fríggjadagur 7. mars 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NR. 46 • FRÍGGJADAGUR • 7. MARS 2003 • 77. ÁRGANGUR • WWW.SOSIALURIN.FO
28 bólkar eru við í Prix Føroyum í ár, og nógvir av hesum
bólkum vóru fullkomiliga ókendir, tá ið kappingin byrjaði.
Men nú hava longu fleiri av bólkunum gjørt vart við seg,
og ringarnir breiða seg í vatninum.
Bólkar sum Flux, Mind's Eye og Crashwave hava spælt
á nógvum konsertum síðani luttøkuna í Prixnum.
Á 15 teimum bestu eru fleiri av Prix-bólkunum
umboðaðir í hesum døgum. Mind's Eye, Crashwave og
Flux komu inn á listan seinasta leygarkvøld, og hesaferð
fáa S.C.A.T.G.O.H., onkikanndiskuterast.alt kann og Side
Effect.
Í næstum verða fleiri konsertir, har Prix-bólkar skulu
spæla.
Ringarnir
Tað er rættiliga grav-
gangur eftir bólkun-
um, sum taka lut í
Prix Føroyum.
Nógvar konsertir
verða hildnar kring
landið, og Prix-
bólkarnir eru heit
nøvn til hesi tiltøk.
Eisini á 15 teimum
bestu florerar við
Prix-nøvnum í hesum
døgum
KONSERTIR
Eyðun Klakstein
Nógvir tónleikabólkar fara
við í Prix Føroyar tónleika-
kappingina fyri at gera vart
við seg, og tað er líkt til, at
tað ber væl til at koma fram
gjøgnum kappingina.
Konsertvirksemið í Før-
oyum blómar í hesum døg-
um, og tað eru fyrst og
fremst bólkarnir, sum eru
við í Prixnum, sum spæla
til tey ymsu tiltøkini kring
landið.
Bara seinastu tvær vikur-
nar hava tríggjar stórar kon-
sertir verið. Í TB-húsinum
spældu Hatespeech, Side
Effect og Flux í Badmin-
tonhøllini vóru Mind´s
Eye, Hatespeech, Flux og
Masha á pallinum, og í
Losjuni í Gøtu spældu
Hatespeech og Crashwave.
Onnur tiltøk verða eisini í
næstum, har Prix-bólkar
skulu spæla.
Flux nógv at gera
Ein av bólkunum, sum hev-
ur verið nógv umbiðin
farnu tíðina, er Flux, sum
var við í fyrsta innleiðandi
umfarinum síðst í januar
mánaði.
– Stutta tíð aftaná at vit
høvdu verið við í Prixnum,
vóru vit bidnir um at spæla
til fýra ymiskar konsertir.
Vit hava verið virknir síð-
ani seinasta Prixið, men tað
hevur verið misjavnt við
uppgávum. Nú var knapp-
liga ov mikið at gera, sigur
Kristian í Vági Eliasen,
sum spælir bass í Flux.
– Eg veit ikki, um aðrir
bólkar hava havt tað soleið-
is, men vit hava merkt eitt
nógv størri áhuga fyri bólk-
inum, síðani vit spældu til
Prixið.
Flux hevur spælt á tveim-
um konsertum seinastu
vikurnar, og teir hava tvær
aðrar uppgávur fyri framm-
an.
Mind's Eye brak
Kanska mest klokkureina
gjøgnumbrotið í Prixnum
higartil hevur bólkurin
Mind's Eye úr Klaksvík
fingið.
Bólkurin hevði ongantíð
spælt alment, tá ið teir fóru
á Prix-pallin í Fuglafirði
fyrst í februar, men síðani
hevur rættiliga verið boð
eftir teimum.
Teir hava spælt í Klaks-
vík, Gøtu og Havn, og teir
skulu í næstum til Suðuroy-
ar at spæla. Harafturat
streyk bólkurin eisini inn á
15 tær bestu seinast leygar-
kvøldið.
– Ein av orsøkunum til, at
vit fóru við í Prixið, var fyri
at koma meira fram, og tað
hevur rættiliga eydnast. Tað
eru vit sera fegnir um, sigur
Eyðun Mortensen, sum er
sangari í bólkinum.
Mind's Eye venur nú
fram ímóti hálvfinaluni í
Prixnum, sum verður hildin
leygarkvøldið 15. februar.
Tá skal bólkurin kappast
við fýra aðrar um eitt
finalupláss.
Væl móttiknir
Á hitlistanum hjá Útvarpin-
um eru nógvir Prix-bólkar
um boðið í hesum døgum.
Seinasta leygarkvøld komu
tríggir sangir, sum eru
tiknir upp seinastu vikurnar
í Fuglafirði, inn á 15 tær
bestu, og longu hesa vikuna
eru tríggir aðrir bólkar um
boðið.
Tað er líkt til, at føroyski
ungdómurin tekur tónleikin
hjá hesum bólkum til sín,
bæði
tá
ið
tað
skal
atkvøðast til 15 tær bestu,
og tá ið teir eru á pallinum
til stórar konsertir.
– Vit hava merkt, at fólk
taka væl ímóti okkara tón-
leiki, tá ið vit eru úti og
spæla. Kanska er tað við at
henda eitt broyting á før-
oyska tónleikapallinum í
hesum døgum, sigur Krist-
ian í Vági, sum spælir við í
Flux.
Tað eru boð eftir Prix-bólkum
Mary's Baby er ein av nýggju bólkunum, sum er komin fram á føroyska tónleikapallinum seinastu vikurnar
Mynd: Jens Kristian Vang
15
14
Nr. 46 - 7. mars 2003
Í løtuni liggur upp-
skot um skattalætta í
tinginum. Skattaupp-
skotið viðførur at
skattastigin verður
broyttur. Fyrstu ferð í
ár og aðru ferð í 2004.
Broytingarnar í
skattastiganum gera,
at marginalskatturin
lækkar eitt vet. Tað er
positivt, men enn er
langt á mál
SKATTALÆKKING
Vinnuhúsið
Landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum hevur lagt upp-
skot fyri tingið um skatt-
alætta uppá tilsamans 123
milliónir krónur yvir tvey
ár. Ein partur av hesum
skattalætta verður nýttur til
at lækka hægsta marginal-
skattaprosentið frá 37% til
36%.
Hetta er avgjørt eitt stig á
røttu leiðini. Men enn er
langt á mál.
Hóast skattalættan, rinda
tey sum vinna eina miðal-
inntøku beint omanfyri
170.000 krónur, á leið 57%
í
marginalskatti,
um
kommunuskatturin
og
kirkjuskatturin eru tilsam-
ans 20% og hædd verður
tikið fyri gjøldunum til
arbeiðsloysistrygging,
arbeiðsmarknaðareftirlønar
grunn og barsilsgrunn.
170.000 er ikki nøkur há-
inntøka, men hóast tað
verður henda løn topp-
skattað. Til dømis fær ein
persónur, sum er løntur
eftir fastlønarsáttmálanum
hjá Føroya Arbeiðarafelag,
15.900 krónur um mánaðin
ella 190.800 um árið.
Hetta ger tað sjálvandi
minni áhugavert hjá løntak-
aranum at taka eyka tøk.
Verður arbeitt ein tíma ella
tveir yvir, verða 57 oyru av
hvørjari vunnari krónu inn-
drigin í skatti, áðrenn lønin
verður útgoldin. Motiva-
tiónin, sum átti at ligið í
eini bonusskipan, fánar
burtur av hesum, tí hvørja
ferð løntakarin kýtir seg,
fellur skattahamarin.
Neyðugt er at lækka
skattaprosentið munandi á
seinast vunnu krónunum.
So hóast nýggi skattastigin
hjá Karstini Hansen er eitt
stig á røttu leiðini, er fram-
vegis langt á mál.
Amerikanski dollarin
og bretska pundið eru
fallin munandi í mun
til krónuna seinasta
árið. Stórabretland og
Amerika eru einastu
marknaðir av
týdningi fyri hýsu og
hetta ger, at kursfallið
beinleiðis ávirkar tað
sum fæst fyri hýsuna.
Tað eru ongi útlit
fyri, at kursurin fer
uppaftur í bræði
SKATTALÆKKING
Vinnuhúsið
Kursurin á amerikanska
dollaranum í mun til krón-
una er fallin við 20% frá
februar 2002 til í dag. Hetta
vil við øðrum orðum siga,
at um ein amerikanskur
innflytari rindaði føroyska
útflytaranum 6,50 dollarar
fyri eitt kilo av hýsuflaki í
januar 2002, so gav tað
føringinum 55,90 kr. Um
amerikanarin rindar 6,50
dollarar í dag so gevur tað
bara 44,60 kr. Hetta er ein
munur uppá heilar 11,30 kr
fyri hvørt kilo av flaki, sum
svarar til 5 – 6 kr fyri kilo á
føroyska ráfiskamarknað-
inum.
Bretska pundið er fallið
11% frá februar 2002 til í
dag. Hetta vil aftur siga, at
um prísurin var tann sami í
pundum so kundi ein vøra
sum fyri einum árið síðani
gav 55,00 kr til útflytaran
bert geva 49,00 í dag. Prís-
lækkingin bara orsaka av
kursinum er sostatt 6,00 kr,
sum aftur svarar til uml.
3,00 kr á føroyska ráfiska-
marknaðinum.
Ávirkanin frá kursfallin-
um er eitt, men afturat tí
kemur, at prísurin í doll-
arum og pundum eisini er
fallin
munandi.
Stórar
nøgdir av hýsu eru á
marknaðinum
og
eftir-
spurningurin er lítil. Hesin
ójavnin millum útboð og
eftirspurning
á
altjóða
hýsumarknaðinum
sæst
eisini aftur á føroyska
ráfiskamarknaðinum
og
ávirkar prísirnar fleiri krón-
ur afturat.
Kursir frá Nationalbankan-
um:
Amerikanski
dollarin
28.02.2002 Kursur 859,06
Amerikanski
dollarin
27.02.2003 Kursur 686,35
Bretska pundið 28.02.2002
Kursur 1216,02
Bretska pundið 27.02.2003
Kursur 1085,60
Hýsuprísin lækkaður upp
til 6 kr orsakað av kursfalli
Skattastigin lækkar
eitt vet – eitt stig
á røttu leiðini
F’íggjarmálaráðið
C
M
Y
K
14