Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 7. mars 2003 17 Hálvfinala, 15. mars kl. 21.00 Allir bólkarnir, sum endaðu sum nummar 2 í teimum fimm innleið- andi umførunum, kapp- ast um eitt pláss í final- uni Finala, 26. apríl Tann stóra finalan í Norðurlandahúsinum. Seks finalistar kappast um sigurin í kappingini og møguleikan at spæla á donskum festivalum. Dómarar 10 dómarar meta um framførslurnar hjá bólk- unum til tey innleiðandi umførini. Teir geva bólkunum stig fyri teir ymsu partarnar av fram- førsluni. Stigini hjá øll- um dómarunum verða tald saman, og síðani verður vinnarin funnin. Í finaluni eru 28 dóm- arar. Vinnarar 1995: Moirae 1997: Mark No Limits 1999: Taxi 2001: Clickhaze Atgongumerki Atgongumerki til inn- leiðandi umførini kunnu keypast á Kunn- ingarstovunum kring landið, í Mylnuni í Mið- vági og á Shell-støðini í Gøtudali. Eisini ber til at keypa atgongumerki á www.billetmaskinen.dk 600 fólk sleppa inn til hvørt umfar. Bussar Í sambandi við kapping- ina leygarkvøldið koyra bussar til og frá tiltakin- um. Bussar fara úr Vest- manna, Sørvági og úr Havn kl. 20.00 Bussar fara av Toftum og Strondum kl. 20.30. Teir steðga ávíkavist í Leirvík og í Gøtu kl. 20.50. Aftan á tiltakið koyra bussarnar heim aftur. Ferja Sjóvegis samband verð- ur til Klaksvíkar kl. 03.45 av Fuglafirði. Ferðaseðlar skulu keypast í Norðoya Kunningarstovu og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Prix í Sosialinum Lagt til rættis: Eyðun Klakstein Teldupostur: eydun@sosialurin.fo Kokkurin Jákup Pauli Gaard Olsen og hans- ara menn í Hate- speech bjóða kom- promileysan rocktón- leik í seinasta undan- umfarinum í Prix- num, har kappingin verður sera hørð HATESPEECH Eyðun Klakstein Tað verða settar stórar vón- ir til rockbólkin Hate- speech, sum er við í sein- asta undanumfarinum í Prixnum leygarkvøldið. Slaturin í føroyska tón- leikaumhvørvinum vil vera við, at bólkurin er sera væl fyri, og at teir eru favorittar til at vinna kappingina. Men teir fáa harða kapping leygarkvøldið. – Eg rokni við, at vit hava eins góðan kjans sum allir hinir bólkarnir. Hvørki meira ella minni, sigur Jákup Pauli Gaard Olsen, sum er sangari í bólkinum. Hann er eisini útbúgvin kokkur og starvast á mat- stovuni Merlon í høvuðs- staðnum. – Vit hava gott tilfar í løtuni. Sangirnir eru góðir, og tónleikurin er sera fjøl- broyttur. Vit spæla kompro- mileysan heavy-tónleik. Vit fáa íblástur frá sera ym- iskum bólkum og tónleika- stílum, og tað hoyrist kanska aftur í tónleikinum, sigur hann. Bólkur lá stillur í fimm ár Hatespeech gjørdi rættiliga vart við seg í fyrst í nítiárun- um, men tá ið tónleikararnir í bólkinum fóru undir lestur í Danmark í 1997, steðgaði bólkurin upp. – Vit vóru so at siga allir í Keypmannahavn og høvdu møguleikan at venja og spæla, men har hendi einki, sigur Jákup Pauli Gaard Olsen. Hatespeech lá stilt í fimm ár, til teir í fjør vóru við á eini jubileumskonsert hjá plátufelagnum Tutl. Síðani hevur bólkurin verið meira úti um seg, og sein- astu vikurnar hava teir spælt á trimum ymiskum konsertum kring landið. Leygarkvøldið snýr tað seg so um Prix Føroyar tónleikakappingina, har bólkurin áður hevur tikið lut. Hatespeech var fyrsti bólkurin, sum spældi harð- an rocktónleik, sum kom í finaluna í Prixnum. Tað var í 1997. Nú er nógvur harð- ur rocktónleikur at finna í kappingini, men Hate- speech ætlar at skilja seg burturúr. Óvæntaðir vinnarar Tónleikararnir í Hate- speech halda nógv av Prix Føroyar tónleikakapping- ini, men teir siga, at teir eru tiknir eitt sindur á bóli av úrslitunum í innleiðandi umførunum. – Tað hevði verið gott, um dómararnir kundu kom- ið við eini grundgeving fyri, hví teir eru komnir til úrslitið. Eg eri í hvussu er ovfarin av úrslitinum í onkrum av umførunum, sigur Jákup Pauli Gaard Olsen. Tí fæst hann ikki at siga, at roknar við at koma víðari í kappingini leygarkvøldið, hóast hann heldur, at bólk- urin er so væl fyri, sum sjáldan áður. Hatespeech hevur fingið ein av tónleikarunum í bólkinum flux uppí. Tað er sangarin Hans Marius Ziska Weihe, sum í Hate- speech spælir gittar og syngur kór. – Tá vit byrjaðu aftur at spæla, vildi eg ikki bæði syngja og spæla gittar. Heðin spældi síðani gittar einsamallur eitt skifti, men vit hildu, at har manglaði okkurt, og so fingu vit lokka Hans Marius uppí. Hetta ger eisini, at vit hava møguleika fyri at brúka kór eisini, sigur Jákup Pauli. Hann og hinir í Hate- speech hava kokkast óført seinatu vikurnar, og leygar- kvøldið skal nýggi rætturin setast á borðið í Fuglafirði. Vælgagnist! Hatespeech kokkast til Prixið Pauli Gaard Olsen og Hans Marius Ziska Weihe eru tríggir av tónleikarunum í rockbólkinum Hatespeech Mynd: Jens Kristian Vang 30 ár á muni Bólkurin Jam, sum er við í Prixnum leygarkvøldið, er nýggjur bólkur, sum ikki hevur verið frammi áður. Fleiri av tónleikarunum í bólkinum hava spælt tón- leik í nógv ár, men hendan samansetingin er nýggj. Bólkurin er serligur á tann hátt, at tað eru 30 ár á muni millum tann elsta og tann yngsta tónleikaran. Trummuspælarin Búgvi J. Magnussen er bara 14 ára gamal, meðan gittarspæl- arin Gunnar Olsen er 44 ár. Seks tónleikarar eru í bólkinum, og Ársins Songrødd 2002, Ása K. Dam, er sangari. 17 16 Nr. 46 - 7. mars 2003 Prix Føroyar er ein tón- leikakapping, sum Nor- ðurlandahúsið í Føroy- um skipar fyri í sam- starvi við Føroya Undir- haldstónleikarafelag (FUT), Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya. Kappingin hevur verið hildin annað hvørt ár síðani 1995. Kappingin er skipað við fimm innleiðandi um- førunum, har vinnarin í hvørjum umfari kemur í finaluna. Bólkarnir, sum enda sum nummar 2 til innleiðandi um- førini, skulu kappast í eini hálvfinalu, har vinnarin fær seinasta finaluplássi. Øll tey innleiðandi um- førini verða hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Finalan verður í Norðurlanda- húsinum í Havn. 29 bólkar eru við í kappingini í ár. 6 bólkar sleppa í finaluna. 1. umfar, 25. januar kl. 21.00 Flux S.C.A.T.G.O.H Headache Blues Treo Søren Søgaard MC Hár Human Chaos Vinnari: MC Hár Nummar 2: Headache Blues Tro 2. umfar, 1. februar kl. 21.00 Mind’s Eye Déjá Vu onkikanndiskuterast.alt kann Speaker Holgar og Villmenn Vinnari: Déjá Vu Nummar 2: Mind’s Eye 3. umfar, 15. februar kl. 21.00 Braquet Crashwave Mary’s Baby Lawetz Krit Masha Vinnari: Braquet Nummar 2: Lawetz 4. umfar, 22. februar kl 21.00 Makrel Chain Side Effect Fluffy Toys MMM Páll Finnur Páll Vinnari: Makrel Nummar 2: Fluffy Toys 5. umfar, 8. mars kl. 21.00 Týr Zink Blív Jam Gestir Hatespeech Eyðun Klakstein Prix Føroyar tónleikakapp- ingin setir rættiliga fer á virksemið hjá spírandi komponistum. Har er nevniliga einki at gera. Skalt tú við í Prixið, skalt tú spæla nýggjar sangir. Og so velja flest allir bólkar at taka sakina í egna hendur og skriva sangir. Hetta er gott fyri føroyskt tónleikalív. Tað gevur nógvum tónleikabólkum eitt spark í afturpartin, so teir taka seg saman og royna seg sum tónasmiðir og yrkjarar. Sjálvandi er misjavnt, hvussu tað eydn- aðist, tá ið sangir skulu skrivast, men síðani 1995 eru nógv hitt komin fram gjøgnum Prixið. Líka frá teimum fyrstu døgunum við Moirae og Hjarnum, síðani við bólkum sum Mark No Limits, Aria og Kjølum, síðani Tangz, Flux og Taxi, og seinast við Clickhaze, All That Rain og Týr. Her eru sangir, sum før- oyskt tónleikalív hevur havt stóra gleði av, og tað er bara at fegnast um, at Prix Før- oyar hevur verið orsøkin til, at meira heimagjørt tilfar er at finna í føroyskum tón- leiki. Tónleikabólkarnir eru eis- ini farnir at leita meira eftir sínum egna ljóði, og teir royna at ganga nýggjar leiðir. Hetta er nakað, sum útlendsk plátufelagsfólk halda vera avgerandi, um bólkar skulu vinna fram uttan fyri landoddarnar. Tað nyttar ikki at vera eitt før- oyskt kopi, tá ið fólk hava ein útlendskan original. Clikchaze hevur megnað at funnið sítt egna ljóð, og tað hevur Týr eisini. Hesir bólkar vóru í fjør teir mest virknu føroysku bólkarnir uttanlands, og tað komst millum annað av, at bólkar- nar hava nakað serstakt at bjóða. Her heima er tað eisini vorið vanligt, at bólkar spæla sínar egnu sangir, tá ið teir eru við á konsertum kring landið. Coverløgini verða skúgvað til viks, tí bólkarnir vilja spæla sítt egna tilfar, og áhoyrararnir eru vorðnir alt meira opnir fyri tí nýggja tilfarinum. Her er kanska hóskandi at siga men. Tí tað er eitt men. Nógvir av bólkunum, sum eru frammi í dag, hava als ikki somu tónleikaligu bar- lastina, sum bólkar plagdu at hava. Makrel kom næst- an í neyð, tá ið teir skulu upp á pallin fyri at geva nøkur eykanummur, tá ið teir høvdu vunnið fjórða undanumfarið í Prixnum. Teir lovaðu at hava fleiri sangir at taka av næstu ferð. Sama var skilið, tá ið Déjá Vu kom aftur á pallin sum vinnari av annað umfari. Teir royndu seg við onkrum coverlagið, men tað endaði galið, og teir góvust bara at spæla. Orsøkin til hetta er helst, at tað er ikki longur politiskt korrekt at spæla covertón- leik. Nógvir bólkar hava ein hálvan tíma við egnum tilfari, sum teir spæla á konsertum, og that's it. Teir eru ikki førir fyri at spæla coversangir í ein tíma og enn minni at spæla til dans í tríggjar tímar. At spæla covertónleik er ikki vegurin fram hjá føroyskum tón- leiki, men tað gevur roynd- ir, barlast, lærdóm og vitan, sum kann vera gull verd, tá ið gylti vegurin til útlandið skal finnast. Í áhugaverdu sendingunum Tónasláttur var herfyri greitt frá um bólkin Funk- ies, sum var virkin fyri meira enn 20 árum síðani. Teir spældu ofta til dans tríggjar ferðir um vikuna, og onkuntíð tvær ferðir í eitt kvøld. Tað ger so at siga eingin føroyskur bólkur longur, og harvið er ein ella annar tónleikaligur missur. Tónleikararnir í Funkies endaðu ikki bara sum cov- ertónleikarar, tí eitt nú var Terji Rasmussen við í bólk- inum, og hann skrivaði seinni eitt hitt fyri og annað eftir. Tað er sanniliga at fegnast um, at føroyskir bólkar nú á døgum leita eftir sínum egna stíli, sínum egna ljóði, við sínum egnu sangum. Tað er har stóra avbjóðing- in liggur. Men tað er stórt spell, at bólkarnir hava einki annað hava at taka av, tá ið tað stendur á. Teir spæla eingi coverløg, halda kanska lítið um tað, og teir spæla aldri til dans við sveittabroti eina heila nátt. Um tú nú skuldi verið í káta lagnum til eitt av Prix- kvøldunum í Fuglafirði, so kundi tú kanska roynt at rópt »spæl ein góðan«, tá ið vinnarabólkurin var komin aftur á pallin. Men tú hevði helst fingið nøkur uppgev- andi og ivandi eygu send- andi afturímóti av pallin- um. Spæl ein góðan Prix-bólkarnir, sum sleppa til útlendsku festivalarnar at spæla, kunnu gleða seg til at spæla saman við nógvum kendum donskum og út- lendskum nøvnum. Serliga í Skanderborg eru nógv kend nøvn á skránni FESTIVALAR Eyðun Klakstein Tríggir av størru donsku summarfestivalunum fara at hava føroyskan bólk við í ár. Tónleikafestivalarnir í Skanderborg, Nibe og Jelling koma í apríl mánaði til Føroya, og teir fara at velja sær ein bólk millum teir, sum eru við í Prix Før- oyar finaluni. Hesir bólkar kunnu gleða seg til eina spennandi avbjóðing, har teir koma á plakatina sam- an við nógvum kendum tónleikanøvnum. Í fjør vóru Nibe og Jell- ing eisini til Prix-finaluna, og hesaferð er Skanderborg komið afturat. Í Skander- borg verður kappingin Star Fighters, sum er fyri nýggjar bólkar, og her skal vinnarin av Prix Føroyum verða við. Skanderborg Skanderborg Festivalurin hevur nógv og fjølbroytt nøvn á skránni teir fýra dagarnar, festivalurin er fyrst í august mánaði. Enn er ikki endaliga greitt, hvussu skráin verður í ár, men nógv nøvn eru longu kunngjørd. Tiltikni sangarin Led Zeppelin, Robert Plant, kemur til jútska býin saman við sín- um bólki. Nógv umrøddu norðmenninir í Kaizers Orchestra verða við, og tað verður eisini familjubólk- urin Kelly Family. Millum mongu donsku nøvnini á festivalinum ber til at nevna TV2, DAD, Kashmir, Sort Sol og Christian. Jelling og Nibe Jelling festivalurin verður hildin longu síðst í mai mánaði, og har hava fyri- skipararnir boðað frá, at Status Quo verður høvuðs- navn. Onnur nøvn, sum leggja leiðina fram við í Jelling, eru Gnags, Lars Lilholt, Kim Larsen, Big Fat Snake, Nik & Jay og Hanne Boel. Festivalurin í Nibe fer fram fýra dagar síðst í juni, og har verður Runrig mill- um bólkarnar, sum fara at spæla. Runrig var í fjør í Føroyum og spældi á Lista- stevnuni. Nýggja heita navnið í donskum rocktónleiki, Car- park North, fer somuleiðis at spæla í Nibe. Ikki bara vinnarin Vinnarin av Prix Føroyum hevur tryggjað sær luttøku í Star Fighters kappingini, sum fer fram í Skander- borg, men hinir báðir festi- valarnir fara sjálvir at velja, hvørjar bólkar, teir vilja hava at spæla hjá sær. Í 2001 fekk Clickhaze annað festivalplássið, með- an Týr, sum ikki var millum tríggjar teir fremstu bólkar- nar í finaluni, fekk hitt festivalplássið. Soleiðis kann tað ganga aftur í ár, og tí leggja bólk- arnir nógv í, at teir eru við í finaluni, tá ið øll tey heim- ligu og útlendsku eyguni eru vend ímóti pallinum í Norðurlandahúsinum. Nógv kend nøvn at spæla saman við Braquet er ein av finalubólkunum, sum hevur møguleikan at gera vart við seg, tá ið umboð fyri útlendskar festivalar fara at velja sær ein bólk Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 16