Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-08-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. august 1990síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Dýr mistøk bóru tap við sær Ísland hevði leikliga yvirvág, men tað vóru óneyðugar støður, sum høvdu oll trý málini við sær. Størsti trupulleikin hjá okkara monnum var á tættfólkaða miåvøllinum So sóu vit tað einaferð afturat: Vit taptu tepur móti stórabeiggja fyri vestan. Taka vit saman um leikliga, er einki at siga til úrslitið. Ísland sýndi meiri steðugan, flót- andi leik, og eitt fitt tíðar- skeið í 2. hálvleiki settu teir føroyska liðið rættu- liga undir trýst. Ongantíð áður hevur ís- landskt lið móti Feroyum sýnt fótbóltsleik — við striku undir leik — sum mikukveldið: Við tí væl- upplagda Anderlecht leik- aranum Arnjón Guðjóns- son sum stýrimanni á mið- vellinum, væl stuðlaðum av tí meiri afturtrekta lið- skiparanum, sýndu teir meiri fótandi leik og minni spark og tramp, enn vit áður hava sæð. Ferð eftir ferð megnaðu teir at spæla seg ígjegn- um, í síðunum og serliga fram eftir miðásini. Stór- sti feroyski veikleikin var her: Hóast vit legdu fyri við fimm verjuleikarum og fýra á miðvellinum, so tyktist trupult at finna út av, hver átti leikararnar, miðvallar róku, spældu og gjørdust ál arsliga skothóttanir Kanska siggast 1 HJOSIinun sum skal hetta part skaddur út, noyddist valdi Påll at seta unga, óroynda Jan Dam inn. Hann leikti sum aðrir, men hann er ikki defensiv- ur leikari í sama mun sum Ábraham. Hetta bar í sær, at verjuleikararnir ferð eftir ferð noyddust at sleppa sínum persónligu mót- steðumonnum fyri at klára paragraffirnar, og tá ektist vandin fyri saman- spæli í brotsteiginum. Óneyðug mál Men hóast leikliga yvir- vág til mótsteðuliðið, so er sannleikin, at einki av teimum íslendsku málun- um nýttist at komið: Tá teir javna til 1-1 er bert hálvur minuttur eftir av 1. hálvleiki. Íslending- ur rennur Jóannes av, steðan gerst vandamikil, men endar við innkasti í vinstra borði. Langur bóltur verður tveittur í málteigin, og áðrenn okk- ara menn hava umrátt seg, smekkar Antony Carl Gregory upp í nettakið. Bert tveir minuttir eftir steðgin eydnast honum úr metra fjarstødu at pota i Martini { ppspæl- ið er i høgru, har tveimum íslendingum eydnast at yvirspæla Torkil og Poul Enok, ið ikki leiktu upp til tað, teir plaga at vísa sum stuðulsleikarar. Tað átti ikki at eydnast íslendingi- num at fingið innleggið innfyri í slíkari trongsteðu. Og sigursmálið fimm minuttir fyri leiklok var heilt óneyðugt. Fyri tað fyrsta er sjáldan at síggja bríkslað fyri brotssparki í slíkum tettum steðum, og fyri tað næsta, var als ikki talan um nakað, ið líktist upplegdum meguleika, og tískil var als eingin grund til ónolluna. Fínt uppspæl Okkara menn komu á odda í 18. min. Og undir varnu íslendsku útgangs- støduni hevdu longu tá fleiri ábendingar verið um, at okkurt kundi henda: Serliga var tað Kári, sum gjørdi um seg. Hann var besti føroyski leikarin. Motivatiónin var sum ongantíð, og sum dysturin leið og alt eydnaðist, so tordi hann í alt sterri mun at bjóða íslendingum av í einmansdystum Eftir at vera larin iran við tveimum stingur hann djúpt og sera neyvt til Kurt, sum leikti sín besta landsdyst í langa tíð. Bæði sum miðvallarleikari í høgru og ikki minni sum miðvrji eftir at Ib var tik- in út. M.a. bjargaði hann einaferð á linjuni. Kurt temur, men sær út til at missa meguleikan, tá verjuleikari kemur ímillum. Kurt fylgir aftur- leggingini, fær fatur á henni, vinnur kontra við málverjan, so er opið mál og 1-0 og rómur á áskoð- arafjeldini. Heilt ófatuligt er annars, at fleiri bæði fyri skoringina og letuna aftaná illneitaðust inn á verjukenda feroyska leik- in. Við teimum uppgáv- um, sum standa framman- fyri í huga, mundi neyvan nakar vænta, at okkara menn fóru at spæla grís við íslendingar! Brotssparkið, sum Jan Dam javndai út 2-2 uppá, var Kári eisini meistari fyri. Verjuleikarin var skakkur av óvæntaða skjóta trekkinum og tók beinini í staðin fyri bóltin. Tóku ikki av Eftir javningina tyktust íslendingar ørkymladir Møguleikin fyri føroysk- um trýsti og harvið kanska sigri var til staðar, men her bleiv stersta mis- takið gjørt: ístaðin fyri at halda fram og leika opti- mistiskt uttan at tveita trygdina burtur, trekti verjan aftur og fór at trilla aftur og fram tvertur um. Íslendingar ernaðust og megnaðu seinastu 20 min- uttirnar at trýsta. Serliga hesa letuna, men eisini í onkrum feri í 1. hálvleiki, vísti málverji okkara ótryggleika, tá hann skuldi út at boksa burtur. Tað skuldi ikki undra, um yvirmannaði og nógva trýsti á brots- teigin ørkymladi Jens Martin, sum dagliga er mest sum einsamallur i NSÍ brotsteiginum. % 2 Men tá hetta er nevnt, so skal leggjast afturat, at málverji okkara í fleiri før- um, serliga í 2. hálvleiki, greip trygt inn í feltinum og prógvaði á linjuni, at hann er rætti maðurin millum stólparnar. Feroyska liðið: Jens Martin Knudsen, Julian Hansen, Mikkjal Dánjals- son, Jóannes Jakobsen, Ib Mohr Olsen, Poul Enok Hansen, Kurt Mørkøre, Ábraham Hansen, Torkil Nielsen, Kári Reynheim og Jens Erik Rasmussen. | Utskiftingar: 32 min. Abraham Hansen út og Jan Dam inn. 55 min. Ib Mohr Olsen út og Gunnar Mohr inn. 85 min. Kári Reynheim út og Poul F. Joensen inn. Fæ på pr á -