fríggjadagur 7. mars 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 46 - 7. mars 2003
Nr. 46 - 7. mars 2003
3
Við løgmannbreyt
verður nú gjørt klárt
at byggja ein handil
og ein samkomu-
bygning. Ætlanir eru
eisini um kirkju og
samkomuhús hjá
Brøðrasamkomuni
ÚTSTYKKING
Eirikur Lindenskov
Í løtuni eru teir í ferð við at
stykkja út niðast við Løg-
mannabreyt í Hoyvík. Í
hesum umfarinum verður
stykkjað út til ein handils-
bygning hjá Erling Bech,
sum eigur og rekur Ternu-
búðina á Ternuryggi og ein
samkomubygning til Mein-
igheitina í Hoyvík. Hinu
megin vegin verður stykkja
út til randarhús.
Sjúrður Olsen, sum er
formaður í teknisku nevnd
hjá Tórshavnar býráð sigur,
at stórar ætlanir eru í Hoy-
víkshaganum.
– Umframt hesa útstykk-
inginia, so eru ætlanir um
fleiri aðrar samkomubygn-
ingar. Hinu megin løg-
mannabreyt hevur Brøðra-
samkoman keypt øki, sum
skal nýtast til samkomu-
bygning, og oman fyri
barnagarðin
og
skúlan
verður krikja bygd, sigur
hann.
Vegurin, ið nú verður
gjørdur, skal ganga víðari
niðan til kirkjuna. Nær
kirja verður bygd, veit Sjúr-
ður Olsen ikki at siga, men
Kirkjumálaráðið keypt økið
til kirkjuna, og varð tann
handlin avgreiddur í heyst.
Longri upp við Løg-
mannabreyt, áleið har sum
nýggi barnagarðurin er
bygdur, er eisini ætlan um
at gera ein handilsdepil og
íbúðarblokkar.
Handil, samkomuhús
og kirkja í Hoyvík
Niðast við Løgmannabreyt í Hoyvík verður nú stykkjað út til matvøruhandil og samkomuhús. Hinumegin vegin verða íbúðir bygdar
Mynd: Jens Kristian Vang
Í eini roynd at forða
fyri báli og brandi,
hvørja ferð lønirnar
hjá landsstýrismonn-
um skulu takast upp,
skal ein nevnd við
serkønum setast at
viðgera lønarviður-
skiftini hjá løgmanni
og landsstýri. Nevnd-
in skal dagføra lønir-
nar eina ferð hvørt
valskeið
LØNARNEVND
Ingi Rasmussen
Nú ger løgmaður aftur eina
roynd at fáa loyst eldfima
málið um løn og eftirløn
hjá landsstýrismonnum.
Hann hevur lagt eitt
uppskot fyri løgtingið, sum
hevur til endamáls »at
tryggja løgmanni eitt dygt
og væl grundað tilmæli um
samsýningar og eftirløn
landsstýrismanna«. Løg-
maður vil hava heimild at
seta eina nevnd við trimum
fólkum, sum ikki eru
løgtingsmenn, landsstýris-
menn ella fólk, sum eru í
starvi
í
fyrisitingini.
Nevndin skal geva løg-
manni eitt tilmæli um løn
og eftirløn, ið tekur støði í
tignini og ábyrgdini, sum
liggur í størvunum.
Ringar royndir
Løgmaður er helst vorðin
klókur av skaða, tí hann
hevur ringar royndir av at
finglast við lønarspurning-
in hjá sær sjálvum og sín-
um landsstýrismonnum.
Í mars 2001 legði hann
eitt uppskot fyri løgtingið
um broyting í lønarviður-
skiftunum hjá landsstýris-
monnum, sum hevði til
endamáls at javnseta eft-
irlønina við hana hjá løg-
tinginum. Men millum
aðru og triðju viðgerð kom
eitt broytingaruppskot, sum
gjørdi uppskotið afturvirk-
andi heilt aftur til 1951.
Hetta elvdi til mikla
øsing og umtalu millum
fólk, og undirskriftir vóru
innsavnaðar, sum mót-
mæltu, at tingmenn góvu
sær sjálvum eftirløn við
afturvirkandi megi. Ført
varð fram, at tingmenn lóg-
góvu í egnan lumma.
Málið var tikið aftur, og
løgmaður vendi aftur til
upprunaliga
uppskotið,
sum ásetti, at lógin bert
fekk gildi fyri løgmann
sjálvan
og
landsstýris-
menn, sum tóku sæti eftir
valið í 1998.
Forðar endurtøku
Nú vil løgmaður sleppa
undan, at sama søgan end-
urtekur seg, og tí vil hann
hava eina nevnd, sum javn-
an tekur lønarviðurskiftini
upp til dagføringar.
– Nýskipanin við hesum
uppskoti er, at løgmaður
frameftir eina ferð í hvørj-
um valskeiði fær eitt væl
grundað tilmæli, sum ikki
er heft at áhugamálum í
politisku skipanini, at nýta
sum grundarlag fyri støðu-
takan um, hvørt lógarupp-
skot um broytingar í sam-
sýningum og eftirløn lands-
stýrismanna skal setast
fram, sigur Anfinn Kalls-
berg løgmaður í viðmerk-
ing til uppskotið.
Við uppskotinum biður
løgmaður um pengar til
hesa serligu nevndina, og
roknað verður við, at hon
fer at kosta umleið 100.000
krónur tað árið, tilmælið
verður latið.
Landsstýris-
lønir aftur
á breddanum
C
M
Y
K
3
2