Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 46 - 7. mars 2003 Nr. 46 - 7. mars 2003 5 Í umbúna er at koyra Eldrafelagið Borgina í Fuglafirði úr Lands- felag Pensiónistanna. Landsformaðurin sigur, at Borgin sjálv hevur sett seg uttan fyri Landsfelagið ÓSEMJA Edvard Joensen Landsfelag Pensiónistanna hevur hótt við at koyra Eldrafelagið Borgina í Fuglafirði úr Landsfelagn- um. Grundgevingin er, at Borgin hevur ikki hildið viðtøkurnar hjá Landsfel- agnum. Tað passar ikki, sigur formaðurin í Eldra- felagnum Borgini. Ditleif Eldevig, formaður í Eldrafelagnum Borgini í Fuglafirði, er sera mis- nøgdur við, at Landsfelag Pensiónistanna hevur kall- að til fund á Tórshavnar Sjómansheimi í dag, har evnið skal vera at koyra Borgina úr Landsfelagnum. Øll limafeløgini í Landsfel- agnum, uttan Borgin, hava fingið fundarboð. Tað eru 14 limafeløg í Landsfelag Pensiónistanna. Tómas Tómasson, for- maður i Landsfelagnum, sigur, at tað er ikki rætt, at Landsfelagið vil koyra Borgina úr felagnum. Tað hevur Borgin sjálv gjørt í og við, at felagið ikki vil góðkenna viðtøkurnar hjá Landsfelagnum og heldur ikki heldur tær. Støðan er tann, sigur Tómas Tómassson, at Landsfelag Pensiónistanna á aðalfundi í fjør fekk nýggjar viðtøkur, sum øll limafeløgini uttan Eldrafel- agið Borgin hava skrivað undir. Grundina til, at Borgin ikki hevur skrivað undir, sigur formaðurin í felagn- um, Ditleif Eldevig, vera, at felagið kann ikki góðtaka, at limafeløgini hava mist atkvøðurættin á aðalfund- inum, og í øðrum lagi, at ikki kann atkvøðast við fulltrú. – Tað ber ikki til at krevja í einum pensionistafelag, at allir limir, sum atkvøða, skulu vera á fundi. Tað má bera til, um eitt nú ein nevndarlimur liggur sjúkur - vit tala jú um pensionistar - so skal viðkomandi kunna lata ein annan atkvøða í sínum stað, sigur Ditleif Eldevig. Men tað ber ikki til nú. Tað er enntá so flott, vísir hann á, at tann til einhvønn aðalfund valdi fundarstjórin kann gera av, hvussu atkvøtt verður. Tómas Tómasson, for- maður í Landsfelagnum váttar, at so er, men tað er ein aðalfundarsamtykt, sum hevur gjørt tað av, og hon má haldast, sigur hann. Eingin roknskapur Ditleif Eldevig vísir eisini á, at Landsfelagið noktar Eldrafelagnum Borgini peningastuðul, sum av røtt- um tilkemur felagnum. Talan er um pengar, sum Landsfelag Pensiónistanna fær av fíggjarlóg Løgtings- ins art býta út til feløgini. Men Borgin fekk einki seinast, býtt varð út, tí leiðslan í Landsfelagnum metir, at felagið ikki heldur lógir Landsfelagsins. Víst verður til tvær grein- ar í lógini hjá Landsfelagn- um, sigur Ditleif Eldevig. Men báðar hava vit hildið, sigur hann. Onnur snýr seg um nýggj feløg, sum vilja gerast limir í Landsfelagn- um, og hin um at lata inn tilfar til Landsfelagið. –Vit kunnu ikki koma undir grein trý, tí vit hava verið limir í Landsfelagn- um í mong ár, og sambært grein fýra kunnu vit heldur ikki blakast út, tí vit hava sent inn limalistan, sum greinin fyrisetur, sigur hann. Til tað svara Tómas Tómasson, formaður í Landsfelagnum, at grein trý eisini sigur, at felag, sum ikki heldur viðtøkur Lands- felagsins, kann koyrast úr felagnum. Og tað hevur Eldrafelagið Borgin í Fuglafirði ikki gjørt. Tí hóast felgið hevur latið limalista inn sambært grein fýra, so hevur Borgin ong- an roknskap latið Landsfel- agnum, sum sama lóg áset- ir, vísir hann á. – Og fyri at koma aftur til studningin, hevur Borgin kært til Almanamálaráðið, at vit ikki vilja lata teimum hann, men haðani greitt fingið at vit, at tað kann Landsfelagið ikki gera, uttan at Borgin eisini letur roknskapin inn til Lands- felagið. Og hann er ikki komin. Fylgja lógini Landsfelagið hevur tann 28. januar í skrásettum brævi gjørt Borgini greitt, at verða hesi viðurskifti ikki fingin í rættlag sam- bært reglum Landsfelags- ins innan ein mánað frá tí, brævið er dagsett, verður neyðugt at koyra Borgina úr Landsfelagnum. – Tað er so ikki greitt enn, og vit noyðast tí at handla hareftir, sigur Tómas Tómasson. Hinvegin sigur Ditleif Eldevig, formaður í Eldra- felagnum Borgini, at hann kann ikki taka brævið fra Landsfelagnum fyri fult, tí har stendur, at tað er nevnd- in í Landsfelagnum sum hevur sent tað. Men tað eru bara tríggjar undirskriftir á brævinum, hóast viðtøk- urnar hjá Landsfelagnum siga, at landsfelagið hevur fimm limir. – Tað er rætt, at viðtøk- urnar siga tað, váttar Tómas Tómasson, formaður í Landsfelag Pensiónistanna. Men tað eru somu viðtøkur frá 18. mei 2002, sum siga tað, og tað er júst grundin til, at bara trý fólk hava skrivað undir. Støðan var tann, sigur hann, at á aðalfundinum varð nevndin víðkað frá trimum til fimm limir. Men tað stendur eisini í lógini, at broytingin kemur í gildi dagin eftir, at hon er sam- tykt. Sostatt bar stutt og greitt ikki til at velja fimm nevndarlimir á tí fundinum, og gjørdi fundurin tí av, at á komandi aðalfundi í mei í ár, skulu veljast fimm nevndarlimir. Fundurin, sum kallað varð inn til á Sjómansheim- inum í dag, er avlýstur, sig- ur Tómas Tómasson. Tað kemst av, at hann hevur frætt, at Ditleif Eldevig ætl- ar sær at møta á fundi, hó- ast hann ikki er boðin. Hesum væntar landsfor- maðurin bara illstøðu av, og tí hevur hann gjørt av at taka alt málið, sum tað er, upp á komandi aðalfundi hjá Landsfelag Pensiónist- anna. Misljóð millum pensiónistar …men formaðurin í Landsfelag Pensiónistanna, Tómas Tómasson, sigur, at tað er Borgin sjálv, sum hevur sett seg uttanfyri Formaðurin í Eldrafelagnum Borgini í Fuglafirði, Ditleif Eldevig, sigur, at Landsfelag Pensiónistanna av órøttum vil blaka Borgina úr Landsfelagnum… Løgmaður legði seg út í setanina Løgmaður gav Annlis Bjarkhamar nøkur politisk ráð, longu tá hon fór inn í málið um setan av landsan- tikvari. Høgni Hoydal er skelkaður og spyr, hvussu er við ábyrgd landsstýrismanna. Anfinn Kallsberg sigur, at hann bert vísti á, at Annlis Bjarkhamar skuldi hava »serdeilis góðar grundir« at blanda seg upp í málsvið- gerðina UPPSØGN Ingi Rasmussen Løgmaður legði longu í setanartilgongdini upp í málið um setan av lands- antikvari. Tað sæst í uppsagnar- brævinum, sum frákoyrda landsstýriskvinnan Annlis Bjarkhamar fekk frá løg- manni týsdagin. Í brævinum sigur løg- maður, at hann harmast um, at Annlis Bjarkhamar ikki legði upp fyri sínum við- merkingum undir sjálvari setanartilgongdini. Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, las nú- staðni brævið, tá hann kom aftur av uttanlandsferð mikudagin. Hann sigur við Útvarp Føroya, at hann er skelkaður av at sanna, at løgmaður beinleiðis hevur blandað seg upp í setanina av landsantikvari. – Hvussu er við ábyrgd landsstýrismanna, tá lands- stýrismenn ikki fáa arbeitt í friði fyri løgmanni? spyr Høgni Hoydal. Politisk ráð Anfinn Kallsberg afturvís- ir, at hann hevur roynt at ávirka støðutakanina hjá Annlis Bjarkhamar, men váttar, at hann gav henni góð ráð, tá hon fór undir at kanna málið. Tað byrjaði við, at Annlis Bjarkhamar vendi sær til løgmansskrivsstovuni, eftir at hon í tveimum umførum hevur fingið tilmæli frá setanarnevndini um at seta Símun V. Arge í starvið sum landsantikvarur. Annlis er ikki nøgd við tilmælið, og ætlar sær tí sjálv at kanna málið. Umsitingin greiður henni frá, at tað ikki er í andsøgn við nakra lóg. Løgmaður frætti um samskiftið og gav so Annlis »nøkur politisk ráð«, sum hann málber seg. – Eg segði við hana, at út frá einum politiskum sjón- armiði er tað sera óheppið, at hon fór inn í málsvið- gerðina í setanartilgongd- ini. Fyri tað fyrsta er tað óvanligt og neyvan sæð fyrr. Harafturat hava vit eft- ir nógvan turbulens upp- bygt ein setanarpolitikk. Hann snýr seg eitt nú um, at starvssetanir skulu byggja á fakligar metingar, sigur løgmaður. – Eg havi sagt við Annlis, at tað er sera óheppið, at hon fór inn í málsviðgerð- ina, og um hon gjørdi tað, skuldi hon hava serdeilis góða próvgrund fyri at gera tað, sigur Anfinn Kalls- berg, løgmaður. Øskukalt samstarv Hvussu er og ikki. Málið vísir, at tað er øskukalt millum stóru samgongu- flokkarnar. Hetta er ikki fyrstu ferð, men fólk eru farin at spyrja, nær álitið er uppbrúkt. Tingmanning Tjóðveldis- floksins skuldi hava fund um málið hósdagin við tveimum málum á skránni. Annað var sjálv uppsøgnin av Annlis Bjarkhamar. Hitt var politiska støðan í síni heild. Tjóðveldisflokkurin um- hugsar at siga samgonguna upp, men sigur í somu vending, at løgmaður er tann fyrsti sum fær tað at vita. Yvirlivir samgongan aftur hesaferð, situr hon valskeiðið á tamb, tykjast eygleiðarar samdir um. Kut úr uppsagnarbrævi løgmans til Annlis Bjarkhamar. Fæst undirtøka í løgtinginum verður ein eftirskúli til ung við breki settur á stovn longu í august. Endamálið er at geva ungum við breki eitt skúlatilboð, sum ger tey før fyri at seta føtur undir egið borð SKÚLATILBOÐ Ingi Rasmussen Ein virðiligan ungdóm. Og eitt skúlatilboð, sum menn- ir tey til eitt sjálvstøðugt lív. Soleiðis orðaðu nøkur for- eldur at børnum við serlig- um tørvi seg í einum brævi, har tey heittu á landsstýrið um at geva ungum brekað- um eitt skúlatilboð. Og nú er loksins líkt til, at skipað verður fyri at seta ein eftirskúla á stovn til ung við breki. Bert fáar dagar áðrenn, at Annlis Bjark- hamar, fyrrverandi lands- stýriskvinna við mentamál- um, fekk sekkin frá løg- manni, kundi hon bera eitt uppskot til løgtingið, sum hevur til endamáls at seta á stovn skúlatilboð til ung við breki. Stórur tørvur Tey ungu við serligum tørvi hava sum er ongastaðni at fara, tá tey eru liðug við fólkaskúlan. Hetta skal berast í bøtuflaka fyri við skúlatilboðnum. Málbólk- urin er í fyrsta lagi ung við breki, sum eru eldri enn 18 ár, og sum eru hampiliga sjálvbjargin. Tað merkir, at tey mugu klára seg uttan persónligan stuðul. Tørvurin er stórur. Yvirlit frá fólkaskúlanum vísir, at 18 dreingir og 8 gentur í 10. flokkunum, 23 dreingir og 3 gentur í 9. flokkunum og 16 dreingir og 4 gentur í 8. flokkunum fáa tímar fyri serligan tørv. Eingin meting er kortini gjørd, sum vísir, um øll hesi 72 kunnu koma upp á tal, sum møguligir brúkarar av einum øðrvísi skúlatilboði. Millum seks og átta næmingar fáa skúlatilboð beinanvegin, og síðan fáa ein ella tveir bólkar afturat tilboðið um tvey ella trý ár. Upplæring í felag Endamálið við nýggja skúlatilboðnum, sum ætl- andi verður sett hol á longu í august, er at menna tey ungu til eitt sjálvstøðugt lív eftir lokið skúlaskeið. Høv- uðsdenturin verður lagdur á upplæring í praktiskum ar- beiðsgongdum innan van- ligt gerandislív, soleiðis at næmingarnir fáa betri møguleika at seta føtur undir egið borð. Samstundis er hetta eitt tilboð um at búgva saman í einum felagsskapi í trý ár. Tiltakið kemur at virka sum eitt slag av bústovni við tøttum tilknýti til arbeiði í urtagarði, jarðarbrúki, starvsvenjing, vardum ar- beiði á vanligum arbeiðs- plássum, ítriv og upp- læring. Sostatt er ikki talan um ein bókligan skúla, har dentur verður lagdur á vanligar lærugreinir. Ein royndarskipan Í fyrstu atløgu er talan um eina royndarskipan, sum heldur fram í seks ár. Hvørt skúlaskeiðið er í mesta lagi trý ár og fer sambært upp- skotinum fram á einum ella tveimum hóskandi støðum í Føroyum. Enn er ikki greitt, hvar skúlin skal vera, men tað verður latið upp í hendur- nar á komandi landsstýris- manninum at finna. Honum verður eisini heimilað at gera leigumál, men mein- ingin er, at byggja ella keypa høli til endamálið. Sagt verður, at tørvur er á einum húsum, sum hava umleið átta búrúm, køk, stovu, skúlastovu og onnur rúm. Eftirskúli til ung við breki ávegis Annlis Bjarkhamar situr fyri síðstu ferð til borðs í menta- málaráðnum. Hon náddi akkurát at fáa uppskot fyri løgtingið um at seta á stovn skúlatilboð til ung við breki Mynd: Jens K. Vang C M Y K 5 4