fríggjadagur 7. mars 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 7. mars 2003
23
Árliga stórkappingin í rútmiskum fimleiki
Stórkappingin í
rútmiskum fimleiki
verður hildin á
Kambsdali um viku-
skifitð, og verða ikki
færri enn 28 lið, sum
fara at taka lut í
hesum
FIMLEIKUR
Jákup Mørk
Vikuskiftið 8. og 9. mars
verður árliga stórkappingin
í rútmiskum fimleiki hildin
í Ítróttarhøllini á Kambs-
dali.
Leygardagin setur Sigurð
S. Simonsen, borgarstóri í
Fuglafirði,
kappingina,
sum hevur luttøku av hes-
um feløgum: Flog úr Fugla-
firði, Støkk úr Runavík um-
framt Ljósinum og Havnar
Fimleikafelag, sum bæði
eru úr Havnini.
Kappingarnar hava ofta
verið drúgvar, og tí hevur
Fimleikasambandið valt, at
kappingin í ár skal haldast í
tveimum.
Leygardagin
verður
kappingin fyri gentur og
kvinnur, har 14 lið við eini
fríari seriu og eini amboðs-
seriu taka lut. Amboðini hjá
gentunum eru gjarar og hjá
kvinnum bóltar. Gestalið
verða eisini við. Úr Klaks-
vík kom tvey lið, eitt aero-
bic lið úr Gøtu verður eisini
við, umframt trý smágentu
lið úr Havn, sum tóku lut í
opnari kapping, sum Havn-
ar Fimleikafelag skipaði
fyri fyrr í ár.
Í ár verur tað vinnandi
liðið hjá kvinnunum, sum
sleppur at taka lut í donsku
grand-prix
kappingini.
Hendan kappingin verður í
mai, so hjá vinnarunum er
bara at dríva á framyvir, so-
leiðis at tey eru so væl fyri
sum til ber til hesa kapping.
Ein kapping, har føroyingar
annars hava nógv at verja,
eftir at genturnar hjá Havn-
ar
Fimleikafelag
ikki
gjørdu mætari enn at vinna,
tá tær vóru gestaluttakarar í
fjør.
Stórkappingin í Føroyum
verður annars hildin eftir
somu reglum, sum donsku
Grand-Prix kappingarnar.
Seinni dagurin
Sunnudagin verður tað
borgarstjórin í Gøtu, Hall-
dóra Ranghamar, sum setir
kappingina.
Hesa
ferð
verða tað pinkur og smá-
gentur, sum fara at kappast.
Talan verður um í alt 14 lið,
har smágenturnar fara at
kappast í fríari seriu, með-
an genturnar fara at nýta
bóltar. Gentu- og kvinnu-
liðini hjá Flog og Støkk
verða annars gestaliði í hes-
um kappingunum.
Av teimum seks dómar-
unum, sum verða til kapp-
ingina, hava fýra júst verið
og dømt í Danmark, har teir
fingu góð skoðsmál eftir
Sælandsmeistaraheitið
í
rútmiskum fimleiki. Dømt
verður eftir tøkniliga og
listarliga førleikanum hjá
fimleikarunum, eins og
framførslan sum heild skal
metast. Hartil eru reglurnar
broyttar nakað í ár, soleiðis
at tað er møguligt hjá liðun-
um at fáa bonus-stig fyri
fríu seriuna.
Tey trý fremstu liðini í
kappingini fáa heiðurs-
merki fyri hvørja seriu sær,
og sjálvandi verða steyp
eisini latið samlaðu vinn-
andi liðunum.
Báðar dagarnar byrja
kappingarnar kl. 15.00, og
er kostnaðurin fyri ávíka-
vist vaksin og børn 80 og
10 kr.
Eftir stórkappingina í fjør
tóku genturnar hjá Havnar
Fimleikafelag lut í DM-
kappingini, har tær endaðu
fremstar
Føroyski landsliðs-
leikari skal tetta verj-
una, so Hvidovre
kann sleppa sær úr
niðurflytingar-
vandanum
YRKISFÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Síðani føroyska landskapp-
ingin endaði, hevur Óli Jo-
hannesen havt í umbúna at
leita sær nýtt felag, har
tilveran sum yrkisleikari
kann halda fram. Hetta eftir
at hann í fjør summar
gjørdi av at fara úr Hvid-
ovre, har stórur partur av
hópinum gavst, tá millión-
irnar hjá Peter Schmeichel
ikki bóru neyðuga úrslitið
við sær, soleiðis at danski
málverjin at enda slepti sín-
ari luttøku í felagnum.
Men eins og so nógvir
aðrir fótbóltsleikarar í løt-
uni gera tað, so mátti Óli
ásanna, at tað ikki er serliga
lætt at finna sær nýtt felag í
løtuni. Eftir eina skotska
royndarvenjing, sum kort-
ini varð av ongum, og eina
kinverska ditto, sum tó ikki
gav nakað úrslit, var annars
farið at síggja svart út hjá
Óla, men nú hevur hann so
kortini funnið sær eitt stað
at spæla fótbólt.
Tá Schmeichel gavst í
felagnum
merkti
hetta
samstundis, at felagið als
ikki hevði sama fíggjarliga
rásarúm, sum teir áður hava
havt, men nú felagið er í
vanda fyri at missa sessin í
deildini, hava góðar kreftir
kring felagið tikið seg
saman.
Ein bólkur av sponsorum
og privatpersónum hava
nevnliga stuðlað felagnum
fíggjarliga,
soleiðis
at
møguleiki er at styrkja
nakað um hópin, og nú eru
so teir báðir fyrstu leikarar-
nir komnir til felagið. Um-
framt Óla Johannesen er
talan um 24 ára gamla Bo
Nielsen, sum áður hevur
leikt í Skive og Birkerød.
Óli aftur í Hvidovre
Eftir fleiri miseydnaðar
royndir at fáa sær nýggjan
sáttmála ymsa staðni, hevur
Óli Johannesen nú aftur gjørt
sáttmála við Hvidovre
Todi Jónsson var púrasta
óvæntað
millum
teir
fyrstu ellivu, tá FCK
mikudagin leikti venj-
ingardyst ímóti Trelle-
borg.
Sum tað hevur verið
siður seinastu tíðina, so
var Todi annars als ikki
við í hópinum, sum skuldi
spæla dystin, men tá
Siusoso Zuma gjørdist
sjúkur, mátti FCK-venj-
aran finna annan leikara
ístaðin.
Úrslitið gjørdist heldur
óvæntað, at Todi fekk
pláss millum teir fyrstu
ellivu í dystinum í dystin-
um, sum FCK annars tapti
2-1.
Hvørt hetta á nakran
hátt merkir eitt bjartari
fótbóltsvár fyri Toda, man
tó vera rættiliga ivasamt,
men hinvegin hevur Todi
áður sagt, at hann bara
roynir at halda seg kláran,
soleiðis at hann er klárur,
um boð skuldu verið eftir
sær.
-jm
Todi við aftur
Todi Jónsson var millum teir fyrstu ellivu, tá FCK leikti
venjingardyt móti Trelleborg mikudagin
23
22
Nr. 46 - 7. mars 2003
Neistin fekk ikki
steðgað niðurtúrin-
um í dystinum móti
Kyndli, og nú eru teir
grønu farnir einsa-
mallir avstað í
bronsudystinum
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir eitt heldur misjavnt
kappingarár er Kyndil nú
um at koma upp á beint.
Stórar vónir vórðu settar
til liðið undan kappingini.
Nú skuldi kappingin av
álvara takast upp við vest-
menningar og strandingar,
men fyrstu umførini kast-
aðu alt annað enn nøktandi
úrtøku av sær. Steypasig-
urin í vár tykist tó hava
verið júst rætti heilivágurin
hjá linðum, sum í løtuni
tykist koyra við fullari ferð.
Eisini hóast liðið nú er
skert nakað í vongspælin-
um, har Heini Bendtsen
gjørdist skaddur, júst sum
hann hevði fingið sítt veru-
liga gjøgnumbrot á liðnum.
Høvdu yvirskotið
Mikudagin var grannaupp-
gerðin móti Neistanum á
matarlepanum. Kanska júst
Neistin átti sín stóra lut í
niðurtúrinum hjá Kyndli í
grundspælinum, tá teir bláu
púrasta óvæntað byrjaðu
landskappingina við einum
sigri á grannunum, og
restina av grundspælinum
var Neistin eisini partur av
oddastríðnum.
Her hava teir tó slept
takinum, og mikudagin
sleptu teir eisini takið á
bronsumerkjunum.
Eftir
eina bragdliga Neista-byrj-
an, har fýra mál á rað vórðu
skotin, áðrenn Kyndil slapp
upp í part, var tað nevnliga
Kyndil, sum stóð fyri rest-
ini.
Seks mál á rað frá teirra
síðu sendu teir aftur fram-
um, og restina av dystinum
hildu teir alla tíðina fast um
leiðsluna. Kanska bleiv
munurin ongan tíð so stór-
ur, at spenningurin fór úr
dystinum, men sum skilst,
so var ongan tíð nakar ivi
um, hvønn veg dysturin
skuldi fara. Mest sum
hvørja ferð Neistin hevði
hug at ressast nakað, svar-
aði Kyndil aftur. Hóast
nakað skerdir, so telir liðið
framvegis profilar sum
Jacob
Jónsson,
Høgna
Klein, Finnur Hansson og
Hans Áka Dal-Christian-
sen, og samanlagt var hetta
meira, enn Neistin megnaði
at byrgja uppfyri.
Og tá Kyndil so fram
móti dystarenda skræddi
seg veruliga leyst, var sein-
asti ivin farin úr dystinum.
Neistin
fekk
seinastu
minuttirnar minkað nakað
um munin, men tiðin var ov
knøpp, til at spenningur
kundi koma íaftur, og tí
vóru hesi málini meira av
kosmetiskum týdningi.
Favorittar til
bronsuna
Sum sagt, so hevur Kyndil
við sigrinum lagt seg einsa-
malt á bronsuplássið, sum
undan
kappingarárinum
varð
roknað
sum
eitt
minimumskrav
til
væl
mannaða hópin.
Og sum seinastu dystirnir
hava gingið, so er einki at
ivast í, at Kyndil nú eisini
eru stórfavorittar at vinna
hetta heiðursmerkið. Sein-
astu vikurnar hevur spælið
verið av tí meira støðuga
slagnum, og tó at grann-
arnir úr Hoyvík helst vilja
royna at blanda seg, so hev-
ur Kyndil sum einasta liðið
í endaspælinum havt eitt
sera gott tak á teimum.
Hjá Neistanum tykist
hinvegin bert ganga ein veg
í løtuni. Kanska er fremsta
orsøkin eisini, at liðið stóð
seg mest sum ov væl í
grundspælinum, soleiðis at
vónirnar undan endaspæl-
inum vórðu settar dekan ov
høgt.
Størsti veikleikin hjá
liðnum hevur víst seg at
vera, at hópurin er ov tunn-
ur, tá talan er um spælarar,
sum kunnu gera avgerandi
munin í einum dysti. Eina
mest hava hesir verið Áki
Mørk og Morgan Knezevic,
og tó at tað í løtum hevur
glógvað í fleiri av hinum,
so hevur hetta ikki verið
nóg mikið, tá mest hevur
staðið á.
Undan kappingini varð tó
sagt, at árið fyrst og fremst
skuldi nýtast til at byggja
eitt nýtt lið upp, og í so
máta er Neistin eisini
komin rættiliga langt. Í
løtuni er størsti tørvurin
helst ein sterkur miðspælari
afturat, og verður hesin
fingin til vega, kann væl
verða, at støðufestið hjá
liðnum verður væl størri
komandi kappingarár.
Dysturin í tølum
Kyndil-Neistin 27-24
(13-10)
Málskjúttar:
Kyndil: Finnur Hansson
7(2), Jacob Jónsson 5,
Høgni Klein 5, Janus Einar
Sørensen 4, Hans Áki Dal-
Christinansen
3,
Ken
Zachariasen 2, Leif Mikk-
elsen 1
Neistin: Morgan Knezevic
8, Áki Mørk 5, Helgi
Justinussen 5(1), Ragnar
Stakksund 3, Birgir Kass 2,
Dann Thorleifsson 1
Brotskøst: Kyndil 2,
Neistin 3
Útvísingar: Kyndil 5,
Neistin 2
Dómarar úr Tjaldur:
Hartvig Joensen & Trygvi
Mortensen
Føroyski landsliðs-
spælarin skoraði
einsamalla Brønd-
by-málið, tá danska
felagið mikudagin
tapti 2-1 fyri
bretska Brentford
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
So vita tey í Brøndby
eisini av álvara, hvussu
vandamikil leikari Jón
Rói Jacobsen er.
Føroyski verjuleikarin
skoraði nevnliga einasta
málið hjá Brøndby, tá
donsku meistararnir í
venjingardyst máttu lúta
2-1 fyri Brentford. Mál-
ið kom eftir bandaspæl
vi Karsten Johansen,
sum gav Jón Róa møgu-
leika at fara ígjøgnum
ensku verjuna, og einsa-
mallur við málverjanum
sendi hann bóltin trygt í
netið.
Jón Rói, sum annars
byrjaði dystin á beink-
inum, hevði seinni eisini
møguleika at javna, men
enski málverjin stór-
bjargaði, tá føryingurin
royndi seg útifrá.
Dysturin móti Brent-
ford var annars hin næst
seinasti á venjingarleg-
uni hjá Brøndby. Sein-
asti dysturin verður móti
Premier League felagnu,
Charlton, og um hendan
dystin sigur Michael
Laudrup, at hann fer at
byrja við teimum ellivu,
sum fara at byrja inni í
fyrsta superligadystin-
um móti Viborg. Rokn-
að verður við, at mið-
verjan hjá Brøndby tá
fer at verða mannað við
Dan Anton Johansen og
Per Nielsen, meðan Jón
Rói í fyrstu atløgu má
finna seg í leiklutinum
sum eykamaður fyri
hesar báðar.
Jón Rói á
blettinum
Kyndil-Neistin 27-24 (13-10):
Teir grønu
ganga fram
Eftir at Neistin seinstu árini hevur havt
yvirtakið í innanhýsis uppgerðunum,
eydnaðist tað mikudagin Kyndli at vinna
grannauppgerðina, og harvið toga seg
einsamallar upp á bronsuplássið
C
M
Y
K
22