Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2000síða 16

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 tíðindablaðið sosialurin Nr. 100 - 26. mai 2000 30 tíðindablaðið sosialurin Nr. 100 - 26. mai 2000 Blákrossheimið søkir eftir starvsfólki Søkt verður eftir fólki við hóskandi útbúgving til Blákrossheimið at byrja 1. august 2000. Hóskandi útbúgving: Sosialráðgevi Lærari Sjúkrasystir Diakon Pedagogur Tað er eisini ein fyrimunur, hevur tú eina terapeutiska útbúgving og royndir innan rúsdrekkaviðgerð. Starvið umfatar í høvuðsheitum viðgerð av rúsevnismisnýtarum. Harumframt eru nøkur praktisk ábyrgdarøki knýtt til starvið. Roknast kann við kvøld- og vikuskiftisvaktum. Ein treyt er, at viðkomandi gongur inn fyri blákrosshugsjónini, sum bygd er á kristið grundstøði. Umsóknir skulu vera okkum í hendi sum skjótast, ella í seinasta lagi 1. juni 2000. Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at ringja til leiðaran Sólborg Dulavík á tlf. 315575. Blákrossheimið Lynggøta 12, Tórshavn Leiðari Dr. Ingridar Meinigheits Barnagarður søkir leiðara at byrja aftaná summarfrítíðina ella eftir avtalu. Vit bjóða eitt áhugavert starv á einum stovni við sera góðum plássi innandura og eru góðir møguleikar fyri at royna nýggjar hugs- anir. Starvsfólkini hava starvast her leingi og gleða seg og eru positiv fyri nýggjum íblástri. Stovnurin er normeraður til 60 børn í 3 til 7 ára aldri. Vit hava pedagogar í øllum peda- gogstørvum. Tveir av pedagogunum eru settir í starv í ár. Tað er ikki ein treyt at duga rokniskap. Møguleiki er at seta fólk til hetta arbeiði. Leiðarin skal hava pedagogiska útbúgving. Um ongin við pedagogiskari útbúgving søkir kann leiðari við aðrari relevantari útbúgving verða settur í starv fyribils. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Landsstýri. Umsókn við viðmælum og møguligum prógvum skulu sendast nevndini innan 20. juni 2000. Nevndin fyri Dr. Ingridar Meinigheitsbarnagarð Jónas Patursonargøta 13 100 Tórshavn Suðuroyingar! Alt VVS-arbeiði verður gjørt skjótt og fyri rímuligan prís. Orkusparandi Thermomatic oljufýr fáast nú fyri einans kr. 3.200. Sp/f Poul Hammer Tlf. 372003 / 282941 Bilur við skaða til sølu Merki: Toyota Avensis 4-H-Sedan Árg.: 1995 KM: 83.083 Eyka útstýr: El-rútar, sentrallás, 5 gear, ABS Bilurin verður seldur sum hann stendur nú til hægstbjóðandi. Bilurin stendur hjá Reyni Service. Boð skulu latast inn til sýnsmann. Magna Petersen tlf. 34 57 28 - 21 57 28 fax nr. 34 56 07 at hitta millum kl. 14.30–16.00. BILSMIÐJULÆRLINGUR SØKIST Sosialurin - 311820 Akranesgøta 5 - FO 100 Tórshavn - Tel. 313873 Fax 311173 - Heimasíða: www.wenzel.fo Søkt verður eftir lærlingi til mekaniska verkstað okkara. Ert tú ágrýtin við áræði og hug til útbúgving innan bilhandverki, so ert tú møguliga tann vit leita eftir. Vit bjóða tær lærutíð á sera framkomnum verkstaði við øllum nútíðmans hentleikum og góðum arbeiðsumhvørvi. Hevur tú 10. floksprógv folkaskúlans og/ella SIT prógv og helst koyrikort - so send okkum skrivliga umsókn sum skjótast. P/F Wenzel – Ford í Føroyum Att.: Anthonius Dalsgaard, verkførari Akranesgøta 5 100 Tórshavn Hølir til leigu við Stiðjagøtu Til ymsik endamál, so sum skrivstovu ella goymslu. Leigumálið er 500 m og kann býtast sundur í 3 partar. Ikki er neyðugt at leigumálið er í einum. Leigumálið kann yvirtakast um ársskiftið 2001. Møguleiki er fyri at innrætta sjálvi. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skrivstovuna hjá P/F Jógvan Weihe á tlf. 31 38 97. 2 Maskinførari Søkt verður eftir maskinførara til støðugt ar- beið at byrja beinanvegin. P/f Guttesen og Staksberg Tlf. 313495 Urtagarðsarbeiði Vit gera alt urtagarðsarbeiði. Fa. Urtagarðsrøkt v/Mass Jensen, Nólsoy Tlf. 32 71 31 – 28 39 53 www.safari.fo SAFARI TRANSPORT s¿kist beinanvegin til Safari Transport. M¿guleiki er fyri f¿stum starvi. Ring og hoyr meira. tel. 322222 Sosialurin - 311820 JÁKUP MØRK Tá fjórðingsfinalan í steypakappingini millum havnarfeløgini bæði varð blást av, vóru helst ikki mong, sum grunaðu, at hetta var seinasta ferðin í nakrar mánaðir, at tey sóu vongverjan hjá B36, Carl H. Høgnsen, á vøllinum. Allar 120 minuttirnar stríddist hann saman við liðfeløgunum, men beint eftir dystin varð hann fluttur út á skaðastovuna. Orsøkin til hetta var, at hann hevði ógvusliga pin- u í báðum hondliðunum, eftir at ikki fekk tikið rætttuliga fyri seg í einum falli. Sjálvur greiður Carl frá, at hann datt eftir ein nærdyst, og at hann ikki fekk tikið rættuliga fyri seg við hondunum. Minst 8 vikur Á skaðastovuni varð skjótt staðfest, at talan var um brot á aðrari hondini, og varð henda alt fyri eitt løgd í gips. Carl sigur, at tað enn ikki er endaliga staðfest, hvussu støðan er við hin- ari hondini. Fyri fyrst er hon bundin inn, men í komandi viku skulu nýggjar røntgenmyndir takast, og tá fæst endalig vissa fyri, hvussu støðan er. Undir øllum umstøðum verða komandi mánaðir- nir fótbóltsfríir hjá Carl, tí boðini frá læknanum eru í minsta lagi átta vikur í gips. Tað vil siga, at fram til miðjan juli mánað fær hann í øllum førum ikki hjálpt B36, og møgu- liga merkir hetta eisini, at hann ikki er førur fyri at vera við, tá B36 í august mánaði skal royna seg í UEFA-cup kappingini. Breyt hondina Fram til summarsteðgin noyðist B36 at klára seg uttan stuðul frá Carl Herup Høgnesen FM vinnarar hjá Neistanum Kappingarárið 1999-2000 royndist sera væl hjá Neist- anum. Felagið hevur um 430 virknar limir og um 30 lið tóku lut í kappingini í vetur. Sigast má at hjá teim- um flestu liðunum hjá Neistanum gekk sera væl. Av 12 møguligum FM-heit- um vann Neistin gull í teim- um 7. Harumframt vunnu 2 lið silvur og 2 bronsu. Í yngri deildunum verður eisini kappast um at vinna B-kappingarnar og her vann Neistin gull í 4 av 6 møgu- ligum. Harafturat vunnu 2 lið silvur og trý lið bronsu. Í steypakappingunum vann Neistin 4 gullmerki av 10 møguligum og harumframt 5 silvurmerki. Hóast hondbóltskapping- ar ikki eru í løtuni liggur felagið ikki stilt, tí í summar verður farið við omanfyri 100 yngri leikarum til Par- tillecup í Svøríki. Og til slíka ferð er neyðugt at ven- ja og tað verður gjørt hvønn gerandisdag í vikuni. Annars verður summar- hálvan nýtt til at brynja seg út til komandi kappingarár - og til tað hevur Neistin melda 34 lið! Nýggj nevnd Hóskvøldið 18. mai varð ársaðalfundur Neistans hildin, og m.a. var val av nevnd á skránni. Eftir fund- in skipaði nevndin seg við Jón Kragesteen sum for- manni, Vár í Ólavsstovu, sum skrivara og harafturat er Rói Egholm eisini í nevndini. Tiltakslimir eru Páll Nólsoy og Balli Mohr. Tíðindaskriv frá Neistanum Carl Herup Høgne- sen noyðist nú at binda frið komandi átta vikurnar Gentur 10 b: FM gull, steypakappingin gull Gentur 12 a: FM gull, steypakappingin gull Gentur 14 b: FM b gull Gentur 14 a: FM gull, steypakapping gull Gentur 16 b: FM b gull, steypakapping silvur 1. Deild Menn: FM gull, steypakapping silvur Dreingir 16 a: FM gull, steypakapping silvur Dreingir 12 a: FM gull, steypakapping silvur Kvinnuunglingar: FM gull Dreingir 12 c: FM b Gull