Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-08-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 1990síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 127 — 25. august 1990 Leygardagin kl. 20.00: Raices Ein framfersla við spanska sangaranum Julio Iglesias. Í sendingini sær Iglesias sínar musikalsku retur aftur: Spanien, Frakland, Italiu, Brasilien og Mexico. Hann heilsar hverjum landi við sangi sum t.d. O Sole Mio, Desafinado, La Vie En Rose, Perfidia, Quando quando quan- do, Bambolea o.g. Leygardagin kl. 21.00: Merry Christmas Mr. Lawrence David Bowie. Filmsfestival við David Bowie — ensk/ja- panskur filmur frá 1983. John Lawrence, oberstur og Jack Celliers, kommandoher- maður, báðir onglendingar, síggjast aft- ur í einari japanskari krígsfangalegu á Java í 1942. Teir eru sum dagur og nátt á ellum økjum uttan einum: Tað er ikki eydnast japanarum at fáa teir at boyggja seg. hóast báðir hava fingið harða við- ferð. Lawrence, sum áðrenn kríggið var diplomatur í Tokyo, tosar flótandi japan- skt og er helst einasti vesturlendingur á leguni, sum skilir japanararnar. Tom Conto spælir John Lawrence og David Bowie spælir Jack Celliers. Leygardagin kl. 23.10: Tevhundurin illtonktur Aftur og aftur miseydnast tað legregluni at handtaka vápnahandlaran Bittman. Summi vilja vera við, at onkur ber boð millum legregluna og Bittman og illgrun- in fellur á vinmann Fabers Wolfhart, sum livir yvir evni. Tað verður Faber, sum noyðist at kanna, um nakað er í hesum. Sunnudagin kl. 16.00: Beiggi min, hundurin Todd Waring. Amerikanskur familjufilmur frå 1987. Fyri nógvum árum síðani varð Wilby Daniels, av einum gandaringi, vorðin til ein hund. Men í langa tíð hevur hann nú livað sum ein vanligur maður, og hetta er beiggi hansara Moochie glaður um. Men beint áðrenn Wilby skal giftast, kemur ringurin fram aftur, og so er aftur ein stórur hundur í familjuni. Moochie fær úr at gera, tá ið nakrir menn ætla sær at stjala hundin.... Gary Krogher spælir Wilby. Sunnudagin kl. 19.00: Princess Daisy Amerikansk sendireð í tveimum pertum eftir »bestsellara« hjá Judith Krantz. Hetta er ævintýrið um ta vekru Daisy, dóttir ein russiskan fúrsta og eina ameri- kanska filmstjørnu. Hon vaks upp í Cali- fornia, men tilvera hennara var ikki bara eydnurík. Foreldrini vórðu /skild, mamman doyði av bilvanlukku og tá ið hon 16 ára gomul er fyri syndarligari vanlukku, broytist tilvera hennara. Fátek fer hon til New York at leita eftir eydnuni. Hon metir kærleikanum, men fortíðin forðar henni at gerast eydnurík. Merete Van Kamp spælir Princess Dai- sy Valensky. Merete Van Kamp. Sunnudagin kl. 21.00: Steamboat Junior Klassiskur stumfilmur frá 1928 við Bust- er Keaton í hevuðsleiklutinum. Buster spælir sonur ein sleipibátsskipara. Tá ið hann verður skotin í dóttir ein annan sleipibátsskipara, gerst lívið flekt.... Mánadagin kl. 18.00: Magnum Magnum fer, eftir áheitan frá Robin Mas- ters, til Sicilien at bjarga einari ungari kvinnu, sum er tikin til fanga. Men hann veit ikki, at henda kvinnan, Katrina Tre- maine, hevur stolið eitt virðismikið háls- band frá manninum, hon er hjá, Marchesi DeComo. Tað eydnast Magnum at fáa Katrinu við aftur til Hawaii, og DeComo í eðini aftaná... Mánadagin kl.21 00: Goodbye Supermom Amerikanskur sjónvarpsfilmur frå 1987. Nora og Jack liva eitt strævið lív, nógv arbeiði, tvey bern og eru næstan ongan- tíð inni. 12 ára gamla dóttirin er hon, sum ger tað mesta, sum er at gera inni, har hon og 10 ára gamli beiggi hennara eru meira saman við arbeiðskonuni enn við foreldrunum. Nora heldur sjálv, at hetta kann ikki vera rætt, og ein dagin ger hon av at gevast at arbeiða. Hon vil verða heima. Men hetta góðtekur familj- an als ikki. Hon sigur upp kortini og fer at royna sítt besta, sum kona og mamma. Týsdagin kl. 21.00: Slagið um Alamo Amerikanskur filmur í tveimum pertum, sum dag fyri dag lýsir Texas uppreistur- in móti tí nógv sterkara mexikanska heri- num. Segan byrjar í 1836, tá ið Jim Bowie, útslitin, hevur drukkið ov illa og er ólukkuligur at hava mist konu sína, hittir Davy Crockett og William Travis. Hesir báðir vóru við at herseta Ford Ala- mo og nú nokta teir at geva upp, hóast teir hava fingið boð um tað frá Sam Hou- ston. Í fyrstani er Bowie ósamdur við teir, men so við og við gerast teir væl. Saman við 181 monnum bardust teir fyri at verja Alamo — eitt stríð, sum kostaði fleiri túsund mannalív. Mikudagin kl. 22.45: M.A.S.H Vinn ella far! Klinger uppdagar, at tann kendi rennarin Jessup McFarland skal byrja á M.A.S.H. 4077, og bjóðar tí av móti M.A.S.H. 8063 — eina kapprenning millum Earle Le- mastes og »onkran« frá teimum. ØIl halda vid Klinger'sa lidi, til tey siggja, hver tað er sum kemur. Tað er McFar- land senior, og ikki kendi sonur hansara. Klinger lokkar ístaðin Faðir Mulcahy, sum vandi nógv í ungum degum, at renna ístaðin. Hósdagin kl. 21.00: Tað hendi eitt summar Amerikanskur filmur frá 1959 bygdur á skaldsegu hjá Sloan Wilson. Bart og Syl- via Hunter reka saman vid soninum Johnny eitt gistingarhús á Pine Island í Maine. Ein gamal vinur, Ken Jorgenson kemur at vitja saman við ráðaríku konu síni, Helen, og dóttir teirra Molly. Ken og Sylvia vóru forelskað tá ið tey vóru ung, men mamma Sylviu vildi ikki hava Ken til verson. Tá ið tey nú hittast aftur, vita tey beinanvegin, at kenslurnar eru tær somu enn. Og hóast tey ikki vilja tað, so hittast tey í loyndum. Og uppaftur fløkt- ari verður tað, tá ið bernini, Johnny og Molly eisini verða góð. Fríggjadagin kl. 19.00: Moskvas Statscirkus Vit skulu síggja teir bestu artistarnar frá ellum Sovjet. Teir koma frá Ruslandi, Ukrainien, Estlandi, Turmenien, Tadjik- stan o.a. frá. Vit skulu síggja bjarnir og sjóljón o.a. eisini. Hetta er ein framfersla, sum skarar framúr. Fríggjadagin kl. 20.00: Vakurleikans prísur Í hesi kjaksendingini síggja og hoyra vit Lars Hakelius professara og orðstýrara í Foreningen for plastikkirurgi í Sveríki. Morten Rynning-Kvelm — plastikkki- rurgiskur serfreðingur og hevundur til bókina »skønhedsoperationer - estistisk plastiskkirurgi<, Gorm Bretteville - yvir- lækna í plastikkkirurgi á Ríkissjúkra- húsinum í Oslo og aðrar læknar og fólk, sum hava fingið viðgerð. Fríggjadagin kl. 21.00: Sjónleikarin Australskur filmur frá 1987. Michael hevur í nógv ár arbeitt sum lestrarvegleiðari fyri onnur. Nú hugsar hann um at finna upp á okkurt sjálvur, fyri at gera gerandisdagin heldur litfagr- ari. Hann vil verða sjónleikari. Hann fer á sjónleikaraskúla, men hetta gevur ikki gott úrslit. Og oman á alt fer besti vinur hansara avstað við konuni..... Útvarp Føroya Leygardagin kl. 19.05: Bjørn Afzelius í Norðurlandahúsinum Mong vóru tey, sum til fánýtis royndu at fáa atgongumerki til konsertirnar hjá Bjørn Afzelius, sum var í Norðurlanda- húsinum undir jazzfestivalinum í farnu viku. Tað var bert pláss fyri umleið 500 fólk- um hvert kveldið, og tí vóru tað nógv, sum ikki sluppu at uppliva henda vælum- tókta svian. Men nú verður meguleiki at uppliva konsertina í Útvarp Feroya. Konsertin, sum varð hildin mikukveldið 15. august, varð tikin upp á band, og úrdráttir úr hesi konsert verður sendur í útvarpinum leygarkvøldid 25. august beint eftir V4- dráttin klokkan 19.00. Bjørn Afzelius