Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-08-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 9. august 1990 JO van Joensen, bóndi á Ttøllenest Kundi heldur hugsa mær at avsagt ferða- folkini enn tarvin - Ti tað eru neytini vit liva av. Ferðafólkunum hava vit bert ampa av. Ei undur í, at ferðafólk leita til Trøllanesar, men teimum liva trøllanesfålk ikki leingi av. Tað er Jógvan Joensen, bóndi á Trøllanesi, sum eigur hin nógv umrødda tarvin, sum í summar fekk ein tílíkan tokka til ein týskan ferðamann, sum heyði sett sær tjald upp í haganum har norðuri, at hann fór við tjaldinum og loypti ótta á ferðamannin. Jógvan sipar til greinina í Sosialinum týsdagin har sagt varð, at tarvur má ikki vera nærri alfara vegi enn 35 metrar. So nær hevur tarvurin heldur ongantíð verið alfaravegi. Og hend- an hendingin fór fram ikki nærri enn smáar tveir kilo- metrar: frá hesum góða al- faravegi. Harnæst hevði ferðamaðurin als íkki fingið loyvi frá sær at seta tjald upp í hagan- um. Jógvan gevur heldur ikki ferðamanninum alla ábyrgdina, men heldur teimum, sum hava við ferðamannavinnu at gera. Ferðafólk fáa alt ov lítið at vita um hvat tey kunna og ikki kunna loyva sær. TVÆR KÝR FYRI BAKKA Hvørt år koma hundrað- tals ferðafólk til Trøllanes- ar. Mangan í stórum fylgjum, og tey ferðast í haganum sum best ber til. Tey traðka grasið niður í bønum, traðka hegnið nið- ur og fara illa um. Men tað eru eisini tey, sum koma at spyrja um ráð, og tað kemur meira enn so fyri at tey biðja onkran av okkum vísa á gongdar leiðir. Vidhvørt bjóða tey okkum pengar fyri at fylgja teimum, og hava vit stundir, hjálpa vit fegin ferðafólkunum, sigur Jógvan. Men sum heild vildi hann helst verið ferða- fólkini fyriuttan. Teimum hava vit so at siga bert stríð av. Men neytunum og leggur aftrat, at herfyri mista hann tvey neyt fyri bakka. Hugsandi er, at tey eru órógva av onkrum flokki av ferðafólkum. Ístaðin fyri hendan eina tarvin áttu vit helst at havt fleiri... Sjálvandi hava vit einki ímóti at fólk hava hug at koma higar at vitja. Men tað minsta tey kundu gjørt var at spurt okkum fyrst áðrenn tey fara í hagan. Hetta kundu tey, sum standa fyri ferðamanna- vinnuni eisini gjørt nakað fyri at kunna ferðafólkini um, heldur Jógvan fyri. tór.- --REISE FUHRER DIE hr Er Tarvurin er nevndur leiðbeiningunum Í greinini um illar tarvar í týsdagsblað- num søgdu vit frå Ferdamannamidstødini , at einki varð sagt um vandan fyri illum tarvum í teimum leið- beiningum, sum verða latnar ferðafólki. Men hetta er ikki heilt beint. Ferdamannamidstødin sigur frå, at lítið hevur verið tosað um illar tarvar sum hóttan móti ferðafólki tey mongu seinastu árini, og tí hava tey ikki gáað um hetta sum ein trupul- leika. Tey hava tí heldur Ikki gáað eftir, at hendan ávaring verul- iga stendur í ferða- mannabóklingunum. Enntå á fleiri ymisk- um tungumálum. tór.- Frá Palla Dalsgaard í Skála- vík hava vit fingið sendandi hesi: Ráð móti illum tarvi Skrekkurin fyri illum tarvi man verða teim flestu í blóðinum sum vóru vid til at røkta torv ta tíðina tarvarnir gingu leysir i haganum saman vid neytunum. Sangurin hjå Hans Andriasi um at gll ræðast tarv uttan pápi og Pætur er so bein- rakin sum hann kann verða. Frægastu ráðini at sleppa frá illum tarvi eru nokk tey hjá fyrrverandi landsdjóra- læknanum, um at koma sær upp á ein stóran stein. Farbróður mín, Jóannes Dalsgaard í Hoyvík, segði mær, at um ein legði eitt klæði um hgvdið á tarvinum, so hann einki sá, so gjørði tarvurin einki um seg. Her hugsaði hann um troyggjuna ella tað ein hevði við hondina. Sjálvur havi eg ikki roynt hesi ráðini, men her í bygdini var vanligt, at tá kálvurin skuldi takast frá kúnni, - kálvurin var á bás- inum framman fyri kúnna so leingi hon mjólkaði rámjólk,- bleiv eitt klæði lagt um høvdid á kúnni so hon einki sá. Tað var fyri at kúgvin skuldi standa still og saknaði hon heldur ikki at kálvurin var burtur. Palli Dalsgaard sSíða3 |