fríggjadagur 7. mars 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 46 - 7. mars 2003
Nr. 46 - 7. mars 2003
9
- Tónleikurin er alt
fyri meg. Hann ger, at
eg eri á lívi - at eg
livi. At vera tónleikin
fyriuttan er tað sama
sum at leggja seg at
doyggja sigur Sigrið
Rasmussen, sum
gongur á tónleika-
skúla í London. Hon
heldur Føroyar
goyma hópin á tón-
leikaratalentum.
Spurningurin er bara
at uppdaga tey
TÓNLEIKUR
Jan Müller
Hóast smáar eiga Føroyar
nógvar góðar tónleikarar og
tónlistafólk. Eitt av teimum
er 28 ára gamla Sigrið Ras-
mussen úr Havn. Hon
byrjaði fyri hálvum ári síð-
ani á einum av teimum
kendu tónleikaskúlunum í
London, "London College
of Music", á "Tahmes
Valley University", ið hev-
ur eina serliga sanglinju, ið
einans 24 næmingar sleppa
inn á. Hon lesur til Bache-
lor of Popular Music
Preformance.
Útbúgv-
ingin tekur trý ár.
Stórtrívist
– Tað gongur faktiskt øgi-
liga væl. Eg stórtrívist. Tað
er sera áhugavert at vera
her í London sigur hon við
Sosialin, sum hitti hana á
føroyakvøldinum í London
herfyri. Har sang hon sam-
an við einum øðrum før-
oyskum tónlistafólki, Teiti
Lassen.
Tað er so ikki ein og hvør
skúli heldur, har Sigrið er
sloppin at menna og út-
búgva seg innan tónlistina,
sum er alt fyri hana. 200
næmingar úr allari verðini
sleppa inn á skúlan og var
Sigrið einasti føroyingur
teirra millum. Hon hevur
valt vokallinjuna innan
sang og teknikk, sum er
rættiliga nýggj har á skúl-
anum.
Men hví London?
- London er staðið, um tú
vil hava eina góða útbúgv-
ing innan tónleik. Slíkur
skúli sum eg gangi á finst
bert í London og í USA.
Sigrið, sum eitt skifti var
í Noregi og har var við í
fleiri tónlistatiltøkum, dám-
ar væl umhvørvið í bretska
høvuðsstaðnum.
Framtíðin
Men hvat vil hon so brúka
hesa útbúgvingina til, tá
hon er liðug um knapp trý
ár!
- Tað verður so upp til
mín og støðuna tá. Tú kanst
vera artistur og tú kanst
undirvísa. Tú kanst koma
víða við slíkari útbúgving,
so vit fáa at síggja.
Men hvussu eydnaðist
tað so henni at sleppa inn á
skúlan?
- Eg haldi meg hava upp-
livað og lært nógv á tón-
leikaøkinum. So eg skuldi
havt góðar royndir og bar-
last at koma á skúlan.
Sigrið Rasmussen sigur,
at hennara mál er at gerast
ein betri musikari og sang-
ari og at kunna læra onnur.
Tú kanst fara út í verðina
og fáa nýggjar og fleiri
royndir, og tú kanst fara
heim eftir lokna útbúgving
at læra føroyingar nakað
um tónleik.
Tað hon veit um er eingin
føroyingur, sum fær út-
búgving innan tað hon
nevnir popular music, sum
annars er ein tónleikagrein,
ið er nogv frammi í dag og
sum hon heldur føroyingar
kunnu fáa nakað gott burtur
úr velja teir hesa grein.
Tónleikurin alt
Tey sum hava hoyrt yndis-
ligu og vøkru songrøddina
hjá Sigrið ivast ikki í, at
okkurt gott fer at spyrjast
burtur úr henni. Og hon
krógvar so heldur ikki, at
tónleikurin er eitt og alt fyri
hana. - Tónleikurin er alt
fyri meg. Hann ger, at eg
eri á lívi - at eg livi. At
vera tónleikin fyriuttan er
tað sama sum at leggja seg
at doyggja.
Sigrið Rasmussen vónar,
at hon ein dag kann koma
heimaftur og vera við til at
menna tónleikin og tón-
leikalívið í Føroyum. Hon
heldur nevniliga, at tað eru
mong fjald og ikki uppdag-
að talent í Føroyum, sum
mugu finnast og haldast til.
- Tað eru mong, sum hava
talent sum tónleikarar men
sum ikki vita av tí. Man
kann fáa tey fram, fáa tey at
hugsa, at tey kunnu gera
nakað við tónleikin longu
nú, tá tey eru ung.
Nú so nógv verður tosað
um týdningin, sum fótbólt-
urin hevur fyri Føroyar
heldur Sigrið, at vit eisini
við
tónleikinum
hava
møguleika at gera okkum
galdandi. – Tónleikurin
hevur stóran týdning í
flestu samfeløgum, og eg
ivist ikki í, at hann kann fáa
nógv størri týdning fyri
Føroyar og føroyingar í
framtíðini, um vit leggja
nakað í hann.
Sjálv heldur Sigrið tað
vera sera hugaligt at hoyra
um tey mongu ungu, sum
koma seg fram á tónleika-
pallinum, eitt nú Eivør,
Teitur, Guðrun og Brandur
fyri bert at tríva í nøkur í
rúgvuni.
- Eg eri sera spent um,
hvussu tað fer at hilnast hjá
Teiti, nú hann fer út í
heimin við nýggjari fløgu.
Eg havi kent hann leingi og
hann fær mín fulla stuðul
og ynski eg honum góða
eydnu sigur ein fryntlig og
fegin Sigrið Rasmussen,
sum nú heldur fram við
tónleikalesnaði sínum í
London.
– Eg livi fyri tónleikin
Hon hevur nógvar royndir og eisini útbúgving/skeið á
tónleikaøkinum.Vit hava hugt í hennara CV:
Skúli og útbúgving
Graduate at Sinsen College, Oslo, Norway
2001
Bærum Music School, classical violin, Oslo, Norway
1995-1998
MGK, Music Basic Course, Denmark
1994-1995
5th Grade at the Associated Board of the Royal School
of Music, violin, Faroes
1994
Tórshavn Musical School, Faroe Islands
1983-1993
Still getting private lessons in Violin
Tónleikaroyndir
Played violin since
1983 -
Played some piano
Ebenezer Choir, Faroe Islands
1988-1994
1st Violin at the Faroese Symphony Orchestra 1989 –
Musical Teacher at Tórshavn Musical School
in Classical violin, Faroe Islands
1993-1994
Solo Church Concerts in Norway
1998-2000
Norwegian Gospel Voices, participated
in records and with solos
1996-2001
Solo and Duet at the Gospel Convention
in Kansas City, USA
1999
Guest Soloist at the Tórshavn Jazz Festival
1998
Member of Grace (Pop Group)
1998-1999
Live Concerts with Grace in:
Around Norway, Sweden, Monaco, Svalbard and
Austria (Winter OL in Ramsau)
Private song lessons
1998-2001
Studio Vocal Recordings in the Faroes,
Norway and Sweden
1994-
Main Soloist at Mixed Well Known Musicals,
Oslo, Norway
1996
Soloist at the Christmas Musical, Oslo, Norway 2001
- With more…
Skeið
Various courses in artist appearances
1997-1998
Various courses in media appearances
1997-1998
Violin Courses, private, Wil, Switzerland
1994
(Her restar so í seinastu árini)
Fakta um Sigrið
Sigrið Rasmussen her saman við Teiti Lassen, tá tey sungu seg inn í hjørtuni á føroyingum á samkomu í London herfyri
Mynd Jan Müller
Sigrið Rasmussen: – Vit eiga mong fjald tónleikatalent í
Føroyum
Finnur Helmsdal,
sum er løgtingsmaður
fyri Tjóðveldis-
flokkin, sosialráðgevi
og leiðari fyri Barna-
heimið, sigur, at harð-
skapur avmarkar
børn sálarliga. – Eitt
tað mest niðurger-
andi tú kanst gera
ímóti einum barni er
at brúka tína stødd og
vekt ímóti tí, sigur
løgtingsmaðurin
HARÐSKAPUR
Ingrid Bjarnastein
Uppskotið hevur ógvuliga
stórt signalvirði, og tað er
týdningarmikið hjá tingin-
um at vísa, at vit sum land
góðtaka
ikki
harðskap
ímóti børnum. Hetta heldur
Finnur Helmsdal, sum er
løgtingsmaður fyri Tjóð-
veldisflokkin, sosialráðgevi
og leiðari fyri Barnaheim-
ið.
– Likamligur harðskapur
er ikki bara likamlig revs-
ing. Tað er eisini ein sálar-
lig revsing. Tá ein stórur og
sterkur persónur slær eitt
barn, so snýr hetta seg eis-
ini um sálarligan ágang.
Eitt tað mest niðurgerandi
tú kanst gera ímóti einum
barni er, at tú nýtir tína
stødd og vekt ímóti tí, sigur
Finnur Helmsdal.
Hann sigur, at tað snýr
seg um at vísa virðing og
kærleika ímóti barninum,
og føroyingar eiga ikki at
tilskila sær rættin til at
tulka, hvat hetta merkir.
Kærleiki er ikki ein brestur
í afturpartin, men heldur
orð, sum kunnu menna
børnini sálarliga, heldur
Finnur Helmsdal.
Finnur Helsmdal tekur
fult undir við uppskotinum
hjá Javnaðarflokkinum um,
at tað skal gerast ólógligt
likamliga at revsa børn.
– Harðskapur avmarkar
børn sálarliga. Tað er av-
gerandi fyri eitt barn, hvat
viðføri tað fær víðari, og
her er tað sálarliga ógvuliga
týdningarmikið.
Taparin
– Harðskapur er eitt ar-
móðstekin. Hendrik Old
segði á tingi mikudagin, at
tað er tann, sum slær, sum
hevur tapt, men tað er
sanniliga eisini tann, sum
verður sligin, sum hevur
tapt, greiðir Finnur Helms-
dal frá.
Orsøkirnar kunnu vera
fleiri. Jenis av Rana, ting-
maður, segði, at orsøkin var
sum oftast rúsdrekka, men
heldur Finnur Helmsdal, at
raðfestingin í dagligdegn-
um hevur eisini nógv at
siga.
– Hvussu raðfesta vit
børnini í gerandisdegnum?
Tað snýr seg um, í hvønn
mun vit eru saman við
børnunum, og hvat vit gera
saman við teimum. Orsøkin
er í teimum dagligu viður-
skiftunum, og tað er har vit
skulu fara inn, sigur løg-
tingsmaðurin.
Finnur Helmsdal mælti
mikudagin rættarnevndini
til, at tingið skal senda eitt
signal út.
– Vit eiga at vísa um-
heiminum, at Føroyar taka
ikki undir við, at tað er rætt
at sláa børn, segði Finnur
Helmsdal at enda.
Nýggj bók er nú
útkomin. Hon hevur
heitið »Hvat sigur
Bíblian um pengar?«,
og er tað Fríðtór
Debes, sum hevur
skrivað hana
ÚTGÁVA
Ingrid Bjarnastein
Fríðtór Debes hevur júst út-
givið eina nýggja bók. Hon
eitur »Hvat sigur Bíblian
um pengar«. Hetta er fimta
bókin hjá rithøvundinum.
Bókin er 163 blaðsíður
og kostar 140 krónur. Hon
fæst í flest øllum bókhandl-
um kring landið. Hestprent
hevur staðið fyri prenti og
umbróting.
Sum heitið á bókini sig-
ur, so er bókin um, hvat
Bíblian sigur um evnið
pengar. Vit vita, at pengar
spæla ein nógv størri leik-
lut enn vit mangan hugsa.
Alt í lívi okkara snýr seg
um pengar. Hetta merkir tó
ikki, at vit skulu lata peng-
ar hava vald á okkum. Ei
heldur eiga vit at vera gírig
ella næstin, men heldur
fylgja teimum leiðreglum
Guðs Orð býður okkum.
Bíblian hevur nógv at
siga um pengar. Eisini
postivt. Eini 20 prosent av
allari
Bíbliuni
umtala
pengar í einum ella øðrum
líki.
Grundin til henda bókin
er skrivað er fyri at hjálpa
teimum, sum veruliga vilja
vita, hvat Bíblian sigur um
hetta stóra evnið.
Katrin Dahl Jakobsen
hevur vegna
Javnaðarflokkin lagt
uppskot fram á tingið
um, at foreldur ikki
longur skulu sleppa
at revsa síni børn
likamliga
HARÐSKAPUR
Ingrid Bjarnastein
– Allir flokkar hava uttan
iva í síni virkisskrá ein part,
sum snýr seg um børn. Og
vit hava nú tosa um hetta at
føroyingar
framvegis
kunnu revsa síni børn. Tað
er bert hesin bólkurin í
samfelagnum, sum ikki er
tryggjaður, tí revsirætturin
hongur við yvirfyri teim-
um, sigur Katrin Dahl
Jakobsen, sum vegna Javn-
aðarflokkin
hevur
lagt
uppskot fram á tingi um, at
foreldur ikki longur skulu
sleppa at revsa síni børn
likamliga.
Javnaðarflokkurin metir,
at tíðin er nú komin til tað,
at vit í Føroyum vísa um-
heiminum, at vit ganga ikki
inn fyri harðskapi ímóti
børnum. Í Íslandi fer eitt
líknandi orðaskifti fram á
Altinginum, og í øllum
Norðanlondum er tað for-
boðið at revsa síni børn.
– Uppskotið snýr seg
yvirhøvur um likamliga
revsing. Vit skulu fortelja
okkum sjálvum og um-
heiminum, at vit góðtaka
ikki harðskap, sigur Katrin
Dahl Jakobsen.
Hon heldur, at virkning-
urin av hesi lógini fer at
hava við sær, at tað fer at
minka um harðskap, har
harðskapur verður framdur.
– Fólk hefta seg við
praktiseringina av hesi lóg-
ini. Um tað skal vera loyvi
at geva barninum eina oyra-
fiku ella ikki. Ella um tú nú
tekur í eitt barn, verður tú
so meldaður. Men tað hev-
ur víst seg í Danmark, at
fólk melda ikki tilburðir av
hesum slagnum, greiðir
Katrin Dahl Jakobsen frá.
Hon sigur, at við lógini
skalt tú flyta mørk, tá tað
snýr seg um hugburð.
Nýggja ættarliðið góðtekur
minni og minni harðskap.
– Okkara uppgáva er at
siga, at vit góðtaka ikki
harðskap, tí børn taka hetta
við sær út í lívið, sigur
Katrin Dahl Jakobsen, løg-
tingskvinna fyri Javnaðar-
flokkin at enda.
Harðskapur avmarkar børn sálarliga
Børnini eru nú komin á breddan. Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fram á tingi um, at tað skal ikki vera loyvi at revsa børn
likamliga í Føroyum
Tilvildarlig mynd
Katrin Dahl Jakobsen:
Snýr seg um at flyta mørk
Hvat sigur Bíblian
um pengar
Fríðtór Debes
hevur júst útgivið
nýggja bók við
heitinum »Hvat
sigur Bíblian um
pengar«
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
9
8