hósdagur 9. august 1990síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
dunnuni, gæsnum ella
steikini at fáa jóladógurð-
an stoktan. Hetta var eyka
service hjá viðskiftafólk-
unum.
Í BÝIN VIÐ
KØKUM OG
BREYDI
Men Køkubudin hevur
eisini havt aðrar serligar
tænastur enn at steikja
jóladógurðan fyri fólk.
Eins og mjólkabilurin
hevði Køkubidubilurin
sína føstu leið um byin -
tvær reisur um vikuna.
Um allan býin varð koyrt
við breyði og kókum, og
steðgað varð tey fystu
stødini til ávísar tíðir, og
tey vóru ikki so fá, sum
keyptu hagani.
Hetta datt tó burtur tå
handlarnir gjørdust fleiri
víðahvar í býnum.
NÓGVIR SVEINAR
OG LÆRLINGAR
I Kókubúðini hevur
mangan verið stórt virk-
semi, og har hava mangir
av teimum, sum í dag eru
bakarasveinar, lært. Eisini
mangir av teimum, sum í
dag hava egið bakarí. Eitt
skifti nýtti kveldskúlin
eisini Køkubidina sum
undirvísingarstað.
KENNIST LØGID
AT HALDA UPPAT
Andrias dylur ikki, at tað
kennist honum løgid nú at
vera givin. Hann ivast ikki
í, at hann fer at sakna tey
mongu, sum dag og dag-
ligu komu í Kgkubúðina,
men tað má so vera tá ein
er komin so mikið til års,
sigur Andrias.
Men hóast handilsdyrnar
eru læstar óttast Andrias
ikki fyri at fara at keða
seg.
-Mítt hjartamål er
Evangeliihúsið, sum tað
hevur verið í so mong ár,
og har eg havi havt so
mangar góðar løtur. Har
| Við rattið
er ta0 tu
sø
ff N Te
søm
er
fr]
Annefia og Andrias i
handlinum tey hava havt
síðani kriggid. Andrias
heldur fyri, at vóru vit ikki
bæði um at fáa bakarí og
handil at rigga, so hevði
als ikki borið til.
vóni eg at fáa manga góða
løtuna enn, leggur hann
aftrat.
amarkonsert |
Norðurlandahúsinum
Sunnudagin fara Sámal Petersen og Johannes
Andreasen at spæla verk eftir Bach, Webern,
Beethoven og Brahms.
Norðurlandahúsið og
Konsertfelagið skipa
sunnudagin kl. 16 fyri
konsert í Norðurlanda
Húsinum har Sámal Peter-
sen og Johannes Andrea-
sen fara at framføra verk
eftir Bach, Webern, Beet-
hoven og Brahms.
Verkini, teir báðir fram-
føra, eru tveir satsir úr
sonatu í g-moll fyri
soloviolin av Bach, sonatu
í A-dur eftir Beethoven og
sonatu í d-moll av
Brahms. Meira forkunnug
eru tó verkini eftir
Webern. Teir spæla varia-
tiénir, opus 27 fyri klaver.
Hetta er 12 tónaverk, sum
Webern skrivaði í 1936.
Av sama tónaskaldi spæla
teir eisini fýra stykki, opus
7, sum Webern skrivaði i
1910.
Verk eftir Webern, sum
livdi frå 1883 til 1945, eru
ikki nógv framførd í dag.
IKKI ÁÐUR
SPÆLT SAMAN
Hetta er fyrsta konsertin
ið Jóannes og Sámal spæla
saman.
Sámal er 24 ára gamal
og føddur í Klaksvík men
uppvaksin í Havn. 11 ára
gamal fór hann at læra at
spæla violin hjá Viggo
Dahl Christiansen. Seinri
lærdi hann hjá Kanny
Sambleben og Claire Lyd-
on.
Í heyst fer Sámal undir
fjórða árið á konser-
vatoriinum í Odense, har
hann hevur havt lærararnar
Béla Detrekøy, Bjarne
Hansen og Arne Balk
Møller. Á heysti 1988 var
Sámal í Týsklandi á skeiði
hjá Valery Klimov, pro-
fessara á konservatoriinum
í Moskva. Harumframt
hevur hann spælt konsertir
í Danmark og verið við í
Odense Symfoniorkestri.
Jóannes er 27 ára gamal
og havnamaður. Hann
lærdi í rleiri ár klaverspæl
hjá Rigmor Restorff. Með-
an hann gekk á studenta-
Mynd:Jens Kristian Vang
Jóannes spælir klaver og
Sámal violin
skúla lærdi hann í eitt ár
hjá Hrefnu Eggertsdóttir.
Seinri hevur hann lisið á
"Hochschule fiir Musik
und darstellende Kunst” i
Wien hjå Walter Fleisch-
mann og i London hjå ti
vidagitna Peter Feucht-
wanger.
Tolv ferðir fyri fullsettum húsi
Ólavsgkubabarettin er lið-
ugt spæld á hesum sinni
og sjáldan hava so mong
sæð hana sum hesaferð.
Helst tí tað skjótt frættist
millum manna, at hendan í
ár avgjørt var av teimum
frægu.
Teir 22 luttakararnir, ið
spældu við, leiktu kaba-
rettina 12 ferðir fyri
fullsettum húsi. Eini 2200
k sóu kabaretuna í ár
tor.-