Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 1990síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AG NE Ste: ET: NG Nr. 134 — 7. september 1990 lesarabrøv | fg | Jlaf Olsen landsstyrismadur og visitationsnevndin! Visitatiónsnevndin — barnsligt tvætl % Siggi í bleðunum, at andsstýrismaðurin í teilsumålum ger roynd at sreiða frá, og lutvís verja 1gskotid um visitatións- evnd við heilsuverkið. Skal ikki dylja fyri, at ú verður mettur sum naður við báðum beinum i festum, ið veit hvat tos- ið verður um. Tað er tí ómetaliga skuffandi, at landsstýris- naðurin hevur latið seg misnýtt til at seta navn undir slíkt meiningsleyst tvætl sum tað, id ført verður fram í umredda skrivi. Tá hetta hóast alt er gjørt, má orsekin einfalt vera hon, at Olaf hverki hevur lisið ella mett um innihaldið, og tí ikki veit hvat vána tilráðing hesin hevur fingið. Hetta sjónarmið mítt byggir á sannferingina um, at arbeiðsætlanin, ið viðger visitatióasneynd og ambulatorievirksemi, er fyriskipað uttan lands- stýrismarsins lutteku. Hetta prógvar greinin, ið sigur frá, at í mai mánaða í år er arbeidsætl- anin gjørd við umredda innihaldi og undirritað av landsstýrismanninum og send út. 13. august í ár, um fýra mánaðir seinni, heitir landsstýrismaðurin á sjúkrahússtjóran um at greiða sær frá hvat punkt- ini 3 og 5 í arbeiðsætlanini snúgva seg um. Umredda skriv hevur journal.nr. S.J. PW/mj 32- 900001-4 og er undirritað Pál Weihe. Hetta sigur okkum greitt, at landsstýrismað- ur, ið undirritað hevur, ongan kunnleika hevur til umreddu arbeiðsætlan. Minni vitandi eru tá sjálv- andi starvsfelagarnir í Tinganesi. Nær og á hvenn hátt hendan arbeiðsætlan man verða samtykt er tí at gjøtla um. Hesar viðmerkingarnar til visitationsnevndina Sagt verður at hendan hevur til uppgávu at fáa skilagott býti millum sjúkrahúsini, ríkishospi- talið íroknað. Spyrjast má tí. Hvat feilar býtinum millum sjúkrahúsini? Eru kommunulæknar- nir ikki førir fyri at visitera? Er sjúklingurin kanska vorðin meira bevístur og kunnaður um sjúkrahús- ini, við tí úrsliti, at hesin velur tey smáu sjúkrahús- ini framum? Tá sagt verður, at ríkis- hospitalið skal dragast við í hesa burturluting, tá er at gera vart við, at hendan rættin eiga sjúkrahúsini sambært lóg Vónandi forðar hendan fyri hesum vitleysa hugskoti. Skuldi roynd verðið gjørd at broyta lóggávuna, verður forvitnisligt at frætta hverjir teir tingmenn eru, ið viðja forða sjúklingin- um hendan meguleikan, tá hetta er neyðugt. Lat meg kunna um, at tá hetta er vorðið lógar- fest, er orsekin einfalt hon, at undan 1975 varð sjúkrahúsið i Havn visitatiónssjúkrahús, úr- slitið er ikki umreðu vert. Ongin kann verða vorð- in so naivur at trúgva, at steðan skal hava betrað seg, um sjúkrahússtjóri ella arbeiðsmedic. er kom- in í nevnd at luta sundur sjúklingar. Trúgv mær, Olaf, helst vilja bæði tú og eg vera hetta lutakastið ella hesa visitatión fyri uttan, og fleiri við okkum. So tá talan er um at sleppa út um feroyska sjúkrahús- verkið, verður tað hjá teim ávísu, pengapungur- in, ið er avgerandi og ikki lutakastið. Spyr bert eftir hvar tey meira múgvandi og at sær komnu fáa viðgerð, um nakað er áfatt. Helst gjørdist tú nakað skelk- aður. Ert tú í heila tikið greiðir yvir hvussu álvar- samt og viðbrekið hetta mál er. Hevur tú nakrantíð hoyrt um tey, ið líða vegna 'æknaligan kleyvar- skap, tí tey ikki fingu til- boð um ella megnaðu at rekka bestu viðgerðini, eitt nú á Ríkishospitalin- um? Hevur tú ongantíð hoyrt um, at hesin ella hasin átti at verið komin tá ella tá til viðgerðar? Ella tað meira dapurt er, at viðkomandi kom alt ov seint, tí gjørdist úrslitið syrgiligt. Nei, vara teg fyri fjákut- um politiskum avgerðum í slíku førum. Her er tað ikki fiskur, talan er um, og er tað besta ikki ov gott fyri sjúklingin. Tað eru ikki ambitiónir, vit hava fyri neyðini, men kvalifikatiónir, men hesar S tykjast ikki finnast innan læknatænastuna her á landi, síðan hendan góða nevnd skal til fyri at leið- beina kommunulæknar- nar um hvat tey ymisku sjúkrahúsini eru fer fyri í hesum hópsamfelag av 45.000 íbúgvum, og trim- um sjúkrahúsum. Hverjir eru eisini teir yvirlæknar, ið við serút- búgving vilja verða mettir av hesi nevnd við sjúkra- hússtjóra sum hevuðs- dómara, ella fyri tað ar- beiðsmedic. Trúgva tit, at rættsiktað taka slíkt fyri fult. Vóni legtingsins fíggj- arnevnd feiar alt hetta barnsliga tvætlið av borð- inum um setan av fleiri læknum. Finnið heldur fram til ta nógv umreddu klokkuna hjá býráðnum í Havn, setið hesa upp, so yvirlæknarnir kunnu stempla. Hetta vildi prógvað ágrýtnið. Rindið so sámuliga fyri væla ar- beiði og kastið alt mesn um danskar vaktar- og lenarskipanir burtur. Tá kunnu tit rættvíst fara at tosa um sparing, við tí í huga at helming- urin av tí sjúkrahúsverkið kostar rindar danski ar- beiðsmaðurin, og av hes- um fara 50—60% í lands- kassan sum skattur, ið lutvíst verður nýtt á sjúkrahúsekinum. Fyri Klaksvíkar sjúkra- hús merkir hetta at danir gjalda 20 mill. kr. til raksturin av teim 40 mill. kr. Helmingurin av hesum ella 10 mill. kr. fara bein- leiðis í landskassan frá starvsfólki sum skattur. Hesin sami peningur verð- ur tá saman við 10 fer- oyskum mill. kr. nýttur til gjald av landsins parti. Ein upphædd, ið svarar til tað, goldið verður sum stuðul til mjólkarfram- leiðara. Var hetta ikki nakað fyri tjóðarhetjurnar miklu at umhugsa. Nei, Olaf, onki trúgvi eg talan er um at hjálpa teim smærru sjúkrahúsunum, men meira floksfelaga, sum í so bersegin um sjúkrahús og teirrasa pla- sering hevur ov lítið til hendurnar, so kannið heldur starvi sum arb. medic. av nyggjum, hetta skuldi vera so åtrokandi. Er ikki har nóg mikið at takast við, tá er normer- ing at spara? Sleppið okkum undan tykkara fjákuta mesni um at tiltakið er fyri at tryggja smærru sjúkra- húsunum sjúklingar, hetta er okkum ovboðið, somuleiðis frásegnina um tryggjan av læknum. Er tað nakað, ið liggur tykk- um næst, so er tað tað, at smærru sjúkrahúsini hverki fingu lækna ella sjúkling. Gevið bert sjúklingin- um frítt at fara í samráð við primertænastuna. Læknasetanir hava vit greitt væl til nú, so hetta skapar neyvan trupulleik- ar tey mongu árini fram. Hetta tykkara tos um tólnevnd er eisini ótíðar- hóskandi, tá tað fyri fleiri árum síðan er fyriskipað tólnevnd við sjúkrahús- verkið. At enda vil eg heita á tykkum við ávirkan um at geva smáu sjúkrahúsun- um arbeiðsfrið. Hetta vil tæna sjúklinginum og samfelagnum best. Sum kunnugt rindar danin í veruleikanum 75% av rakstrinum til heilsu- verkið, ið ikki hevur ráðini til at missa meira til til- vildarligar órentablar studningar. Asbjern Joensen Einaferð, fyri nekrum árum síðani, var eitt land, har lívsgleði og framfýsni ráddu. Fólk høvdu ovmikið fyri hendurnar, og arbeiðs- loysi var eitt heilt ókent fyribrigdi. Tó, sum tíðin leið komu reddir fram um at hetta fór ikki at kunna vara við. Hugtek sum »yvirupphitadur búskapur“ og »kapp- koyring móti eggini« gjørdust vanlig í fólka- oyrum, — og politikara munnum — og so við og við skiltu fólk, at okkurt mundi vera í tí, sum sagt bleiv. Tosað var meira og meira um at >minka um virksemið“, og tað vísti seg eisini skjótt at hetta var nakað, sum ikki kundi sleppast und- an: Eftirspurningurin eftir at fáa arbeiði gjørt, minkaði av sær sjálvum seinast í '87 og fyrst i '88, og hetta soleiðis at tað merktist heilt væl hjá okkum, sum tá ar- beiddu í tænastuvinn- uni. Jú, gyltar tíðir hevdu verið í nekur ár — sanniliga — og úrtekan hevði verið heilt góð — hjá summum! Hjá summum, sum hesi árini hevdu selt eina tre til grundstykki — ella hjá entreprenørunum, sum gjørdu arbeiði fyri trí- faldaðan prís uppá tvær ferðir so langa tíð — ella hjá grannskoðarum, sum jú skuldu grann- skoða allar roknskapir- nar, tí, sjálvandi, jú sterri umsetningur at grannskoða, jú meiri í provisión til grannskoð- aran. (Hann skal jú eisini liva). Men, tíverri, alt fær jú ein enda fyrr ella seinni, tað vita tey flestu. Ar- beiðið minkaði. Eingin yvirtíð var meira. Eingin bonus, o.s.fr. Tó, fólk mistu ikki mótið. Tey flestu mintust framveg- is tíðina, sum var áðrenn tey »gyltu 80'ini«, og øll vistu at lívið endaði ikki her fyri tað um eitt sind- ur minni av pengum vóru ímillum hendurnar. Einki var jú at óttast fyri sum so. Eftir var jú eitt væl útbygt samfe- lag, við plássi til øll. Barnagarðar, sjúkrahús, heilsurekt og ikki at gloyma eitt skúlaverk, sum burtursæð frá onkr- ari orrustu suðuri í Vági, var fingið at rigga sera væl. (Kanska einki at siga til. Lærararnir fingu jú so gott sum Foroyafólk fylkist Føroyum til frama Síða 17 onga len og hava sum kunnugt ikki loyvi at fara í verkfall.) Men, tað besta av øllum var, at hóast minni var at gera, so var kortini einki ar- beiðsloysi. Men, all noyddust at tátta eitt sindur í. T.v.s. næstan ell. Grannskoðararnir, sum áður hevdu havt ovurhonds inntekur av tí egiliga umsetningin- um í landsbúskapinum, teir skiftu nú ham. Ílatn- ir búskaparligar dóma- dagsprofeti, skrivaðar langt fyri dagin í dag, herjaðu hesir nú fram og spáddu undirgang og búskaparligan deyða. Ikki er tað heldur kanska so legið, at júst hesir menn nú alt í ein- um vita so væl. Teir hava jú sitið við bú- skaparliga stýrisvelin øll hesi árini og lagt stór- kapitalinum lag á. Teir hava sett búskaparkós- ina út í kortið, og vóru vælvitandi um, at hon var »skeiv«. Ja, tú undr- ast helst å hvi »skeiv« stendur i gåsareygum, men hetta er ti at kósin var bein, sæd i smbandi við tað, sum hesir menn hevdu í huga. Nevniliga at fáa landið á húsagang, so lunnar kundu leggjast undir konservativar stórkapitalistastýrdar Feroyar. (Ja, hatta var ein ordans biti). Nú er spurningurin so: Er tað vilji feroyinga at væl- ferðarsamfelagið, sum eftir tógvið stríð líka síð- ani reiðarastættin í Fer- oyum fekk eygu (og pengar), nú skal fara í hundarnar. Teir hundar- nar, sum í dag bølast í Tinganesi, og liva av at bakbíta teir teimum undanfarnu, og húð- fletta vanliga fólkið. Svarið er sjálvsagt eitt hart samljóðandi NEI!! Latið okkum tí øll, í skrift og talu, gera okk- ara til at tílíkt stýri ikki aftur fær fast undir feti á Føroya jerð. Fáa it ikki meguleikan fyrr, so verður val aftur í Feroy- um í 1992. (Væl at merkja um teir ikki taka tann rættin frá okkum eisini). Feroyingar, reis- ist úr vónloysismyrkri, og latið okkum standa saman um endurreisn Feroyalands. Okkara bardagi fyri frælsi og mannsemiligum korum skal verða harður, og vit skulu vinna. Latið stríð- ið byrja. Napoleon.