fríggjadagur 7. mars 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 46 - 7. mars 2003
Nr. 46 - 7. mars 2003
13
UTTAN ÚR HEIMI
Trýr ikki irakum
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, er als
ikki sannførdur um, at irakar eru í ferð við at oyði-
leggja síni hópoyðingarvápn. Rætt er tað, at teir hava
oyðilagt nakrar av teimum ólógligu rakettunum sein-
astu vikuna, sigur Powell, men hann sigur seg vita, at
irakar samstundis royna at gera nýggjar rakettir.
Í einari røðu fyrrakvøldið segði Powell, at amerik-
anska fregnartænastan hevur fingið fatur á upplýsing-
um, sum benda á, at irakar ætla bert at oyðileggja ein
part av útgerðini, sum verður nýtt til at gera tær ólóg-
ligu rakettirnar. Hitt fjala teir, segði hann.
Colin Powell endurtók, at ósemjan innan altjóða
samfelagið um, hvussu Irak-kreppan skal loysast, er
bert til fyrimunar fyri Saddam Hussein, sum fær
uppaftur betri møguleikar at halda umheimin fyri
gjøldur.
Kanna deyðsføll
Amerikansku hernaðarmyndugleikarnir í Afghanistan
eru farnir at kanna, hví tveir fangar, sum sótu í
varðhaldi hjá amerikanska hervaldinum har, doyðu.
Ein talsmaður hjá herleiðsluni sigur, at teir báðir
fangarnir vóru í varðhaldinum á amerikansku herstøð-
ini í Bagram. Amerikanskir fjølmiðlar vilja vera við, at
menninir doyðu, eftir at teir høvdu fingið ringa viðferð
í fangaleguni.
Talsmaðurin hjá herleiðsluni sigur, at tíðindini í
fjølmiðlunum verða tikin við í kanningarnar.
Burtur við stuðuli
ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, vil hava tey ríkastu lond-
ini í heiminum at strika stuðulin til landbúnaðin.
Annan kom við áheitanini á einum fundi við umboð
fyri londini í G8-bólkinum, sum eru USA, Russland,
Frakland, Bretland, Týskland, Kanada, Japan og Italia.
Tey átta londini hava skipað ein bólk, sum skal umrøða,
hvat kann gerast fyri at bøta um viðurskiftini hjá land-
búnaðinum í pørtum av Afrika, har umleið 30 milliónir
fólk eru hótt av hungursneyð.
- Tey ríku londini mugu leggja størri dent á at menna
landbúnaðin, bøta um heimsmarknaðin og herða bar-
dagan ímóti eyðkvæmi, sum drepur nógvar bøndur í
Afrika, segði Kofi Annan á fundinum. Hann segði, at
skal landbúnaðurin í Afrika hava ein møguleika á al-
tjóða marknaðinum, mugu tey ríkastu londini strika al-
menna stuðulin til sín landbúnað. Sum er er hesin
stuðul oman fyri 2100 milliardir krónur um árið.
Mismæltur forsætis-
ráðharri
Kinesiski forsætisráðharrin, Zhu Rongji, var av sonn-
um mismæltur, tá hann helt sína seinastu røðu á lands-
fundinum hjá kommunistaflokkinum mikudagin.
Tað var í tí partinum av røðuni, sum snúði seg um
samstarvsmøguleikarnar millum Kina og Taiwan, sum
kinesiska leiðslan framvegis roknar sum ein part av
ríkinum, at Rongji var mismæltur.
- Vit eiga at bøta um møguleikarnar hjá fólki í teim-
um báðum londunum at vitja hvør annan, segði Rongji,
men skundaði sær at skoyta orðini "báðu megin
Taiwan-sundið" upp í setningin. Taiwanski forsetin,
Chen, segði í august í fjør, at Kina og Taiwan eru tvey
sjálvsstøðug lond. Hesi orðini fullu ikki í góða jørð í
Beijing og elvdu alt fyri eitt til spenning millum tær
báðar stjórnirnar.
Johannes Weinrich,
sum einaferð varð
mettur at vera heims-
ins vandamesti dráps-
maður, er nú fyri
rættinum í Týsklandi.
RÆTTARMÁL
Árni Joensen:
Johannes Weinrich sýtti
fyri at úttala seg, tá hann
fyrradagin møtti í rættinum
í Berlin, har hann er ákærd-
ur fyri seks morð og fleiri
hundrað morðroyndir fyri
meiri enn 20 árum síðani.
Tann 55 ára gamli Weinrich
situr longu í fongsli, har
hann er dømdur at sita alt
lívið.
Málið er kortini ikki
nyttuleyst, heldur týski
ríkisákærin, sum hevur sett
sær fyri at fáa eina endaliga
uppgerð við ta yvirgangs-
alduna,
sum
Johannes
Weinrich skipaði fyri í
1970-unum og 1980-unum
í Evropa saman við Iljitsj
Ramirez Sanchez, sum man
vera betri kendur undir
heitinum
"Carlos"
ella
"Sjakalurin".
Weinrich var umboðs-
maður hjá Sjakalinum í
Evropa. Hann hevði ein
bókahandil í Frankfurt, har
hann javnan hitti umboð
fyri víðgongdar vinstra-
sinnaðar felagsskapir, áðr-
enn hann fór upp í yvir-
gangsfelagsskapin
Rote
Arme Fraktion.
Tey seks morðini, sum
hann nú er ákærdur fyri,
stava frá einari bumbuat-
sókn í París í 1982, tá ein
kvinna doyði, og einari at-
sókn ímóti einari jarnbreyt-
arstøð í Marseille nýggjárs-
aftan í 1983, tá fimm fólk
doyðu.
Umframt
morðini
er
Johannes Weinrich ákærdur
fyri at hava roynt at skjóta
eitt ísraelskt ferðamanna-
flogfar niður við einari
rakett í París í 1975.
Ein atsókn, sum eisini er
í ákæruritinum, er bumbu-
atsóknin at útvarpsstøðini
Radio
Free
Europe
í
Múnchen í 1981. Hetta
málið er kortini eitt sindur
viðkvæmt, tí týska ákæru-
valdið vil vera við, at tað
var rumenska fregnartæn-
astan Securitate, sum bí-
legði atsóknina, og sum
rindaði Weinrich samsýn-
ing fyri hana.
Høgra hond hjá Sjakalinum fyri
rættin
Tann endaleysa
skrúvan í Miðeystri er
aftur farin at mala.
Fyrst brast ein sjálv-
morðsbumba í Haifa,
og gjáranáttina
hevndi Ísrael atsókn-
ina. Úrslitið var 26
deyð.
MIÐEYSTUR
Árni Joensen:
Eftir steðg í tveir mánaðir
eru
sjálvmorðsbumbuat-
sóknirnar byrjaðar aftur í
Miðeystri.
Tað
hendi
seinnapartin mikudagin, tá
ein palestinskur bumbu-
maður fór upp í ein buss í
ísraelska
havnarbýnum
Haifa og sprongdi eina
sterka løðing.
Spreingingin var so sterk,
at tað mesta av takinum fór
oman av bussinum, og tá
ísraelsku
hjálparfólkini
vóru liðug á staðnum,
høvdu tey flutt 15 lík
haðani. Harumframt høvdu
fleiri fingið skaða, og hjá
summum stóð um lív.
Eins og fyrr kom ísra-
elska hevndin at kalla bein-
anvegin. Gjáranáttina søkti
ísraelski herurin at einari
flóttafólkalegu uttan fyri
Gaza
bý.
Stríðsvognar
skutu granatir og tyrlur rak-
ettir, og tá avtornaði, høvdu
11 palestinar latið lív í
álopinum. Uppaftur fleiri
vóru særd.
Í gjár hevði eingin palest-
inskur felagsskapur átikið
sær ábyrgdina av bumbu-
spreingingini í Haifa, men
Yaacob Borowsky, løg-
regluovasti, segði longu
stutt eftir tilburðin, at talan
var um eina palestinska
sjálvmorðsbumbuatsókn.
Sambært ovastanum hevði
ísraelska løgreglan fingið
einar 40 ábendingar um, at
ein atsókn var á veg.
Palestinsku sjálvsstýris-
myndugleikarnir fordømdu
atsóknina í Haifa, sum var
tann fyrsta síðani tann 6.
januar.
So melur skrúvan aftur
Spreingingin var so sterk, at lítið var eftir av bussinum.
Leygardagin 1. mars kundu
hjúnini, Elisabeth og Sámal
Patursson halda gullbrúd-
leyp.
Elisabeth er fødd Frede-
riksberg
og
ættað
av
Strondum. Sum ung kom
hon til Havnar at tæna og
arbeiddi síðani á telefon-
støðini eitt skifti.
Alt teirria lív saman,
hava tey fingist við urta-
garðsbrúk
í
Kirkjubø.
Urtagarðsarbeiði
hevur
bæði verið teirra livibreyð
og stóra áhugamál.
Hóast aldurin, 80 og 86
ára gomul, eru tey bæði
tvey virkin fólk.
Tey fáast enn við urta-
garðsarbeiði, og inni í Døl-
unum veltir Sámal epli,
røtur og grønmeti. Eisini
hevur hann seyð har. Enn
bindur hann kransar fyri
blómuhandlar kring landið,
og við hvørt koyrir hann
sjálvur til Havnar við
kransum.
Elisabeth er ein kona av
tí góða gamla slagnum,
sum hevur bundið eitt ótal
av pløggum til børn og
ommubørn. Mangur hevur
sitið væl við hennara borð
og notið kendu rabarbukøk-
una, kallað kirkjubøarkaka.
Elisabeth og Sámal eru
serstakliga gestablíð og
teirra heim hevur altíð
verið opið fyri bæði kend-
um ókendum. Tey eru sera
umhugsin fólk og ganga
høgt uppí at gleða fólk til
føðingardagar og merkis-
dagar.
Eyðkent fyri tey er teirra
hjartalag fyri teimum, sum
eru einsamøll og ongan
góðan eiga. Ikki so fá
blómuprýði hava tey koyrt
út til familju og onnur, sum
tey vildu gleða.
Elisabeth og Sámal eiga
børnini, Rasmus, Fríðu og
Svein.
Gullbrúðardagin
hugnaðu tey sær í Sørvági
saman við børnunum.
r.s.
NØVN Í VIKUNI
Gullbrúdleyp
í Kirkjubø
Mikudagin fylti Peter Jó-
hannes Eliasen í Klaksvík
30 ár. Tað ætlaðu vinmenn
hansara ikki, at hann skuldi
sleppa at lúgva seg burtur-
úr. Teir settu stórt skelti á
húsini, sum standa mitt í
býnum, beint omanfyri
kirkjuna.
Peter er sonur Elsu Mariu
og Peter Ova Eliasen. Hann
eg giftur okkara fittu blað-
kvinnu, Solby, og eiga tey
synirnar, Petur Martin og
Kristian. Teir eru eitt og trý
ára gamlir.
Petur er útlærdur bakari
og arbeiðir á bakarínum hjá
Jórun. Í frítíðini spælir
hann sjónleik og horn.
r.s.
Vinmennirnir hjá Peter
spældu honum eitt puss
mikudagin, tá teir syrgdu
fyri, at øll bygdin frætti um
tríatiára føðingardagin. Men
piparsveinur er hann ikki.
Hann er væl og virðiliga
giftur og eigur tveir elskuligar
synir
Sjón fyri søgn
Seinasta leygardag kundu hjúnini, Elisabeth og Sámal
Patursson í Kirkjubø, halda gullbrúdleyp
6. mars varð Karin Hamm-
er fyrstilærari í Kollafirði
50 ár. Karin er dóttir Tóra
Zachariasen úr Hesti og
Esther, f. Thorsteinsson, úr
Trongisvági. Hon tók lær-
araprógv á Føroya Lærara-
skúla í 1979 og var lærari á
HF-skeiðum í Hoydølum
frá 1979-80. Síðan 1980
hevur hon verið lærari við
Kollafjarðar Skúla, har hon
síðan 1998 hevur verið
fyrstilærari. Umframt fleiri
ymisk skeið hevur hon
tikið 1. og 2. part av serlær-
araútbúgving. Karin er gift
við Kajfinn Hammer úr
Hovi. Tey hava búð í Kolla-
firði síðan 1979 og eiga 3
børn, tveir synir og eina
dóttir.
mg
Karin Hammer 50
1. januar varð Niels Juel
Arge settur sum fíggjar-
leiðari hjá Poul Michelsen
heilsølu í Havn. Niels Juel
er 37 ára gamal og havnar-
maður. Eftir lokið students-
prógv lærdi hann til banka-
atstøðing í Føroya Banka.
Eftir tað arbeiddi hann í 3
ár á grannskoðaravirkinum
hjá Paula Ellefsen, áðrenn
hann fór til Danmarkar at
lesa til búskaparfrøðing. Í
1999 tók hann Tillægsud-
dannelsen á Danmarks
Journalisthøjskole. Hann
arbeiddi í 3 ár í Fíggjar-
málaráðnum áðrenn hann
kom til Poul Michelsen
heilsølu. Niels Juel hevur
eisini undirvíst í virkisbú-
skapi á Fiskivinnuskúlan-
um í Vestmanna.
mg
Niels Juel Arge
fíggjarleiðari
hjá PM heilsølu
1. mars tók Pól Jákup Poul-
sen av Strondum við sum
fyristøðumaður á Runa-
víkar Sjómansheimi. Poul
Jákup er 27 ára gamal og
uppvaksin í Lamba. Hóast
hann hevur verið nógv á
Runavíkar Sjómansheimi,
er hetta ein nýggj og spenn-
andi uppgáva hjá honum.
Hann heldur at arbeiðið er
spennandi og avbjóðandi.
Ein týðandi uppgáva hjá
honum er at seta seg í
samband við fyritøkurnar í
Eysturoynni og fáa tær at
brúka heimið til starvs-
fólkaskeið og annað. Tey
kunnu gista og hava undir-
vísnig á sama stað. Sjó-
mansheimið hevur 15 dup-
ultkømur og 4 einakømur
við øllum hentleikum. Teir
gera eisini mat til føð-
ingardagar, konfirmationir
o.a. uttanfyri húsið. Um-
framt at starvsfólkið hevur
andakt hvønn morgun er
eisini andakt týskvøld.
Kelda og mynd: Trúboðin
Pól Jákup Poulsen
á Runavíkar
Sjómansheim
C
M
Y
K
13
12
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in