hósdagur 9. august 1990síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Dømdi tå Ísland tapti
2—1 móti Eysturríki
Men tað urslitid kann ikki nýtast at dóma EM-møguleikarnar hjá
Føroyum, tá dysturin í kvold er liðugur, heldur Frits Ahlstrøm
-íðindablaðið Sosialurin
Umboð fyri Fótbóltssambandið vóru í Vágum og tóku ímóti danska dómaranum Peter Mikkelsen, pressuskrivaranum í DBU
Frits Ahlstrøm og Knud Albertsen eisini frå DBU
Tað var ikki fyrstu ferð at
Peter Mikkelsen var á
velli saman við Íslandi, tá
hann demdi dystin Feroy-
ar - Island 3 gjárkveldið.
Hann bríkslaði í Salzburg,
tá Eysturríki og Ísland
dystaðust um HM-pláss í
Ítalia. Heimaliðið vann 2-
1.
Ikki nógv at siga
Vil tað siga, at um úrslitið
av dystinum í gjárkveldið
kann leggjast til grund
fyri metingum um hverjir
meguleikar Feroyar hevur
móti Eysturríki, spyrja
vit.
Og Frits Ahlstrøm svar-
ar: Bert í ein ógvuliga litl-
an mun. Í Gundadali verð-
ur leikt á graslíki og EM--
dystirnir verða á grasi.
Tað hevur stóran týdning.
Og so koma vit ikki uttan
um, at íslendska liðið, sum
er í Feroyum hevur ikki
somu styrki sum til EM
og HM-dystir. Eg veit
væl, at flestu teirra, ið eru
við her, hava verið við í
fleiri ár, men tað lyftir lið-
ið alt, tá leikarar úr Ong-
landi, Skotlandi, Týsk-
landi og Schweiz eisini eru
við.
Men hinvegin so metti
Frits, at teir leikararnir,
sum svenski venjarin gav
meguleikan í gjárkveldið,
fóru at vera ógvuliga væl
motiveraðir. Teir løgdu alt
í at vísa venjaranum, at
júst teir vóru rettu menni-
nir at satsa uppá í koman-
di EM-dystum.
Peter Mikkelsen, sum í
gjárkveldið dømdi sín 6. Á
landsdyst, verður ikki
dómari í nekrum EM-
dysti hjá Føroyum. Tað er
ikki loyvt at døma í tí
bólkinum, har títt egna
land leikar, sigur hann.
Enn hevur hann ongan
EM-dyst fingið at døma,
men í Europa-kappingini
fyri lið skal hann til Ítalia
at dema dyst har jugo-
slaviska liðið Dynamo
Zagreb er við. Altso hittir
hann har nakrar av leikar-
unum, sum Feroyar leika
ímóti.
Og móti Jugoslavia fara
Feroyar uttan iva at fáa
ein ordiligan lúsing. Eg
demdi teir móti Vestur-
týskalandi í HM, og sjálvt
um teir taptu 4-1, so leiktu
teir framúr væl. Talan var
um besta dystin í HM-
kappingini, halda teir báð-
ir.
Ókeypis hjálp
Frits Ahlstrøm hevði
onga beinleiðis uppgåvu i
sambandi við Íslands
dystin. Hann var komin
higar, tí hann metir tað av
stórum týdningi at síggja
leikin, tá hann í sambandi
við EM-dystirnar á heima-
velli hjálpir feroyingum
við ellum tí, sum skal
skipast fyri í slíkum før-
um.
Og tað er nógv sum skal
minnast til. Í DBU hava
vit ein minnislista við 70
ymsum lutum, ið skulu
gerast í sambandi við
landsdyst.
— Hvat er tað?
— Vit kunnu t.d. nevna
alt í sambandi við pressu,
dómarar og UEFA-um-
boðið.
— Ert tú farin undir at
leggja til rættis?
— Tað er avgjert at TV2
skal dekka allar dystirnar
á føroyska heimavelli-
num. Teir skulu nýta
fimm kamera: trý á aðrari
síðuni og eitt aftanfyri
hvert málið. Eg havi so
syrgt fyri, at teir fáa nóg
mikið av plássi at manere-
ra á, at eingin tekur út-
siktina frá teimum o.s.v.
— Hvat fært tú fyri
hetta?
— Í veruleikanum nýti
eg frítíðina til tað. Ar-
beiðsgevarin hjá mær,
DBU, er kunnaður um og
hevur játtað mær at gera
hetta. Eg haldi, at vit
hava skyldu at hjálpa før-
oyingum.
Eru feroyingar ikki
eftirbátar á fyriskipingar-
liga økinum, tá teir nú
hava dittað sær at taka
lut á altjóða steði? Tað
krevst meiri til hetta, enn
til at reka heimligu kapp-
ingina. Men fyritreytin
fyri administrativari út-
bygging er peningur.
Hann fær FSF í sambandi
við EM luttekuna, og so
ræður um at nýta hann
rætt, eisini hvar fyriskip-
ing viðvíkur.
Nr. 120 — 9. august 1990 É
RAE
Pøj
Peter Mikkelsen, danski HM-dómarin, sum døddi dystin
millum Føroyar og Ísland i gjårkvøldid avmydnadur uttanfyri
Hotel Borg i gjår
Mynd: Jens Kristian Vang
Orkusparandi brusa:
Ein strålandi loysn
Norska Best
Saver sparibrus-
an fæst nu eisini
i Føroyum, bein-
leidis frå verk-
smiðjuni!
Einasta brúsan
við
turbulentskipan.
Prísur: úr kr.
125, -
Fæst í summum
VVS-handlum.
Fæst eisini
gjøgnum post
ordra frå:
SIGMO-IMPORT
Tórsbyrgi 4,
100 Tórshavn,
TIf. 15298