28 ár gamla Ann-
lis Bjarkhamar kosin at
umboða flokkin.
Annlis Bjarkhamar er
dóttir Irdi, fødd Hjelm,
og Dánjal Bjarkhamar í
Vági. Hon er fødd 20.
januar í 1974, og hon býr
saman við Ian Luid úr
Fuglafirði.
Tá
Annlis
gjødist
landsstýriskvinna
fyri
níggju mánaðum síðani,
var hon um at verða liðug
við
læraraútbúgving
sína, tó at hon í onkrum
umførum hevur havt far-
loyv frá læraraskúlanum.
Henni vantaði tvær próv-
tøkur.
Í Sosialinum í gjár
nevndi hon, at hon helst
fór at gera seg lidna við
læraraútbúgvingina – so
til skúlaársbyrjan kann
onkur av teimum hart
kroystu skúlastjórunum
gleða seg til at fáa ein
fyrrverandi arbeiðsgev-
ara hjá sær í starv sum
lærari – og teimum er
stórur tørvur á í føroyska
fólkaskúlanum.
Annlis hevur starvast
sum læraravikaur áðrenn
hon fór á læraraskúla.
Skúlaárið 96/97 var hon
læraravikarur í Porkeri. Í
Eysturskúlanum var hon
vikarur skúlaárið 01/02,
og hon hevur eisini starv-
ast sum útvarpskvinna í
tíðarskeiðinum
1997/
2000.
Hóast Annlis ongantíð
hevur stillað upp til val,
so hevur hon verið aktiv í
politikki í fleiri ár. Hon
var drívmegin í Unga
Tjóðveldinum,
sum
rættuliga fekk vind í
seglini aftur við fullveld-
ispolitikkinum, sum for-
maður Tjóðveldisflok-
sins, Høgni Hoydal, fekk
í ljósmála.
Annlis
Bjarkhamar
hevur eisini verið umboð
í aðalstjórn Tjóðveldis-
floksins árini 1998/2001,
og hon gjørdist limur í
floksstjórnini í 2000.
Fólk í tíðindunum
Mikudagin 26. februar varð
Jens Erik Magnussen í
Miðvagi 50 ár. Jens Erik er
føddur og uppvaksin í
Miðvági. Hann útbúgvin
bankamaður og lærdi í
Sjóvinnubankanum,
har
hann arbeiddi til frá 1971-
89. Í 1989 fekk hann starv í
Landsbanka Føroya, har
hann er undirstjóri. Hann
hevur
verið
limur
í
Fótbóltssambandi Føroya
síðan 1978 og formaður í
Landsliðsnevndini, síðan
hon varð stovnað síðst í 80-
unum. Jens Erik er giftur
við Daniu, f. Joensen, úr
Miðvági. Tey búgva í
Miðvági og eiga børnini
Miriam og Jonhard
mg
Jens Erik Magnussen
50 ár
Týsdagin 4. mars, frá kl.
18-20, var opið hús á Tekn-
iska Skúla í Smiðjugerði í
Havn. Skúlin bjóðaði
meistarum,
foreldrum,
teimum ungu og annars
øllum áhugaðum at vitja
skúlan. Kvøldið byrjaði
við, at skúlastjórin Egon
Øregaard og Lis Helga-
dóttir
lestrarvegleiðari
greiddu frá um skúlan og
útbúgvingarmøguleikum á
skúlanum. Síðan varð víst
runt á teimum ymisku
deildunum í Smiðjugerði.
Skúlin
hevði
vanliga
praktiska undirvísing hetta
kvøldið. Vitjað varð á bil-
deildini, hárfríðkanardeild-
ini, timburdeildini, smiðju-
deildini, maskindeildini og
har sum framleiðslutøkn-
ingarnir halda til. Kvøldið
endaði við einum drekka-
munni á Skúlaheiminum
við Marknagilsvegin.
mg
Opið hús á Tekniska Skúla
Tann 1. mars bleiv Georg
Suðurgarð settur í starv
sum leiðari fyri Skeiðs-
deplinum við Marknagil í
Havn. Georg, ið er 58 ára
gamal, er dani, føddur í
Ålborg. Hann kom til Før-
oyar fyrstu ferð í 1988, tá
hann bleiv settur sum stjóri
á P/F Data. Seinni hevði
hann sína egnu fyritøku,
P/F Rittin Virkisráðgeving,
í Havn. Í 1993 flutti hann til
Danmarkar, har hann hevur
arbeitt á Ledelsesakademi-
et á Århus Købmandsskole.
Georg er útbúgvin merko-
nom og lesur í løtuni til
"Master i organisatorisk
læring" við Ålborg Uni-
versitet. Seinnu árini hevur
hann undirvíst í diplom-
leiðaraútbúgvingum. Georg
er giftur við føroyskari
konu, Poulinu, f. Olsen, úr
Fuglafirði. Tey búgva í dag
á Skála.
Skeiðsdepililin (SDM) er
undirskipaður
Føroya
Handilsskúla og Tekniska
Skúla í Havn.
Uppgávna hjá leiðar-
anum er t.d. at hava fíggj-
arligu leiðsluna og umsit-
ingina av deplinum, at
menna depilin og leggja
skeiðini til rættis. Skeiðs-
depilin kemur nú at gera
meira við leiðaraútbúgv-
ingar.
mg
Egon Øregaard stjóri
á Tekniska Skúla
Georg Suðurgarð leiðari á Skeiðsdeplinum
Mánadagin 3. mars bleiv
Johan Simonsen bilførari í
Havn 75 ár. Johan er føddur
og uppvaksin á Skarvanesi.
Í 1945 flutti hann til
Havnar. Hann koyrdi bil
hjá pápanum, Mortan Sim-
onsen og seinni á Bilstøðini
í J.C. Svabosgøtu. Hann var
ein av fyrstu partaeigarun-
um í bilstøðini Taxa, sum
bleiv stovnað í 1952 og
skifti navn til Auto í 1955.
Johan giftist í 1958 við
Annu, dóttir Karl hjá Lang-
Harald, úr Havn, og eiga
tey tríggjar synir og eina
dóttir. Anna og Johan hava
seinnu árini búð á Argjum.
Johan er enn ein av bilfør-
arunum í Auto.
mg
Johan Simonsen
75 ár
C
M
Y
K
13
12