Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. september 1990síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Villingardalsvegur. Drúgvt er at bíða, tå ferðslan er uppá tað mesta um morgunin. Kalmar 55 staur | Nr. 135 — 8. september 1990 Mynd: Drugt til arbeiðis Sidan Marknagilsvegurin eru vid Ringvegin Herfyri varð, undir stórslidnum hátíðarhaldi, vegastubbin millum Ringvegin og Marknagilsvegin samanbundin. Ein flott ac'ostrada", 800 metur av prýðiligum breiðum vegi, snøgt, við lagaðum grótið fram við vegsíðunum. Prísur: 8 milliónir krónur Men ferðslan er broytt munandi síðan hesa samanbinding. Enn hava vit ikki havt nakað ferðsluóhapp av orsakað av saman bindingini. Hinvegin er varð ferðslan broytt nógv til tað betra niðri í býnum. Fólk í vestur ella eystur- býnum nýtast ikki nú á sama hátt sum fyrr, at nýta Vardagøtu og R.C. Effersøesgøtu, tá tey skulu ul arbeiðis, sigur hann. --Og tá ringvegurin Við Strond verður saman- bundin við verandi Ring- veg, tá fer ferðslan at ganga munandi betri í Havnini sigur hann. Ikki øll glad Tó eru tað ikki øll samanbundin sum eru so glad fyri øktu ferðsluna á Ringvegnum. Tey sum búgva í nýggju íbúðargkjunum á Ternu- ryggi og á Berjabrekku hava ringt at koma inna Ringvegin tá tey skulu til arbeiðis. Sama er galdandi í døgverdatimanum og um fimm tíðina. jústinus Krystal- nátt Í fyrranáttina vóru fleiri rútar knústir á einum goymslubyg- ningi, sum trolvirkið Vónin eigur. Hetta stendur við síðuna av Sam-fisk í Alakeri. Politiið sigur, at hesin bygningur fleiri ferðir fyrr hevur verið fyri sama herverki, nevniliga rútaknús- ing. Men onki er horvið av staðnum. jústinus Páll Gregersen, Harenga: Føroysku farmaskinini duga ikki --Hava ikki nóg stóra køliorku til at flyta feskan alifisk á aðin, og vit koma ov seint á á markn- 2 marknaðin, sigur hann Tað kom illa við hjá Fiskavirkinum Harenga í Cøtu, at Føroyaleidin gavst vid at leiga Smyril til Skotslandssiglingina. --Vit hava síðan sig- lingin byrjaði sent køli- vognar við Smyrli til Skotlands. Hann hevur lagt at í Scrabster hvønn fríggjadag, og vit hava tí kunna verið á markn- aðinum mánamorgun á europæiska meginlandi- num, hetta hevur verið ein stórur fyrimunur, sigur Páll Gregersen við Sosialin. Vantandi køling -Føroysku farmaskip- ini hava ov litla køliorku. Fær eitt farmaskip ein túr nógv av ødrunn fiski við, eitt nú upsa, so verður laksurin settur til síðis, og hann kemur á markn- aðin, bert í tí ísi hann liggur í, sigur Páll Greg- ersen. --Tað er eisini trupul- leikar, at vit koma ov seint á marknaðin við føroysku farmaskipunum, Vit hava gjørt vart við hetta, men einki tykist at bata, sigur hann. jústinus Politiið heintar fólk Í gjár heintaði politiið í Havn yvir tiggju persónar, sum ikki vildu meta í fútarættinum Í gjár, áðrenn blaðið fór til prentingar hevði manningin á politistødini havt tað friðaligt, ongi ferðsluóhapp, bert okkurt smávegis herverk var hent tímarnar frammanundan. Men politiið hevur eitt arbeiði, sum ikki er serliga "behagiligt". -Vit fáa boð frá dómaranum, um at heinta fólk, sum ikki vilja meta í Fútarættinum, hetta er eitt ódámligt arbeiði, sigur Vakthavandi. Handtøka Vakthavandi sigur, at tað fyri tað mesta eru smámál, sum fólk verða heintaði fyrr, onkur hevur ikki rindað eina rokning, síðan kemur sakførari uppí leikin. Hesin sendir, eftir einum ella tveimum ávaringum, málið til dóm- arin, og so biður dómarin okkum um at heinta fólk- ini sum ikki vilja meta. -Talan kann verða um eitt nú rokningar frá hundrað krónum til fleiri hundrað túsund. Og hetta hendur fleiri ferðir um vikuna, sigur hann. Sosialurin: Koyra tit eisini fólkini heimaftur? --Nei so langt ganga vit ikki, sigur vakt- havandi. Politiið hevur heimild at handtaka fólk, um tey nokta at mýta í rættinum, men tað kemur sjáldan fyri. jústinus UG sm ——|—