hósdagur 6. mars 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 6. mars 2003
15
14
Nr. 45 - 6. mars 2003
- Tað er eisini umráð-
andi, at eingin -
hvørki føroyingur ella
útlendingur - fær
partar av ræðisrætt-
indunum sum privata
ogn, segði Kaj Leo Jo-
hannesen, løgtings-
maður, á kjakfundin-
um á Strondum um
fremmandan kapital í
vinnulívinum
FREMMANDUR
KAPITALUR
Vilmund Jacobsen
Á kjakfundinum á Strond-
um mánakvøldið, sum sam-
bandsfelagið í Eysturoy,
Samhald, skipaði fyri, sótu
løgtingsmenninir, Kaj Leo
Johannesen og Heini O.
Heinesen, í panelinum.
Fundurin byrjaði við, at
Heini hevði eitt innlegg og
síðan Kaj Leo. Eftir inn-
leggini høvdu fólk høvi at
seta spurningar. Eini 40
fólk vóru á hesum fundi í
Stranda Centrum.
Í blaðnum í dag fara vit at
hyggja at tí, sum Kaj Leo
segði, og í einum seinni
blaði fara vit at venda aftur
til ymiskt av tí, ið Heini
hevði at bera fram.
At fylgja við
Kaj Leo vísti á, hvussu um-
ráðandi tað er, at vit fylgja
við í heimsmenningini, har
landamørk hava fingið ym-
iskar týdningar – alt eftir,
hvørji øki talan er um.
- Landamørk, soleiðis
sum vit vanliga hugsa um
tey, fara helst ikki at broyt-
ast munandi í næstu fram-
tíð, men landamørk innan
handil og mørk sum siga,
hvar fólk búgva og arbeiða,
fara helst at broytast í
framtíðini.
Løgtingsmaðurin segði,
at hugtakið aftan fyri USA
og ES er greitt tekin um
hesi landamørk.
- Tað er umráðandi at
fylgja við í hesum broyt-
ingum, og helst er talan
meira um mentalar broyt-
ingar eins væl og, at fólk og
kapitalur
koma
innum
okkara økið at arbeiða.
Kaj Leo helt, at áðrenn
vit fara uppí slíkt samstarv,
eiga vit at gera okkum
greitt, at okkara samfelag
ikki hevur eitt nóg greitt og
liðugtsmíðað lógarverk til
at taka hesa avbjóðing uppá
seg.
- Umráðandi er, at vit
gera okkum greitt, hvat
náttúrliga hoyrir Føroyum
og føroyska fólkinum til, og
hvat ikki hevur slíkar fasta-
tøkur á Føroyum, at vit ikki
til eina og hvørja tíð - við
hegni og evnum - kunnu
kappast við tey fólk og tann
kapital, sum kemur her á
klettarnar.
Hann segði, at fyri hann
er eisini umráðandi at sláa
fast, at føroyska tilfeingi er
ein beinleiðis úrtøka frá
føroysku náttúruni, og tí er
tað av størsta týdningi, at
ræðisrættindini vera ver-
andi á føroyskum hondum.
- Tað er eisini umráðandi,
at eingin - hvørki føroying-
ur ella útlendingur - fær
partar av ræðisrættindunum
sum privata ogn.
Marknaðarbúskapur
Kaj Leo helt, at útlendskur
kapitalur eigur at sleppa at
virka og gagnnýta okkara
tilfeingi og verða við í
øðrum vinnumøguleikum í
Føroyum, men hesin eigur
ikki at sleppa at keypa sær
partar av ræðisrættind-
unum. Ognarviðurskiftini
skulu vera verandi føroysk.
- Verður hetta leisturin,
eru møguleikar at troyta
okkara tilfeingi optimalt.
Hann helt, at ein gongd
leið hevði verið at givið
marknaðarkreftunum frítt
at bjóða uppá ræðisrættind-
ini fyri eitt ávíst tíðarskeið,
eitt nú um eina fría upp-
boðssølu og síðan latið
kapitalin fingið frítt at
virka í restini av vinnu-
lívinum.
Løgtingsmaðurin legði
dent á, at marknaðar-
búskapur er grundarlagið í
okkara samfelag. Hetta er
tann reiðskapur, sum skap-
ar sosiala og búskaparliga
framgongd.
- Marknaðarbúskapur og
fríur handil eru tey bestu og
sterkastu tólini til at fremja
álit og samarbeiði millum
lond.
Hann vísti á, at Føroyar
hava fyri hvønn dag, sum
gongur, meira og meira
brúk fyri londunum, sum
vit handla við og sum
gjalda okkara rokningar,
sum hann tók til.
- Føroyar hava stóran
tørv á at skapa eina polit-
iska, stabila framtíð. Syrgja
vit ikki fyri hesum, verða
avleiðingarnar, at eingi
lond síggja Føroyar sum
áhugaverdar at gera íløgur
í. Fylgjurnar av hesum fara
at føra til verri livikor.
Frælsir búskapir og opin
samfeløg eru tær bestu
trygdirnar til tess at fyri-
byrgja einaræði og kúgan
av heimsins menniskjum,
segði Kaj Leo.
Globalisering
- Globalisering er ikki ein
hóttan, men ein møguleiki
fyri frælsum býti av vørum,
tænastum, kapitali, menn-
iskjum, upplýsingum, tíð-
indum, hugsanum og hug-
skotum.
Løgtingsmaðurin segði,
at globalisering er besti
reiðskapurin til at skilja tær
ymisku mentanirnar mill-
um lond. Tess meira, vit
handla við hvønn annan, jú
meira koma vit at kenna
hvønn annan - og sum tað
allar besta; jú, minni eru
møguleikarnir fyri, at vit
fara í vápnaðan bardaga.
- At kríggjast, er okkum
føroyingum nú á døgum
sera fjart, men hyggja vit
aftur í søguna, vórðu vit
drignir uppí kríggj og
ósemjur millum lond.
Kaj Leo vísti til vísu
orðini hjá einum manni,
sum hevur sagt, at um
vørur og vøruhandil ikki
fær loyvi at fara um landa-
mørk, so vilja hermennirnir
gera tað!
- Eg vil loyva mær at
siga, at um ikki kapitalur
fer um landamørk, so
steðgar menningin.
Hann segði, at um eitt
land, sum okkara, ikki
megnar at fáa útlendskan
kapital inn í vinnuna, so
koma vit í longdini ikki at
síggja búskaparligan vøkst-
ur, tí Føroyar eru í so máta
einki undantak frá øðrum
londum í heiminum.
- Eg trúgvi, at vit í tí
dagliga skulu gera okkum
greitt, at frælsur handil og
marknaðarbúskapur byggja
á grundleggjandi virðir í
okkara
samfelag.
Hesi
virðir eru so sterk, at sjálvt
tey kommunistisku stýrini
hava góðtikið hesa gongd. Í
vesturheiminum hava hesi
virðir skapt stóra búskapar-
liga og sosiala framgongd.
Kaj Leo segði, at grund-
arlagið undir hesum virð-
um er rætturin hjá okkum,
sum sita her í kvøld -
rætturin til lívið, rætturin til
frælsið og rætturin til
ognirnar.
Gott ella ringt
- Tað, sum vit ofta hoyra, tá
ið tosað verður um út-
lendskan ella fremmandan
kapital, er, at tær fyritøkur,
sum keypa seg inn í
vinnuna, eru so sterkar, at
tær eru sterkari enn tann
politiski viljin í landinum,
har íløgurnar verða gjørdar.
Tí kunnu hesar fyritøkur
ávirka
politiska
viljan,
uttanfyri allar demokrat-
iskar spælireglur.
Sagt verður, segði Kaj
Leo, at tann útlendski
kapitalurin ger sær dælt av
arbeiðsorkuni í landinum
við lágum lønum og tekur
tilfeingið og flytir tað úr
landinum.
- Men hetta verður tó
serliga sagt um menningar-
lond, sum í slíkum føri eru
rávøruveitarar.
Løgtingsmaðurin segði,
at útlendsku fyritøkurnar
flyta íløgurnar - alt eftir,
hvar tær halda, at avkastið
er størst og kunnu tískil
skaða menningarlondini.
- Taka vit saman um,
verður sagt, at útlendskar
íløgur skapa størri skaða
enn framburð. Hetta eru
grundgevingar, sum vit
dagliga hoyra, og tað eru
ikki so fá menniskju, sum
trúgva hesum. Men lat meg
sláa fast, at hetta er burtur-
við – og langt frá veru-
leikanum, segði Kaj Leo.
Skapa framburð
Hann vísti á, at seinastu
fimti árini hava búskapar-
frøðingar gjørt hópin av
skjalfestum royndum, sum
lýsa ávirkanina av út-
lendskum kapitali.
- Tá ið hugt verður at
hesum og øllum tí taltilfari,
sum gjørt er, kann stað-
festast, at veruleikin við
útlendskum kapitali er ein
heilt annar, enn mong
halda. Íøgur skapa fram-
burð, og tað er líka mikið,
um íløgan kemur úr Føroy-
um ella úr útlandinum,
segði Kaj Leo og vísti á
nøkur dømir, sum ganga
aftur í ymiskum londum.
Hann setti í hesum við-
fangi spurningin, hvat tað
er, sum gevur einum landi
sum Føroyar búskaparliga
og sosiala framgongd – ella
sagt við øðrum orðum:
Hvat er gott, og hvat er
ringt fyri okkara land?
- Tað verður ofta sagt, at
búskaparligur vøkstur er
ikki tað sama sum fram-
burður og vælferð. Ein av
høvuðsgrundgevingunum
innan litteraturin er, at
sjálvt um búskaparvøkstur
ikki sigur nakað um eitt nú
heilsustøðuna,
hvussu
leingi fólk ganga í skúla
ella, hvat inntøkan er í
landinum, so eru hesi fyri-
brigdi tætt samantvinnað.
Kaj Leo helt, at vit
kortini kunnu siga, at hesi
hugtøk fylgjast.
- Tað kann í grundini
vera líkamikið, hvussu tú
skrásetir, men tað mest
ítøkiliga er sum kunnugt
tann búskaparligi vøkstur-
in, og tí verður hann brúkt-
ur.
Løgtingsmaðurin segði,
at fakbøkur hava víst á
umleið 50 ymiskar hættir,
sum ávirka vøkstur og
menning.
- Fyri at rudda upp í
hesum, royndu Ross Levine
og David Renault í 1992 at
finna útav, hvørjir hættir
vóru ivasamir. Hetta varð
gjørt við einum krevjandi
statistiskum
framferðar-
hátti. Niðurstøðan av hes-
um var, at tað vóru 48
ivasamir hættir til tess at
fremja vøkstur, men tveir
stóðu eftir - uttan nakran
sum helst iva. Hesir vóru
nevniliga "íløgur og út-
búgving". Hesir hættir eru
sera góðir fyri at fremja
vøkstur, søgdu Ross Levine
og David Renault.
Almennur peningur
Kaj Leo vísti á, at tað er ein
røð av faktorum, sum hava
ávirkan á, um eitt land er
gott at gera íløgir í. Tess
lættari, tað er at flyta
kapital og vørur inn og út
av landinum, og tess lættari
og bíligari tað er at fram-
leiða í landinum – jú, meira
kapitalur verður fluttur í
vinnulívið. Harumframt er
tað av alstórum týdningi
fyri støddina av íløgunum.
at tann politiski stabili-
teturin er í lagi.
- Tann vandamiklasti
kapitalurin er tann, sum
ikki krevur avkast. Hann er
oyðileggjandi fyri javna
kapping
og
optimalan
vøkstur.
Løgtingsmaðurin vísti á,
at vit hava í Føroyum eina
røð av fyritøkum og grunn-
um í Føroyum sum ikki
krevja avkast. Hesi eru í
beinleiðis
kapping
við
aðrar aktørar í Føroyum.
- Vit hava tær sokallaðu
kreppuloysnirnar,
sum
vórðu reistar á føtur, tá ið
landið var í undantaks-
støðu. Føroyar eru ikki í
undantaksstøðu
longur,
men kreppuloysnirnar eru
framvegis í gildi. Eg havi
varhugan av, at kapitalurin,
sum varð brúktur til at
bjarga øllum við, kann
koma í undantaksstøðu
heilt skjótt.
Kaj Leo segði, at vit hava
eina røð av almennum/
privatum
fyritøkum
og
mono og duopolum, sum
tæna brúkarunum, men
tann stóri spurningurin er,
um brúkarin fær fullan
valuta fyri sín pening - ella
um brúkarin í veruleik-
anum yvirhøvur hevur teir
valmøguleikar, sum eru í
øðrum norðurlondum.
Hann nevndi tryggingar-
monopol/ duopol og mono-
pol á nógvum tryggingum,
bankaduopol og tveir spari-
kassar, Føroya Tele móti
Kall
og
eina
telefon-
rokning, sum er minkað við
40%,
síðan
kappingin
byrjaði. Í hesum viðfangi
nevndi hann eisini olju-
duopol.
- 60-70% av fiskivinnuni
á landi er á almennum
hondum í kapping við
privatar íleggjarar, segði
Kaj Leo.
At enda í røðini nevndi
hann eisini SEV-monu-
polið.
Maktjavnvágin
Løgtingsmaðurin spurdi,
um vit ikki kunnu vera
líkaglað, um ein seriøsur
dani ella amerikumaður
eigur partabrøv í einari
fyritøku í Føroyum heldur
enn ein ómøguligur og
ónøgdur havnamaður ella
kollfirðingur.
- Hetta kundi eisini verið
umvent, segði hann.
Kaj Leo spurdi, um vit
eitt nú skuldu selt Føroya
Banka fyri 1,5 miljardir til
føroyingar, um vit kundu
fingið 4 miljardir við at selt
partabrøvini til útlend-
ingar? Kann tað ikki gera
tað sama fyri okkum, um
ein føroyskur íleggjari ella
ein útlendskur íleggjari
keypir Føroya Banka? Hvat
høvdu teir 7000 av okkara
landsmonnum, sum flýddu
undan kreppuni, sagt, um
vit seldu Føroya Banka
discount innanlands.
- Tann veruligi óttin til, at
vit ræðast fremmandan
kapital, er, hvussu makt-
javnvágin í landinum sær út
fyri og eftir, at hurðarnar
fyri kapitalinum eru settar
víðopnar.
Politikararnir
stúra fyri, at kapitalurin
skal stýra landinum, og
aðrir einstaklingar stúra
fyri, at útlendski kapital-
urin fer at koppa ella enda-
venda virðunum á sjógvi og
landi, sum frammanundan
eru givin uttan samsýning.
Kaj Leo vísti á, at okkara
vinnulív er samansett av
smærri og størri fyritøkum
eftir føroyskum málistokki,
men allar fyritøkur í Før-
oyum eru pinkalítlar, tá
talan er um globalt støði.
- Vit hava eina mentan,
har vit ofta heldur vilja eiga
nógv av ongum enn, at vit
eiga lítið av nógvum, segði
Kaj Leo Johannesen í inn-
legginum á Strondum.
Tað er umráðandi, at ræðisrættindini vera á føroyskum hondum
- Vit hava eina mentan, har vit ofta heldur vilja eiga nógv av
ongum enn, at vit eiga lítið av nógvum, segði Kaj Leo
Johannesen
- Politikarar stúra fyri, at útlendski
kapitalurin fer at stýra landinum, og
einstaklingar stúra fyri, at kapitalurin
fer at koppa ella endavenda virðunum
á sjógvi og landi, sum frammanundan
eru givin uttan samsýning, segði Kaj
Leo Johannesen.
C
M
Y
K
14