Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-08-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. august 1990síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

#75 RM Nr. 121 Lidleidarin: 11. august 1990 Sama søgan Hetta havi eg upplivað fleiri ferðir fyrr. Tað er liðleiðarin hjá føroyska liðnum i åttatiårunum, Jákup Simonsen, sum hevur hetta á orði, og hann heldur fram: Fyrsta FIFA dystin taptu vit í 1988 á Akranesi 1-0. Málið kom seint í dysti- num, og tað var eftir deyð- bóltssteðu. Ein verjuleik- ari ger frispark í høgru síðu. Tað verður tikið hegt innfyri, og har stútar leysur maður í netið. Næstseinast hittust vit eisini á Akranesi, og tá kom málið tíðliga í dysti- -— -— Árni Rein: num, eisini eftir deyð- bóltssteðu. Tað er einki annað at gera. Vit mugu hanga í og arbeiða við slík- um steðum. At mistek av hasum slagnum kosta dýrt hverja ferð móti stór- um fótbóltstjóðum, er einki at ivast í. Vónandi læra vit í venjingardyst- um sum hesum, so vit sleppa undan droppunum í EM-dystunum! Landsdystur: Feroyar - Ísland 2-3 (1-1) 1-0 Kurt Merkere 1-1 Antony Carl Gregory 1-2 Antony Carl Gregory 2-2 Jan Dam, br.sp. 2-3 Arnjón Gudj. br.sp. Besta íslendska liðið, eg havi sæð Hava ongantíð áður sýnt so tekniskt góðan leik Flestu fótbóltskennarar eru á einum máli: íslend- ska liðið í Gundadali var tað besta, sum nakrantíð hevur leikt móti Føroyum. Ein teirra er Árni Rein, fyrrverandi B36 leikari, sum tvær ferðir hevur hitt Ísland. Fyrru ferðina, tá hann í 2-1 tapinum á Laugardalsvellinum í Reykjavík í 1967 leikti sín fyrsta landsdyst og seinnu ferðina í 3-0 tapi- num í Gundadali í 1968. Eg havi ongantíð sæð eitt íslendskt landslið móti Føroyum, sum hevur víst leik á so høgum tek- niskum steði. Vanliga plaga teir at klára seg upp á styrki, soleiðis at hegir bóltar hava verið oystir inn í føroyska brotsteigin, og har hava vit ongan meguleika havt móti kropssterku íslendingun- um. Vanst tú eina duell í luftini, so vart tú hildin at vera ein ordiligur kalur! Hesaferð var heilt eðr- vísi. Teir vístu fínt saman- spæl, megnaðu væl at finna hvenn annan á mið- vellinum, dugdu væl at nýta síðurnar og skiftu millum skjótar stuttar bóltar og langar neyvar. At teir ikki sparkaðu longu bóltarnar, sum í dystunum frammanundan skal uttan iva takast við, tá vit hugsa um, hví teir ikki gjørdust rangstaddir, soleiðis sum vit minnast tað frá dystunum fram- manundan. Annars metir Árni tað vera stórt mistak, at verjuleikararnir og serliga aftasti maður seinna part- in í 2. hálvleiki legði seg so langt aftur á vøllin. Jóan- nes hevði leikt væl tað, ið farið var av dystinum, og eg kann ikki annað enn trúgva, at tað var skaðin frá VB dystinum, sum hevði við sær, at hann gjørdist so ovur eftirans- in. Leiktu seg út Gamli B36 leikarin ivast ikki i, at islendsku leikar- arnir løgdu alt i at vinna: i 1. hálvleiki vóru teir lítið framfýsnir, og eg rokni við, at tað var tí teir vildu fóta sær á ókenda velli- num. Eftir steðgin royndu teir seg meiri, og tað skein týðuliga igjøgnum, at teir so fegnir vildu vinna. — Var feroyska liðið betri enn tað í 1967? — Tað kann ikki sam- metast. Fótbólturin verð- ur leiktur við nógv sterri ferð, og hetta liðið er nógv meiri samanspælt, enn vit vóru tá. Annars komu vit eisini framum í dystinum, og tað var bara ber óeydna, at vit ikki komu uppá 2-0. Eg rokni við, at John Eysturoy enn minnist, hvussu óheppin hann var: John Sigurd Joensen, sum hevði lagt okkum framum og spældi heilt fantas- tiskt, fór á baklinjuni framvið tveimum monn- um og legði so út frá til John. Hann hevði tómt mál fyri sær, men vellurin var í ógvuliga vánaligum standi, og John heilkiks- aði, tí bólturin sprakk skeivt orsakað av óslætta- num. Dómarin: Einki at ivast í Peter Mikkelsen var eftir dystin ikki í iva, at tað var í lagi, tå hann bríkslaði fyri íslendskum brotssparki fimm minuttir fyri leiklok Stutt frammanundan hevði eg givið til kennar, bæði yvirfyri Mikkjali og Kurt, at eg var varugur við tær ónollur, teir høvd- ust at. Í ávísan mun plaga dómarar at síggja millum fingrar við at leikarar í nærdystum halda, skumpa og toga eitt sindur. Okkum er komið fyri oyra, tó uttan at hava fingið tað váttað, at dóm- arin eftir dystin skuldi siga, at um Mikkjal hevði slept og ikki blivið við at hildið íslendinginum, tá hesin royndi at ríva seg leysan, so varð ikki briksl- að. Í sambandi við horna- sparkið stóð dómarin bert 4-5 metrar frá, har hend- ingin fór fram, og eingin royndi at mótmæla, tá hann bríkslaði. Vit mugu í hesum sam- bandi læra, at dómara- dygdin hækkar í sama mun, sum mótsteðuliðini gerast betur! Ósamdur Tá vit eftir dystin hittu Frits Ahlstrem og fregn- aðust, um hann visti hví bríkslað varð fyri brots- sparki, metti hann orsek- ina vera, at hond hevði verið á bóltinum. Vit hildu okkum hava sæð, at dømt varð fyri antin skumpi í ryggin ella tí verjuleikari helt mótsteðumanni. At bríkslað skuldi vera fyri brotssparki av tí grund skildi Ahlstrøm einki av. Tí, sum hann segði: At halda og skumpa, tað gera leikarar- nir alla tíðina!