fríggjadagur 7. mars 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 46 - 7. mars 2003
Nr. 46 - 7. mars 2003
7
Atlantis hava høll innan tvey ár
– Um Atlantis skal
yvirliva, tá tunnilin er
komin undir Leir-
víksfjørð, má húsið
byggjast út við eini
høll til 1000 fólk við
hartil hoyrandi hent-
leikum, heldur Jógv-
an Eliasen, dagligur
leiðari
MENTUNARHÚS
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
– Atlantis er ov lítið til at
hýsa størri tiltøkum og
konsertum. Við sínum 112
stólum á einum skrágólvi
eru
møguleikarnir
ikki
nógvir í húsinum.
Hetta sigur dagligi leið-
arin í Atlantis ,Jógvan Elia-
sen. Hann hevur sitið í
starvinum í gott ár nú, og
hann heldur, at tað verður
ongin møguleiki hjá Atlant-
is at yvirliva, tá tunnilin er
komin ígjøgnum, um ikki
ein høll til 1000 fólk við
øllum hentleikum verður
veruleiki innan fyri tvey ár.
– Vandin fyri, at klaks-
víkingar fara at leita sær
undirhald aðrastaðir, tá
tunnilin er komin, er sera
stórur, tí Atlantis nøktar
ikki tann tørvin sum er,
heldur hann.
Jógvan greiðir frá, sum nú
er, so kunnu tey veruliga
peningagevandi
tiltøkini,
sum til dømis stórar kon-
sertir, dansur, konferansir,
framsýningar og líknandi,
ikki haldast í húsinum , tí
umstøðurnar ikki eru til tað.
Eitt er skrágólvið við sínum
avmarkingum, men Jógvan
vísir eisini á, at har er bert
ein lítil foyerur, og kjallara-
hæddin í húsinum er lang-
tíðarútleigað til Klaksvíkar
Sjónleikarafelag.
Tað, sum Jógvan hevur
hugsað sær, er ein høll við
sløttum gólvi, ið skal kunna
rúma einum 1000 fólkum,
tá konsert og onnur dansi-
tiltøk eru. Og annars rúma
einum 300-400 fólkum til
virksemi, har stólar verða
settir upp. Eisini vísir hann
á, at ein ídnaðarkøkur og
goymslupláss eru alneyðug.
Við hesum heldur Jógvan at
tað eigur at bera væl til at
útbyggja Atlantis til ein
veruligan mentunardepil, ið
kundi tænt sum miðstøð
fyri allar mentanarligar
stovnar í býnum.
– Tað er upplagt at leggja
kunningarstovuna, leiðsl-
una fyri Norðoya Forn-
minnissavni, umframt fyri-
sitingina
av
frítíðar-og
ítróttarráðnum í býnum í
Atlantis, so ein veruliga fær
eina livandi eind við trivn-
aði fyri tey, ið har koma at
starvast, heldur dagligi
leiðarin í Atlantis.
Útbyggingarmøgu-
leikar
Atlantis kann byggjast út
allar vegir uttan móti fót-
bóltsvøllinum. Jógvan hev-
ur sjálvur gjørt onkrar
skitsur yvir, hvussu húsið
kann byggjast út eftir ver-
andi fortreytum, ið hann
hevur
latið
mentanar-
nevndini í Býráðnum. Við
hesi loysnini, hevur hann
hugsað sær, at inngongd,
wc, foyer og annað verður
flutt vestur móti Bøgøtu, og
at alt plássið frá verandi
sali og yvir í móti skýlinum
verður nýtt til ein nýggjan
sal við sløttum gólvi, til
køk og goymslurúm við
meira. Loftshæddin verður
eisini rættuliga nógv økt
við hesum uppskoti.
Sjálvur heldur Jógvan tó
ikki, at hetta uppskotið er
meira enn næstbest. Hann
heldur, at teir stóru útbygg-
ingarmøguleikarnir liggja
norðanfyri húsið, sum tað
er í dag. Men hetta er tó
treytað av, at vegurin fram-
við húsið verður avskorin,
so alt økið frá Bøgøtu og
eystur um skýlið við fót-
bóltsvøllin
verður
tøkt
byggiøki. Og her vísir
Jógvan á, at tá ið rundkoyr-
ingin í miðbýnum verður
veruleiki einaferð í summ-
ar, er als ikki tørvur á at
koyra framvið norðanfyri
Atlantis.
– Tí átti kommunan at
umrøtt hetta málið beinan-
vegin og fáa vegin avbyrgd-
an, tá rundkoyringin verður
tikin í nýtlsu, sigur Jógvan
Eliasen, sum ynskir, at av-
gerðirnar verða tiknar nú,
og at borgarar í Klaksvík
fara at stíga fram og siga
sína hugsan.
Týsdagin var ein
kunnandi fundur fyri
fiski- og alivinnunum
um nýggju útbúgv-
ingarmøguleikarnar á
Føroya Fiskivinnu-
skúla
ÚTBÚGVING
Solby A. Eliasen
Á fundinum, sum var fyri
fiski- og alivinnuna varð
greitt, at áhugin innan vinn-
una at taka lærlingar inn er
stórur. Jákup Andreasen,
skúlastjóri, sigur, at har
søgdu fleiri seg vera sinnað
at taka lærlingar inn, um
tey søkja.
Eisini veit hann at siga, at
áhugin millum lesandi av-
gjørt er tilstaðar, tí fleiri
hava ringt til skúlan og
spurt seg fyri um útbúgv-
ingina, og hvussu tey skulu
gera fyri at søkja.
Hendan nýggja útbúgv-
ingin er ein praktisk vinnu-
lívsútbúgving, har næming-
ur, sum ætlar sær undir
hana ikki skal søkja inn á
sjálvan fiskivinnuskúlan,
men finna sær eitt góðkent
lærupláss millum 12 til 24
vikur, áðrenn skúlin byrjar í
august. Tá tey hava funnið
eitt lærupláss, ganga tey tað
fyrsta árið í skúla, og síðani
fara tey í læru. Útbúgvingin
tekur trý ár tilsamans, og
fyri uttan skúlagongd tað
fyrsta árið og 12 vikur í
triðja árinum, er næmingur-
in fyri rest í læru á einum
virki innan ali ella fiski-
vinnuna. Um ein næmingur
fer í læru á einum kryvji-
virki, so skal hann eisini á
eitt annað virki innan ali-
vinnuna, tí tað verður ikki
mett at vera nóg breitt øki
bert at vera á einum kryvji-
virki. Eftir trý ára læru og
skúlatíð er ein næmingur
útlærdur sum alari ella
fiskavirkari.
– Ein næmingur í hesi út-
búgvingini skal gjøgnum
allar tær ymisku arbeiðs-
gongdirnar á sínum læru-
plássi,
greiðir
Jákup
Andreasen frá.
Sum er eru bert tvey,
sum eru farin í holt við
hesa útbúgvingina. Annar
er í alivinnuni og hin í
fiskivinnuni.
Men
tað
kemur av, at útbúgvingin
varð ikki sett í verk fyrr enn
á sumri í fjør, og tá var ov
seint at fara í gongd við
kunnandi og lýsandi ar-
beiði. Men nú hevur Fiski-
vinnuskúlin
av
røttum
kunnað gjørt vart við
nýggju møguleikarnar.
Men skúlastjórin sigur tó,
at hann kann ikki siga nak-
að nágreiniligt um undir-
tøkuna, tí sum sagt, so
skulu næmingarnir ikki
søkja inn á skúlan men
finna eitt lærupláss.
– Av tí at læruplássið ikki
skal verða funnið fyrr enn
millum 12 og 24 vikur áðr-
enn skúlin byrjar, so ber
slettis ikki til hjá mær at siga
nakað um undirtøkuna enn,
sigur Jákup Andreasen.
Sum er, er ein fyrsti
flokkur í Fiskivinnu-skúl-
anum, og tey bæði, sum eru
undir nýggju útbúgvingini
ganga í tí flokkinum. Hetta
ber væl til, og tað verður
helst so eisini komandi
skúlaár.
– Tað valdast sjálvandi
undirtøkuni fyri tí nýggja,
tí um tað fer upp um eitt
vist, so kann tað fara at ger-
ast neyðugt at gera ein
serstakan flokk við bara
teimum, sigur skúlastjórin
á Fiskivinnuskúlanum, Ják-
up Andreasen.
Tað ber nú til at nema sær
tvær ymiskar útbúgvingar á
Fiskivinnuskúlanum í Vest-
manna. Eina yrkismið-
námsútbúgving, sum er á
sama støði sum hinar mið-
námsútbúgvingarnar ella
hesa nýggju útbúgvingina,
sum varð sett í verk sein-
asta summar.
Kunnandi fundur um yrkisútbúgving á
Fiskivinnuskúlanum
Jógvan Eliasen, dagligur
leiðari í Atlantis í Klaksvík,
sigur, at neyðugt er við
útbygging av Atlantis, um
húsinum skal verða lívi laga,
tá undirsjóvartunnilin er
komin um Leirvíksfjørð
Vinnuligi áhugin fyri nýggju
yrkisútbúgvingini á Føroya
Fiskivinnuskúla tykist at vera
stórur
Um gott 19-tíðina
næstsíðsta mikukvøld
um kom eldur í
maskinrúmið um-
borð á línubátinum,
Fiskivarða úr
Oyndarfirði, meðan
teir vóru á fiskileið í
ein útnyrðing úr
Mykinesi
ELDUR
Vilmund Jacobsen
- Vit høvdu havt eina fulla
setu og høvdu sett seks
stokkar av línu útaftur. Júst,
meðan vit skuldu fara at
skaffa, fór alarmurin í
gongd, og nógvur roykur
var at síggja í maskin-
rúminum.
Soleiðis greiðir ein av
monnunum, sum var við
Fiskivarða hendan túrin,
frá.
Veðrið var gott á leiðini,
og manningin avgjørdi at
ringja til Brimil.
Brimil svaraði ikki, men
tá ið ringt varð til Tjaldrið,
gekst betur.
- Tjaldrið var tá statt í
Kalsoyarfirði, og tveir til
hálvan triðja tíma seinni
vóru teir hjá okkum.
Maðurin sigur, at eingin
panikkur var umborð.
Stongdu fyri luftini
- Vit hildu tað vera best at
steingja fyri luftini til
maskinrúmið, so eingin ilt
slapp niður. Hetta var tað
einasta, vit kundu gera, tí
hugsingur var ikki um at
fara niður at royna at basa
eldinum.
Í byrjanini visti manning-
in ikki, hvar eldurin var,
men seinni vísti tað seg, at
eldur var omaná motorin-
um har aftur, sum útstoyt,
luftinnsúgving og oljufør-
ingin er.
- Høvuðsmotorurin og
ljósmotorurin steðgaðu, og
vit lógu við neyðljósum.
Vit vónaðu, at eldurin fór at
kódna, tá ið eingin ilt var
eftir.
Maðurin sigur, at tað ein-
asta, teir kundu siga mann-
ingini á Tjladrinum, var, at
støðan vísti seg at vera
undir eftirliti á tann hátt, at
hitin, sum merktist úr
maskinrúminum,
øktist
ikki.
- Tað vísti seg eisini, at
eldurin breiddi seg ikki um
maskinrúmið, og umleið
hálvan annan tíma eftir, at
eldurin
var
kyknaður,
sluppu vit niður í maskin-
rúmið.
Tjaldrið var á Runavík
við Fiskivarða klokkan gott
04 morgunin eftir.
Maðurin heldur, at tað
var ein hjálp í støðuni, at
nógv olja var í tangunum,
sum eru har afturi í maskin-
rúminum.
Hitin var so nógvur, at
verri kundi verið vorðið,
um tangarnir vóru hálvtóm-
ir.
Gongur ein tíð
Alt tað elektriska í maskin-
rúminum á Fiskivarða er
farið, bæði eltalvur og
kaðlar, og tá ið vit frættu,
var óvist, um maskinan
hevur fingið nakran skaða.
Tað gongur helst ein tíð
enn,
áðrenn
Fiskivarði
verður klárur at fara til
fiskiskap aftur.
Við skipinum eru seks
mans, og skipari er Fróði
Ejdesgaard.
Eldur umborð á Fiskivarða
- Høvuðsmotorurin og
ljósmotorurin steðgaðu, og
vit lógu við neyðljósum. Vit
vónaðu, at eldurin fór at
kódna, tá ið eingin ilt var
eftir, sigur ein av
manningini, sum var við
Fiskivarða, tá ið eldur kom í
maskinrúmið
Tíðindaskriv
Skótalið Sigmunds
Brestissonar
Sunnudagin 9. mars kl.
15.00 verður Grækaris-
messuhald á Vaglinum.
Skótarnir ganga skrúð-
gongu, Havnar hornorkest-
ur spælir og kórið Sólar-
magn syngur.
Annika Wardum Joensen
flytur fram røðu.
Fyrsta Grækarismessan
var hildin í 1943, og var tað
Sverri Paturson sum heitti
á skótarnar um at halda
henda dagin.
Allir skótar í Havnini
skulu møta ein tíma áðrenn
í skótahølum sínum.
Skrúðgongan
fer
frá
Vágsbotni kl.14.45.
Gingið
verður
eftir
Bøgøtu-Tróndargøtu-Niels
Finsensgøta-oman
á
Vaglið.
Grækarismessu-
hald í Havn
C
M
Y
K
7
6