Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-08-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. august 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 124 — 18. august 1990 Sjefarhundurin hjá Kurt Kristensen Til Danmarkar vid flogfari å djorahospital Årsgamli sjefarhundurin Rambo, hjå Kurt Kristen- sen í Havn, fór måna- morgunin vid flogfarid til Danmarkar å hospital. Hann var yvirkoyrdur fyri einum månad sidani. Av stoytinum fekk hann mjódnina úr lið umframt aðrar snuddir og av tí, at eingin hjálp var at fáa frá føroysku djóralæknunum fór Kurt Kristensen til DV Danmarkar við hundinum. Vit høvdu í gjár Kurt Kristensen í telefonini av djórahospitalinum í Ál- borg. Tað eru ikki vøkur orð, ið Kurt hevur at siga um føroysku djóralæknatæn- astuna. -Sjálvur var eg íkki heima tá óhappið hendi, men sonurin royndi at taka sær av hundinum. Hann tosaði eisini við djóra- læknan, men frá honum vóru ikki onnur ráðini enn at taka lívið av hundinum, sigur Kurt Kristensen. -Komin heimaftur sá eg, at einki annað var at gera enn at fara av landinum við hundinum skuldi hann bjargast. Í Danmark hava vit fingið alla hjálp og nú hevur hundurin tað gott á djórahospitalinum í Al- borg har hann nú er. DYRUR HUNDUR Men hetta verður dýrt. Kurt Kristensen roknar við, at hetta fer at kosta honum einar 50.000 krón- ur í ferðaseðlum, sjúkra- viðgerð og mistum ar- beiðsvinningi. Haraftrat ivast hann eisini stórliga í um hann fær hundin heimaftur til Føroya, men tað vil hann kortini gera alt fyri at royna. Kurt Kristensen sigur, at orsøkin til, at hann fór til Danmarkar við hundinum er fyrst og fremst, at hann er góður við hundin og vil bjarga honum. Harnæst er hetta eisini at rokna sum eitt mótmæli mótvegis føroysku djóralækna- tænastuni, sum hann kallar tað reina svínarí. tór.- Fleiri donsk bleð hava skriva um Kurt og Rambo. Teir hava eisin verið í danska varpinum. sjon Strandingar skipa fyri handilsstevnu Tað verður skipað fyri stórari og undirhaldandi stevnu í Eysturoynni um ein góðan mánað, upplýsir Stranda Ítróttarfelag. Stranda Ítróttarfelag skipar nú, síðst í septem- ber, fyri teirri handils- stevnu í Itrottarhøllini á Skála, sum eftir ætlan skuldi haldast fyrr í ár, siga umboð fyri ítróttar- felagið. Strandingarnir Henry Jarnskor og Hilmar Joen- sen standa á odda fyri til- takinum vegna STIF, og teir siga seg hava gott mót, hóast tíðirnar eru ringar. „Tað gekk striltið at fáa undirtøku í vår, so vit máttu útseta stevnuna. Men vit vilja gjarna hava stevnuna upp á beinini, og sum tað vísir seg, er tað als ikki óhugsandi, at hesuferð verður undirtek- an stórs, sigur Henry Jarnskor. Handilsstevnan hjá STÍF, sum eftir ætlan skuldi fyriskipast í vár undir heitinum >Vinnulív 90<, verður soleiðis hildin í døgunum 28-29-30. sep- tember. Millum trumfirnar hjå STÍF eru framsyningar fasilitetir og príslega um- framt undirhald. »Vit hava nakrar fram- sýningarbásar av ótrúliga góðum slag, lagaligir at nýta til tey ymisku enda- málini í sambandi við framsýningar, sera snogg- ir á at líta og lættir at seta upp“, sigur Henry Jarn- skor. Hann heldur fram: »Og vit ætla at koyra við lágum prisum fyri framsýningarpláss á stevnuni«. »Og so skal eisini skip- ast fyri undirhaldi av ym- iskum soleiðis at stevnan verður so atdrag- andi sum møguligt«. Strandingar arbeiða í løtuni við at selja fram- sýningarplássini til slag, stevnuna, m.a. við at lýsa i fjølmidlum. GOLVTÆNASTAN Friska Ger gamla gólvið gott Maskinvask og viðgerð Upp og niður vask við spariskipan Tif. 19890