Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 45 - 6. mars 2003 Nr. 45 - 6. mars 2003 21 Opel nýggj- heitir í Geneve Á altjóða bilafram- sýningini í Geneve, ið er frá 5. til 16. mars, verða tríggjar nýggj- heitir frá Opel: Luk- susbilurin Opel Sig- num, Opel Speedster Turbo við 200 hk og toppferð uppá 240 km/t, og Opel GTC ið er ein smartur kon- septbilur. Kelda: GM Danmark Accent facelift Hyundai Accent hev- ur fingið eina sokall- aða "facelift". Um- framt designbroyting- ar er 1,3 motorurin nakað broyttur, og bilurin fæst nú eisini við einum 1,6 litur motori við 103 hk. Kelda: Bil magasinet Mitsubishi Chariot Grandis Chariot Grandis er sami bilur sum Mitsu- bishi Space Wagon. Í Japan kemur bilurin á marknaðin í vár sum Chariot Grandis og á evropeiska marknaðin næsta ár sum Space Wagon. Kelda: Bil Magasinet Audi A8 verður iva- leyst ein bilur, vit bert koma at síggja í út- landinum. A8 er ein luksusbilur sum kappast við teir stóru Mercedes og BMW. Karossaríið er gjørt úr aluminium BILAR Magnus Gunnarsson A8 er toppmodellið hjá Audi. Bilurin hevur so avgjørt útsjóndina við sær. Hann skal kappast við teir stóru Mercedes og BMW bilarnar. Talan er um ein rættan týskan sportligan luksusbil, tá hann er best. Audi A8 er sera væl út- gjørdur við t.d. leðurinn- trekk, fartpiloti, memory stilling og el-hita í báðum setrunum framman, me- mory stilling í rattinum. DVD-navigatiónssystemið er lætt at brúka og verður goymt burtur, tá tað ikki er í brúk. Fjaðraskipanin kann stillast til komfort, automa- tic ella dynamic (sport). Alt eftir hvussu fjaðraskipanin er stillað, senkar bilurin seg automatiskt, tá ferðin er yvir 130 km/t. Bilurin hev- ur ein framkomnan seks- trins automatiskan tiptronic girkassa við møguleika fyri at skifta við girstongini ella í rattinum. A8 fæst við tveimum V8 motorum við ávikavist 280 og 335 hk. báðir við 4x4 Quattro. Seinni kemur A8 við V6, V8 TDI og W12 motorum. Við allari tí framkomnu útgerð sum bilurin hevur sum standard og sum eyka- útgerð, er her talan um ein bil við framúr góðum og komfortablum koyriegin- leikum. Í Danmark, har bil- urin kostar meira enn hálvaaðru millión, rokna teir við at selja umleið 15 bilar árliga. Størst markn- aðurin fyri A8 er Týskland og USA. Audi A8 – luksusbilur úr aluminium Audi A8 er ein sportligur luksusbilur við karossaríi úr aluminium. A8 hevur so avgjørt útsjóndina við sær. Bilurin kappast við teir stóru týsku luksusbilarnar Audi A8 innan. Har ar alt sum hoyrir til ein bil í hesum klassanum, sum t.d "one-toch memory" innbygt í startknøttin. Bilurin startar við at "identificera" fingramerkini hjá bilføraranum, síðan stilla setrini, klimaanleggið, rattið, radio og ymiskt annað seg inn til tann ávísa bilføraran Í 102 síður longu frágreið- ingini hjá Amnesty Interna- tional The Russian Fede- ration: Denial of Justice, sum varð almannakunn- gjørd 29. oktober 2002 í Moskva, verður greitt frá umfevnandi mannarætt- indabrotum í Russlandi. Víst verður á, hvussu offr- unum verður noktað rætt- vísi, og hvussu tey eru fyri framhaldandi mannarætt- indabrotum. Tey, ið fremja brotsgerðirnar sleppa van- liga snikkaleyst. Frágreiðingin vísir á mannarættindabrot í øllum landinum. Hesi umfata píning í varðhaldum og á politistøðum; ræðuligar ómenniskjaligar og vanær- andi umstøður í yvirfyltum fongslum; rasistiskan yvir- gang móti etniskum og religiøsum minnilutum og fremmandum; burturflyt- ingar, »hvørvingar« og pín- ing, herundir neyðtøkur. Russisku myndugleik- arnir klára ikki at tryggja, at kvinnur ikki verða illa viðfarnar av almennum em- bætismonnum í varðhald- um, fongslum og á politi- støðum. Javnan koma frá- greiðingar um misgerðir og píning, herundir neyðtøkur og aðrir seksuellir yvir- gangir, sum fara fram í fongslum og á politistøð- um. Hetta hendir m. a. tí, at myndugleikarnir ikki tryggja sær, at kvinnuligir politistar eru um konufólk í varðhaldinum, og at tær hava advokat hjá sær undir avhoyringum. Yvirgangs- mennirnir sleppa næstan altíð snikkaleysir. Fleiri kvinnur, sum upp- liva yvirgang, velja at tiga og onki siga av ótta fyri at koma í hóslag við myndug- leikarnar eina ferð aftrat. Tær, ið krevja rættvísi, møta eini rættarskipan, sum ignorerar harðskap móti kvinnum og letur teir seku ganga leysar. Tí halda al- mennu tænastumennirnir eisini, at teir kunnu halda fram við sínum misgerðum og gera tað, uttan at verða revsaðir. Staturin klárar heldur ikki at tryggja kvinnum móti harðskapi við hús. Menn, sum buka ella neyð- taka konu sína, verða sjáld- an revsaðir. Lógin umtalar ikki harðskap í heiminum sum eitt serligt lógarbrot. Sambært russisku myndug- leikunum doyggja 14.000 kvinnur hvørt ár (tað eru umleið 40 um dagin) orsak- að av harðskapi, sum er framdur av manninum ella øðrum skyldmonnum. Kor- tini gera myndugleikarnir ikki nógv fyri at steðga hes- um. Umleið 50 lógarupp- skot um harðskap í heimun- um eru feld í parlamentin- um. Tilráðingar frá Amnesty International Amnesty International ven- dir sær bæði til russisku myndugleikarnar og til al- tjóða samfelagið fyri skjót- ast at fáa bøtt um ræðuligu støðuna í Russlandi. M.a. verður skotið upp at við- taka eina serliga revsilóg fyri harðskap í heimunum, at seta á stovn ein óheftan stovn, sum skal kanna, hvussu ofta og hvar píning- ar koma fyri og eisini at broyta skrásetingarskipan- ina og útflyggjanina av passi, tá núverðandi skip- anin elvir til skipaðan kriminalitet sum t.d. bur- turflytingar av kvinnum og børnum. Kvinnudagin 8. mars heitir Amnesty Internatio- nal á øll um at vera við í eini áheitan til russisku stjórnina um beinanvegin at staðfesta og valfrælsa gerðaskjalið at altjóða sátt- málanum um at beina bur- tur øll sløg av mismuni móti kvinnum. Hetta er ein skipan, sum ger at einstakl- ingar og bólkar av einstakl- ingum kunnu leita sær upp- reisn á altjóða støði fyri brot á rættindi teirra eftir ST sáttmálanum um rætt- indi hjá kvinnum, sum uppreisn ikki er fingin fyri í heimlandinum. Russiska samveldið skrivaði undir valfrælsa gerðaskjalið 8. mai ár 2001, og Amnesty International heilsar hesum sum eini ábending um, at landið ætl- ar at lata seg binda av ásetingunum í gerðaskjal- inum. Russiska Samveldið pliktaði seg til at halda ST sáttmálan um rættindi hjá kvinnum, í tí at tað staðfesti hann í januar ár 1981. Amnesty International heit- ir inniliga á russisku stjórn- ina um at staðfesta val- frælsa gerðaskjalið beinan- vegin, og soleiðis taka enn eitt stig fram móti at útvega kvinnum í Russiska Sam- veldinum rættvísi. Um tú vilt verða við í hesi áheitan, kanst tú skriva eitt postkort ella eitt bræv til uttanríkismálaráðharran í Russiska Samveldinum. Tú kanst eisini fara inn á heimasíðuna hjá Amnesty International, Føroya deild. Adressan er: amnesty@amnesty.fo. Altjóða átakið móti manna- rættindabrotum í Russlandi C M Y K 21 20 Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið