hósdagur 30. august 1990síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sæ
IT
DANTE
r. 129 — 30. august 1990
Fotokapping:
100.000
krónur
at vinna
Í hesum døgum er høvi
hjá føroyingum at vera
við í einari av heimsins
størstu fotokappingum.
Talan er um altjóða
fotokappingina hjá
Olympus. At hetta er
ein stór kapping, er
eingin ivi um. Olym-
pus hevði eina kapping
í fjór, og tann kapping-
in hevði meiri enn
45.000 luttakarar.
I trimum pørtum
Kappingin hesaferð er
bytt sundur i triggjar
partar: Almennar foto-
myndir, fotomyndir úr
náttúruni og >Mín
besta fotomynd«.
Vinningar eru fyri
100.000 krónur í kapp-
ingini.
>Vónandi fara fleiri
føroyingar at vera við í
kappingini,< sigur
Gissur Patursson í
SMS Foto & Video,
sum tekur sær av før-
oyskari luttøku i kapp-
ingini. >Har vera jú
ikki færri enn 215
eykavinnarar umframt
teir triggjar høv-
uðsvinnararnar.<
Oydublød at fylla
út
Teir føroyingar, ið
ynskja at vera við í al-
tjóða fotokappingini
hjá Olympus, kunnu
við at venda sær til
SMS Foto á Video í
Havn, tlf. 19820, fáa
oyðublað at fylla út.
>Vit mugu hava foto-
myndir og oyðublgð í
seinasta lagi 27. sep-
tember, um vit skulu
náa at senda myndirnar
inn til tíðina,< sigur
Gissur við Sosialin.
»Eingin treyt er, at ein
er úrmælingur í at taka
myndir, tí øll kunnu
vera við - eisini tey, ið
brúka tey meiri ein-
føldu myndatólini.<
Á An SE
Satelitt-sjónvarpið hi
I
Sr S0SIalurin
á Torshavnar Býráð:
Sendir uttan loyvi
— og tað fellur ikki í góða jórð hjá teimum kommunum, sum
hava biðið landsstýrið um sendiloyvi til satelitt-sjónvarp
NS
Hóast Tórshavnar Býráð bert hevur loyvi at taka tríggjar satelitt-rásir niður, verða fýra tiknar. Landsstýrið
hevur talað at, men einki er hent við málinum, samstundis sum kommunur aðrastaðni í landinum heldur ikki
fáa nakað svar frá landsstýrinum um nidurtøku av satelitt-sjónvarpi.
Hóast fólk í Tórshavnar,
Argja og Nólsoyar
kommunum síggja
satelitt-sjónvarp við BBC,
TV3, Eurosport og MTV,
eru ikki øll loyvini hjá
Tórshavnar Býráð í lagi
hesum viðvíkjandi.
Tórshavnar kommuna
tekur fýra rásir niður, hó-
ast loyvi bert er givið til
tríggjar.
Sendir framvegis
„Landsstýrið hevur gjørt
býráðið vart við hetta,
men einki meiri er hent,<
sigur Eyðfinnur Jacobsen,
samskiftisstjóri í Tinga-
nesi. >Havnin sendir
framvegis fýra rásir, hóast
loyvi ikki er til meiri enn
tríggjar.<
Millum teirra, ið hava
sýnt stóran áhuga fyri at
fara í gongd við at senda
satelitt-sjónvarp, er Runa-
víkar Kommuna.
Hans Tausen Olsen:
>Tað er okkurt um
hálvtannað ár síðani vit
fyrstu ferð vendu okkum
til landsstýrið fyri at fá
loyvi at taka satelitt-sjón- -
varp nidur.«
Fleiri kommunur
Tó er tað ikki bert Runa-
víkar Kommuna, sum er
við í hesum, men ger hon
tað meiri ella minni vegna
eisini aðrar kommunur,
sum hava sýnt tí áhuga.
Men sambært býráðsfor-
manninum í Runavík
Mynd: Kalmar
hendir ikki tað stóra í mál-
inum, hóast størsta gki í
Førovum aftará Havnina
roynir at fáa landsstýrið at
svara.
„Síðani okkara fyrsta
bræv, hava vit aftur eina-
ferð vent okkum til lands-
stýrið, men tað einasta vit
hava sæð og hoyrt aftur
frá hesum máli, er eitt
bræv frá landsstýrinum,
sum sigur, at teir hava
fingið bræv frá okkum,<
sigur Hans Tausen Olsen.
Síða 3
»Sum um vit ikki vistu
tað frammanundan.<
Arbeitt við málinum
Samskiftisstjórin í Tinga
nesi sigur tó við Sosialin,
at arbeitt verður miðvíst
við málinum í landsstýris-
umsitingini.
»Ein nevnd vard i vår
sett at taka sær av hesum
måli, og hevdi hon nakrar
fundir ådrenn summarfri-
tidina,« sigur Eydfinnur
Jacobsen. >Nú skal fundur
verða aftur næsta fríggja-
Hann sigur, at torført er
at siga akkurát, nær
nevndin verður liðug við
arbeiði sítt, men at tað
helst verður einaferð í
heyst.
Og tað er helst einki ov
tíðliga sambært Hans Tau-
sen Olsen:
Tað má vera nú
>Nú haldi eg, at tíðin
skjótt má vera komin til,
at vit fáa eitt veruligt
svar,< sigur hann. >Fólk
her spyrja eftir satelitt
sjónvarpinum, og helst
skuldu vit kunnu byrja
endaligu fyrireikingarnar
nú, tí tað er serliga í
myrku tíðini, fólk hyggja
at sjónvarpi.<
Hann heldur, at lítið
nyttar at søkja um loyvi,
tá aðrir senda uttan loyvi.
Eingin ivi um, at hann við
tí sipar til ta fjórðu rásina,
sum Havnin tekur niður
uttan loyvi.
Sum skilst, eru eisini
kommunur aðrastaðni í
landinum hugaðar at taka
satelitt-sjónvarp niður, so
sleppast kann undan
teimum mongu dýru og
umhvørvisskemmandi
parabolantennunum.
Talan er um kommunur
í Suðuroy og aðrastaðni
norðanfyri.
bj.
Rýma undan
— “ Skittinum
Í skulunum
Partar av Kommunuskúanum og Eysturskúl-
anum í Havn verða ikki vaskaðir
Eingin loysn er enn funnin
viðvíkjandi vaskingini á
kommunalu skúlunum í
Havn. Tað skal sparast
meira, enn vaskikonur og
arbeiðskvinnufelagið
kunnu góðtaka. Arbeiðs -
kvinnufelagið hevur biðið
um fund við Poul Michelsen
býráðsformann, men tann
fundurin hevur enn íkki
verið, tí býráðsformaðurin
hevur verið burturstaddur.
Eingin nýgg er sett fyri
vaskikonur, sum farnar eru
úr starvi, og arbeiðstíðin er
stytt hjá teimum, sum vaska.
Tær, sum vaska, hava ikki
áitíkið sær at vaska stov-
urnar hjá teimum, sum
famar eru, og tí standa
partar av skúlunum báðum
óvaskaðir.
Tað skal ikki nógv til,
áðrenn ikki kann undir-
vísast vegna ov vánaligt
reinføri. Tað eru reglur, ið
siga, hvussu ofta ein skúli
skal vaskastT.d. tá vaski-
konurnar onkuntíð hava lagt
arbeiði niður, hava lær-
ararnir sent næmingarnar
heim. Tað er ikki hent enn,
men í fleiri fórum hava
lærarar valt at fara út við
næmingunum í staðin fyri at
sita inni í skitnari skúla
stovu. Hetta ber ikki til í
longdini. Fæst ikki skjótt
ein loysn, verða næming-
arnir sendir heim, siga
lærarar.
randi