fríggjadagur 7. mars 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 46 - 7. mars 2003
Jákup Pauli Gaard Olsen – sang
Hans Marius Ziska – gittar og kór
Heðin Ziska Davidsen – gittar
Ansgar Jensen – bass
Eyðun Djurholm – trummur
Bólkurin varð
stovnaður í 1993.
Tá var bólkurin
ein kvartett við
Jákup Paula,
Heðini, Ansgari
og Eyðuni.
Endamálið var at
spæla harðan
thrash tónleik, og
tað gjørdu teir á
ymsum lítlum
konsertum og
ymsum størri
eisini – harímillum Prix Føroyar.
Í 1997 var tíðin komin til, at
manningin so smátt fór til Danmarkar
at lesa, og tað hevði við sær ein steðg,
sum vardi líka til 2002.
Teir hava spælt á konsertum hjá Tutl
og á ólavsøkukon-
sertini í fjør, og
nú royna teir seg
aftur í Prixnum.
Teir vóru við á
Prix Føroyum í
1995, har komu
teir ikki longur
enn til tey inn-
leiðandi umførini.
Teir royndu aftur í
1997, og tá náddu
teir einum finalu-
plássi.
Høgni Kragesteen – gittar og kór
Ólavur Olsen – sang og trompet
Líggjas Olsen – ljómborð og kór
Jón McBirnie – bass
Rúni Højgaard – trummur
Sum veruligur bólkur er Blív
nýggjur á tónleikapallinum, men
onkrir av manningini hava ar-
beitt við egnum tekstum og tón-
leiki tey seinastu fimm árini.
Tónleikurin, sum Blív spælir,
er pop/rock-tónleikur við einum
sermerktum egnum stíli. Allir
tekstirnir eru skrivaðir á før-
oyskum máli, og saman við tón-
leikinum bera teir á hvør sín hátt
ein boðskap út til áhoyrarnar.
Stutt og greitt kunnu vit siga, at
Blív er ein áheitan í sær sjálvum.
Tekstirnar hja bólkinum hava Hallur
Gilstón Thorsteinson, Ólavur Olsen og
Høgni Kragesteen skrivað.
Ása Kathy Dam – sang
Rúni í Lágabø – gittar og sang
Gunnar Olsen – gittar
Árni Joensen – bass
Búgvi J. Magnussen – trummur
Teitur H. Olsen – saxofon
Bólkurin er nýggjur og er stovnaður
sum eitt alternativ til tann harðan rock-
in, sum tað er nógv av til Prixið.
Bólkurin leggur dent á, at hava góðar
melodiir til sangirnar hjá sær, og
stílurin kann kallast countryrockur.
Ein bólkur, sum tey hava fingið
íblástur frá, er amerikanski bólkurin
Eagles, og tað er serliga fyrsta tíðar-
skeiðið hjá bólkinum, sum kanska
hoyrist aftur í tónleikinum hjá Jam. Og
harafturat hevur
bólkurin eisini
fingið íblástur frá
øðrum bólkum.
Tekstirnir hjá
bólkinum eru
bæði á
føroyskum og
enskum máli.
Heri Joensen – gittar og sang.
Terji Skibenæs – gittar og sang.
Gunnar Thomsen – bass og sang.
Kári Streymoy – trummur og sang.
Bólkurin kom rættiliga fram á Prix
Føroyum fyri tveimum árum síðani, tá ið
Ormurin Langi rungaði. Fólk tóku sera
væl ímóti bólkinum, sum eisini kom í
finaluna. Har fingu teir kjansin
at spæla á Jelling Festivalinum.
Síðani hevur bólkurin gjørt
nógv um seg. Hann hevur givið
tvær fløgur út, hevur verið á
konsertferð ymsastaðni í Norð-
urlondum og var millum annað
eitt heitt navn í Íslandi í farna
ári.
Ætlanin er at Týr skal aftur til
Íslands at spæla, og teir fara
eisini at vera við í danskari tón-
leikakapping í hesum árinum.
Hans Edward Andreasen – gittar og sang.
Heðin Egholm Skov – bass og kór.
Heini Mortensen – trummur.
Søgan um bólkin Zink er stutt. Fyri
einum hálvum ári síðani kendu teir ikki
hvønn annan. Teir byrjaðu at spæla í
oktober, tá ið onkur bara segði:
kom og spæli tónleik. Tað gjørdi
teir so, men ikki soleiðis, at tað
bleiv boyband-venjing 10 dagar
um vikuna. Teir venja og hava
tað stuttligt saman. Tað hevur
størstan týdning.
Bólkurin spælir glaðan skater-
punk, sum mest er undirgrund-
artónleikur, men sum er vorðin
meira viðurkendur seinnu árini.
Tónleikurin hjá teimum snýr seg
mest um at lýsa keðilig og
kanska ræðulig ting, ið fara fram ein
vanligan gerandisdag.
Teir hava einaferð spælt alment, tað
varð í Studentaskúlanum í Hoydølum.
Annars venja teir á loftinum hjá
trummuspælaranum í 50 kuldastigum!
5. innleiðandi umfar – Mentanarhúsið í Fuglafirði – leygarkvøldið 8. mars kl. 21.00
Ólavur Hansen – sang og gittar
Torfinnur Jákupsson – gittar
Knút H. Eysturstein – ljómborð og sang
Niels Jákup í Jógvanstovu – bass
Jógvan Andrias á Brúnni – trummur
Bólkurin varð stovnaður á summri 2002, og
síðani hevur hann spælt til onkrar einstakar
konsertir. Teir hava spælt í Losjuni í Gøtu, og
teir vóru við á Tutl-konsertini í Útvarpshøllinií
fjør.
Ein sangur hjá bólkinum er givin út, tað er á
live-fløguni hjá Tutl, sum eisini kom út í fjør.
Sangarin og gittarspælarin eru brøður, og teir
hava spælt nógv saman. Teir hava tó spælt lítið
alment, og tað er ikki fyrr enn nú, at teir rætti-
liga fáa møguleikan at koma undir sjóneykuna
hjá teimum tónleikaáhugaðu.
Gestir spælir alternativan rocktónleik.
Blív
Gestir
HATESPEECH
Týr
Jam
Zink
C
M
Y
K
18
Nr. 46 - 7. mars 2003
19
Bíligari at keypa húsvognar
Karsten Hansen hev-
ur lagt fyri tingið
uppskot um at avtaka
avghald á húsvognar,
so tað verður eins
lagaligt at keypa hús-
vognar í Føroyum
sum í t. d. Danmarki.
Eisini verða reglurnar
fyri ellisakfør
dagførdar
VEKTGJALD
Eirikur Lindenskov
Gongur sum fíggjarmála-
ráðharrin vil, so verður tað
í framtíðini bíligari hjá
føroyingum at keypa sær
húsvongar og lagaligari at
innflyta ellisakfør.
Seinasta framløgudagin
kom á tingborð uppskot frá
Karsten Hansen, landsstýr-
ismanni í fíggjarmálum,
um broyting í løgtingslóg
um skrásetingargjald av
motorakførum v. m.
Uppskotið varð av fyrst-
an tíð lagt fyri tingið sein-
asta framløgudag í fjør,
men tað varð tikið aftur, tí
onkur teknisk villa var í
uppskotinum.
Talan er um tvær broyt-
ingar. Onnur broytingin
snýr segum at taka av av-
gjald á kampingvognar.
Hitt snýr seg um at broyta
defineringina av ein ellis-
akfari. Eitt ellisakfar skal
eftir uppskotinum verða ak-
far eldri enn 25 ár. Fyri ell-
isakfør verður einki skrá-
setingargjald kravt, men
soleiðis sum lógin í løtuni
er orðað, verður eitt ellisak-
far, bara tá tað verður inn-
flutt, roknað sum akfar
eldri enn 30 ár. Tað talan er
um vegskatt, verður elliak-
far roknað sum akfar, eldri
enn 25 ár, og somuleis tá
talan er um trygging.
– Hendan broytingin er
bæði ein málslig dagføring,
har mælt verður til at broyta
orðið veteranakfør til ellis-
akfør, og ein lækking av ald-
ursásetingini fyri frítøku fyri
skrásetingargjaldi á ellis-
akførum úr 30 árum niður í
25 ár, sigur Karsten Hansen.
Hann sigur víðari, at hetta
verður gjørt eftir ynski frá
áhugafelagnum Føroya Ell-
isakfør, sum metir hetta hava
stóran týdning fyri møgu-
leikan hjá limum tess at
varðveita gomul akfør í
teirra upprunaliga sniði.
Henda broyting viðførir eis-
ini, at sama aldursáseting
verður nýtt í øllum lógum
viðvíkjandi ellisakførum, tí í
løgtingslóg um vektgjald
(vegskatt) verður 25 ár nýtt
sum aldursáseting fyri ellis-
akfør. Tað skal viðmerkjast,
at Vinnumálaráðið og Bileft-
irlitið hava viðmælt hesa
broyting.
Um broytingina við hús-
vongum, ella kamping-
vognum, sum tað eitur í
uppskotinum, sigur Karsten
Hansen:
– Avgjaldið á kamping-
vognar er íløtuni 45%.
Fíggjarmálastýrið
hevur
fingið áheitan frá einum
áhugabólki um at taka hetta
avgjaldið av, tí tað forðar
fyri,
at
kampingvognar
verða keyptir til Føroyar.
Víst verður á, at í Danmark
er einki avgjald. Av tí sama
eru tað fleiri føroyingar, sum
hava keypt sær ein kamp-
ingvogn í Danmark og hava
kent seg noyddar at lata teir
verða standandi í Danmark
fyri at sleppa undan avgjald-
inum. Tað skal harafturat
viðmerkjast, at einki avgjald
er á øðrum viðfestisvognum,
og at avgjald longu er rindað
fyri bilin, sum togar.
Avleiðingar av lógar-
uppskotinum
Lógaruppskotið hevur bert
smávegis fíggjarligar avleið-
ingar fyri landið, tí sum er
verða eingir kampingvognar
innfluttir. Hinvegin verður
tað ein fíggjarligur fyrimun-
ur fyri teir borgarar, sum yn-
skja at ogna sær ein kamp-
ingvogn og fyri møguligar
umboðsmenn í Føroyum.
Tað er ikki gjørligt at siga,
um lækkingin av aldursáset-
ingini fyri frítøku fyri skrá-
setingargjaldi á ellisakførum
fer at hava við sær størri
innflutning av ellisakførum,
men roknast kann við, at
áhugin verður nakað størri.
Lógaruppskotið
hevur
ikki stórvegis umhvørvis-
ligar avleiðingar við sær,
men tað, at aldurin á ellis-
akførum lækkar, fer at hava
við sær, at fleiri akfør koma
at koyra á vegunum í Før-
oyum, men hinvegin verða
tey í betri standi. Somuleið-
is er møguleiki fyri, at
kampingvognar verða meiri
sjónligir í nærumhvørv-
inum.
Uppskotið hevur ongar
umsitingarligar avleiðingar
við sær ella avleiðingar í
mun til altjóða avtalur og
reglur, fyri landið, komm-
unur, ávísar samfelagsbólk-
ar ella vinnuna. Heldur ikki
verða sosialar avleiðingar
fyri ávísar samfelagsbólkar,
sigur Karsten Hansen at
enda í viðmerkingum til
uppskotið.
Fleiri føroyingar hava keypt
sær húsvognar í Danmark,
har teir eru skrásettir. Av-
gjaldsskipanin ger, at tað er
rættuliga nógv dýrari at
keypa húsvognar í Føroyum,
so dýrt, at nærum ein verður
keyptur. Hetta vil lands-
stýrismaðurin nú broyta
Aldursásetingin fyri frítøku
fyri skrásetingargjaldi á
ellisakførum verður lækkað
úr 30 árum niður í 25 ár.
Hetta verður gjørt eftir ynski
frá áhugafelagnum Føroya
Ellisakfør, sum metir hetta
hava stóran týdning fyri
møguleikan hjá limum tess
at varðveita gomul akfør í
teirra upprunaliga sniði,
sigur Karsten Hansen, lands
0stýrismaður í fíggjarmálum.
Myndin er tikin á bilstøðini
Auto í sekstiárunum
19