hósdagur 30. august 1990síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
€
Í
É
129
30. 2ugust 1990
Åki Mortensen, vil
banna øllum
seydaflutningi millum oyggjarnar
Áki Mortensen, landsdjóralækni:
Flettið á
staðnum
— tað skuldi
verið bannað at flutt
seyð millum oyggjar fyri at koma
ridluskriðanum til livs
Ridluskriðin herjar i
Føroyum. Í Fugloy
stendur illa tili ár.
Higartil eru funnir fimm
tilburðir av sjúkuni, og
landsdjóralæknin hevur
avgjørt, at ongin livandi
seydur må flytast av
oynni í løtuni. Hetta
hevur hann heimild til
sambært eina kunngerð frå
landsstýrinum.
-Har ridluskriði verður
staðfestur, verður seyðurin
beinanvegi avbyrgdur.
Síðan verður øll ættin hjá
seyðinum kannað,
soleiðis, at vit kunnu
fylgja við sjúkuni, sigur
Aki Morten-sen,
landsdjóralækni.
-Sjúkan smittar við
tøttum sambandi. Roknað
verður við, at ein
smittukelda er skadnið frá
seyðinum, sum síðan
taðar hagan. Hildið
verður at sjúkan smittar
ikki á kynsligan hátt, væl
at merkja, at ein frískur
brundur verður ikki sjúkur
um hann brundar eina ær
við ridluskriða. Hinvegin,
hevur brundurin sjúkuna
so kann smitta bæði ær
og lamb, shetta er tó ikki
heilt greitt enn. sigur Áki
Mortensen.
Risluskriði eru ikki
nakað nýtt í Føroyum.
Longu í 1984 vóru
tilburðir staðfestir. Vit
rokna við, at sjúkan er
komin við innfluttum
seyði av Black Face
slagnum úr Skotlandi.
Sjúkan er staðfest
fleiri staðir í landinum. Í
Hovi, Hvalba og Miðvági
eru ávísar traðir og gkir
strangt avbyrgd og fleiri
staðir, har illgruni er
kring landið er eisini økir
avnbyrgd.Tríggjar bygdir í
Føroyum eru nú umframt
rugloynna í karantenu.
sigur landsdjóralæknin.
Flutningsbann
-Eg haldi, tað hevði
verið ynskiligt, at totalt
bann varð sett fyri at flyta
seyð millum oyggjarnar í
livandi líki. Hetta hevði
givið okkum nógv betur
møguleika at hava eftirlit
við sjúkuni og møguliga
basa henni. Spurningurin
er um eg saman við
húsdjóranevndini ikki
skuldi mælt landstýrinum
til, at sett eitt totalt bann
av flutningi av seyði
millum oyggjarnar, eisini
til dráps. sigur Aki
Mortensen.
Um eitt totalt flutnings
bann var av seyði millum
oyggjarnar, so kundi eitt
nú strandferðslan havt
eftirlit við hesum.. Ég
ivist eisini stórliga í, um
flutningur av seyði í
fleiri fórum stendur mát
við okkara nýggju
djóraverndarlóg frá 1985,
sigur landsdjóralæknin.
justinus
Fornfrødingarnir, sum
grava i okkara tåtid i
kirkjugarðinum heimz á
Sandi, hugsa ikki bert um
skeiðina og teir fornlutir
sum møguliga koma
undan kavi.
Pláss er eisini fyri
romantikki og soleiðis
kom tað fyri at tveir
fornfrødingar, Torben
Ballen úr Danmark og
Beverley Smith år
Orknoyggjunum funnu
saman i heitum åstaryli.
Tey samdust um at
giftast og tad skuldi gerast
vid maner. Sjálv
samanlesingin før fram å
Fossamyruni, har Kristjan
byr i einbyli. Syslu-
maðurin stóð fyri
giftingini.
Kristjan á Fossamýruni,
sum jú er ein blíður og
dámligur maður, bjóðaði
síðan inn. Og har varð ein
stutt håtidarløta hildin.
Eftir sum brúðurin
kom úr Orkoyggjunum
varð sjálvandi Whiskey
skonkt og Kristjan kom
veisluskrýddur við
onkrum søtum afturvið.
Til sjálva giftingina
vóru tveir fornfrødingar
vitnir, teir vóru leiðarin
fyri útgravingini Heima á
Sandi, Niels Hartmann og
i -
tíðindablaðið $08SI urin
Gift i hagan
Fornfrødingar giftir á Fossamýruni, við Gróthúsvatn, Heima á
Sandi. Sýslumaðurin læs tey saman
leiðarin fyri útgravingini
í Norðoyggjum, Anders
Harbøl.
Umframt vinir vóru
eisini djórini hjá Kristjani
á Fossamýruni vitni til
hendingina, dunnurnar,
sum allar hava navn,
tíverri minnist vit tey
ikki, seyðurin, og ikki at
forgloyma hesturin, Grani
Thorsteinsson, sum er
ættaður úr Vágunum.
Síðan varð brúdleypið
hildið har fornfrødingarnir
halda til Heima á Sandi
og lagið var sera gott.
Kirkjugarðurin Heima á
Sandi varð víðkaður fyri
nøkrum árum síðan. Tad
er í tí nýggjara partinum,
at fornfrødingarnir nú
leita. Tó verða fólk enn
grivin í gamla
kirkjugarðinum.
Gamli gravarin Heima á
Sandi., Dánjal í Klingr-
uni, læt illa at áðrenn
kirkjugarðurin varð
víðkaður. Skemtiligur
sum hann altíð er, tók
hann nakað soleiðis til:
-Tig og tala ikki
góðin, skalt tú hava eitt
lík niður, so fær tú try
uppaftur.
jústinus
g/ða 5
Tey nýgiftu uttanfyri
hjá Kristjan á Fossa-
mýruni. Brúðurin var
í feroyskum klæðum
-tað passar ikki sigur Jógvan Páll Sevdal
Tað eru ikki allir klakks-
viksingar, sum eru nøgdir
við ruskplássið hjá IRF í
Klakksvík.
Tað er ikki sjálvt
plássið, sum nakað er
galið við, plássið er
góðkent og allir
formalitetir millum
kommununa og IRF eru í
lagi.
Ónggdin stavar frá, at
ruskplássið skal verða
opið triggjar dagar um
vikuna, týsdag og hósdag
frá klokkan 17.00-19.00
og leygardag frá klokkan
13.00 til 16.00.
Men soleiðis er íkki,
fólk koma ferð eftir ferð
til ruskplássið, tá tað
eigur at vera opið, men tá
er stongt.
Tað er einkjan eftur
Erland Joensen, sum
hevur ábyrgdina fyri, at
plássið verður hildið opið.
Men henni hava vit tíverri
ikki fingið hendur á enn.
Bert ein sjálvvirkandi
telefonsvarara.
Hægsta stad
So varð farið til
hægsta stað, til stjóran
hjá IRF, Jógvan Páll
Sevdal. Hann sigur, at
interkommunali
felagsskapurin ikki hevur
fingið nakra klagu um
ruskplássið í Klakksvík.
-Ruskplássið eigur at
vera opið og skipanin
virkar væl. Ruskplássið
verður nýtt til
ruskbyngjurnar og ikki
brennbart burturkast,
eisini verður tyrvt.
Vanliga
húsarhaldsburturkastið
verður koyrt beinleiðis til
brennistødina á Hagaleiti,
sigur Jógvan Páll Sevdal,
stjóri á IRF.
Men myndin í blaðnum
í dag sýnir rusksekkir
uttanfyri gyrðingina hjá
IRF, upprunan kunnu vit
ikki prógva.
jústinus
BINGJU- OG
Stongt tá opid er
TYRVINGARPLASSIÐ
ER OPIÐ
Myndin lýgur íkki,
ruskposar liggja uttan
>rusk-og
byngjuplássið i
Klakksvik.