Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 46 - 7. mars 2003 Nr. 46 - 7. mars 2003 11 Hóast uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at avtaka revsirættin hjá foreldrum hevur fingið misjavna móttøku á tingi, er hetta eitt sera gott uppskot. Tað eru nú mong ár síðan, at likamlig revsing í skúlanum varð forboðin. Lærarar hava ikki loyvi at sláa børn og tilkomin fólk hava ikki loyvi at sláa onnur vaksin. Hví skal tað so vera loyvt foreldrum at nýta likamliga revsing mótvegis børnum? Svarið er givið frammanundan. Hetta eigur ikki at vera loyvt framyvir. Málið um revsirættin er eitt sera álvarsamt mál. Tað snýr ikki bara um, hvørt tað skal verða loyvt at geva ein brest í afturpartin so av og til. Hetta snýr seg um, at allir sam- felagsins limir eiga javnan rætt, hetta snýr seg um grundleggjandi humanistisk virði og hetta snýr seg um familjuna. Eisini snýr hetta seg um at hava einsháttaðar rættarreglur í Norð- urlondum. Tað er illa hugsandi, at ikki øll í hesum sam- felagnum eru samd um, at øllum eiga at verða tryggjað somu og jøvnu rættindi. Sostatt skuldi málið verið sera einfalt, og allir flokkar áttu at tikið undir við uppskoti Javn- aðarflokksins uttan víðari. Men hetta mál snýr seg sjálvsagt eisini um onnur viðurskifti eitt nú um gamla siðvenju, hóast átrúnaðarlig viðurskifti sambært sendingini "Sostatt" ikki tykjast at vera tann stóra forðingin. Tøkk til útvarpsfólkini fyri eina viðkomandi og góða sending. Hetta mál snýr seg eisini um familjuna, um hvussu barnafamiljan hevur tað í dagsins samfelag. Tað er tískil ikki nóg mikið, at uppskotið um at avtaka revsirættin verður samtykt. Hetta mál má fylgjast upp við familjupolitiskum tiltøkum, so tað verður betri at vera barn og betri at vera foreldur í Føroyum. Hóast tímilig framstig er tað trup- ult at vera foreldur ikki minst fyri einsamallar møður. Arbeiðsdagurin er langur og stress- aður, bústaður dýrur og trupult er at finna nøktandi barnaansing hjá útiarbeiðandi for- eldrum. Talan er sostatt um eina heild, ið eig- ur at fáa eina heildarloysn, so vit kunnu bjóða uppvaksandi ættarliðinum tey bestu lívskor. DAGSINS MEINING Sosialurin Børn eiga javnan rætt VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Sjúrður Olsen Býráðslimur, Tórshavn Ein fær varhugan av, at býráðsfundirnir í Havn nú vera varpaðir út av kendum útvarpmanni eins og ein fótboltdystur. Enn einaferð er Jógvan Arge í bløðunum og kærir sína neyð sum býráðslimur. Evnið er tað sama: Eg sleppi ikki at at ráða, tí eru hini ódemokratisk. Hesu- ferð fer Jógvan so langt sum at siga, at Sosialurin, ið var við á býráðsfundin- um, ikki dugur at siga nóg væl frá fundinum. Sjálvsagt sigur hann slíkt, tí at Sosialurin ikki framhevjar Jógvan Arge sum tað stóra »orakli«. Orðalagið hjá Jógvan Arge er tað sama: Meiri- lutin sýnir vanvirðing, trumfar mál ígjøgnum og rekur skýmakrókspolitikk, har alt skal lumpast og lirkast. Tað tykir mær eitt sindur løgið, at maðurin sum situr í minnuluta í býráðnum skal rópa so hart um bý- ráðsmál, ímeðan einki hoyrist til sama mann frá løgtinginum, har hann situr í samgongu. Kann tað vera tí, at lættari er at finnast at, heldur enn at royna at gera okkurt sjálvur?? Málið, ið Jógvan Arge metir er lumpað og lirkað ígjøgnum á síðsta býráðs- fundi er í veruleikanum sera einkult. Arge-maðurin vildi partú hava býráðið at samtykkja eina samtykt, ið logu var samtykt. Honum í minnilutanum var gjørt kunnugt, at um eingin broyting skuldi gerast til samtyktuna, ið var løgd fram á býráðsborð, so var nokk at framleggja hana, tí avgerðin varð tikin í teirri nevndini, sum málið hoyrdi undir. Einki vildi tú hava nøkur mál staðfest Jógvan, tú kravdi at fáa samtykt og játtað nøkur mál, ið longu vóru samtykt og játtað. Sosialurin skrivar, sum rætt er, at býráðsformaðurin bað teg fara av fundinum, um tú ikki vísti fundarsið. Kanska er tað fráboðanim um at vera vístur av fundinum, tú meinar við, tá tú skrivar, at býráðsformaðurin gav tær skomm og skitin orð. Tað at býráðslimur missur tamar- haldið á sær sjálvum, so hann ikki kann vera á bý- ráðsfundi, kann ikki vera býráðsformansins skomm. Einki lump og lirk á Vaglinum – men heldur eitt »one man show« av Jógvan Arge Jógvan Arge Býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin Tað kom tíverri ikki nógv burtur úr at skjóta upp fyri Tórshavnar Býráð at fáa Rás Tórshavn at senda aftur. Tað gav heldur ikki afturljóð hjá teimum, sum stýra býnum, at 3157 borg- arar skrivaðu undir eina áheitan um hetta sama. Meirilutin í býráðnum við Jan Christiansen og Heðini Mortensen á odda vildi ikki ganga á møti ynskinum hjá einum stór- um parti av kommununnar borgarum, um at taka upp aftur eina ta bestu kommu- nalu tænastuna, sum Tórs- havnar Kommuna hevur havt. So mikið vita vit í dag. Men kommunan og Tele- varpið áttu ikki at sloppið at doyggja í syndini. Uttan at Tórshavnar Býráð hevur havt høvi til at taka støðu til tað, sum kom burtur úr samráðingum millum kommununa og Televarpið, undirskrivaðu og effektueraðu hesir báðir partarnir ein sáttmála, sum fyri kommununa og borgar- arnar er eitt hol í jørðini - fyri ikki at siga hol í høvdið. Faktum er, at kommunan fyri eina lítla millión hevur givið Televarpinum ein marknaðarpart upp á í minsta lagi 6000 kundar. Men kommunan tryggjaði sær ikki, at hennara borgar- ar fingu eitt tilboð, sum bara líktist Rás Tórshavn afturfyri tað, sum latið varð. Hon tryggjaði sær heldur ikki so frægt sum eina tillagingarskipan. Gangi út frá, at fleiri enn vit fýra í minnilutanum og eisini fleiri enn tey 3157, sum ómakaðu sær at skriva undir, hava eina sterka kenslu av, at her er farið so jánkasliga fram, at komm- unan og Televarpið mugu koma út við onkrum, sum bøtir um skaðan. Tí verður heitt á Andrass Róin, sum hevði so frálíkt úrslit við Føroya Tele í fjør, um at seta seg kring borðið saman við Jan Christiansen og Tróndi Djurhuus við tí endamáli at greina, hvat er gjørt skeivt, og finna út av, hvussu borgararnir í Havn fáa eitt tilboð, sum ikki ber bráð av útnýting. Tí útnýting og vánalig røkt av borgarans áhuga- málum var tað at sløkkja ta ókeypis Rás Tórshavn eftir einum degi og í sama andadrátti knalla eitt tilboð á borðið, sum kostar upp í 8000 krónur pr. húski bara í hesum árinum. Tað er ikki skomm at taka í egnan barm, men tað er vánaligur politikkur og vánalig marknaðarføring at privatisera sínar borgarar og kundar um rygg. Kommunan og Televarpið Abraham Mikladal Hugdi við áhuga eftir sjón- varpssendingini Fokus týskvøldið, har Finnbogi Ísakson og Jógvan Sund- stein luttóku. Garvaðir po- litikarar, tað er vist, men var alt eftirfarandi, sum teir bóru fram? Serliga Finnbogi legði áherðslu á, at tingfólk og serliga landsstýrisfólk okk- ara vóru ov ung og óroynd. Hann helt, at eitt mini- mumskrav fyri at sleppa í landsstýrið skuldi verða 4 ár í tinginum fyrst. Báðir vístu á tað skipaða og sak- liga arbeiðslagið, sum ráddi meginpartin av tíðini, með- an teir vóru virknir og ráddu fyri borgum. Til samanberingar var í dag nógv kegl og persónspro- filering. Tað er rætt, at nógv kegl og nógvar illstøður millum flokkar og innan flokka kemur fram í fjølmiðlun- um, og at teir mest ágang- andi politikararnir gera sær dælt av teimum góðu møguleikunum í nútíðar samfelagið bjóðar á sam- skiftisøkinum, til gagns fyri seg sjálvar og ofta til skaða fyri sakina og heildina. Hetta kann verða rættuliga ørkymlandi og troyttandi fyri borgaran. Men tá tað er sagt, so er vert at leggja sær í geyma, hvat ið er komið av skafti undir leiðsluni av teimum garvaðu politikarunum, í mun til tey ungu og so- kallaðu óroyndu í dag. Jú, teir garvaðu for- máddu at koyra samfelagið av knóranum og viðvirka til størstu "tvangsflyting" av føroyingum av landinum nakrantíð. Til samanberingar hava tey nýggju og "óroyndu" bygt samfelagið upp við eini risaferð, sum er heilt ókend í øllum heiminum. Føroyar hava havt ein BTÚ-vøkstur, ið er langt omanfyri tað, ið búskapar- frøðingar kenna til nakra aðrastaðni. Samstundis er samfelag- ið konsoliderað og gjørt leysari av stuðuli uttaneftir. At stórt útskifti var aftan á kreppuna var heilt natúr- ligt. Fólk høvdu fingið eyguni upp fyri, hvat gerontokratii, teir garvaðu "professionellu" politikar- nir høvdu at bjóða teimum. Teir allar flestu eru burtur í dag, men tó so, onkur hevur ikki funnið hurðina enn. VIÐMERKINGAR Aldur og leiðsla landsins KÓRSTEVNA Tíðindaskriv Føroysku kórstevnurnar, sum í meira enn tríati ár vóru gleðiligar samkomur hjá kórsangarum úr øllum landinum, hava vegna vant- andi undirtøku verið minni regluligar í seinastum. Í fjør og í fyrra ári vóru ongar kórstevnur, og árini beint frammanundan var undirtøkan heldur ikki so góð sum fyrru árini. Orsøkirnar kunnu vera fleiri, t.d. hava kór nú meira enn fyrr egnar sínámillum verkætlanir; men ein høv- uðsbági er uttan iva tað, at fólk hava ikki arbeiðsfrí fríggjadagin í Kristi himm- alsferðar vikuskiftunum, har kórstevnurnar aloftast hava verið. Eisini er tað ofta tá farið at sumra so mikið, at fólk ikki so fegin vilja halda seg innandura. Nú hevur Kórsamband Før- oya tí í samráð við kór í Havn avrátt, at kórstevnan í ár verður hildin í dýra- biðidagsvikuskiftinum, t.e. 15. - 17. mai. Stevnuhaldið skal fara fram á Eysturskúlanum, sum er serliga vælegnaður til slík stór tónleikatiltøk; men sum skilst er ætlanin, at tað eisini á øðrum støð- um skal merkjast, at kór- stevna er í býnum. Høvuðskórleiðari verður kendi danski tónleikarin Mogens Dahl, sum flestallir føroyskir kórleiðarar og kór- sangarar í Havn kenna væl frá einari røð av dirigent- skeiðum, sum hann hevur hildið fyri kórsambandið hesi bæði seinastu árini. Á konsert leygardagin 17. mai fáa fólk høvi at hoyra, hvat ið verður komið burtur úr felagsvenjingini, sum er aðalendamálið við hesum kórstevnuhaldi. Men harumframt verður eisini høvi hjá limakórini at framføra egna sangskrá fyri hinum sangarunum og fyri almenninginum. Nærri um kórstevnuna verður at frætta bæði frá kórsambandinum og frá kórunum, sum hava átikið sær at skipa fyri tí prakt- iska. Kórstevnan 2 0 0 3 verður í Havn 15. - 17. mai Í greinini hjá Viljormi Tórsheim í blaðnum í gjár um Føroya Ríðingar- felag 60 ár, var ein lítil villa í myndatekstinum til myndina á Vaglinum í 1941. Maðurin við flagg- stongini er Vilhelm Tórs- heim, drongurin nærmast við hann er Andreas Arge Gregoriussen (Diaba hjá Liffu), við hansara lið er tað trygvi Sondum. Mað- urin við yvirfrakka og stórum hatti er Hans andreas Djurhuus, og millum Hans Andreas og Trygva sæst maður við keppi, eisini kallaður kolli á høvdinum, tað er Poul Petersen, fyrrver- andi løgtingsmaðurin úr Funningi. Á Vaglinum í 1941 Havnarkórið SKÚLABYGGING Vinnuhúsið Undir samgongusam- ráðingunum framgekk tað í bløðunum, at ein skúladepil í Marknagili til frama fyri Tekniska skúla og Handilsskúlan skuldi raðfestast fremst. Nú hevur verið frammi, at ein studentaskúli skal byggast fyrst Vinnan stendur spyrj- andi yvirfyri hesum. Tekniski skúli í Havn búleikast í barakkum, og Handilsskúlin manglar hølir. Tekniski skúli og Handilsskúlin hava í felag gjørt eina verkætl- an, sum kemur at tyngja fíggjarlógina við 4 mió. kr eyka í rakstrarútreiðsl- um um árið, tá ið Hand- ilsskúlin er liðugt útgold- in í 2008. Verkætlanin er grundað á samgongu- skjalið og tí skilir vinnan ikki, at henda verkætlan- in er skotin 10-12 ár fram í tíðina. Í verkætlanini, sum er gjørd, er hædd tikin fyri, at ein studentaskúli kann byggast afturat. Tekniski skúli í Tórs- havn hevur í fleiri førum fingið at vita, at skúli verður bygdur um 10-12 ár uttan at hetta er vorðið veruleiki. Vinnan metir, at nú er tíðin komin, at Tekniski skúli í Havn fær sømuligar umstøður at virka undir soleiðis, at skúlin kann mennast og verða ein hollur grundar- steinur undir tí føroysku handverksvinnuni. Fyri vinnuna hevur tað stóran týdning, at vinnu- skúlarnir verða raðfestir ovarliga, og vinnan har- við fær nøktað sín út- búgvingartørv. Nýggj hølir til Tekniska skúla og Handilsskúlan í Tórshavn C M Y K 11 10