Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 45 - 6. mars 2003 Seinasta vikuskiftið var stór talvkapping fyri børn og ung í Skúlanum á Giljanesi. Umleið hálvtannað- hundrað telvarar luttóku TALV Orð og myndir: Edvard Joensen Giljanesi: Umleið hálvt- annaðhundrað børn og ung í eini talvkapping, ger, at umhvørvið verður eitt sindur øðrvísið, enn tá átta vaksnir menn sita yvir av hvørjum øðrum og bína niður í borðið, meðan ein køvandi tøgn liggur yvir rúminum. Tað ljóðar meira sum í einum fuglabergi enn til eina talvkapping, tá trinið verður inn í fimleikar- høllina á Giljanesi hendan leygardagin seinnapart. Børn sita í longum røð- um við borðini og telva. Summi eru øgiliga upptikin av talvinum, og taka tað heilt seriøst. Og onnur eru bara har, letur til. Tað verður runnið og prátað, flutt og skrivað. Og rundan um alt ganga for- eldrin og fylgja væl við alv- anum og vaksa nakrar sentimetrar, hvørja ferð ein rættiliga intellegentur leik- ur verður fluttur røttu meg- in borðið. Tað eru talvfeløgini í Vágum, Miðvágs- og Sandavágs Talvfeløg, sum skipa fyri hesi kappingini, sum er ein liður á veg móti einum Føroyameistaraheiti fyri lið. Hendan kapping er tann fyrsta av trimum. Onn- ur kappingin verður hildin á Oyrarbakka komandi vikuskifti. Johannes Ellefsen frá Miðvágs Talvfelag, sigur, at í sonevnda dreingjabólkin- um, sum tó eisini hevur gentur við í, eru 22 lið. Hetta er børn og ung úr fimta upp í 10. flokk. So eru eisini 14 lið við børnum yngri enn fimta flokk. Telvað verður øll í móti øllum í hvørjum bólki, og hildið verður fram, hóast ein ikki sleppur víðari eftir fyrsta umfar. Tað vil siga, at tapararnir eisini sleppa at telva eitt umfar hvør móti øðrum. Og tað er óført. Serliga hjá hesum smáu, sum á fyrsta sinni eru við í eini slíkari kapping. Ógvu- liga glað, tí nú vóru tey komnir víðari, hóast tey høvdu tapt móti teimum, sum størri og royndari vóru. Talvkapping á Giljanesi Barna- og ungdóms- talvkapping fyri lið ! Kappingin á Giljanesi 1. mars 2003. Trý tey fremstu liðini í hvørjum bólki fingu heiðursmerki. LUTTØKA: 22 LIÐ AV TEIMUM ELDRU. 14 LIÐ AV TEIMUM YNGRU. 10. MIN. Í PART UMLEIÐ 160 TELVARAR ÍALT ! Tíð: 15 MIN. Í PART TIL TEIR ELDRU 10 MIN. Í PART TIL TEIR YNGRU Eldri bólkur: ( 5. – 10. flokkur ) FINALUBÓLKUR: NR. 1 MT - 1: Jón Gregersen Ingi Joensen Andras Ortind Johan H. Ellefsen NR. 2 HT – 1 Rógvi Mortensen Helgi D. Ziska Henry Berg Fríðbjartur Debes Margeir Berg NR. 3 GT – 1 Andras Mikkelsen Dia Guttesen Óttar Olsen Finnur Justinussen NR. 4 VT - 1 NR. 5 KTF - 2 Yngri bólkur. ( Til og við 4. flokk ) FINALUBÓLKUR NR. 1 HT – 4 Hjalti Toftum Heiðrikkur Jacobsen Eli N. Leifsson Árni K. Olsen Olaf Samuelsen Róar Dam NR. 2 VT – 3 Rúni Vørmadal Robert Andreasen Johan Vørmadal Jógvan Emil Joensen Bárður Jónsson Stóra NR. 3 ST – 4 Rógvi Egilstoft Nielsen Poli Bernhardson Brian Hansen Sveinur Ellefsen NR. 4 RÓKUR – 4 NR. 5 KT – 3 Umleið hálvtannaðhndrað børn vóru til talvkapping á Giljanesi leygardagin Tá ein sjálvur er liðugur við sítt talv, ber til at fylgja við, hvussu gongur hjá síðumanninum Teir spara ikki fólkið Tað verður fylgt væl við og skrivað upp, hvat hendir Allir sluppu at royna seg móti hvørjum øðrum Nr. 45 • hósdagur • 6. mars 2003 • 77. árg. Peugeot 806 verður nú avloystur av Peu- geot 807. Bilurin er stórur og rúmligur við plássi til upp til átta ferðandi. Peugeot 807 verður gjørdur á somu fronsku bil- verksmiðju sum Fiat Ulysse, Citroën C8 og Lancia Phedra. BILAR Magnus Gunnarsson Hjá barnafamiljum ella hjá teimum sum hava brúk fyri nógvum plássi, er Peugeot 807 ein møguleiki til at ogna sær ein bil, sum kann brúkast til nógv ymisk endamál. Hóast bilurin lík- ist forgangaranum er talan um ein heilt nýggjan bil. Bilurin hevur fjarstýrdar el- skjótihurðar á báðum síð- um. Hetta lættir munandi um teimum, sum skula inn og út úr bilinum. Peugeot 807 fæst bæði sum MPV við upp til átta sitiplássum og sum vørubilur. Setrini kunnu flytast, snarast ella takast út, alt eftir hvat bilurin skal búkast til. Av tí at hondbremsan situr vinstru megin førarasetrið, og girstongin er í instru- mentborðinum, er gott pláss at ganga millum setr- ini. Instrumentborðið er av nýggja designinum við in- strumentunum í miðuni. Tríggir motorar Peugeot 807 fæst við trim- um ymiskum motorum, einum 2,0 bensinmotori við 138 hk, og tveimum HDI dieselmotorum við ávika- vist 110 og 130 hk. Viðvíkjandi trygdini hev- ur Peugeot 807 airbag framman, í síðunum og gardinairbag. Umframt ABS, hevur bil- urin eisini EBA (Emergen- cy Brake Assistent) EDB (Elektroniskan bremsu- kraftdeilara) ESP (Elektro- niskt Stabilitets Program), automatisk katastrofu- blunkljós við neyðupp- bremsing. Peugeot 807 hevur eyðkendar franskar koyrieginleikar við eini servostýring, ið tillagar seg ferðina. Umframt alla standardútgerðina fæst 807 við hesi eykaútgerð: Klimakontroll, sóltaki (3 sóltak), parkeringsradara, el-skjótihurðum, leður setr- um, Xenon forlyktum og 15" alufelgum. Saman við Citroën C8 og Fiat Ulysse bleiv Peugeot 807 kosin til "Årets Varebil i Danmark 2003". Fjórði bilurin í fa- miljuni, Lancia Phedra, var ikki við av tí orsøk at hann verður ikki innfluttur til Danmarkar. Teir vunnu t.d. uppá at teir hava skjóti- hurðar í báðum síðum, stóra baklúku, stórt og rúmligt vørurúm ið er gott at koma til, rattið kann stillast allar vegir og teir eru góðir at koyra, eisini fult lastaðir. Peugeot 807 Van – ársins vørubilur Peugeot 807 2,2 HDi Van Motorurin: 2,2 litur 4 syl. diesel við 130 hk v. common-rail innspræning 0-100 km/t: 13, 6 sek Oljunýtsla: 13,5 km/l (blandað koyring) Dekkstødd: 215/65-15 Stødd og vekt Longd 472,7 cm Breidd 185,4 cm Hædd 175,2 cm Eginvekt 1725 kg Totalvekt 2500 kg Vørurúm 2948 litrar Prísur kr. 299.000 + el-dragihurðar kr. 5.500 + leður setur kr. 11.600 Søluumboð: P/F Meinhardt Arge Undir Krákugjógv 5 FO-110 Tórshavn Tel. 345400 e-mail: peugeot@bilarge.fo Bilurin hevur stóra baklúku og el-skjótihurðar í síðunum. Her er Jan Hentze, sølumaður hjá P/F Meinhardt Arge, við einum 807 við 2,2 litur dieselmotori við 130 hk. Peugeot 807 innan. Instrumentborðið er av nýggja designinum við instrumentunum í miðjuni Peugeot 807 bleiv valdur til ársins vørubil í Danmark 2003, saman við Fiat Ulysse og Citroën C8 C M Y K 17 16