leygardagur 8. mars 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 47 - 8. mars 2003
Nr. 47 - 8. mars 2003
3
NÝTT ÚR AFRIKA
Fríðtór Debes
Donsku hjúnini, Egon og
Hanna Falk, ið eru kend her
í Føroyum og sum hava sítt
dagliga yrki í Tanzania í
Afrika – eru við í filmi,
sum danskur journalistur
hevur gjørt um tey og teirra
arbeiði.
Filmurin verður sýndur í
sendirøðini Trúgv – Yvir-
trúgv og verður sent leygar-
dagin 8. mars kl 18 í DR2
og leygardagin 15. mars kl
17.10 í DR1.
Hetta sigur DR um send-
ingina:
Í Skandinavia er hann
næstan ókendur, men í Tan-
zania er hann kendur av
milliónum av fólkum sum
trúboðarin, ið rekur út illar
andar og skapar miraklir.
»Kalli meg bara fanat-
iskan, men tað er tað, ið eg
trúgvi uppá«, sigur danski
evangelisturin, Egon Falk,
um trúgv sína á Gud.
Sendingin er ein mynd av
tí karismatiska Egon Falk,
sum hevur ferðast um í
Tanzania í meira enn 20 ár.
Afrikanarar í túsunda tali
koma til møtini hjá honum,
sum í sær sjálvum eru eitt
sersýn: Ein 120 m2 stórur
pallur við hátalarum sum til
eitt rockshow – har anda-
útrekan og mirakul verða
brúkt sum prógframførsla
fyri at Gud eksisterar.
Sendirøðin Trúgv – Yvir-
trúgv setir eisini spurning-
in: Hvat hendir tá man
meinar, at man hevur funn-
ið tann endaliga sannleik-
an? Hvat hendir av avmark-
ingum og møguleikum?
Hvussu langt skal man í
heila tikið fara fyri at út-
breiða trúgv sína? So langt
DR.
Annars er at siga um
Egon Falk og hansara virki,
at hann fleiri ferðir hevur
verið í Føroyum og havt
møtir. Tá Egon er í Afrika
er tað ikki óvanligt, at hann
samlar upp til 100.000 fólk
bert á einum møti. Tá hann
er liðugur at prædika, so
biður hann fyri fólki og
nógv verða grødd fyri
sjúkur og nógv verða sett í
frælsi frá illum andum.
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá
kæra kona mín, góða mamma,
vermamma og omma okkara
Apolonia Kjølbro
(f. Joensen)
Klaksvík
lá sjúk, doyði og fór til gravar.
Takk fyri vitjanir, heilsanir, gávur, blómur og kransar.
Takk fyri gávur til Føroya Felag móti Krabbameini.
Takk til Niels Paula Danielsen, prest
og kirkjutænararnar.
Ein serlig tøkk til Klaksvíkar Sjúkrahús, starvsfólkið
á deild A og starvsfelagar hennara í køkinum.
Takk øll tit, ið fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Hjartans tøkk øll somul.
Kærar heilsanir
Finn,Turið, Hanus, Eyðun, Øssur og Ólavur
Tøkk
Øllum tykkum sum sýndu samkenslu
tá kæri maður mín
Niels Christoffer Debes
doyði og varð jarðaður, takki eg hjartaliga.
Takk fyri hjálpsemi tykkara á Eldrasambýli í Hoyvík
tann tíð hann var har.
Serstaka tøkk til tykkum á Landssjúkrahúsinum,
sum vóru um hann, prestarnar Sverra Steinhólm
og Hera Joensen fyri góðan stuðul og troystarrík orð,
sangarar og berarar.
Tøkk til familju og vinir, sum eru mær ein góður stuðul
í hesi sváru tíð og tøkk til tykkum, sum komu
inn á gólvið og ringdu til mín.
Tøkk fyri blómur og kransar
og minningargávu til Havnar kirkju.
Familjunnar vegna
Birthy
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu okkum sam-
kenslu og hjálpsemi, tá ið kæra mamma, vermamma
omma og systir okkara
Olga Hansen
Sørvágur
andaðist og fór til gravar.
Vit takka tykkum, sum vitjaðu hana so trúliga,
meðan hon lá sjúk.
Ein tøkk til tykkum á B6 og B7 fyri tykkara umsorgan
fyri henni og okkum.
Ein serlig tøkk til prestarnar Berg Debes Joensen
og David Johannesen fyri troystarrík orð.
Vit takka berarum, sangarum og gravarum
og øllum tykkum, sum gjørdu tykkara til, at vit
kundu savnast í heiminum eftir jarðarferðina.
Takk fyri heilsanir, blómur og gávur til kirkjuna.
Vit takka øllum tykkum, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Erland, Sjúrður og Eybritt
Egon Falk við
í filmi í DR1
og DR2
Erland
skal verja
21. mars
Tá vit herfyri skrivaðu, at
Erland Viberg Jonesen
skuldi verja eina Phd rit-
gerð á Fróðskaparsetrin-
um, kundi tað misskiljast.
Fyri at beina burtur
møguligar misskiljingar, so
skal hervið sigast, at verjan
verður fríggjadagin 21.
mars.
Egon Falk
Á grækarismessu
verður ársins herða-
klapp latið onkrum,
ið á einhvønn hátt
hevur skarað framúr
á leilistarliga økinum
ÁRSINS HERÐAKLAPP
Eirikur Lindenskov
Fyri tveinum árum síðani
gjørdi Leikpallur Føroyar
av at varpa meira ljós á
sjónleikin í Føroyum og tað
stóra arbeiði, ið liggur aftan
fyri hesa listargrein, hvørja
ferð leikur kemur á pall.
Hetta var gjørt við at geva
ȇrsins
herðaklapp«
á
stovningardegi Leikpalsins,
ið er 12. mars. Grækaris-
messa er eisini dagurin, tá
Leikpallur Føroya heldur
aðalfund sín.
Herðaklappið er ein pen-
ingagáva upp á 6.000 krón-
ur, ið er ætlað sum ískoyti
til ferð í útheimin at hyggja
eftir sjónleiki. Umframt
hetta er tilevnaður lutur ti
meira varandi minni.
Fyrimyndin til hendan lut
er skortur ella gríma, ið er
til skjals á Føryar Forn-
minnissavni. tað var Jógvan
Johannesen, vanliga nevnd-
ur Jógvan á Sýnuni, báta-
smiður í Oyndarfirðið, ið
skorið hevur skortin. Hann
er helst gjørdur um aldar-
móti 18-1900. Tað er Regin
Arge hjá Fa. Niels L. Arge í
Havn, sum hevur tilevnað
skortin fyri Leikpall Før-
oya.
Herðaklappið kann verða
latið einstaklingi ella felag,
sum á einhvønn hátt hevur
skarað framúr í farna ári á
leiklistarliga økinum. Til at
gera av, hvør skal fáa
herðaklappið, er sett nevnd
við tveimum limur fyri
Leikpall Føroya og einum
limir fyri Føroyar Blað-
mannafelag.
Hesi
eru:
Dánjal Joensen, formaður,
Dagny Joensen, skrivari og
Karin Kjølbro.
Fyrsta herðaklappið í
2001 varð latið Linu Lar-
sen, áhugaleikara. Í fjør
fekk Hans Tórgarð, sjón-
leikari, Herðaklappið fyri
sítt leiklistarliga virksemi.
Á grækarismessu kl 17 fáa
vit at vita, hvør fær hesa
viðurkenning í ár.
Ein leiklistarlig
viðurkenning
Ársins Herðaklapp verður latið
fyri triðju ferð. Avdúkað verður
grækarismessudag, hvør fær
herðaklappið hesaferð
C
M
Y
K
3
2