Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-08-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 127 — 25. august 1990 tiAindart VU KIdL #2) sosialurin Ætlar meira enn 24 ára gamla Vígdis Petersen úr Havn sýnir fram málningar, tekningar og leirarbeiði í Smiðjuni í Lítluvík Fyrst í 80-árunum hevði Vígdis Petesen í Havn eina listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík saman við fleiri ødrum ungum. Hon hevur havt verk við á ólav- søkuframsyning eina ferð, á várframsýningini í Lista- skálanum og á framsýn- ingini hjá Lions Club í Runavík. Og hósdagin læt hon upp sína egnu framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Tad er ein stór framsýning vid målningum, tekningum og lutum, hon hevur evnad til úr leiri. Vígdis ger, tað hon kann, fyri at útbúgva seg sum listafólk. Í fjør var hon í fýra mánaðir á listahåskula í Holbæk, aftur ein mánað í ár, og so hevur hon gingið á kvøldskula í Havn og lært at tekna, mála og leirarbeiði. Og hon roynir eisini atkoma víðari við at arbeiða sjálv. Ætlan hennara er av og á at fara burtur á skeið. Eitt hugskot hennaraer at fara til Skotlands at læra meira portrettmálan. Psykologi hevur hennara stóra áhuga, og í sínum arbeiði roynir hon at samantvinna psykologiina og listina. Málningar henn- ara eru abstraktir, tað er spontant, og ofta málar hon afturvið tónleiki. Aftaná kann hon síggja ymist í málningunum, m.a. ymist í sær sjálvari, sigur hon. Hon kann ikki siga, hvat henni dámar betur at arbeiða við, málningum ella leiri. Tað er hvør sitt. Leirarbeiði er meira jarðbundið og verður skapað við hond- unum burturav. Hitt kann hon bara gera inn ímillum, tá ondin er yvir henni. Tað er einki at ivast í, at Vígdis ætlar sær víðari við sínum listarligu gávum. Og ikki er óhugsandi, at hon ein dag sleppur inn á kunst- akademi, sum hon kundi hugsað sær. Framsýningin hjá Vígdis heldur fram til mánadagin. Í dag og í morgin er opið frá klokkan 14 ul 20, måna- dagin frå klokkan 16 til 20. randi Vigdis hevur umframt målningar og tekningar fleiri sjåldsamar leirlutir å framsyningini Petur P. Dahl, skúlastjóri, vónar, at arbeiðið verður tikið upp aftur skjótt, tí skúlin er alt ov lítil Arbeiðið við at útbyggja Hoyvíkar skúla var byrjað, tá býráðsformaðurin í Havn gav boð um at steðga arbeiðinum, tí góðkenn- ingin var ikki komin úr landsstýrinum. Skilaveggir vóru uknir niður, tí nøkur rúm í verandi skúla skuldu takast upp í bókasavnið, ið skuldi stórri við nýggja skúlanum. Men tað fer ikki at forða undirvísingini, heldur skúlastjórin Petur P. Dahl. Tað stóra rúmið kann býtast í tvey við hillum, so undirvísing verður inni á bókasavninum, og eim onnur skúlastova kann gerast ul smíðstovu, ið varð tíkin upp í bókasavnið. Hann er tó harmur um, at skúlin ikki verður liðugt útbygður til næsta skúlaár, sum ætlað. Nú er arbeiðið longur seinkað ein mánað, og eingin veit, nær tað verður tikið upp aftur. Petur P. Dahl vónar tó, at arbeiðið kann takast upp aftur skjótt, tí annars verður ikki gott, tí gíða 5 skúlin er alt ov lítil. Tað er flokkur, ein 2 flokkur 0.s.v skúla. Upp tl 24 børn kunnu vera í hverjum flokki. Í ár vóru 30 børn uppskrivad ul fyrsta flokk, og nøkur teirra noyddust tí í aðrar skúlar í kommununi. Næsta ár verð- ur ulgongdin uppaftur stórri, tí tað búgva so nógvar barnafamiljur í nýggju býl ingunum í Hoyvíkshagan um. Tað verður framvegis bara ein 1 í Hoyvíkar bygt nógv. Skúlastjórin vónar tí, at loyvi kemur ul at útbyggja skúlan. Kom illa "ið Tað kom illa við hjá CISH byggifelagnum Byggitek sum skuldi byggja skúlan, at arbeiðið knappliga varð steðgað. Arbeiðið var byrj að, og nógvar fyrireikingar gjørdar. Byggitek hevði átta undirleverandørar, sum eis- ini fingu boð um, at haí einki var at gera, sigur Tummas Sørensen, stjóri í byggifelagnum Byggitek. Byggitek visti ikki betur enn, at alt var í lagið, tá teir fóru undir arbeiðið. Men nú er einki at gera uttan at bíða og vóna, at tað kann takast upp aftur. Og tað er heldur ikki sum at siga tað at skulu flyta fólkið, sum skuldi arbeiða við skúlan, til onnur arbeiðspláss. randi At Poul emur Signar Hansen, lands- stýrismaður, heldur tað vera nógv fyri, at Tórs- havnar býráð gevur hon- um skyldina fyri, at ar- beiðið við at útbyggja Hoyvíkar skúla varð steðgað í summar. Bý- ráðið má sjálvt taka ábyrgdina, ti tað setu arbeiðið í gongd, áðrenn tað var avgreitt í lands- stýrinum. (Býráðsins sjónarmið kom fram í Sosialinum hósdagin: at býráðið hevði ta fatan, at | góðkenningin frá lands- | týrinum bert var ein | formligur spurningur, 2 at einki svar fekst úr landsstýrinum hóast roynt var at fáa tað í mánaðir. - Tad stríðir móti allari vanligari mannagongd at byrja eitt tílíkt ar- ciðið, áðrenn tað er reitt í landsstýrinum, | Signar Hansen i Må kundi bygt i góðkenning úr týrinum, men tað merkt, at býráðið einsamalt um at Vanl:ga verður SÆ... skúlabygging fíggjað helvt um helvt av landi og kommunu. Signar Hansen heldur tað vera nógvfyri, at júst Tórshavnar byråd við Poul Michelsen sum formanni skal finnast at landsstýrinum fyri ikki at hava góðkent út- byggingina. Tí Poul Michelsen er eisini lim ur í samgonguni, og hann var ein teirra, su kravdi avmarkaða upp hædd á fíggjarlógina. Í samgongum var eisini full semja um, spurningurin um skúlabygging skuldi steðga, meðan arbeitt verður við at gera ein ætlan fyri skúlabygg ingina í landinum, sigur Signar Hansen, sum heldur tað vera beiskt at fáa brigdað, at hann fór at ferðast, tá fundur skuldi verða nakrar heilt fáar dagar í summar ir Sig ur ett tið rn