hósdagur 30. august 1990síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ber ikki til at
Spara so nógv
Sjálvt um minkað verður um vaskingina, og
næmingarnir gjalda fyri bókur, eru kommunalu
skúlarnir í Havn ikki fórir fyri at spara so nógv,
sum býráðið áleg gur teimum at spara
Eins og Kongsbókin hevur
hjá Poul
Michelsen, býráðsformanni
tað gingið ill
í Havn, at koma heim aftur
úr uttanlandsørindum sín
um. Men í gjár eydnaðist tað
so
Helst verdur tad i dag, at
Poul Michelsen fer å fund
við skúlaráðið og skúla-
stjórarnar í Havn, um spar-
ingarnar, ið gerast skulu á
teimum fimm kommunalu
skúlunum í Havnini.
Og tá fara skúlastjórarnir
at siga býráðsformanninu,
attað er Ogjørligt at spara so
nógv, sum býráðið ætlar.
Kommunuskúlin til døm-
is skal spara 827.500 krón-
ur, so samlaða upphæddin
til skúlan kemur niður á
3.200.000 krónur.
Hvussu teir pengarnir
kunnu sparast, hevur Ottar
Jacobsen, skúlastjóri, einki
boð uppá. Um næmingarnir
úr 1. upp í 7. flokk gjalda
150 krónur um árið fyri
bøkur, og næmingarnir í
framhaldsdeildini 250
krónur, sum býráðið eisini
ætlar, so gevur tað 100.000
krónur.
Skúlin er frammanundan
skerdur a fíggjarætlanini
undanfarnu árini.
- Tað er so lítið, ið sparast
kann á kontoini til nýkeyp,
viðlíkahald v..m., og tí fáa
vit ikki spart so nógv, sigur
Ottar Jacobsen.
Tað skilst, at allir
skúlastjórarnir eru samdir
um, attað ikki ber til at spara
so nógv, sum býráðið ætlar.
Eysturskúlin skal spara
972.000 krónur, Venjing-
arskúlin 355.000 krónur,
Sankta Frans skúli 246.000
krónur, og Hoyvíkar skúli
79.000 krónur.
Skúlastjórarnir hava ver
10 á fundi við skúlaráðnum,
men einki er hent enn, ti tað
er býráðið, ið tekur avgerð
Ina, og tað mátti bíða eftir
býráðsformanninum, sum
hevur ligið veðurfastur í
Danmark. Poul Michelsen
kom heim aftur í gjár.
randi
Um nøvn
Fødingardagur
i dag fyllir Elisabeth
Thomsen, Tórshavn, 80
ár. Hon er burturstedd.
1
Nr. 129 — 30. august 1990
8 Skulagjaldid
skal I rættin
- Býráðið í Havn hevur ikki heimild til at krevja
gjald frå næmingunum fyri skúlabókur. Stendur
býráðið fast við ætlanina, fara vit at royna málið
í rættinum, sigur Inga Høgenni, forkvinna i
Føroya Lærarafelag
Tórshavnar byråd ætlar, at
skulanæmingarnir i Havn
skulu gjalda fyri bøkurnar,
tey nýta í skúlanum. Poul
Micheslen, býráðsformað-
ur, hevur sagt, at hetta skal
gerast, sjálvt um fólkaskúla-
lógin sigur, at undirvísing-
artilfarið skal vera ókeypis.
Men tað kann ikki verða
talan um, sigur Føroya
Lærarafelag.
- Tað skal heimild fil fyri
at krevja næmingamar eftir
pengum, og slík heimild
finst ikki í nakrari lóg, og
heldur býráðið fast við
ætlanina, fara vit at royna
tað í rættinum, sigur Inga
Høgenni.
Hon sigur eisini, at felagið
fer at nokta limum sínum at
krevja pengarnar inn fyri
bøkurnar, tí lærararnir skulu
ikki hava ábyrgdina av
hesum.
randi
z
Gólvið skal
sjaldan vaskast
Tórshavnar býráð gera eina roynd við gólvtilfari
í Hoyvíkar skúla. Gólvið skal bara vaskast eina
ferð um mánaðin. Lærarafelagið ætlar at
boðsenda Arbeiðseftirlitinum
Samstundis sum arbeiðs-
tíðin hjá vaskikonunum á
kommunalu skúlunum í
Havn verður skerd, ger
býráðið eisini eina roynd í
Hoyvíkar skúla. Um roynd-
in eydnast, skulu gólvini
bara vaskast eina ferð um
mánaðin: og tá verða vaski-
útreiðslurnar smáar.
Á tveimum stóðum i
skúlanum er gólvið smurt
við tilfarinum, men tey
flestu loyva sær at ivast í, at
hetta er nøkur loysn. Tað
verðureisini sagt um gólvið,
at tað er hált og skøvast
heldur illa.
Lærarafelagið hevur heitt
á læraramar um at fáa
tilfarið kannað, m.a. hvussu
ovurvidkvom børn tola tað.
Felagið mælir eisini til at
senda boð eftir Arbeiðs-
eftirlitinum.
randi
-
|
£
|