Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-08-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 1990síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 129 — 30. august 1990 — Bórje Westlund, stjóri á handritadeild Kongaliga bókasavnsins í Stokkholm, landsskjalavørdur, við Kongsbókini i Føroyum. Endiliga kom Kongsbókin Kongsbókin er komin til Føroya. Svenski menta- målarådharrin, Bengt Gøransson, handadi Sign- ari Hansen, varaløgmanni, Kongsbókina á einum há- tíðarhaldi í tinghúsinum kl. 19 mikudagin. Menta- málanevndin hjá svenska ríkisdegnum, og nógvir aðrir gestir vóru hjá- staddir. Signar Hansen vara- løgmadur, Agnar Nielsen, løgtingsformadur, svenski mentamålarådharrin og Ingrid Sundberg, for- Heilsurektin maður i mentamålanevnd svenska rikisdagsins hildu rødur undir hátíðar- haldinum. Havnarkórið undir leiðslu av Ólavi Hátún sang. Ein tíma seinni varð ein stór framsýning opnað í Norðurlandahúsinum í samband við svensku vitjanina. Umframt sjálva Kongsbókina eru har sýnd fram nógv gomul handrit og skel, sum hava tilknýti til Føroyar ella eru av føroyskum uppruna, m.a. Lundarbókin við eintaki av Seyðabrævinum, hand- rit Svabos, sum verða varðveitt á danska ríkis- skjalasavninum og kgl. bókasavninum í Keyp- mannahavn, skinnbrøv av Árnasavni, Sandoyarbók og nógv annað. Á fram- sýningini eru eisini handrit og skjól frá landsskjalasavninum, landsbókasavninum og Fróðskaparsetrinum. Harímillum eru elsta tingbókin 1615, ein kirkjubók frå 1687, skjøl eftir Nólsoyar Páll, og Jóannes Dalsgaard kvæðahandrit hjá Sjóvar- bóndanum o.fl. I kveld, 30. august verður skipað fyri mentanarkvøldi í Norður- landahúsinum við sangi, upplestri, sjónleiki og dansi. Hetta tiltakið er alment. Svensku gestirnir fara at vitja ymsar mentanar- stovnar og søgurik stød í Føroyum. stora skerjing Heilsu-, skúla- og heima- sjúkrasystrarnar halda lítið um, at heilsu- og sjúkra- røktin skal skerjast við 25 %. Alitisumbodini hava sent landsstýrinum eitt opið bræv, har tær motmæla niðurskurðinum. Stovnurin brúkti í fjør 14,2 mió. krónur, og tað má metast sum ein bíligur stovnur, tí vitjanirnar hjá stovninum vóru 64 túsunn í tali, siga álitisumboðini. - Arbeiðsbyrðan hjá heilsu-, skúla- og heima- sjúkrasystrunum øktist stødugt orsakad av spar- ingini innan sjúkrahúsverk- ið og støduni í samfelagnum sum heild. - Verður niðurskurðurin 25 %, er neyðugt at niður- leggja fjórðingin av heilsu- og sjúkrargktini í Føroum - og hvørji øki skulu leggjast niðu? Suður-, norður-, vestur- ella miðgkið? - Er hetta tað, sumlandsins myndugleikarnir meina við útbygging av primeru heilsurgktini? spyrja álitis- fólkini í heilsurøktini. Tekk Øllum, ið hjålptu so væl og sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu tá kæra mamma, ver- mamma og omma okkara SIGRID DANIELSEN andaðist og varð jarðað, takka vit hjartaliga. Eina serstaka tøkk veita vit presti, starvs- fólki á Landssjúkrahúsinum, kirkjutænarum og sangarunum. Familjunnar vegna Hanus og Elin Maria Kongsbokin Kongsbókin i Føroyum, sum handritið varð nevnt longu í midøldini, inniheldur avskriftir av tydningarmiklum lógum og nøkur sera áhugaverð skjól Føroyum viðvíkjandi. Tað mest áhugaverda av hesum er Seyðabrævið, sum eisini verður nevnt Rættarbót Hákunar hertuga Magnussonar Høvudsteksturin til Seyðabrævið er at finna í Kongsbókini, men ein avskrift er í tí avbera vøkru Lundarbókini, sum eisini hevur tilknyti til Føroyar og føroysk viðurskifti. Hendan bók verður varðveitt á bókasavninum hjá Lærda háskúlanum í Lund. Seyðabrævið viðger m.a. viðurskifti viðv seyðahaldi í Føroyum, men her kann ein eisini finna reglur um gjald fyri innivist, tá maður í longri tid býr hjá bónda og reglur verða ásettar um revsing fyri útspilling av øðrum. Seyðabrævið er dagfest í 1298. Í békmentasøgu síni (1, bls. 17) sigur Árni Dahl, békmentafrødingur, at Seyðabrævið er bæði nógv tað mest umfatandi av føroysku fornbrøvunum og harafturat er tað elsta fullgylduga bræv Føroyum vidvikjandi, sum er stadfest av rikisstyrismonnum. I Kongsbókini er eitt annað skjal, id viðger skipan um tingfarartoll nevndarmanna í Føroyum. Her finna vit eisini tað sonevnda Hundabrævið, sum er ein skipan um hundar í ymiskum bygdum í Føroyum. Hetta skjal er skrivað i tíðarskeiðnum 1350-1400. Tað er sera torført at lesa, men í 1950 týddi Jón Helgason, professari í Keymannahavn, tað mesta av brævinum. Skjølini í Kongsbókini og tey ymisku iskoytini, sum vórðu skrivað í bókina i 14. øld (eitt nú Hundabrævið), hava ómetaliga stóran tydning fyri føroyska målgransking og føroyska midaldasøgu yvirhøvur. etj,- ESBJERG aps. A O Q ÚTRÓÐRARBÁTAR 29—32 fót BÁTAMOTORAR 15—550 HK Sera lagalig fígging! TIf.146 29 - 07515 20 07 Telefax 075 15 23 43 Ársaðalfundur Arsaðalfundur verður í P/F Sólarris Skopun, í matarhellini hósdagin 13. september kl. 10 við hesi dagsskrá: Sambært lógum felagsins. Nevndin MOTOR MARINE |