fríggjadagur 7. mars 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 7. mars 2003
21
Einki er avgjørt
- Vit rokna so ikki við,
at VÍF fer at missa
meira, og tí fellur av-
gerðin um FM ikki
fyrr enn á seinasta
leikdegi, heldur Artur
Johansen
HONDBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Tað var sjálvandi ein fegin
Artur Johansen, sum eftir
dystin mikukvøldið kundi
staðfesta, at í løtuni er StÍF
sterkasta hondbóltsliðið í
landinum, og gott og væl tað.
Síðani vetrarsteðgin hev-
ur annars gingið sera strilt-
ið hjá strandingunum, men
móti Neistanum sunnudag-
in bragdaði av álvara, og
mikudagin varð hildið fram
á sama hátt.
Eingin frágreiðing
Spurdur, hvussu tað ber til,
at strandingarnir júst nú
tykjast hava funnið stór-
spælið framaftur, sigur
Artur, at tað hevur hann
ikki nakað greitt svar fyri.
- Eg veit ikki, hvat tað er,
sum hevur gjørt hetta, men
tað tykist tíbetur, sum um
vit nú eru um at koma fyri
okkum aftur. Tá endaspælið
byrjaði, tóktust vit onkurs-
vegna vera troyttir og tung-
ir, hóast hetta ikki er van-
ligt, tá ein steðgur hevur
verið í kappingini. Tá er tað
ofta hinvegin, men tað var
tað so ikki hjá okkum.
Um sjálvan dystin móti
VÍF, helt Artur, at tryggi
sigurin fyrst og fremst
komst av, at allir á liðnum
gjørdu júst soleiðis, sum
avrátt var frammanundan.
- Undan dystinum tosaðu
vit um, at vit máttu hava
tol, breidd og disciplin í
spælinum. Tað var einasta
fasta avtalan vit høvdu, og
hana hildu allir leikararnir
til fulnar. Serliga tað, at vit
alla tíðina høvdu neyðuga
tolið í spælinum gjørdi, at
VÍF ikki fekk nøkur býtt
kontramál. Vit avsluttaðu
ikki upp á 90% kjansir,
men bíðaðu til veruligi
møguleikin var har, og so
hildu vit eisini alla tíðina
høvdið kalt.
- Kanska vóru onkrir av-
brennarar seinastu løtuna,
men tað var eftir at vit mest
sum vóru vísir í sigrinum.
Tá kemur sjálvsálitið mest
sum av sær sjálvum, og alt
fellir so nógv lættari.
- Og so má eg eisini
nevna Marian. Hann var í
øllum førunum ein av stóru
mununum á degnum. Einki
skal takast frá Eli, sum er
ein góður málverji, men í
dag høvdu vit betra mál-
verjan, og tað var avgjørt
við til at tryggja okkum
sigurin, sigur Artur.
Enda við braki
Tá tosið kemur inn á gullið,
og hvussu langt burturi ella
hvussu nær hetta nú er, held-
ur Artur tó ikki, at dysturin
mikudagin broytti nakað.
- Nei. Tann avgerðin fellur
ikki fyrr enn 12. apríl í
Vestmenna. VÍF hevur ein
nógv betri málmun enn vit,
og eg dugi illa at síggja,
hvussu teir skulu missa nøk-
ur stig fram til tá. Eg rokni í
øllum førum ikki við, at teir
fara at undirmeta nakað sum
helst mótstøðulið, tí teir vita
við sær sjálvum, at teir ikki
hava ráð at missa nakað, so
tað verður eitt satt brak
seinasta umfarið, sigur Artur
Johansen at enda.
Artur Johansen var sjálvnadi
væl nøgdur um dystin, men
hann heldur fast um, at enn
er FM-stríðið púrasta opið
Mynd: Álvur Haraldsen
Áki Olsen iðraði seg
eftir dystin um, at
vestmenningar í so
stóran mun sleptu
takinum í løtuni eftir
steðgin
HONDBÓLTSTOS
Jákup Mørk
- Tað var byrjanin av seinna
hálvleiki, sum oyðilegði alt
fyri okkum. Vit mistu full-
komuliga takið og fóru nið-
ur við høvdinum, og so var
einki at gera.
Áki Olsen var bersøgin,
tá vit eftir greiða tapið hjá
VÍF
fyri
strandingum,
fingu orð á hann.
Sluppu ov væl
Vónbrotið um hetta var
eisini væl skilligt. Eftir at
VÍF seinastu løtuna av
fyrra hálvleiki hevði strítt
seg inn aftur í dystin, var alt
tveitt fyri borð, tá strand-
ingar innan áttu minuttir
skutu sjey mál á rað. At
finna ítøkiligu orsøkina til
hetta, kann kanska vera
trupult, men yvir høvur helt
Áki, at hann og liðfelagar-
nir ikki vóru nóg klárir
hesa løtuna.
- Teir sleppa snøgt sagt
alt ov lætt. Vit geva teimum
alt ov góðar sømdir at
skjóta, og so verður man
revsaður. Eg veit ikki hví,
men vit hava fleiri ferðir í
ár sæð, at júst løtan eftir
steðgin er sera trupul hjá
okkum, og tað er avgjørt
nakað, sum vit mugu betra.
Einki avgjørt
Um sjálvt FM-stríðið heldur
Áki annars, at enn er so
einki avgjørt hesum viðvíkj-
andi, tó at treytirnar hjá VÍF
nú eru harðnaðar nakað.
- Vit kunnu framvegis
avgera alt sjálvir. Vinna vit
rest, so verða vit meistarar,
men tað verður sjálvandi
trupult. Vit hava bæði
Kyndil og KÍF eftir á úti-
vølli, og tað eru so avgjørt
ikki lættir dystir, men hin-
vegin hava strandingar eis-
ini dystir eftir móti liðum,
sum teir hava tapt fyri.
- Men tað krevur so undir
øllum umstøðum, at vit
eisini vinna seinasta dystin
í Vestmanna, og tað kann
gerast trupult. Vit hava tað
ikki serliga gott við hasum
strandingunum, sigur Áki
Olsen at enda.
Taptu upp á 10 minuttir
- Vit hava bæði Kyndil og
KÍF eftir á útivølli, og tað eru
so avgjørt ikki lættir dystir,
men hinvegin hava strand-
ingar eisini dystir eftir móti
liðum, sum teir hava tapt
fyri, heldur Ákio Olsen um
tey seks seinastu umførini av
landskappingini
Mynd: Álvur Haraldsen
Vestmenningar
vóru mest sum
einaráðandi í
unglingadeildini í
talvi. Á myndini
eru tað Rógvi
Hansen, Jóhann-
us Johannesen,
John Martin
Andreasen, John
Johannesen, Eyð-
álvur í Dáva-
stovu, Rúni
Vørmadal og
Reidar Egilsnes
Eingin ivi var um, hvat var
besta liðið í unglinga-
deildini í talvi í ár. Vest-
manna talvfelag endaði
hálvt áttanda stig framman
fyri næsta liðið í deildini,
sum var úr Gøtu. Ikki
minst var tað stórspæl av
John Martin Andreasen,
sum staðfesti oddastøðuna
hjá vestmenningum. John
Martin telvaði níggju talv í
kappingini, og vann tey
øll! Og tað var eingin
annar telvari, sum honum
hetta kynstrið eftir.
Endaliga
støðan
í
unglingadeildini gjørdist
hendan:
1 VT
28,0
2 GTa
20,5
3 KTFa 19,5
4 GTb
18,0
5 HT
16,5
6 KTFb 16,5
Sannførandi
meistarar
Flogbóltssambandið
hevur sett danska
Jesper Brix at venja
manslandsliðið, sum í
summar skal royna
seg á Oyggjaleikunum
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Flogbóltssambandið hevur
nú sett venjara at taka sær
av fyrireikingunum hjá
manslandsliðnum,
nú
Oyggjaleikarnir av álvara
eru farnir at nærkast.
Talan er um Jesper Brix,
sum eisini áður hevur tikið
sær av landsliðnum. Hetta
var í 1999, tá menninir
vunnu bronsu á Gotlandi.
Jesper hevur annars í
fleiri ár verið ein av berandi
kreftunum í Frederiksberg
Volley, har hann millum
annað hevur vant fleiri av
føroysku landsliðsleikarun-
um hjá kvinnunum, sum
hava verið partur av elitu-
liðnum hjá felagnum.
Yvir høvur er talan eisini
um ein royndn harra innan
flogbóltin. Seinast í 80’un-
um var hann partur av
Holte-liðnum, sum var
mest sum einaráðandi í
donskum flogbólti, og eftir
at hann í 1990 flutti til Skt.
Jørgen var hann eisini fleiri
ferðir partur av danska
endaspælinum, har talan
eisini gjørdist um heiðurs-
merki, tó at hesi ikki vóru
úr gulli. Við á linum hjá
Skt. Jørgen tá var annars
eisini Klæmint Isaksen.
Sum partur av fyrireik-
ingunum til nýggja starvið
var Jesper eisini í Føroyum,
nú steypafinalunar vórðu
leiktar, og sum skils, so var
hann eisini væl nøgdur um
tað, sum hann har sá.
Umframt Jesper hevur
Flogbóltssambandið eisini
sett hjálparvenjara. Tað er
39 ára gamli Suni Hansen,
sum í nógv ár hevur verið
ein av føstu leikarunum á
manslandsliðnum, umframt
at hann bæði hevur verið
føroyameistari við ÍF og
steypavinnari við SÍ.
At enda upplýsir FBF, at
tað framvegis ikki er gjørt
av, hvør verður venjari hjá
kvinnulandsliðnum. Sam-
band hevur verið við fleiri
venjarar, og væntandi verð-
ur hesin spurningurin av-
kláraður í nærmastu fram-
tíð.
Nýggjur landsliðsvenjari settur
21
Nr. 46 • fríggjadagur • 7. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
StÍF-VÍF 34-27 (15-14):
Stórspæl frá StÍF
Í løtum var snøgt sagt
klassamunur á, tá
StÍF staðfestu odda-
sessin við stórsigri á
verjandi meistarun-
um úr Vestmanna
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Lagt var veruliga upp til
stórdyst, tá StÍF og VÍF
hittust á Skála mikukvøld-
ið. Fyrst og fremst tí talan
her var um liðini, sum hava
staðið seg best hetta kapp-
ingarárið, men eisini tí so
nógv annað spældi inn.
Tey árini, har VÍF í sein-
astuni hevur verið mest
sum einaráðandi í føroysk-
um manshondbólti, hevur
StÍF verið mest sum einasta
liðið, sum hevur kunna hótt
teir, og tier hava eisini
argað. Fyrst og fremst í
steypakappingini, har teir
trý ár á rað hava bast VÍF,
men eisini í landskapping-
ini hava teir argað.
Ferð á
Tí hildu vestmenningar
ivaleyst, at tað nú skuldi
verða teirra túrur at seta
strandingar upp á pláss,
men tað var tó skjótt, at
hetta tos fall til jarðar.
Strandingar
byrjaðu
nevnliga dystin við buldur
og brak. Eftir eina heldur
laka byrjan upp á endaspæl-
ið, funnu teir nakað av rætta
spælinum fram seinasta
sunnudag, og fyrstu løtuna
av dystinum mikukvøldið
hildu teir á fram við hesum.
Við konstentreraðum verju-
spælið varð grundarsteinur-
in undir einum góðum av-
riki settur. Sum vant, stóð
Marian eisini sum ein múrur
innan fyri verjuna, og
spakuliga byrjaðu strand-
ingarnir at toga seg burtur
frá mótstøðuni.
Tað tóktist eisini hesa løt-
una, sum um VÍF bert hevði
eittans vápn í royndunum at
basa StÍF. Seinastu dystirnar
hevur tað hepnast væl hjá
vestmenningunum, tá teir
hava roynt at sett nógva ferð
á spælið ígjøgnum allan
dystin á tamb, og tað tóktist
eisini, sum um hetta var
ætlanin hesaferð. Alla tíðina
varð roynt at trýsta mót-
støðumenninar, soleiðis at
hesir ongan tíð fingu tíð at
hvíla seg, men tað var ein
trupulleiki við hesum.
Eins og onnur lið hava
ásannað, so er júst ferðin
ikki besta vápnið móti
tekniskt sterku stranding-
unum. Aloftast fær hetta
bara tað allar besta fram í
liðnum, og tó at teir fyri tað
mesta máttu finna seg í, at
Costin Dumitrescu varð
skermaður út av 5-1 verjuni
hjá VÍF, so megnaðu teir
fyri tað mesta at halda
skjóta spælinum gangandi.
Men hóast truplu støð-
una, so megnaði VÍF at
reisa seg fyri steðgin. Fyrst
og fremst tí teir fingu verj-
una at koyra sum eina væl
pakkaða eind. Skjótingar-
nar gingu skjótt, soleiðis at
neyðuga uppbakkingin alla
tíðina var til staðar, og tað
gjørdist alsamt truplari hjá
strandingum at skora. Hin-
vegin sýndi Áki Olsen aft-
ur, at hann nú er um at
koma fyri seg. Fleiri megn-
aði hann einsamallur at
bróta seg ígjøgnum til skot,
og sleppur hann tað, so ger
tað sama, hvør málverji er
fyri. Og tá Daniel Rápa so
eisini byrjaði at finna hol í
verjuni beint undan steðg-
inum, fekk VÍF togað seg
heilt upp á javnt undan
steðginum.
Steðgurin kom illa við
Tað er oftani sæð, at steðg-
urin í hálvleikinum hevur
fullkomuliga ymiska ávirk-
an á tvey lið, og soleiðis var
eisini hesaferð. Fyri vest-
menningar, sum tá veruliga
høvdu arbeitt seg inn í
dystin, mundi hetta kennast
sum ein avbrótan av rútm-
uni, meðan tað hjá strand-
ingum hinvegin mundi vera
talan um eina kærkomna
hvíliløtu.
Og eftir steðgin gjørdi
heimaliðið bart. Verjan
hevði nú fingið taki á Áka
Olsen. Kvika álopisspælið
varð aftur funnið fram, og
so líðani bumbaðu teir seg
ígjøgnum eitt alt meira
frustrerað VIF-lið. Fyrstu
løtuna av steðginum vunnu
teir 7-1, og tá VÍF eftir
hetta fór niður við nakkan-
um, so var tað ikki nakar
stórvegis trupulleiki at
koyra sigurin heim.
Og seinasta korterið ella
so var veruligur klassamun-
ur á liðnum. Ein munur,
sum eisini greitt lýsti sinni-
ligu støðuna hjá leikarun-
um. Vestmenningar hingu
lútandi við høvdinum í
ásannanini av, at dysturin
var taptur. Strandingar hin-
vegin lýstu av spæligleði.
Eina ferð fyri og aðra ferð
eftir fóru teir við kvikum
og frekum kombinatiónum
ígjøgnum VÍF verjuna, sum
til tíðir ikki visti síni livandi
ráð. Somikið stórur var
munurin í spælinum, at
løgdu strandingar í, kundi
sigurin væl verið størri,
men sum so nýtist tað ikki
at hava nakran týdning.
Avgerandi í
Vestmanna
Tað tykist nevnliga eftir
dystin greitt, at avgerðin
um FM bíðar til seinasta
umfar. Í øllum førum sum
støðan er í løtuni. Her hava
strandingar tvey stig fleiri
enn VÍF, men hinvegin hev-
ur VÍF ein munandi betri
málmun, sum í seinasta
enda kann vísa seg at verða
gull verdur.
Og tó at VÍF fór niður við
nakkanum mikudagin, so
vilja teir ivaleyst gera alt til
tess at halda stutta tjóðrin-
um, sum teir í løtuni hava á
StÍF. Ráð eru í øllum førum
ikki at tapa, og spæla teir
upp til sítt besta, so er ilt at
síggja, hvør skal steðga
teimum í hesum.
Og somuleiðis er ilt at
síggja, hvussu StÍF skal steð-
gast. Sum spælið koyrir í løt-
uni, er í øllum førum eingin,
sum stendur teimum kurl,
men hinvegin hava teir onk-
un tíð havt lyndi at tapa teir
løgnastu dystirnar. Tað eru
so eisini ráð til eina einstaka
ferð í teimum seks eftir-
verandi dystunum, so leingi
sum tað tapið ikki er í Vest-
manna á seinasta leikdegi.
Dysturin í tølum
StÍF-VÍF 34-24 (15-14)
Málskjúttar:
StÍF: Sveinur Justinussen
8(1), Costin Dumit5rescu
7(4), Alexandur Johansen
7(1), Artur Johansen 6,
Kristjan Petursson 2, Jón
Rasmussen 2, Bent Djur-
huus 1, Borgar Danielsen 1
VÍF:
Áki Olsen 11(1),
Daniel Rápa 4, Áki G.
Olsen 4(2), John Zacharia-
sen 3, Ingi Olsen 2, Ólavur
Brimnes 2, Agnar Joensen 1
Brotskøst: StÍF 6, VÍF 4
Útvísingar: StÍF 3, VÍF 1
Dómarar úr Neistanum:
Sámal Hansen & Kristian
Johansen. Høvdu onkrar
trupulleikar fyrstu løtuna,
men lótu ikki við seg koma,
og tá teir fyrst vóru heitir,
koyrdu teir dystin ígjøgn-
um uttan stórvegis hóva-
sták.
Serliga í fyrra hálvleiki var
talan um ferðmiklan og
undirhaldandi dyst, men
eftir steðgin tók heimaliðið
fullkomuliga yvir, soleiðis at
VÍF fekk ein avsmurning av
tí heilt sjáldsama slagnum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
20