hósdagur 6. mars 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 45 - 6. mars 2003
Nr. 45 - 6. mars 2003
23
Viljormur Tórsheim
Týsdagin 25. februar fylti
Føroya Ríðingarfelag 60 og
sum skilst ætlar felagið at
hátíðarhalda dagin.
Tað vóru tríggir ríði-
menn, í tí yngra endanum
tá her í Havn, sum tosaðu
saman um at stovna eitt ríð-
ingarfelag fyri líkasum at
samskipa í ein felagsskap
tey áhugamál, sum vóru
tengd at tí gomlu ríði-
mentanini, sum var í Havn
og hesir vóru Aksel hjá
Poul Hansen, Jens Pauli av
Reyni og Leivur T. Hansen.
Boðað var til stovnandi
fund um hetta mál við so-
ljóðandi lýsing í Dimma-
lætting í februar mánaða
1943.
»Til øll ríðiáhuga fólk
Ætlanin er at stovna eitt
ríðingarfelag í Havn við
hesum høvuðsendamálum.
I.
Fremjing av ríð-
ingini
II.
Viðlíkahald
av
ríðigøtum
III.
Fyrireiking
av
kappríðingum
Stovnandi aðalfundur
verður hildin í Tórshøll
hósdagin 24. feb. 1943 kl. 7
um kvøldið.
Ríðiáhuga Havnafólk og
bygdafólk við biðast møta
fjølment.
Stovnararnir«
Fundur varð hildin og væl
av fólki var møtt upp, við-
tikið var, at stovna felagið
og at tað skuldi nevnast
Føroya Ríðingarfelag.
Nevnd bleiv so vald og í
fyrstu nevnd felagsins blivu
hesir valdir. Aksel hjá Poul
Hansen, Jens Pauli av
Reyni, Leivur T. Hansen
(Leivur hjá Trónd), Tumm-
as Rubeksen, (Tummas hjá
Hanusi) og Eivin Evensen.
Petur Sofus Hansen bleiv
valdur til grannskoðara.
Nevndin skipaði seg sjálv
og valdi hon Jens Paula av
Reyni til formann og var
hann sostatt fyrsti formaður
felagsins.
Tað hevur altíð verið so
her í Havn, at ríðifólk hava
bestaði av klikum, sum so
mangan
hava
ymiskar
áskoðanir av tí sum fyri-
ferst, bæði í samfelagnum
go eisini mann og mann
ímillum og harav verður so
ein gevandi andi til tosið,
eisini millum klikurnar fyri
at kunna fáa fram eina
gevandi diskusjón.
Í so máta var hesin stovn-
andi aðalfundurin einki
undantak.
Tórshøll
Fyri góðan ordansskyld
skal her sigast frá, at nú
skulu vit ikki fara at blanda
begrebini.
Tá greitt verður frá, at
stovnandi aðalfundur var
hildin í Tórshøll so er tað ta
gamla og upprunaliga Tórs-
høll sum Anna Sam átti í
Niels Finsensgøtu og ikki
tað Tórshøll sum nú liggur
á horninum Tróndargøta/-
Sverrisgøta, sum man fyrr
hoyrdi umtalaðan sum ein
meir ella minni respekter-
aðan ølklubba, men sum nú
undir góðari leiðslu hevur
givið øllum húsinum ein
ordiligan »make up« bæði
innan og uttan og harvið
lyft tað uppá eitt hægri og
meira respektera støði.
Ja so høgt sigst, at nú
hevur tað lætta Kavelaríið
trupulleikar at sleppa inn.
Stovningarsamtyktin
Ikki kann sigast annað, enn
at tey mál sum man setti
sær fyri á stovnandi aðal-
fundi í 1943 hevur felagið
megnað rættiliga væl at
framt.
Her skal tó takast nakað
fram, sum eisini hevur sið-
søguligan týdning og tað er
viðlíkahald og at hampa um
Føroya Ríðingarfelag 60 ár
– ein hugleiðing
1941 – maðurin í føroyskum klæðum við flaggstong er
Vilhelm Tórsheim, drongurin nærmast við hann er Andrias
Arge (Diaba hjá Liffu), við hansara lið er tað Trygvi Sondum.
Maðurin við yvirfrakka og stórum hatti er Hans Andrias
Djurhuus og millum Hans Andrias og Trygva sæst maður við
keppi, eisini kallaður kolli á høvdinum er Poul Petersen
fyrrverandi løgtingsmaðurin úr Funningi
Ólavsøkuaftan 1943.
Ríðimenninir eru komnir
oman eftir Tórsgøtu og eru á
veg niðaneftir Mylnugøtu
móti Vaglinum. Vit kenna
nakrar av teimum. Fremstur
til høgru Sámal Patursson
(sonur til Gaset á Kirkjubø)
William Dam, Karl Johan
Mikkelsen, Viljormur
Tórsheim og Janus Djurhuus.
Aksel Hansen kenna vit eisini
og aftast Dánjal í Búðini og
Sverri Trónd. Í vindeyganum
í erva hjá Heinesen er fult at
ekspeditrisum og
viðskiftafólki og húsið til
høgru, sum nú er burtur, er
tað gamla læknahúsið eisini
kallað Fysikushúsið
tær gomlu gøturnar eins og
man eftir fyrimuni hevur
roynt at givið tí yngra ætt-
arliðnum innlit í staðar-
nøvn og onkra hending á
teim leiðum, sum ríðingar-
menn ferðast á, eins og í
teim leiðum sum liggja
framvið teirra ferðir.
Tað hevur ligið rættiliga
fast í áravís í mai mánað, at
menn nøkur kvøld hava tik-
ið seg saman um at rudda
og hampa um gøturnar.
Meg minnist tað eina
kvøldið, tá høvdu nakrir
gjørt av, at eitt stórt og
keðiligt díkið sum tánverri
lá soleiðis fyri, at man
mátti fara um tað, um tú
vildi ella ei, at nú kundi tað
vera nokk, nú skuldi hatta
forbrenda díkið fáa av at
vita. Næsta kvøld var so
farið í holt við díkið og
menn drivu á fyri at fáa skil
á tí.
Humanisma ella
satira
Tað passaði seg soleiðis, at
tað var um ta mundi, tá
handa lógin um mvg. var
sett í gildi av nøkrum so
klókum monnum, sum tá
ráddu fyri borgum her á
landi, alt til frama fyri land
og fólk skuldi hetta góða
mvg. blíva til, hoyrdi man.
Diskussiónin var lívlig
tað kvøldið um hetta góða
mvg. og menn blivu eitt
sindur heitir.
Teir blivu so lidnir við
díkið, teir høvdu jú drivið á
alt kvøldið og stóðu nú
troyttir og skoðaðu verkið.
Tað var faktiskt sum ein
autostrada man hevði gjørt.
Menn sóu seg sjálvan í
ondini fara drønandi yvir
um tað, hvat ið onkur ørvit-
is knokkur við góðari kenn-
ing fyrr hevði gjørt.
Knappliga letur í einum,
at nú máttu vit seta navn á
hettar valaverkið, sum vit
nú høvdu gjørt og hyggur
rundanum
seg.
Einki
problem letur í einum øðr-
um, vit kalla tað bara fyri
mvg. díkið og tað bleiv við-
tikið á staðnum.
Væl hevur tað hildið sum
vit á sinni gjørdu við hattar
mvg. díkið, men nú noyðast
vit aftur í holt við tað. Og
líkavæl hevur handan mvg.
lógin hildið, sum vistnokk
meginparturin av føroying-
um ynskja har sum piparið
grør.
Hestahús og ríðivøllur
Eisini hestahús til rossini
hjá limunum hevur felagið
megnað at gera úti í Havna-
dali. Men her skal tó tað
skoytast uppí, at teir av lim-
unum sum fingu tilsøgn um
bás í hesum húsi hava sýnt
góðan vilja og lagt nógv
arbeiði í at byggja tey.
Og í sambandi við hesi
hesahús
hevur
felagið
megnað at gera ríðivøll í
nánd av húsunum, so tað er
høgligt tá líkindi eru at fara
sær ein stuttan túr við hest-
inum fyri at motionera
hann.
Eisini felagshúsi hevur
felagið klára at byggja har
úti. Øll arbeiðsmegin var
uppá frívilligan basis og
her eiga nokk so nógvir av
felagsins limum rós og tøkk
fyri tað arbeiði, sum teir
hava lagt í hetta hús.
Útibarnagarður
Tá tosið tók seg upp her í
Havn um útibarnagarðar, tí
man vildi sum eina roynd
finna útav um tað kundi
bøta um heilsuna hjá børn-
unum, kom Havnar Komm-
una og Føroya Ríðingarfel-
ag ásamt um leigumál av
felagshúinum
til
hetta
endamál, tí húsið lá so væl
fyri úti í náttúruni.
Her er bæði seyður, ross,
gæs og heiðafuglur, nokkso
stór á undir liðini, stutt at
fara niðan í hagan við børn-
unum ella oman í dalin, har
ein uppaftur størri á er at
ganga framvið. Seinast
men ikki minst øll smá-
lombini
og
nakað
av
skrambli hjá ríðimonnun-
um.
Børnini trívast væl, eru
bæði frísk og røsk, eta tað
sum sett verður á borði.
Ríðifólkið sleppur eisini at
gera brúk av húsinum tá
eingi børn eru. Vit halda til
í køkinum, kóka okkum ein
drekkamunn, har er bæði
borð og benkir at sita á,
meðan man fær sær eitt
hugnaligt prát. Allir partar
vælnøgdir.
Ein
kappríðingarvøll
uppi á Marknagili hevur
felagið eisini klára at gera.
Tað bleiv byrjað uppá hann
seinnapartin í seksti árun-
um og ein stórur partur
bleiv eisini her gjørdur av
einum trúgvum flokki av
limum í felagnum.
Undangongumenn og
hugsjónarmenn
Á ólavsøku í 1941 fór fram
ein stórhending her í Havn,
sum setti ein nýggjan og
serligan hátíðarligan dám á
alt ólavsøkuhaldið. Tað
vóru teir tríggir ríðimenn-
inir úr Havn, kjartan Mohr,
Edvard Samuelsen og Vil-
helm Tórsheim, sum høvdu
tikið seg saman um at fáa
ólavsøkuhaldinum
eitt
meira fjølbroytt innihald.
Teir høvdu tað áskoðan,
at tað líkasum manglaði
nakað hátíðarligt og tignar-
ligt í byrjanini av ólavsøku-
haldinum.
Nakað
sum
kundi samla ólavsøkufólkið
og líkasum lyfta tað upp í
eina hægri samlandi og
gevandi eind.
Ja vøkur er sjónin ólav-
søkuaftan tá ítróttarskrúð-
gongan kemur oman eftir
Niels Finsensgøtu við ríði-
manni á hestbaki á odda
berandi Merkið framman-
fyri Havnar Hornorkestur
og alt ítróttarfólkið aftaná.
Men væl er fyriskipað og
mangan trongligt, men
mannamúgvan hevur altíð
givið seg sundur og givið
pláss alt eftir ávísing av
løgregluni, sum her skal fáa
eitt herðaklapp fyri sín leik-
lut.
Aftur til 1941
Teir tríggir Kjartan Mohr,
Edvard Samuelsen og Vil-
helm Tórsheim vóru blivnir
samdir um, at heita á allar
ríðimenn her í nánd um at
koma í skrúðgongu á hest-
baki ólavsøkuaftan við
hornblástri á odda at ganga
gjøgnum býin og enda á
Tinghúsvøllinum.
Boð vórðu send bæði í
eystur og vestur á ríðimenn
um at koma við. Allir
skuldu vera í hvítari skjúrtu
og svørtum slipsi og møtast
skuldi man kl. 2 ólavsøku-
aftan í túninum framman-
fyri húsini hjá Andrias í
Horni
bakara
niðri
í
Bøgøtu.
Upplýst var eisini, at
Hans Andrias Djurhuus
skuldi halda røðu á Ting-
húsvøllinum. Teir høvdu
lagt honum eina við, um
ikki at koma inn á politik, tí
teirra áskoðan var, at ólav-
søkan var søgulig.
Stórt sæð hava allir klára
at halda hetta, sum hava
hildið røðuna ólavsøkuaft-
an á Tinghúsvøllinum, utt-
an tann eini, sum nú fyri
stuttum tíanverri ikki kundi
halda sær og breyt tað
gomlu siðvenjuna.
Fara til gongu
Skrúðgongan var soleiðis
fyriskipað, at fremstur gekk
Vilhelm Tórsheim í før-
oyskum klæðum berandi
flaggstong við tí føroyska
flagginum á, aftaná honum
komu nakrir so fittir smá-
dreingir, berandi hvør sítt
lítið føroyskt flagg á lítlari
og fittari stong sum var
púra ókent tá. Allir vóru
snákaðir upp heima ífrá, tí
hettar var nakað heilt nýtt
og stórsligið sum teir
skuldu vera við til.
Síðani
kom
Havnar-
orkestrið og aftaná tað ríði-
menninir við Kjartan Mohr
og Edvard Samuelsen á
odda síðani restin av ríði-
monnunum tveir og tveir
lið um lið.
So var farið til gongu
oman ímóti smiðjuni, til
vinstru eftir Grím Kam-
bansgøtu, framvið gamla
Danmark oman í Vágsbotn,
niðan ígjøgnum Kirkju-
brekkuna eftir Bryggju-
bakka, niðan Bringsnagøtu
og oman á Áarvegin, niðan
eftir Áarvegnum framvið
grótgarðinum hjá Lützen
og Anton Degn, har bleiv
steðgað og rossini blivu
stillað við reyvini imóti
grótgarðinum eins og tey
blíva tað enn av trygdar-
ávum.
Væl av fólki var komið
saman á Vaglinum, tíðs-
punktið passaði jú sera væl.
Tað var jú tætt, áðrenn
kappróðurin so fólk vóru
líkasum klár at fara í búin.
Hetta var jú nakað spil-
durnýtt og fólk vóru eitt
sindur forvitin, vildu gjarna
hava alt við, tí tá var ikki so
nógv at fara til á Ólavsøku.
Hans Andrias Djurhuus
helt eina megnar røðu undir
Tinghúsvegginum og enda
bleiv við at man sang »Eg
oyggjar veit« og við hasum
endaði tann fyrsta ítróttar-
skrúðgongan á ólavsøku í
Havn.
Í mong harrans ár var Sverri
Trónd fastur at ríða á odda,
sum flaggberari, her situr
hann á ryssuni Hállu, sum
hann átti og bar hon orð fyri
at vera sera klók.
Flaggberarin til vinstru
aftaná er Torbjørn Mikkelsen
(Tobbi) og hin til høgru við
7-talinum á høgra læri er
Kári Thorsteinsson. Myndin
er allarhelst frá fyrst í
sekstiárunum
C
M
Y
K
23
22