Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-08-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. august 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 121 — 11. august 1990 Síða 5 Samgongutingmenn seta hart móti hørdum: Slita samgonguna -tekur Olaf Olsen ikki brævið um visitatiónsnevndina aftur. Sjúkrahússtýrini høvdu fund í gjár. Sjúkrahússtýrini fyri Suð- uroyar- og Klaksvíkar sjúkrahús siga framvegis kortanei at velja sínar limir í ta sokallaðu visi- tatiónsnevndina. Hetta hava tey annars fingið boð um frá Olafi Olsen, landsstýrismanni í sjúkra- húsmálum. Orsøkin til, at hesi bæði sjúkrahúsini ikki vilja velja sínar limir í nevndina er, at tey halda, at hetta fer at ganga útyvir tey smærru sjúkrahúsini. Men Olaf Olsen heldur fast við sítt. Hann hevur sent gllum trimum sjúkra- hússtýrum skriv har hann sigur, at sambært tænastu- skylduni skulu læknarnir við Klaksvíkar- og Suður- oyar Sjúkrahús velja sínar limir. Sjúkrahússtýrini við hesi sjúkrahús hava mælt læknnum frá. Tað var um hetta mál, at øll try sjúkrahússtýrini høvdu fund i Havn um i gjår. Allir samgonguting- menn véru somuleidis bodnir til fundar. Nidurstødan å fundinum var, at bæði smærru sjúk- rahúsini standa fast við sitt, og velja ongan lim i nevndina. Ein av samgonguting- monnunum skeyt upp á fundinum, at teir fimm samgongutinglimirnir, sum eru valdir í Suðuroy og Norðyggjum fóru út í landsstýrið beint eftir fundin, og har góvu Olafi Olsen greið boð um, at tók hann ikki brævið aftur, var samgongan slitin. Tað eru eisini sam- gongutingmenn, sum eru sera argir um, at Pál Weyhe virkar sum lækna- stjóri, hóast hann ongantíð er settur í hetta starv. Teir siga, at tá málið um setan av læknastjóra var fyri í figgjarnevndini segði hon Olaf Olsen, landsstýris- maður í sjúkrahúsmálum vil hava visitatiónsneynd- ina valda í seinasta lagi 15. august. Tad eru samg menn, sum leggja so stóran dent á málið um visitatiónsneyndina, at tek- ur landsstýrismaðurin ikki boðini aftur, vilja teir hava nýval. ngullng- kortanei til at økja um virkisøki hjá sjúkrahús- stjóranum. tór.- sum Tey, Skemtitekningarnar avheintast á Argjum Framsýningin við skemtitekningunum | baksíðuni í Sosialinum, sum varð hildin í Smiðjuni í Lítluvík á ólavsgku, varð sera væl vitjað. Mangir ólavsgkugestir stukku inn á gólvið í teirri gomlu smiðjuni, sum fyrstu ferð hevur verið so væl útnyttað til framsýning sum hesaferð. hava ynskt at originaltekningar, kunnu nú avheinta tær í blaðhúsinum hjá Sosialinum á Argjum, tvs. tekningar við ella uttan rammu. Er ikki høvi hjá fólki at koma eftir tekningunum í vanligari arbeiðstíð, so hava vit eisini opið leygardagin 11. klokkan 13 til 14.30. ogna já Ola Petersen á sær Sosialurin eina ella fleiri august frå FNSU-fundur i Føroyum FNSU -Nordurlendski sosialdemokratiski ung- mannafelagsskapurin - hevur um vikuskiftid stjørnarfund i Føroyum. Fundurin byrjadi i gjårkvøldid og heldur fram í dag. Á fundinum luttaka formenn og skrivarar í limafelgg- unum. Eitt av málunum á skránni er at fyrireika komandi fund í altjóða- felagsskapinum - IUSY. Fundurin fer eisini at viðgera sam- starvið millum Norður- lond og EF. Til stjórnarfundin í Føroya eru komin 14 luttakarar úr hinum Norðurlondunum. tór.-