leygardagur 8. mars 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 47 - 8. mars 2003
Nr. 47 - 8. mars 2003
7
- Kvinnan stendur í
flestu førum við høv-
uðsábyrgdini av
børnum og húsar-
haldi, og hetta gongur
útyvir hennara
møguleikar at vinna
sær inntøku og taka
lut í samfelagsarbeið-
ið, so sum at fáast við
politikk og átaka sær
nevndarsessir.
Soleiðis sigur Annika
Wardum Joensen,
forkvinna í Javn-
støðunevndini, sum
eisini undrast á, at
samfelagið ikki
væntar sær meira av
pápunum, tá um
umsorgan ræður
ALTJÓÐA
KVINNUDAGUR
Ragnhild Ellingsgaard
Altjóða
Kvinnudagurin
varð av fyrstani tíð stovn-
aður í Keypmannahavn í
1910. Tað var týski femin-
isturin
og
sosialisturin
Clara Zetkin, sum kom við
hugskotinum, og síðani tá
hevur dagurin verði hildin
um nærum allan heimin.
Eisini her heima merkjast
rembingar av hesum tiltak-
ið, men enn tykist ikki, sum
vanligi føroyingurin leggur
so nógv í hendan dagin.
Onkur hevur eisini havt
hug at seta spurning við,
um føroyskar kvinnur veru-
liga hava tørv á slíkum. Tær
hava tað gott, sum er, og
føroyingar eru jú eitt laga-
ligt fólkaslag.
Men forkvinnan í Javn-
støðunevndini,
Annika
Wardum Joensen, er ikki
samd í hesum.
- Tað er av alstórum týdn-
ingi, at vit geva okkum tíð
til at tosa um viðurskifti hjá
kvinnum, sigur hon.
Hon vísir millum annað á
harðskap ímóti kvinnum og
arbeiðs- og lønarviðurskifti
hjá kvinnum sum økir, har
vit eiga at seta inn og
arbeiða
fyri
betranum.
Annika nevnir t.d. inntøku-
munin millum mannfólk og
konufólk, sum enn er ov
stórur í Føroyum.
- Hetta eiga vit ikki at
góðtaka, og neyðugt er, at
vit tosa um hesi viðurskifti,
sigur forkvinnan í Javn-
støðunevndini.
Tey trý frælsini
Javnstøðunevndin
fekk
fyrispurning um at skipa
fyri einum tiltaki á Altjóða
Kvinnudegnum, men valdu
tey at takka nei til hetta
tilboð.
- Tann vanligi føroying-
urin hevur ofta lyndi til at
halda, at Javnstøðunevndin
einans arbeiðir fyri kvinn-
um, og tí hildu vit ikki, at
tíðin var búgvin til at fara
undir slík tiltøk. Javnstøðu-
nevndin arbeiðir fyri javn-
støðu hjá báðum kynunum,
greiðir Annika frá.
Hon ivast tó ikki í týdn-
inginum
av
Altjóða
Kvinnudegnum, har dentur
verður lagdur á at betra um
viðurskifti, sum viðkoma
kvinnum um allan heim.
- Eg havi serliga bitið
merki í trý evni, sum við-
koma kvinnum í Føroyum í
dag. Hesi eru fíggjarligt
frælsi, arbeiðsligt frælsi og
menniskjaligt frælsi, greið-
ir Annika frá.
Um fíggjarligt frælsi sig-
ur Annika, at ein ikki kann
sigast at vera heilt frælsur,
tá ein fíggjarliga er bundin
av einum øðrum. Tað er
ymiskt, hvussu kvinnur og
menn uppliva hetta, sigur
hon og vísir frá svenskum
kanningum, har niðurstøð-
an var, at ein maður kennir
seg fíggjarligan frælsan, tá
hann ikki er bundin av eini
mánaðarligari
inntøku,
meðan ein kvinna kennir
seg fíggjarliga frælsa, tá
hon ikki er fíggjarliga
bundin av einum manni.
- Í Føroyum eru tað
nógvar kvinnur, sum vinna
millum 5.000 og 13.000
krónur um mánaðin, og er
hetta ov lítið til at klára seg
fyri. Føroyskir menn hava í
miðal nógv hægri inntøkur
enn føroyskar kvinnur, og
hóast útreiðslustøðið í dag
er so høgt, at fá kunnu sig-
ast at vera fræls, hava menn
tó nógv betri møguleikar
fyri at kenna seg frælsan,
sigur forkvinnan í Javn-
støðunevndini.
Undir
arbeiðsligum
frælsi vil Annika leggja
dent á, at einhvør eigur at
hava møguleika fyri at út-
búgva seg og arbeiða, har
evnini og hugurin liggja.
- Tað skal ikki vera kyn-
ið, sum avgerð, hvar tú vel-
ur at arbeiða. Ei heldur
fíggjarlig viðurskifti. T.d.
haldi eg, at vit gera ov lítið
fyri tær ungu mammurnar,
sum - tá tær fáa barn - gev-
ast í skúlanum og gerast
bundnar at forsorgarhjálp.
Um tær seinni ætla sær at
fáa eina útbúgving, hava
fáar ráð, tí tær tá noyðast at
klára seg við lestrarstuðli.
Hetta er at gera mismun á
møguleikunum hjá kvinn-
um og monnum at nema
sær
útbúgving,
greiðir
Annika frá.
Víðari sigur hon, at
kvinnan ofta hevur lyndi til
at seta húsarhald og børn
framum arbeiðið, millum
annað tí at samfelagið
væntar hetta av henni.
Hervið koma vit eisini inn á
ta menniskjaliga frælsið,
har allar kvinnur skulu hava
møguleika at fylgja teirra
egnum ynskjum - og ikki
lata seg stýra av umhvørv-
inum og væntanum hjá øðr-
um. Tað sama skal so sjálv-
andi eisini vera galdandi
fyri menn.
- Skerjan av menniskja-
liga frælsinum sæst longu
hjá lítlum børnum, har
smágentur t.d. fáa at vita, at
tær ikki skulu tosa ov nógv
og ikki vera so villar. Vit
skuldu heldur roynt at lært
tær at ført seg fram, og
ístaðin fyri »Ver friðarlig!«,
skuldu vit heldur sagt :»Før
teg fram«, »Verð løgmað-
ur« og líknandi. Vit skulu
læra børn okkara at lurta
eftir sær sjálvum og finna
fram til, hvat tey innast inni
vilja. Og læra tey at hugsa
minni um, hvat ‘hini’ halda,
heldur Annika Wardum
Joensen.
Børn ella arbeiði -
bæði
Annika Wardum Joensen
varð sett sum forkvinna í
Javnstøðunevndini tann 6.
desember
seinasta
ár.
Áhugin fyri javnstøðu-
arbeiði kom, tá hon sjálv
fekk børn.
- Áðrenn eg fekk børn,
hevði eg ongantíð merkt til
nakran serligan mun mill-
um konufólk og mannfólk.
Ikki uttan, at onkur arbeiðs-
gevari í eini setanarsam-
røðu
heilt
álvarsamur
spurdi, nær eg hevði ætlanir
um at fáa børn, greiðir
Annika frá.
Men tá børnini so komu,
fekk Annika av álvara at
merkja, hvussu torført tað
kann vera hjá kvinnum at
fáa arbeiðið, familju og
heim at ganga saman í eina
hægri eind.
- Eg kendi tað, sum at eg
sjálv skuldi fáa alt at ganga
upp, og dugdi illa at biðja
um hjálp. Hetta er júst
trupulleikin við væntanun-
um, sum liggja í luftini og
ikki verða sagdar hart. Vit
gita, men kunnu als ikki
vita, hvat hini hugsa. Og eg
kann ikki briksla nakran
fyri, at eg ikki visti, hvat eg
vildi ella skuldi. Júst hetta -
»hvat vilt tú?« - haldi eg
vera so týdningarmikið at
tosa um.
Eitt dømi um, hvat sam-
felagið væntar í dag, er at
mamman arbeiðir á niður-
settari tíð, tá eitt par ikki
megnar at fáa gerandisdag-
in við arbeiði og børnum at
hanga saman. Men tá noyð-
ist pápin ofta at arbeiða enn
meir, tí við bara eini inn-
tøku kann verða torført at
fáa endarnar at røkka sam-
an.
- Tá fáa vit tað klassiska
býtið millum kvinnu og
mann, sum eg meti er
ótíðarhóskandi, har kvinn-
an framvegis hevur høv-
uðsábyrgd av húsi og børn-
um, og maðurin forvinnur
pening. Eg haldi, at foreld-
ur skuldu bæði havt møgu-
leika at farið niður í ar-
beiðstíð, meðan børnini eru
smá. Á tann hátt kundi
bæði tikið lut í arbeiðs- og
familjulívið, sigur Annika
Wardum Joensen at enda.
Forkvinnan í Javnstøðunevndini:
Altjóða Kvinnudagurin stóran týdning
- Skerjan av menniskjaliga frælsinum sæst longu hjá lítlum børnum, har smágentur t.d. fáa at
vita, at tær ikki skulu tosa ov nógv og ikki vera so villar. Vit skuldu heldur roynt at lært tær at
ført seg fram, og ístaðin fyri »Ver friðarlig!«, skuldu vit heldur sagt :»Før teg fram«, »Verð løg-
maður« og líknandi, heldur Annika Wardum Joensen
Gríma fer næsta leyg-
ardag undir enda-
brestin av teirra 25.
leikári, og hetta verð-
ur gjørt við
stórleikinum »Per
Gúnt« eftir Henrik
Ibsen. Axel Tórgarð
hevur týtt leikin til
føroyskt og Eyðun
Johannessen hevur
leikstjórnað teimum
10 leikarunum, sum
skulu spæla sjón-
leikin
SJÓNLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
– Per Gúnt er vorðin til ein
klassikara í Norðanlondum,
og um Henrik Ibsen hevði
livað, so hevði hann fylt
175 ár fimm dagar aftaná
okkara frumframførslu.
Hetta sigur Eyðun Jo-
hannessen,
sum
leik-
stjórnar stórleikinum Per
Gúnt, sum Gríma skal
frumframføra leygardagin
15. mars.
– Hetta er størsta verk-
ætlanin vit hava gjørt her í
húsinum. Øll størri hava
gingið fyri seg í Norður-
landahúsinum, og hetta er
tískil tann størsta avbjóð-
ingin vit hava til hesi høl-
ini, greiðir leikstjórin frá.
Allir leikararnir uttan ein
í Leikarafelag Føroya eru
við í Per Gúnt. Tað vil siga,
at heili 10 leikarar skulu á
pallin næsta leygarkvøld.
Søgugongdin
Per Gúnt er ein norskur
knæbóndi. Hann livir eitt
lív, har hann flýggjar frá tí
eini støðuni í eina aðra. Vit
ferðast úr Dovrafjøllunum
strendurnar í Marokko og
oyðimarkirnar í Egypta-
landi og enda aftur í
Noregi.
Um miðan aldur er Per
vorðin til ein fjakkandi gor-
lakk, ið hevur tikist við al-
skyns ivasamt handilsvirk-
semi, so sum flutt trælir til
Amerika, gudamyndir til
Kina og gjørt prestar út við
rom og bíblium.
– Leikurin er ein trag-
edia-komedia og alt har
ímillum. Hann er eisini eitt
stórt ævintýr, sigur Eyðun
Johannesen.
Tveir leikarar spæla Per
Gúnt. Hans Tórgarð og Páll
Danielsen. Hans spælir Per
Gúnt yngri og inn í umleið
helvtina av lívsleið hansara
og Páll Danielsen spælir
Per Gúnt eldri.
Tíðin leikurin gongur
fyri seg í er umleið fyrru
helvt av 1800 talinum, men
hann kundi saktans eisini
gingið fyri seg í endanum
av 19. øld og inn í 20. øld,
har hann endar aftaná
krígsárini.
Tað eru eini 40 leiklutir í
Per Gúnt, so tað merkir, at
leikararnir hava fleiri leik-
lutir. Nógvir dansur er eis-
ini við í leikinum, tað verið
seg alt frá eksotiskum dansi
hjá arabaragentunum til
trølladans hjá dovratrøll-
unum.
– Venjingarnar hava verð
intensivar, og tað er ikki
fyrr enn nú teir seinastu
tíggju dagarnar, at leikarar-
nir eru við at fáa eina heild
burturúr.
Leikurin er tríggjar tímar,
og veit Eyðun Johannessen
at siga frá, at leikurin hevur
einaferð verið spældur í
fullum líki í Frankaríki, og
tá tók hann sjey og ein
hálvan tíma.
– Í Per Gúnt mást tú
finna tín egna vinkul at
spæla leikin út frá, og vit
hava valt okkara.
Allir leikararnir hava
verið við í leikgerðini og at
byggja pall, so hetta er eitt
stórt felagsverk. Gríma
fegnast eisini um, at Axel
Tórgarð enn einaferð hevur
umsett teimum ein leik.
Kring heimin við Per Gúnt
Leikarar:
Hans Tórgarð
Páll Danielsen
Ria Tórgarð
Katarina Nolsøe
Kristina Hansen
Birita Mohr
Laura Joensen
Høgni JOhansen
Bárður Persson
Kári Øster
Leikstjóri er Eyðun
Johannessen
Fakta
Arabaragentur koma sum ein
fatamorgana fram fyri Per
Gúnt í oyðimørkini í
Egyptalandi
Mynd: Jens Kr. Vang
Eisini í Dovrafjøllunum
verður dansað og sungið.
Hans Tórgarð spælir ungi
Per Gúnt
Mynd: Jens Kr. Vang
Nær er altjóða
kvinnudagur?
Sosialurin hevur verið
úti við penninum og
linsuni og spurt nøkur
fólk á gøtuni um tey
vita,
nær
altjóða
kvinnudagurin er
VOX POP
Ingrid Bjarnastein
Bjarni Nattestad, 19 ár
Eg áni ikki nær hann er!
Men tað merkir helst, at
tú skalt ansa eyka væl
eftir konufólkunum tá,
og tey fara helst at plága
teg um at keypa rósur.
Hvør veit? Kanska eg
fari at gera okkurt
burturúr degnum í ár.
Ingun Schiller, 32 ár
Kvinnudagurin er 8.
mars. Og ja, tað er gott at
hava
ein
kvinnudag,
sjálvt um tað ikki júst er
tað eg gangi mest uppí.
Tað eru jú rættindi, sum
kvinnur hava bart fyri í
fleiri ár, og ein dagur,
sum kvinnur sjálvar hava
tikið stig til at hava. Eg
havi ongar ætlanir um at
fara til nøkur tiltøk, sjálvt
um eg okkurt árið havi
verið til okkurt uppi í
Norðurlandahúsinum.
Elisabeth
Grækaris-
dóttir Magnussen, 21 ár
8. mars. Tað er ordiliga
gott at hava ein kvinnu-
dag, tí kvinnur hava jú
verið kúgaðar í fleiri ár.
Um eg fari at gera nakað
veit eg ikki, men eg eri
limur í Havnar Kvinnu-
arbeiðarafelag, og tað er
eitt av mínum ískoytum
til kvinnudagin.
C
M
Y
K
7
6