leygardagur 8. mars 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 47 - 8. mars 2003
Nr. 47 - 8. mars 2003
5
Guðrun Sólja Jacob-
sen hevur nú gjørt av,
at hon skal syngja eitt
lag hjá songkvinnuni
Mariah Carey í semi-
finaluni í »Stjerne for
en aften«. Í løtuni er
Guðrun í Danmark
fyri at taka upp til
eina fløgu við vinnar-
unum av undanum-
førunum av »Stjerne
for en aften«
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Nógv hevur verið gitt um,
hvat lag Guðrun Sólja Jac-
obsen fer at velja sær at
syngja í semifinaluni í
»Stjerne for en aften«, tí
luttak-ararnir kunnu ikki
halda fram í kappingini við
somu løgunum, men skulu
velja sær eitt nýtt lag.
Nú er greitt, at Guðrun
fer at syngja eitt lag hjá
Mariah Carey, tá Guðrun
skal taka lut í semifinaluni
av Stjerne for en aften.
Guðrun hevur valt lagið
»Hero«, sum er eitt av
kendu løgunum hjá Mariah
Carey.
Guðrun er í løtuni í Dan-
mark, har upptøkur fara
fram. Vinnararnir farnu
fríggjakvøldini í kappingini
»Stjerne for en aften« eru í
upptøkuhølunum fyri at
syngja inn eina fløgu við
løgunum, sum tey sungu í
undankappingini.
Sostatt er ein fløga vænt-
andi við Guðrun og hinum
vinnarunum av undanum-
førunum. Sangurin »Prom-
ise me«, sum Guðrun vann
eitt undanumfar við, hevur
verið nógv at hoyra, síðani
Guðrun vann við honum og
Guðrun liggur ovast á før-
oysku tónatindunum, 15
teimum bestu, í løtuni.
Guðrun skal syngja Hero
Tá Guðrun Sólja Jacobsen
aftur skal á pallin í »Stjerne
for en aften« í danska
sjónvarpinum, fer hon at
syngja sangin hjá Mariah
Carey, »Hero«
Fordómar eru manglandi vitan
– Ofta varð eg happ-
aður sum barn, tí eg
hevði onnur áhuga-
mál enn dreingir
flest, men eg uggaði
meg altíð við, at tað
var manglandi vitan
hjá teimum, sum
vóru høvuðsorsøkin,
sigur sjúkrarøktar-
frøðingurin Per Jo-
hannessen úr Klaks-
vík, sum altíð hevur
dugað at bundið og
seymað
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Per Johannessen er ikki
nakar lítil maður av vøkstri.
Heldur ikki hevur hann tær
smæstu listarligu hendur-
nar. Men hann eigur evni til
at skapa klæði og annað av
ymsum slagi, sum fá onnur.
Hann dugir avbera væl at
binda og seyma, hevur út-
búgving sum konfektions-
assistent og sjúkrarøktar-
frøðingur. Hann hevur altíð
havt áhuga fyri handverkin-
um, og hann sær eina ávísa
gleði í at kunna skapa nak-
að við hondunum.
Pápi Per, Niklas Johann-
essen, bæði seymaði og
bant nógv tann tíð tað var.
Og Per heldur so avgjørt, at
tað var har, at áhugin hjá
honum av fyrstan tíð birtist.
– Alt tað eg minnist sat
pápi mín og bant ella seym-
aði, tá hann ikki var til ar-
beiðis. Mamma bæði bant
og seymaði fyri fólk, og so
hjálpti pápi henni eisini av
og á, greiðir Per frá.
Per bant sínar fyrstu
skóleistar, áðrenn hann fór í
skúla. Hann hevur ongantíð
verið flovur av, at hann
dugir at binda, hóast hann
bleiv happaður.
– Í fyrstuni hugsaði eg als
ikki um tað, men seinni
bleiv eg happaður og fekk
nógvar viðmerkingar, men
eg uggaði meg við, at tey
tosaðu, sum tey høvdu skil
fyri. Manglandi vitan, hev-
ur uttan iva verið orsøk til
happingina, heldur Per,
sum framvegis rennur seg í
onkran av og á, sum hevur
eitt hvørt negativt at siga til
hansara arbeiði og ítriv.
Men hann heldur eisini, at
tað veldst um, hvørjum
høpi, ein er í til dagligt.
Hann heldur, at um hann
var sjómaður, so hevði
hann havt hoyrt nógv meira
fyri tað. Hann heldur eisini,
at tað hevur nakað við upp-
alingina at gera. Tað, at
børn verða uppald við, at
maður arbeiðir úti, og kon-
an gongur heima.
– Tað eru ikki øll, sum eru
fordómsfull, tey vita bara
ikki betur, tí at soleiðis
vórðu tey uppald, sigur Per.
– Vit eru sjey systkin, og
vit vórðu øll uppald til at
klára okkum sjálvi. Vit
vórðu lærd at gera mat og
reint, og øll systkini duga í
øllum førum at binda og
seyma, sigur hann.
Per er yngstur, og hann
býr saman við beiggja sín-
um Erni í barndómsheimin-
um.
Útbúgvingar
Per hevur tvær útbúgvingar.
Onnur er sum ”konfekti-
onsassistent” og hin sum
sjúkrarøktarfrøðingur.
Tann fyrra gevur stutt
sagt møguleika til at verða
leiðari á eini klædnaverk-
smiðju. Har verður ein
lærdur alt um klæði frá
botni av. Frá rávøru og at
tekna mynstur til tey hanga
liðugtgjørd í einum handli.
Meðan hann var í holt við
ta útbúgvingina, var hann
heima í starvsvenjing í eitt
tíðarskeið síðst í áttati
árunum. Tá heitti Klaksvík-
ar Sjónleikarafelag á hann,
og tey bóðu hann koma at
hjálpa til at gera búnar. Tá
hann var liðugur við sína
útbúgving í 1989, flutti
hann heimaftur í nøkur ár,
áðrenn leiðin gekk aftur til
Danmarkar á sjúkrarøktar-
frøðingaskúla. Árini, hann
var heima, arbeiddi hann
nógv við at seyma klæðir.
Hann sigur, at tað eru fá av
hansara vinfólkum ella
systkjum, sum eiga børn,
sum ikki eiga okkurt plagg,
sum hann hevur gjørt.
Hann hevur eisini seymað
fyri fólk, men hann sigur, at
hann seymar ikki eftir
keyptum mynstri. Honum
dámar betur at tosa við
fólkini og koma við sínum
egnum hugskotum, um hvat
kann gerast og so framveg-
is. Og tað gjørdi hann so í
nøkur ár.
Men so bleiv mamma
hansara sjúk, og hann gekk
so heima og passaði hana.
Hann fór niður við henni at
læra seg dialysuviðgerð, og
tá byrjaði tankin um at
royna seg sum sjúkrarøktar-
frøðing at spíra.
– Eg mól inn og út av
hasi deildini í trý ár, og
áhugin fyri yrkinum ment-
ist, og so helt eg, at eg
skuldi royna tað, sigur Per,
sum líka frá barnsbeini av
tó vildi verða lækni. Men tá
hann var liðugur við stud-
entaskúlan, var hann so
skúlatroyttur, at tað bleiv
ongantíð til nakað.
Hann varð liðugur sum
sjúkrarøktarfrøðingur
í
2000, og hann arbeiðir á
deild A
á
Klaksvíkar
sjúkrahúsi.
Aftur har rennur hann seg
onkuntíð í hetta, at tað er
eitt sokallað kvinnustarv,
sum hann hevur valt. Men
har er tað kortini øðrvísi,
heldur hann.
– Tað eru serliga eldri
fólk, sum halda, at eg eri
lækni, tá eg komi inn til
teirra, men tá eg so greiði
teimum frá, so eru tey sera
positiv, sigur hann og legg-
ur afturat, at tað aftur er tað
gamla við, at tað fyri tað
mesta eru kvinnur, sum eru
í tílíkum starvi.
Og her vísir hann eisini á,
at tá tað kemur til lønina, so
halta tey sokallaðu kvinnu-
størvini langt aftanfyri.
– Tað er onki at siga til, at
tað fyri tað mesta vóru
ógiftar kvinnur, sum røktu
hetta starvið fyrr, tí tað er
vónleyst at syrgja fyri eini
familju við hesi lønini, tað
er púra vist, sigur hann.
Hann hevur ongantíð sæð
tað, sum hann fæst við, sum
eitt kvinnuarbeiði og ítriv
burturav.
– Tað er bara ein gomul
leiklutadeiling, sum hongur
við, og hon letur til at vera
ómetaliga torfør at sleppa
av við, heldur Per Johann-
essen.
Hann sigur eisini at enda,
at hann hevur hugsað um at
fara at útbúgva seg hægri
innan sjúkrarøktarfrøðinga-
útbúgvingina, men júst
hvat tað skal verða, hevur
hann ikki tikið avgerð um.
Per situr her og seymar ein
hettujakka til eitt barn
saman á einum overlokkara.
Hann hevur sjálvur bundið
og tøvt hann
C
M
Y
K
5
4