fríggjadagur 26. mai 2000síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
hvat vit kunnu ella ikki
kunnu siga við pressuna.
Sum sagt, so fiska teir alla
tíðina eftir søgum, og eitt
nú hava vit ikki loyvi til
alment at kritisera viðleik-
arar okkara.
Tað er nú einaferð soleið-
is, at um bløðini fáa fatur á
eini søgu, sum kann skaða
felagið, so verður hon eisini
skrivað. Tað kann skapa
yvirskriftir, sum selja, og
tað er kanska eisini tað, sum
fólk vilja hoyra, tí FCK er
kanska felagið, sum fólk el-
ska at hata.
Í fjølmiðlunum hevur ver-
ið nógv skrivað um úrslitini
hjá FCK, sum ikki hava ver-
ið nóg góð seinastu tíðina.
T.d. hava orð sum FC Krise
og annað verið at sæð í yv-
irskriftum, men hvussu
síggja tit sjálvir upp á
hetta?
- Tað er jú klárt, at for-
væntningarnar til okkum er-
u rættuliga høgar. Ikki bara
uttanífrá, men eisini frá
okkum sjálvum. Vit hava jú
ein kláran málsetning um at
teljast millum bestu feløgini
í landinum, og megna vit
ikki hetta, so verður hetta
beinanvegin skýrt at vera
kreppa, eins og tað er, um
vit tapa einar tveir ella
tríggjar dystir á rað.
Bjørt framtíð
Hóast kanska laku úrslitini
í ár, so tykist tað kortini sum
um felagið kanska hugsar
meira
langsiktað.
Flemming
Østergaard
nevndi, liðið telir nógvar
ungar evnaríkar leikarar,
sum kunnu gera nógv um
seg í framtíðini, men er
hetta eisini tín fatan. Tað at
ætlaninar
eru
meira
langsiktaðar?
Tað veit eg nú ikki. Júst í
núverandi støðu, eru vón-
irnar kanska, at tað fer at
gerast betri og betri. Vit
hava eitt nú Bo Svensson
og Kim Madsen, sum spæla
í verjuni, eru longu nú at
meta sum klassaspælarar, so
tað er einki at ivast í, at liðið
kann gerast heilt gott.
Er tað kanska eisini so-
leiðis, at venjarin enn ikki
hevur funnið røttu saman-
setingina. Eitt nú eru bæði
tú og Thomas Thorninger
fluttir oman á miðjuna, ella
hvussu
hongur
hetta
saman?
- Tað er kanska ikki so
løgið. Tá tú ikki skjýtur
neyðugu málini, so kanst tú
heldur ikki væntað at eiga
eitt pláss í álopinum. Tá vit
so brádliga vóru meint rak-
tir av skaðum á miðvøll-
inum, so slapp eg ístaðin at
royna meg í tí sessinum, og
hetta hevur eisini gingið
heilt væl. Sjálvur haldi eg
at hetta bara hevur riggað
heilt væl.
Dómararnir ímóti
Toda?
Síðani vit tosaðu við Toda,
hevur stjóri felagsis verið
alment frammi í fjølmiðl-
unum, við viðmerkingum
um, at Todi at kalla einki
fær frá teimum dómarum,
sum døma í superliguni.
Sum dømi um hetta nevndi
hann júst dystin, sum vit
høvdu sæð felagið spælt
móti AB, og har Todi beint
eftir dystin segði dómarin
var ein skandala.
Júst við hesum dysti í
hugaðum, spurdu vit eisini
Toda, um hetta eisini er
generelt galdandi fyri dóm-
ararnar í dystum teirra, so-
leiðis at hann kennir ein á-
vísan illvilja móti sær sjálv-
um.
- Akkurát handan dystin
var tað nokk heilt ekstremt.
Tað hevur tó ofta verið tos-
að um, at eg fái ov nógvar
dómar ímóti mær. Serliga tá
eg spældi í álopinum.
Tað er tó klárt, at dómarar
eisini tosa sínámillum, og
fellur ein viðmerking um,
at hasin heldur nógv í mót-
støðumonnum og líkandi,
so er tað kanska náttúrligt,
at teir fylgja serliga væl við
hesum.
Tað er tó kanska torført
at síggja, hvat er loyvt og
ikki, tí tá vit spæla í altjóða
dystum, so er dømingin al-
oftast heilt øðrvísi, so tað
er eitt sindur ringt at vita,
hvar markið fyri slíkum er.
Greið mál fyri
framtíðina
At enda spurdu vit Toda,
hvørjar ætlanir og hvørji
mál hann hevur sett sær fyri
framtíðina, bæði í felags-
høpi og viðvíkjandi føroy-
ska landsliðinum.
- Í FCK er mítt mál sjálv-
andi at verða meistari við
felagnum, umframt at eg
sjálvandi eisini vil varveita
tað plássið, sum eg havi á
liðnum. Gongur hetta væl,
so er vónin sjálvandi eisini
at koma víðari við fótbólt-
inum, og hetta hevur eisini
verið ein dreymur í langa
tíð.
Um hetta ikki hendir, so
er tað kortini ikki tað heilt
stóra vónbrotið, tí eg eri hó-
ast alt komin eitt fitt petti
av leiðini. Eg eri í dag 28
ár, so hetta skal kanska hen-
da innan fyri tey bæði kom-
andi árini. Spælarar í altjóða
fótbólti síggja tó út til at
gerast eldri, so eg vóni at
hava nøkur góð ár afturat
sum yrkisleikari. Talan
verður tó helst ikki um nak-
Ovara myndin sýnir grein
úr Sosialinum eftir dystin
móti AB, har Todi skýrdi
dómaran fyri eina kata-
strofu.
Niðanfyri er avrit av
grein úr danska Ekstra-
blaðnum, har tað greitt
framgongur, at Todi ikki er
einsamallur í hesi støðu. Í
greini sigur ítróttastjórin í
FCK, Niels Christian
Holmstrøm, at »nu må de
overlagte moord, der bliv-
er begået mod Todi Jóns-
son - da det er ansvarsfrit
at angribe ham - stoppe.
Sum ringasta dømi um
hetta nevnir hann júst
dystin móti AB.
Sjálvur sigur Todi, at
hann ikki fær tey fríspørk,
sum hann eigur at fáa, og
vísur til munin í døm-
ingini, tá spælt verður á
landsliðnum og fyri FCK.
ran bosman-dóm í mínum
føri, tí tá sáttmálin hjá mær
gongur út, gangi eg á 32.
ári, og so er spurningurin,
um nakað felag er áhuga í
at gera eina íløgu í mær tá.
Skal alt hetta gerast veru-
leiki, er tó fyrst og fremstu
neyðugt, at eg her í FCK
sýni spæl á høgum støði yv-
ir eitt longri tíðarskeið. Na-
kað sum eg kanska ikki havi
megnað í nóg stóran mun
undanfarnu árini.
Halda fast um
gongdina
Um lutakastið hjá føroyska
A-landsliðnum heldur Todi,
at tað er kanska við eitt
sindur blandaðum kenslum,
tá tosað verður um hetta.
- Vit hava fingið tvey keð-
ilig lið í Russlandi og Ju-
goslavia, og har eru vón-
irnar um stig ikki tær heilt
stóru, men móti hinum
londunum í bólkinum áttu
vit at hava havt møguleika
fyri stigum.
Móti Luksenburg eiga vit
at seta okkum sjálvum krav
um seks stig, meðan vit
somuleiðis eiga at krevja
stig á heimavølli móti Sveis
og Slovenia.
Ert tú sostatt av teirri
sannføring, at føroyskur á
ein hátt er komin á eitt
vegamót, soleiðis at vit ikki
longur bert eru glaðir ama-
tørar, sum vóna tað besta
burtur úr øllum dystum,
men hinvegin ikki seta fram
krav um nakað sum helst?
- Sjálvandi eru vit fram-
vegis ein lítil tjóð í fótbólts-
høpi, men vit eiga eisini at
kunna seta krøv til okkum
sjálvar. Vit hava eftir hond-
ini nógvar leikarar, sum
royna seg uttanlands, og vit
mugu royna at koma víðari
á fótbóltsleið okkara.
Eisini fyri teir ungu leik-
ararnar, sum stremba eftir
at koma á landsliðið, er tað
av stórum týdningi, at vit
hava nøkur úrslit at vísa á,
og tað haldi eg eisini, at vit
hava. Hóast tað sjálvandi
kiksar viðhvørt, so hava vit
seinnu árini spælt fleiri góð-
ar dystir, og vit tapa heldur
ikki so greitt,sum vit ofta
hava gjørt fyrr, so alt í alt
sær tað gott.
Tað hongur alt saman. Tá
fleiri spælarar royna seg utt-
anlands, er hetta við til at
hækka støðið á landslið-
num. Hægri støði gevur øk-
tan áhuga í umheiminum,
og hetta ger tað aftur lættari
hjá øðrum spælarum at
sleppa uttanlands. Talan er
um at koma í eina positiva
ringrás, og hesa haldi eg
eisini vit eru um at koma í
við føroyska landsliðnum.
- Sjálvandi eru vit
framvegis ein lítil tjóð
í fótbóltshøpi, men vit
eiga eisini at kunna
seta krøv til okkum
sjálvar
29
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 100 - 26. mai 2000
28
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 100 - 26. mai 2000
Frá
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Uppstillingarfundur
Fyrsti uppstillingarfundur til býráðsvalið
verður mánakvøldið 29. mai kl. 20 í hølunum
hjá Starvsmannafelagnum J. H. Schrøters-
gøta 9.
Nevndin
JÁKUP MØRK/
ÁLVUR HARALDSEN
Todi Jónsson verður av
mongum mettur at vera
fremsti føroyski fótbólts-
leikarin seinnu árini. Hvørt
hetta er rætt ella ikki, men
síðani Henrik Thomsen og
Abraham Hansen í sínari tíð
vóru frammi í bestu donsku
fótbóltsrøðini, er Todi fyrsti
føroyingurin, sum veruliga
hevur gjørt vart við seg.
At byrja við var hetta í
Lyngby, men í dag eitur ar-
beiðsgevarin FC Køben-
havn. Nýggja liðið í hø-
vuðsstaðnum, sum á ongan
hátt ætlar at lata Brøndby
vera einsamalt um trúnuna
í donskum fótbólti.
Trýstið er nógv størri
Tá hann hann á sumri í 1998
valdi at skifta frá meira
trygga
umhvørvinum
í
Lyngby til kanska meira
baldruta lívið í FCK, var
hetta eitt risastórt fet fyri
Toda Jónsson. Sum støðan
er í løtuni, var stigið kanska
ikki so stórt ítróttarliga, men
í allar mátar, er FCK eitt
nakað nógv størri felag enn
Lyngby.
Sjálvur sigur Todi, at tá
hann skifti til hvíta høvuðs-
staðarfelagið, visti hann
sjálvandi av øllum hesum
frammanundan. - FCK er
saman við Brøndby størsta
felagið í Danmark. Ein kann
kanska ikki siga, at flestu
spælararnir vilja til hesa fe-
løg, men um tú ert á hesum
liðum, so veitst tú sam-
stundis, at tú ert hjá einum
av teimum størstu í Dan-
mark.
Sum fótbóltsspælari vil
man altíð sleppa at spæla
frammanfyri nógvum á-
skoðarum, og tit sóu jú
sjálvir dystin móti AB, sum
varð leiktir eitt mikukvøld,
og har tað kortini vóru einir
12.000
áskoðarar.
Til
samanberingar kann nevn-
ast, at tá vit spældu toppdyst
móti Lyngby vóru kanska
einir 3.000 áskoðarar, og
harumframt var eisini renni-
breyt millum okkum og á-
skoðararnar. Her í Parkini
er alt meira kompakt, so
stemningurin verður tað
betri.
Sjálvandi er trýstið á
spælararnar eisini størri her
í FCK. Eitt nú royna fjøl-
miðlarnir alla tíðina at fiska
eftir onkrum, bara tí tað er
FCK. Snøgt sagt, so skapa
teir søgur sjálvir. Bara teir
hava fingið eina lítla við-
merking um eitthvørt, so
royna teir at skapa eina yvir-
skrift úr hesum. Harum-
framt er tað sjálvandi eisini
tær vónir og tey krøv, sum
leiðslan í felagnum hevur til
liðið.
Vit kunnu kanska spæla
ein hampuliga góðan dyst,
men kortini verða rakkaðir
niður í pressuni, meðan tað
í Lyngby var nóg mikið, um
alt gekk so nøkunlunda. Í
FCK er tað bara tað besta
sum telur, og hetta hava á-
skoðararnir eisini sína hugs-
an um.
Í løtuni eru teir kanska eitt
sindur forvandir við, at tað
ikki so gongur so væl, men
tað skal kortini ikki nógv
til, áðrenn vit fáa av at vita
frá teimum. Orðini verða á
ongan hátt ballaði inn í vatt,
men kunnu vit ístaðin hoyra
teirra hugsan á stadion, ella
lesa um tað í skrivaðu fjøl-
miðlunum ella á alnetinum.
Skulu ansa eftir
At trýstið á leikarum og fe-
lagnum er nógv størri,
merkir eisini, at krøvini til
leikararnar eru nøkur heilt
onnur enn í smærru feløg-
unum. Todi greiðir frá, at
áðrenn inniverandi kapp-
ingarár endaði, fingu teir
ávísar rætningslinjur at
Todi hevur framvegis fleiri mál
at røkka
Á undanfarnu síðum greiddi Flemming Østergaard frá, hvussu FCK er skipað sum felag, og hvussu útlitini fyri fram-
tíðini eftir hansara tykki eru. Eftir hetta tosaðu vit eisini vi Toda Jónsson um, hvussu hann upplivir tilveruna í danska
stórfelagnum
ganga eftir. - Vit skulu til
dømis ikki síggjast úti eftir
midnátt. Hetta fyri at vit
ikki skulu seta okkum sjálv-
ar í ringt ljós yvir fyri spon-
sorum og øðrum.
Nýggi
ítróttarstjórin,
Niels Christian Holmstrøm,
hevur lagt eina nokk so
harða linju í so máta, tí tað
skal á allar hættir síggjast,
vit vit taka okkara arbeiði í
álvara.
Hetta er eisini væl skil-
jandi. Tí um tað til dømis
verður skrivað í bløðunum,
at onkur leikari er sæddur á
onkrum diskoteki ella líkn-
andi, so er hetta sjálvandi
ikki nøkur serliga góð re-
klama hjá sponsorunum, og
tað eru hóast alt teir, sum
gjalda feløgunum risastórar
upphæddir.
Eisini hava vit reglur fyri,
Sjálvt maskotturin,
Leo, er fullvísur í, at
Todi og liðfelagarnir
nokk skulu vinna upp
á ovastu rók í
donskum fótbólti
Vit kunnu kanska spæla
ein hampuliga góðan
dyst, men kortini verða
rakkaðir niður í press-
uni, meðan tað í Lyngby
var nóg mikið, um alt
gekk so nøkunlunda