leygardagur 8. mars 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 47 - 8. mars 2003
Nr. 47 - 8. mars 2003
9
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Nicolai Nysted
farin
23. februar andaðist Nico-
lai Nysted í Hvannasundi.
Hann var 78 ára gamal.
Ivaleyst eru tey mong, sum
komast við Nicolai, sum í
mong ár var partur av
manningini umborð á Más-
anum, sum røkir farleiðina
úr Hvannasundi og til Svín-
oyar og Fugloyar.
Nicolai var av Kyrjar-
heyggi
í
Hvannasundi.
Hetta vóru fyrstu húsini,
sum vórðu bygd uttanfyri
garðarnar. Tey vóru bygd í
1913. Foreldrini vóru Oliva
og Hans Justesen. Tey
fingu átta børn: Jógvan
Ísak,
Edith,
Jóhannes,
Nicolai, Niels, Arne, Anna
og Sjúrður.
Trý av systkjunum vóru
rættuliga ung, tá ið tey fóru.
Jógvan Ísak ella Eddaba,
sum hann varð nevndur, var
27 ára gamal, tá ið hann
doyði av menegitis, Edith
var 21 ára gomul, tá ið hon
doyði av tuberklum, og
Arni var 17 ára gamal, tá ið
hann druknaði í Sundinum
í 1945. Teir vóru fýra í
bátinum, sum holvdist.
Bara ein kom frá tí við
lívinum.
Niels, sum doyði mið-
skeiðis í níti árunum, búði í
Víkunum í Klaksvík. Hann
var giftur við Idu, sum var
úr Heimistovu á Vágsheyg-
num. Hon doyði nakrar fáar
dagar frammanundan, at
Nicolai doyði. Anna býr í
Hvannasundi, og Sjúrður
býr í Kaldbak, har hann
hevur verið lærari. Hannis
býr í Rødovre. Hann fylti
80 stutt frammanundan, at
Nicolai doyði. Nicolai og
dótturin høvdu verið niðri í
føðingardegi, og tað var
stutt eftir heimkomuna, at
Nicolai gjørdist sjúkur og
doyði eftir stutta sjúkra-
legu.
Nicolai var føddur 5. juli
í 1924. Í 1953 giftist hann
við Jóhonnu Justesen, sum
er ættað úr Norðdepli. Tey
búsettust í Hvannasundi og
fingu seks børn. Fýra
búgva í Hvannasundi –
Irena, Hans Jørgin, Livar
og Jonika. Sigmar og Jógv-
an Josias búgva í Klaksvík.
Nicolai var sjómaður alla
sína tíð. Hann róði út og
driftaði útróðrarbát, og
hann var við fleiri línu-
skipum, eitt nú Kalsevni,
Jógvani S og Norðingi.
Fyrst í sjeyti árunum fór
hann umborð á Másan, og
har var hann, inntil hann
fyri tíggju árum síðani varð
pensioneraður. Hugurin til
sjógvin og fiskiskap var
alla tíðina góður. Tá um-
støður vóru til tað, var
Nicolai á floti, ella fekst
hann við fiskireiðsskap og
egning. Eisini seinnu árini,
sjálvt um sjónin bilaði, og
hann tey seinastu árini onga
sjón hevði.
Fríggjadagin klokkan
eitt lat Livar Nysted
úr Hvannasundi upp
málningaframsýning
í Smiðjuni í Lítluvík
MÁLNINGA-
FRAMSÝNING
Solby A. Eliasen
Livar Nysted sýnir fram 22
málningar á framsýningini.
Talan er um akrylmáln-
ingar av øllum møguligum
alt frá landsløgum til fólk.
– Hetta er ikki abstrakt
list, so ein sær, hvat tað er,
sigur Livar, sum dámar sera
væl at mála fólk.
Hann er sera spentur at
vita, hvussu tað fer at
gangast í Havn, tí hetta er
fyrstu ferð, at hann hevur
framsýning í Havn.
– Eg vóni, at Havnarfólk
fara at taka væl ímóti mær,
sigur Livar, sum hevði
kunnað hugsað sær at liva
av listini. Men hann veit, at
tað er sera torført.
– Tey flestu, sum mála
hava annað fast arbeiði við
síðuna av, eisini teir stóru
málararnir, um ein kann
siga tað so, sigur Livar.
Livar býr í Hvannasundi
og hevur altíð teknað nógv.
Hann sigur, at hann fær
nógvan íblástur av at búgva
á einum smáplássi og tætt
við sjógvin.
– Vit búgva einans tríggj-
ar-fýra metrar frá sjónum,
og har fær ein altíð nógvan
íblástur og sær mangt
ymiskt. Millum málningar-
nar, sum eg havi málað
hesuferð eru tríggir veðrar,
og tað er lítið at ivast í, hvar
tann íblásturin er komin
frá, sigur Livar, sum til
dagligt starvast á Føroya
Bjór.
Hann byrjaði ikki at mála
av álvara fyrr enn fyri átta
árum síðani. Hann hevði
sína fyrstu framsýning á
Húsarhaldsskúla
Føroya
einaferð í 1990. Tá var tað
bara
blýantstekningar.
Kona hansara, Svanna,
eggjaði honum til tá. Síðani
tað hevur hann havt fleiri
framsýningar ymsastaðni í
Klaksvík, og tekningin
hevur ment seg til oljukrit
og so seinni til at mála. Og
nú hevur hann eisini gjørt
av at royna seg uttan fyri
Klaksvík.
Framsýningin í Smiðjuni
er opin frá fríggjadag til og
við hósdag frá klokkan 13
til 18, tó verður stongt
sunnudagin.
Livar Nysted í Smiðjuni
Livar Nysted úr Hvannasundi hevur málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík frá fríggjadag til
og við hósdag
Mynd: Jens K. Vang
Føðingar
2. feb. fingu Unn og Petur Martin Glerfoss, Keyp-
mannahavn, eina dóttur, ið eitur Mirjam. Hon var 52
cm. og vigaði 3848 gr.
10. feb. fingu Mary Ziska og Heri Henriksen, Klaks-
vík, ein son. Hann var 50 cm. og vigaði 3000 gr.
13. feb. fingu Anna og Atli Rasmussen, Keyp-
mannahavn, ein son. Hann var 52 cm. og vigaði 4080
gr.
16. feb. fingu Merry Tindskarð og Hans Pauli
Justinussen í Hvidovre, eina dóttur. Hon var 51 cm.
og vigaði 3612 gr.
22. feb. fingu Annika og Kári Brynjar, Hvannasund,
eina dóttur. Hon var 55 cm. og vigaði 3620 gr.
24. feb. fingu Björn og Hennibeth Kalsø, Klaksvík,
ein son. Hann var 54 cm. og vigaði 3500 gr.
28. feb. fingu Elin Sólsker og Andras Hansen,
Æðuvík, eina dóttur. Hon var 57 cm. og vigaði 3850
gr.
28. feb. fingu Jónley Lauritsen og Hans Poulsen, Sør-
vágur, eina dóttur. Hon var 52 cm. og vigaði 3550 gr.
1. mars fingu Randi og Pauli Petersen, Sørvágur, eina
dóttur. Hon var 54 cm. og vigaði 3550 gr.
1. mars fingu Sigga og Ragnar S. Olsen,
Søldarfjørður, ein son, ið eitur Olaf S. Olsen. Hann
var 51 cm. og vigaði 3700 gr.
1. mars fingu Sunnuvá Bjarnastein og Páll Olaf
Jacobsen, Tórshavn, ein son. Hann var 58 cm. og
vigaði 4120 gr.
3. mars fingu Katrin á Fløtt Jacobsen og Hans
Wilhelm Anthoniussen, Årestrup, Danmark, ein son.
Hann var 50 cm. og vigaði 3570 gr.
3. mars fingu Kitinesh Birhanu og Yacob Lemita,
Norðragøta, ein son. Hann var 49 cm. og vigaði 2820 gr.
3. mars fingu Rosalie Thomsen og Heine Thomsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. og vigaði 3090 gr.
5. mars fingu Olly Óladóttir Poulsen og Jákup
Poulsen, Leirvík, ein son. Hann var 53 cm. og vigaði
3600 gr.
5. mars fingu Annita á Fríðriksmørk og Páll Olsen,
Hoyvík, eina dóttur. Hon var 55 cm. og vigaði 4100 gr.
28. feb. fingu Marjun
og Sigmundur Olsen,
Porkeri, ein son.
Hann var 54 cm. og
vigaði 3700 gr.
Andlát
27. februar
Ingibjørg Bjerregård, Keypmannahavn, ættað av
Tvøroyri, 80 ár
28. februar
Henning Jensen í Kalundborg, fyrr búsitandi í
Gerðinum í Klaksvík, 75 ár.
Åge Nørregaard Olsen, Trongisvágur, 72 ár.
Hans Petur Hansen, Hósvík, 92 ár.
Semary Joensen, Noráagøta, 87 ár.
2. mars
Poulina Thomsen, Skopun, 44 ár.
Jóhanna Debes, Tvøroyri, 72 ár
3. mars
Palle Jespersen, Tvøroyri, bús. Í Jyderup, 86 ár
4. mars
Óli Jóhann Láberg, í Skopun, 90 ár.
Torgerð Simonsen, Sørvágur, 73 ár.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Jóan Heri Joensen
heldur grækaris-
messurøðu
Í Fuglafirði verður skipað
fyri grækarismessuhaldið
grækarismessudag, miku-
dagin, klokkan 17.
Haldið verður Heimi á
Bug við Bókasavni. Skót-
arnir fara at ganga skrúð-
gongu frá skótahúsunum
oman á Bug, har Fugla-
fjarðar Hornorkestur spæl-
ir, og har Jóan Heri Joen-
sen, lærari, fer at flyta fram
røðu.
80 ár
Týsdagin 11. mars verður Thala Rókstein,
Fuglafjørður, 80 ár. Dagurin verður hildin hjá Kaj Eli
Blábjørg, Mørkin 22.
75 ár
Mánadagin 10. mars fyllir Jona Jonsen, Miðvágur, 75
ár. Dagurin verður hildin heima.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 11. mars hava hjúnini Ann og Johan Hansen
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við
familjuni í Tinghøjvej 25, 7330 Brande.
Hósdagin tann 27. mars hava Jóhanna og Eifinn á
Reynatrøð, Leirvík, verið gift í 25 ár. Dagurin verður
hildin leygardagin 29. mars kl. 19.00 í Bygdar-
húsinum í Leirvík. Tey, ið vilja gleða silvurbrúðar-
parið við at koma, verða vinarliga biðin at siga frá á
tlf. 443187 innan 20. mars.
27. mars hava Sunnuvá B. og Heri Jacobsen, Klaks-
vík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin á Hotel
Norð á Viðareiði leygardagin 29. mars kl. 19.00. Tey,
ið vilja gleða silvurbrúðarparið við at koma, verða
vinarliga biðin um at ringja á tlf. 456562 ella 216562
áðrenn 15. mars.
Ingolf
Rasmussen 65 ár
6. mars fylti Ingolf Ras-
mussen skipari í Havn 65
ár. Ingolf er føddur og upp-
vaksin í Søldarfirði. Hann
fór til skips við slupp sum
16 ára gamal og sigldi við
ymiskum fiskiskipum, áðr-
enn hann fór á stýrimans-
skúla í 1959. Tá hann hevði
fingið stýrimansprógv í
1961, sigldi hann í eitt ár. Í
1962 tók hann skipsførara-
prógv á Fanø Navigations-
skole. Eftir tað sigldi hann
við skipum hjá danska
reiðarínum ØK í nøkur ár. Í
1971 fór hann at føra trol-
ara hjá KGH í Grønlandi til
1978, tá hann fór at føra
Sólborg hjá Eiler Jacobsen.
Tá Sólborg bleiv seld til
Royal Greenland í 1986,
helt hann áfram sum skip-
ari til 1990 og síðan við
øðrum skipum hjá sama
reiðaríi til 1992. Hann
hevði farloyvi frá Royal
Greenland í 1993, tá hann
førdi nýggju Sólborg. Síð-
an var hann skipari hjá
Royal Greenland til 2002. Í
dag førir hann trolaran
Ljósafellið
hjá
Mortan
Johannesen. Ingolf hevur
eisini yrkt og umsett fleiri
sangir. Fleiri nýggjar sangir
hjá sangkórinum í Ebenez-
er hevur hann umsett. Ing-
olf er giftur við Jónu, f.
Guttesen, í Havn og eiga
tey børnini Jens Paula og
Sigrið. Sum sjómaður hev-
ur hann upplivað allar
broytingarnar frá slupp-
unum til teir størstu nú-
tímans trolararnar.
Albert Hentze
skóti í 35 ár
Á
grækarismessu,
12.
mars, hevur Albert Hentze í
Vági verið skóti í 35 ár.
Albert er føddur og upp-
vaksin í Vági, hann er 48
ára gamal og útbúgvin jarn-
smiður Hann arbeiðir í dag
hjá partafelagnum Tvøruni
í Vági. Líka síðan Skóta-
liðið Royndin bleiv endur-
stovnað í 1968, hevur hann
verið ein av skótunum og er
hann bólkaleiðari í Vági.
Skótaliðið í Vági bleiv
upprunaliga
stovnað
í
1940. Stigtakarar vóru
Torkil Beder, Erling Poul-
sen, Svend Thulesen saman
við E. Thulesen, sum tá var
prestur í Vági. Teir sum
endurstovnaðu skótaliðið í
1968 vóru Kjartan Mørk-
øre, Jákup Olsen, Jóannes
Fonsdal og aðrir. Albert
Hentze er giftur við Arn-
fríð, f.Vestergaard, úr Vági,
og eiga tey 3 børn, 2 gentur
og ein drong. Øll í familj-
uni eru virkin í skótaar-
beiðinum í Vági.
Hjørmund
Vang 75 ár
Í dag, leygardagin 8. mars,
verður Hjørmund Vang í
Hvalba 75 ár. Hjørmund er
føddur og uppvaksin í
Hvalba, og arbeiddi hann í
mong ár í kolanámunum
har. Hann hevur eisini verið
arbeiðsmaður og fiskimað-
ur í Grønlandi í mong ár. Í
1953 varð hann fyri eini
spreingivanlukku í kola-
máminum. Vanlukkan kost-
aði honum hálvan annan
fingur á vinstru hond, og
skaddi honum sjónina á
øðrum eyga fyri lívið.
Seinni kom hann aftur út
fyri einum óhappi, tá hann
av misgávum kom at skjóta
seg sjálvan í vinstra lær.
Hann hevur verið úti fyri
eitt sindur av hvørjum, tvær
ferðir hevur hann verið nær
við at dottið oman. Hjør-
mund er ein partur av býar-
myndini í Hvalba og Sand-
vík Hann hevur eina trøð í
Sandvík, har hann hevur
sína dagligu gongd. Vanliga
hevur hann gingið millum
bygdirnar, men nú havur
hann fingið sær ein skutara.
Hjørmund er ein sera lívs-
glaður persónur, sum elskar
tónleik,
serliga
gamlar
slagarar og honum dámar
væl at ganga í dans.
Lena á Ørg
75 ár
Mikudagin 5. mars fylti
Lena á Ørg í Sørvági 75 ár.
Foreldur Lenu vóru Bina
Yviri í Húsi og Jógvan
Joensen,
róptur
Mýru-
Jógvan.
Lena var gift Jóhan á
Ørg, sum doyði fyri 8 árum
síðani, á sjálvum føðingar-
degnum hjá Lenu.
Lena og Jóhan fingu
børnini, Jógvan og Anne-
beth. Fostursonin, Sonna
Jacobsen, sum er bróður-
sonur Jóhan, tóku tey til sín
trý ára gamlan.
Í mong ár høvdu Lena og
Jóhan handil í Pollastovu,
har tey seldu leikur, bøkur,
bløð og pappírsvørur.
Lena
er
arbeiðssom,
bindur og bakar og rokast
altíð við okkurt.
Føðingardagurin
var
hildin heima hjá Lenu
mikukvøldið, har fitt av
fólki var samankomið at
heilsa upp á føðingardags-
barnið.
Tað, at vit á okkara arbeiðs-
plássi sita og skriva minn-
ingarorð um ein arbeiðs-
felaga, er ógvuliga tungt.
At lívstráðurin hjá einum
menniskja í sínum besta
aldri, í sínum fagrasta
blóma, bara verður avkvett-
ur, er sera ringt at skilja.
Góði Tróndur, at tú
skuldi doyggja á so ungum
árum, gevur okkum ein
sannan
hvøkk.
Hvussu
kann tað lata seg gera?
Hvussu ber tað til? Kann
tað veruliga passa? Vit
kunnu bert ásanna, at svar-
ið er ja.
Góði Tróndur, tú vart ein
sera fittur og hjálpsamur
drongur, altíð klárur, um
ein heitti á teg. Framúr
kreativur vart tú í tínum
arbeiði, og nú tú vart út-
lærdur, hevði tú nógvar
ætlanir. Tað hevði verið
stuttligt at sæð, hvat eitt so
evnaríkt menniskja hevði
fingið burtur úr lívinum.
Dagar tínir vóru taldir, og
tú skuldi her frá. Sum ein
smágenta segði, so fórt tú
upp til Jesus pápa at hjálpa
at gera hárið hjá einglun-
um, líka sum tú gjørdi hjá
einglinum í jólabýnum til
jóla. Ja, hvør veit?
Góðu Albert,
Ninna,
Annika, Guðrun og øll av-
varðandi.
Má
Harrin
styrkja tykkum í tykkara
stóru sorg, og hjálpa tykk-
um at koma víðari í lívin-
um.
Góði Tróndur, takk fyri
tíðina vit fingu saman við
tær.
Hvíl í friði.
Starvsfelagarnir
í Fríðkuni, Flykruni
og Liljuni
Minningarorð um Trónd Udbø Petersen
7. september 1983
10. februar 2003
Sosialurin um vikuskiftið
Hetta vikuskiftið hittist Sosialurin á telefon 211803
ella á ingras@kallnet.fo
C
M
Y
K
9
8