Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 131 4. september 1990 Laksabátarnir elst onga kvotu undir Feroyum Semjan, sum felagið Laksaskip og Atlantic Sal- mon Trust gjørdu fríggja- daginn um keyp av før- oysku laksakvotuni, er m.a. treytað av, at onkrir av føroysku laksabátunum fåa nyggjar fiskikvotur uppá íalt 350-400 tons i føroyskum ella íslendsk- um sjógvi. Kjartan Hoydal fiski- vinnustjóri sigur, at tað er sera ivingarsamt, um bát- arnir fáa hesa kvotu ella part av henni undir Før- oyum. Kjartan segdi i samrødu við islendska útvarpið friggjakvøldid, at lands- styrid hevdi roknad vid, at um semja vard gjørd mill- um Laksaskip og Orra Vigfússon v/Atlantic Sal- mon Trust um endurgjald fyri laksakvoturnar, vóru laksabátarnir lagdir. Kjartan segði, at føroy- ingar longu nú høvdu eina kvotu uppá 11.000 tons í íslendskum sjógvi uttan at lata nakað afturfyri, og tað fór at verða trupult at biðja íslendingar um eykakvotu. -Eg havi annars ringt við at skilja, hví íslendingar vilja gjalda fyri føroysku laksakvoturnar, tí bert ein t + evarska litil partur av veiduni er islenskur laks, segdi Kjartan i samrøduni við útvarpið. Nevnast kann í hesum sambandi, at fyri trimum árum vórðu 800.000 laksar merktir í Íslandi. Kanningar benda á, at bert 24 laksar av hesi nøgd vórðu veiddir av føroyskum laksabåtunum. etj.- Tað verður trupult fyri laksabátarnar at fáa fiskikvotur í íslendskum sjógvi. Býráðið úr fokus Løgtingsformadurin, Agn- ar Nielsen, varð ikki serliga fegin, tå ið hann hugdi út yvir Tinghús- vøllin dagin, sum Kongsbókin og Seyða- brævið skuldu handast Føroya løgtingi. Her stóð ein flaggborg við svensku og føroysku fløggunum, men mitt í borgini stóð ikki Merkið, sum annars skuldi verið ein sjálvfylgja á landsins ogn. Mitt í flaggborgini veittraði býráðsflaggið sum ein lítil ábending um, at býráðið í Havn er nalvi heimsins. Løgtingsformadurin bad beinanvegin um at hetta varð broytt ongantíð ov skjótt. Hetta varð úkið til eftirtektar, soleiðis at tå svensku heidursgestirnir komu at handa Kongs- bókina var býráðsflaggið komið úr fokus. etj.- Skeltid á Gripsvegnum um vandamiklu børnini er nú tikid niðuraftur. Fólk frá teknisku deild hjá býráðnum syrgdu fyri hesum. Býráðið vil einki hava við at gera, at borgarar av sínum eintingum seta ferðsluskeltir upp. Hetta hava so grannarnir við Gripsvegin fingið at sanna. Um trygdin hjá børnum er í lagi í løtuni, tað er ein onnur sega. Men „sum Børge B. Hansen , frå teknisku deild segði vid Sosialin leygardagin, so verda skeltir nå og i framtíðini seu i samråd millum politiið og býráðið. jústinus Endaði í urtagarði Leygarnáttina kl. 3 hendi eitt ferðsluóhapp á Glyv- um. Tveir bilar, ið møttust á høvudsvegnum nakað innan fyri Glyvragjógv, stoyttu saman, tá annar teirra kom yvir í skeiva av óhappinum, men løg- Annar av bilunum — reglan tók spiritusroyndir helst hevur hann havt nak- = av førarunum. að av ferð — fór sendandi hj. igjøgnum urtagarð, fyri síðani at standa uppeftir enda í einum gðrum. Eingin mansskaði stóðst síðu.