Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-08-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 1990síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Faroe Travel: GONGUR VÆL HÓAST KREPPUNA Hóast krepputíðir hevur gingist hampiliga væl í summar hjá Faroe Travel á Hálsi. Ein gleðilig stað- festing av, at tað ber til at fáa eina nýggja fyritøku í Føroyum at klára seg. Faroe Travel opnaði 12. september rættiliga k Mir ipping á føroyska ferða NKU KTM Føst vidskiftafolk Faroe Travel hevur fingið rúgvu av føstum við- skiftafólkum, harímillum nógv virki og stovnar. Dánjal Poulsen, stjóri, Sigur, at ferdaskrivstovan kortini ikki hevur rættiliga fingið føturnar fyri seg enn - tað tekur nógv ár fyri eina nýggja ferða- skrivstovu at koma inn á marknaðin. Faroe Travel hevur frá byrjan av havt 6 føst starvsfólk og ongin er uppsagdur. Virksemið hjá Faroe Travel er rættiliga javnt alt árið, og í hásesongini - mai-juli hava tey havt úr at gera. Faroe Travel hevur stílað fyri væl umtóktum charter-ferðum suðureftir til sólina og summarið og annars skipað fyri gellum vanligum ferðaskrivstovu- virksemi Pakkatilboð Pakkatilboðini, Faroe Fravel hevur sent ut, í fyrsta umfari ul Dan- markar. hava givið góð úrslit. Í pakkanum er 6 dagar ferð ul Føroya vid gisting å Hotel Borg. Hóast prisurin er rættiliga høgur - millum 5-6000 kr. - hevur fitt av fólki svarað tilboðnum aftur og Faroe Travel fer at koyra tilboðini út til fleiri lond í næstum. Serprísarnir, Mærsk Air og Atlantsflog nú kappast um at bjóða, hava stóran áhuga millum fólk - næstan øll spyrja um bíligu prísarnir. Treytirnar eru kortini rættiliga harðar - ein má bíleggja í mesta lagi 2 dagar aðrenn ein - 2 skal avstad og tað hóskar ikki taltíð teimum, sum vilja planleggja ferðina í góðari tíð. Okt samstarv Tað sum hevur tann størsta áhugan hjá Faroe Travel í løtuni er at gera okkurt við at fáa ferðafólk henda vegin, eitt nú við at menna samstarvið innan ferðamannavinnuna í Før- oyum. Ofta verður sagt, at Føroyar ikki gera nógv fyri útlendsk ferðafólk og Dánjal Poulsen sigur, at ferðamannavinnan í Før- oyum ongantíð hevur arbeitt undir so ringum umstødum sum júst nú. Faroe Travel luttekur í Vestnorden Travel Mart, eini ferðastevnu, sum verður hildin í Grønlandi í september, har íslendsku og grønlendsku ferða- mannavinnurnar eisini verda umbodadar. Enda- málið er at fáa fleiri fólk at ferðast til hesi try londini. etj.- FOROYAR HENNI Eigararnir av Faroe Travel , Renate Simonsen og Dånjal Poulsen, hava drågvar royndir av ferðamannavinnuni. Tey vilja ikki bert flyta fólk av landinum men eisini inn í landið. Vinnulívsgrunnur Føroya Banka: Játtað 320.000 krónur í stuðli Á hverjum ári hava felag og einstaklingar møguleika at søkja um stuðul úr Vinnulívsgrunni Føroya Banka. Áhugin fyri stuðli frá vinnulívsgrunninum er stórur. Í ár vóru 150 umsóknir innsendar. Talið av umsóknum var umleið tað sama í fjør. Av teimum 150 umsóknunum vórðu 93 gingnar á meti. Játtaðar 320.000,- kr. Endmálið við grunn- vóru íalt inum er at verða við til at betra og víðka um vinnu- møguleikarnar í tí før- oyska samfelagnum. Ei- sini verður stuðul latin ungum undir útbúgving og til nyskapandi og mennandi tiltøk innan vinnuna. Grunnurin veitir studul å trimum høvudsøkjum: 1. Til útbúgving innan fiskivinnu, handil og idnad. 2. Til uppihald hjá fólki við hægri útbúgving, ið eru burtur og vinna sær kunnleika um vinnulívs- viðurskifti yvirhøvur. 3. Til feløg og ein- staklingar, ið royna at skapa nýggjar vinnu- møguleikar innan fiski- vinnu, idnad og handil. Komandi år verdur aftur høvi at søkja um studul frå Vinnulivsgrunninum. Vanliga skulu umsókn- irnar verða latnar bankan- um áðrenn 1. mei. Nærri verður kunngjørt í blød- unum. Umsóknarblað fá- ast á gllum deildum bank- ans kring landið. Anfinn Olsen úr Søldarfirdi hevur fram- leitt eina skiljimaskinu til alifisk. Hann fekk 20.000.- kr. í stuðli frá Vinnulívsgrunninum. Nr. 129 — 30. august 1990 Nýggjar ella góðar brúktar gravimaskinur Roynið fyrst HG — vit hava tær! Qifred er" Sn“ Rasmusargøt 14 ANNAN TIf.117 35 - Box 101 110 Tórshavn