Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-08-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 1990síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 127 — 25. august 1990 Síða 11 Leygardagin kl. 20.30: Pygmearar Langt inni í regnskóginum í Afriku hava pygmearar í mong túsund år livað av tropiska planturikidøminum. Men gamla mentan teirra er um at hverva, tí regn- skógurin verður ruddaður. Men enn eru nakrir bólkar av pygmeum at finna har, og í hesum filminum skulu vit síggja, hvussu teir byggja smáttur sínar av stór- um bleðum og hvussu teir fara á apu- veiðu. Í regnskóginum í Vesturafrika liva eis- ini skógfílar. Men eftirspurningurin eftir fílabeinstonnum er stórur, og fílurin verður nógv jagstraður. Eisini onnur djór eru hótt orsakað av kjet-eftirspurn- ingi. Filmurin er týskur og upptikin í Cen- tral-afrikanska Tjóðveldinum í 1987, tá mong dýr vóru í regnskóginum. Leygardagin kl. 21.15: Hercule Poirot David Suchet og Hugh Fraser Ein gamal, ríkur maður, Anthony Gas- coigne, liggur fyri deyðanum í heimi sín- um. Arbeiðskona hansara sendir boð eftir bróðirsoni hansara og biður hann koma skjótt, men ikki ber til at koma fyrr enn komandi sunnudag. Um somu tíð etur Hercule Poirot degurða saman við einum vinmanni á einari matstovu í London, og har hittir hann ein kendan málara, henry Gas- coigne, tvíburðabeiggja Anthony Gas- coigne. Kvinnuligi tænarin, Molly, undrast á, at henry gascoigne, etur nakað annað í kveld enn tað han altíð er vanur at biðja um. Dagin eftir lesur Poirot í blødunum, at Henry Gascoigne, sum búði einsamallur, er funnin deyður í heimi sínum eftir at vera dottin niður gjøgnum einar trappur. Poirot gerst forvitin og fer hagar saman við Hastings kapteini. Her sigur ein granni honum, at hon sá Gascoigne á veg út úr húsunum kveldið fyri, helst á veg inn í býin at eta, men tað tóktist sum kendi hann hana ikki. Poirot hittir eisini ta vekru Dulcie Lane, sum Gascoigne brúkti til model til fleiri av málningum sínum, og hon sigur honum, at málningarnir hjá Gascoigne góvu nógv av sær, men bert fáir vórðu seldir, tí ósemja var millum Gascoigne og agentin hjá honum, og hon sigur eisini at breðurnir Gascoigne vóru einki væl. Tá er Poirot greiður yvir, at talan er um morð og ikki vanlukku... Tað er David Suchet, sum spælir her- cule Poirot. Sunnudagin kl. 19.00: …"b Indisk børn Filmur um fátækar indiskar bóndur, sum Maj Weschelmann hevur leikstjórnað. Filmurin lýsir viðurskiftini í tí partinum av Indiu, har framleiðslan av sukurrót- um tey seinnu árini er munandi vaksin. Stjórnin stýrir handlinum, men korini eru sum heild vorðin betri. Men tað er bert ein partur av fólkinum, sum hevur fingið tað betri. Fleiri bóndir eru farnir á húsagang, tí teir hava ikki havt ráð at keypa kunsttød. Týsdagin kl. 22.40: Rami og Julia Danskur filmur, har Erik Clausen hevur roynt at lýsa steðuna í Danmark, har nógvir innflytarar búgva. Filmurin er fyri tað mesta upptikin í Tástrup, men hóast alt er betong og asfalt, so spírar kærleikin. Rami er innflytari úr Palæ- stina. Hann flýggjar undan Frank og eðr- um og krógvar seg á einari bensinsteð. Har arbeiðir ein ung donsk genta, Julie. Tey verða forelskað, men í innflytara- familjuni skulu ell hjálpa hverjum eðr- um, og tá ið Rami seint á nátt kemur heimaftur, bíðar familjan uppi weftir honum saman við einum fremmandum agenti. Rami skal fara, vid folskum passi, ti ITýsklands dagin eftir at hjálpa einum systkinabarni til Danmarkar. Men fyrst skrivar hann eitt bræv til Julie og leggur tað inn í ein leikutoysbil. Hann biður ein vinmann, Mohammed, geva Julie bilin. Men Julie spælir ikki við bilar og finnur ikki brævið. Hon verður vónsvikin og fer í veitslu í súkklu- og bil-klubbanum. Har halda Frank og teir til. Og har hittir hon eisini Bob, sum rekur eitt vaskarí. frank ger seg inn á Julie, og knappliga dettur leikutoysbilurin úr taskuni hjá henni. Frank finnur brævið og sær, at Julie heldur saman við einum av »teimum Sophie Gråbøl og Salek Malek myrku«. Julie verður glad, ti Rami hevur ikki svikið hana. Ímeðan er Rami saman við systkina- barninum á veg til Danmarkar aftur. teir hava býtt um klæði, og tá Julie fer á flog- vellin eftir Ramim, er tað ein annar, sum kemur... Steen Jørgensen spælir Frank og Salek Malek spælir Rami. Sophie Gråbøl spælir Julia. Hósdagin kl. 22.00: Narkoleidin 1:6 Nýggj krimiraðsending í seks pørtum. Á keiini í Hamburg sita tveir týskir legreglumenn á varðhaldi. Teir eita Die- ter og Ulli. Teir bíða eftir Ledesert, og honum fáa teir fatur í. Men teir finna einki heroin — í fyrsta umfari. teir halda fram at leita umborð á bátinum hjá Lede- sert, og har er fongur... Týsdagin kl. 21.30: 'aint no black in the Union Jack Hetta er onnur av trimum sendingum sum viðgerð rasutrupulleikar í Bretlandi. „Brick Wall« er sending úr East End í London. Í hesum býarparti búðu upp- runaliga hvít fólk úr arbeidarastættini, men nógv fólk úr fremmandum londum eru flutt til, serliga nógv úr Bangladesh. Hetta hevur ført við sær trupulleikar millum tilflytarar og tey hvítu, sum búðu har upprunaliga. Tey hvítu, sum hava búð í East End í eldir, halda seg verða sett til síðis tá stórar ílegur verða brúkt- ar til m.a. bústaðir til hesi »outsiders«. Sendingin lýsir hesar báðar samfelags- bólkarnar í sama býarparti. Tveir løgreglumenn og tveir narkohandlarar Fríggjadagin kl. 22.50: Dulda hóttanin 1:3 Ensk krimisendireð í trimum pertum. Segan er frá Docklands í Londons East End. Roger, sum hevur verið nakað vátt- ligur, doyr, tá ið teldan, hann hevur heima, fer í luftina. Beint áðrenn hevur hann sagt konu síni, at hann seinastu tíð- ina hevur arbeitt nakað svart, men ikki fyri hvenn. Hetta royna nú vinmaður hansara Duncan og aðrir at finna útav — men tað er vandamikið. Ian Ogilvy spælir Duncan. Hósdagin kl. 13.30: Inside Story Hesin parturin av »Inside Story«, ið kall- ast »Men of Steel«, er søgan um menni- nar, sum striddust fyri stovnanini av »Solidaritet«. Fyri 10 árum síðani fóru arbeiðsmenn á skipasmiðjuni í Gdansk í verkfall. Hetta var fyrsta mótsteðan móti kommunist- iska stýrinum í Pólandi, og sum seinni hevur fingið tey kommunistisku stýrini í Eystureuropa frá valdinum. Agnieszka Piotrowska hevur verið í Gdansk og sigur seguna um teir tríggjar skipasmiðjuarbeiðararnar Lech Walesa, Jacek Merkel og Josef Tabin og teirra stríð fyri frælsi. Bergmenn eru altíð til reiðar at spæla til veitslur og annað. Njál — Tlf. 19890