leygardagur 8. mars 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 47 - 8. mars 2003
Nr. 47 - 8. mars 2003
11
Álvarsmálið um landsantikvarin er langt frá liðugt og
má ansast eftir, at málið ikki verður gloymt í øllum
samgongurokinum. Landsstýriskvinnan bar seg skeivt
at og tók avleiðingarnar. Hetta átti at verið ógvuliga
einfalt at fata, hóast Tjóðveldisflokkurin av roynir at
fáa tað at síggja út sum, at alt fór rætt fram í málinum.
So langt so gott. Eftir stendur, at feilurin ikki er
rættaður. Setanarpolitikkur og siðvenja eru ikki fylgd.
Einstaklingurin, ið var innstillaður og funnin ov lættur,
og fakfelagið royna at fáa tingini í rættlag aftur. Hetta
málið eigur ikki at tengjast saman við keglið millum
Tjóðveldisflokkin og løgmann. Tað áliggur politiska
myndugleikanum at fáa hetta mál loyst.
Hitt málið, um ringa gongulag samgongunnar, er nógv
meira einfalt enn. Tjóðveldisflokkurin og Fólka-flokk-
urin eru grundleggjandi ósamdir um flestu týðandi
mál. Vit kunnu bert hyggja at fiskivinnupolitikkinum.
Fullveldismálið er nú komið í eina heimastýrislegu,
sum sjálvt Sambandsflokkurin kann stuðla.
»Ongantíð fyrr er so nógv gjørt á sjálvstýrisleið«.
Hetta hoyrdist mangan uppundir seinasta val. Hvat er
komið av skafti hjá samgonguni nú í fimm ár? Hevur
samgongan yvirtikið meir enn aðrar samgongur? Nei!
Er nøkur fólkaatkvøða hildin? Nei! Gamaní var
blokkurin niðurskorin við einari ov stórari upphædd,
men tað, at tað verður svangligari í Føroyum uttan
økta ábyrgd av málsøkjum er ikki framstig á
sjálvstýrisleið. Heldur tvørturímóti.
Undanfarna samgonga yvirtók Skipasýnið og skal hon
hava rós fyri tað, men helst má tað søguligani sæð
verða ein av soltnastu samgongum, tá um yvirtøkur
ræður. Hví tvíheldur Tjóðveldisflokkurin so um
Fólkaflokkin?
Ofta hoyrist, at Javnaðarflokkurin er so afturhalds-
sinnaður. Men hvør hevur verið størsti yvirtøkuflokk-
urin. Vit kunnu nevna Postverkið, Vaktar- og Bjarging-
artænastuna, víðkanina av fiskimarkinum, avtøkuna
av refusiónsskipanini, yvirtøkan av ráevnunum í und-
irgrundini. Øll vóru yvirtikin av samgongum undir
javnaðarleiðslu. Tann løgmaður, ið hevur staðið á
odda fyri flestu yvirtøkum í Føroyum, eitur Atli P
Dam. Tjóðveldisflokkurin var við í hesum sam-
gongum, og hevur mangan hug til at taka heiðurin av
hesum yvirtøkum, men seinastu fimm árini hava víst,
at flokkurin ikki formáar sær nakað á sjálvstýrisleið
uttan Javnaðarflokkin. Nær hetta faktum fer at rína við
yngra ættarliðið í Tjóðveldisflokkinum er ilt at siga.
Kanska núverandi samgongustøða blæsir eitt sindur
av søguligum innliti inn í hølini hjá Tjóðveldisflokk-
inum á Gamla Apoteki, soleiðis at pástandurin um, at
»alternativið er svart samband« verður endurskoðað-
ur. Alternativið er yvirtøkur við skili í einari arbeiðs-
førari samgongu við samhaldsføstum hugsjónum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Málið má ikki køvast í
samgonguroki
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
VIÐMERKINGAR
Ditleif Eldevig
og vegna eina fullsamda
nevnd í Eldrafelagnum
Borgini í hesum máli
Tað er rætt, sum sagt er í
yvirskriftini í Sosialinum í
gjár 6. mars, »Tað er misljóð
millum pensjónistarnar«. Vit
mugu bara staðfesta:
- at feløgini ongan rokn-
skap hava fingið frá
landsfelagnum 2001 (utt-
an tann ið stóð í Sólsetur)
- at eignin fundarfrá-
greiðing er komin til
limafeløgini
- at viðtøkurnar, sum
komu í gildi 18. mai
2002, ikki eru fylgdar
- at Eldrafelagið Borgini
verður noktaður almenn-
ur stuðul, sum landsfe-
lagið umsitur
- at Tómas Tómasson,
formaður landsfelagsins
vil ikki boða Eldrafelag-
num Borgini til fundar,
vegna tess, at hann
væntar bert illstøðu av
Ditleif Eldevig
- at Tómas Tómasson
sigur, »at grein trý sigur,
at felag, sum ikki heldur
viðtøkur Landsfelagsins,
kann koyrast úr felagnum.
Okkara viðm., at vit hava
hildið viðtøkur landsfel-
agsins. Sí viðtøkurnar.
Grein 3 sigur »Roknskap
ella limalista«! Limalisti er
innsendur. Men Eldrafelag-
ið Borgin vil ikki finna seg
í, at roknskapurin skal góð-
kennast, og tað er júst tað
málið snýr seg um.
Vit hava:
- Eina nevnd, sum góð-
tekur roknskap okkara
- Grannskoðarar, sum
grannskoða okkara rokn-
skap
- Ein aðalfund, sum er
hægsta vald felagsins,
sum endaliga skal góð-
kenna roknskapin.
Eingin landsnevnd skal
góðtaka
ella
góðkenna
okkara roksnkap.
Tómas Tómasson, sum
hevur verið limur í okkara
felag og hevur bæði fingið
roknskap og broyttar við-
tøkur, sum ikki eru í stríð við
viðtøkur landsfelagsins.
Sama hava eisini hini
tvey, sum umboða lands-
felagið, Símun P. Poulsen
og Jacobina í Lambanum.
Øll landsnevndin hevur
verið limir í Eldrafelagnum
Borgini – uttan at hava
mótmælt.
Símun Pauli Poulsen og
Jacobina í Lambanum eru
framvegis limir í okkara
felag. Og eru tey sjálvsagt
vælkomin og kærkomin til
framvegis at verða tað, her
vit øll arbeiða í sátt og
semju í einum mennandi og
uppbyggjandi felagsskapi.
Vit
kunnu
framvegis
ávísa,
at
viðtøkur
og
mannagongdir í landsfe-
lagnum ikki verða fylgdar.
Vit kunnu eisini stað-
festa, at uppskot okkara
verða »koyrd í skrell«,
sambært formanninum í
landsfelagnum.
Ikki øll fáa orðið á lands-
felagsfundum. Einki verður
skrivað, okkum vitandi –
vit hava ongar fundarfrá-
sagnir.
Lógir og reglur felagsins
hava ikki verið fylgdar, tá
tað snýr seg um atkvøðu-
greiðslu á aðalfundi.
Hetta er okkara nevnd
full samd um, og vit kunnu
eisini staðfesta, at so er.
Í roknskaparárinum 2001
fingu limafeløgini ongan
pening av tí almennu játt-
anini.
Misnøgdin hevur verið, og
er stór millum limafeløgini,
um hesa støðu og øll
limafeløgini mugu nú bara
staðfesta, at rætturin hjá
nevndunum í limafeløgun-
um er frátikin teimum. Og at
nú hava bert limirnir í teim
ymisku lokalfeløgunum at-
kvøðurætt, um tey koma á
fund. Her er talan um limir –
ikki nevndarlimir. Rættur-
in til fulltrú er eisini tikin frá
øllum lokal-limunum. Ein-
ans tey, ið møta til aðalfund
í Havn, hava atkvøðu (um-
leið 100 av umleið 1000
limum). Hetta er júst tað vit
hava mótmælt og tí ikki
undirskriva viðtøkurnar og
sum vit nú eru leys av, í og
við, at vit ikki hava bundið
okkum, meðan øll hini 13
limafeløgini
eru
niður-
bundin.
Hesa støðu hava tey 13
limafeløgini góðtikið, og tað
mugu tey so bara liva við.
Vit fáa einki gjørt við
hetta. Og vit hava heldur
einki ímóti at lata inn rokn-
skap og viðtøkur, til kunn-
ingar, men nokta fyri at lata
roknskap inn til góðkenn-
ingar. Kann landsfelagið
ávísa, at okkara viðtøkur
stríða móti viðtøkum lands-
felagsins, er landsfelagið
vælkomið til at ávísa tað,
og vit vilja sjálvandi broyta
tað, um so er.
Tómas, Símun Pauli og
Jacobina hava jú roknskap
og viðtøkur hjá Eldafelag-
num Borgini.
Til seinast skal eg boða
frá, at eg ikki møti upp til
landsfelagsfund og heldur
ikki til felagsnevndarfund
hjá landsfelagnum – sum
støðan nú er – fyri ikki at
illstøða skal standast av tí
millum limirnar, sambært
Tómas Tómasson.
Misljóð millum pensjónistar
Finnbogi Ísakson
Týskvøldið skiftu Jógvan
Sundstein og eg orð í
Sjónvarpinum um politisku
støðuna
og
politisku
gongdina tey seinastu árini.
Fólk hava yvirhøvur rea-
gerað positivt uppá tað, vit
førdu fram.
Tó ikki Abraham Mikla-
dal. Í grein í Dimmalætting
og Sosialinum roynir hann
at reingja tað, sum varð
sagt. Hann vil hava fólk at
halda, at eg segði nakað
annað enn tað, sum eg
segði - og meinti.
Hann skrivar: »Serliga
Finnbogi legði áherðslu á,
at tingfólk og serliga lands-
stýrisfólk okkara vóru ov
ung og óroynd.«
Nú er tað ikki greitt, hvat
orðið »okkara« stendur
fyri. Men Abraham Mikla-
dal er eins og eg tjóðveldis-
maður, og tí kann tað skilj-
ast soleiðis, at eg serliga
havi umrøtt tingmenn og
landsstýrismenn Tjóðveld-
isfloksins. Tað gjørdi eg
ikki. Eg meinti líka nógv
við aðrar flokkar.
So er tað hin parturin:
»ung og óroynd«. Her royn-
ir greinskrivarin heilt greitt
at seta kílar millum ættar-
liðini, millum tey ungu og
tey eldru. Rættleiðingin er,
at eg nevndi ikki orðið
»ung« eina ein-astu ferð -
og meinti heldur ikki við
tey ungu. Er tað nakar, sum
Rættleiðing til villleiðing
Framhald á síðu 11
VIÐMERKINGAR
Við róðrarkvøðu
Jóhannes Joensen,
formaður í RSF
Í Sosialinum, týsdagin 4.
mars, hevur mín góði vinur,
Palli Jacobsen, eina við-
merking undir yvirskrivtini:
“Jarnbardur til Scillyoyggj-
arnar?”. Palli spyr í stuttum
og greiðum orðum, um tað
yvirhøvur er rætt at lata
Jarnbard umboða Føroyar í
Sillyoyggjum í ár, tí nógvar
av vinnandi manningini í
fjør eru ikki við longur.
Heldur skuldi annar bátur
sloppið av stað, og tað skuldi
verið tann, sum hevði bestu
somu manning sum í fjør, (í
hesum føri Smyril í Vági).
Sjálvt um vit í RSF hava
tann sið, at vit helst ikki
leggja okkum út í blaðkjak,
skal eg tó svara spurningun-
um hjá Palla, so at eingin ivi
skal taka seg upp um hetta
mál, eins og eg skal koma
við nøkrum upplýsingum
um sillykappingina sum
heild. Lat meg tí fyrst í stutt-
um siga, hvussu kappingin
er íkomin og skipað.
Tað var av fyrstan tíð
oljufelagið Amerada Hess,
sum tók stig til hennara, tá
ið tað beyð besta tíggju-
mannafarinum at royna seg
í Sillyoyggjum. Felagið
skipaði sjálvt fyri bæði
kapping og ferð, og til
gagns fyri føroyskan kapp-
róður er Amerada Hess
framvegis høvuðsstuðul og
hornasteinur undir kapp-
ingini. Tá ið Róðrarsam-
bandið eftir avtalu við olju-
felagið fór at skipa fyri
kappingini, varð hon broytt,
soleiðis at allar manningar
uttan fimmmannafør við
dreingjum skuldu kappast
um kjansin. Fyrstu árini
dystaðust kvinnur og menn
fyri seg, men av tí at tað
gjørdist ov dýrt við tveim-
um manningum, varð av-
rátt, at besti bátur skuldi
vinna
sillykappingina.
Samstundis
varð
gjørd
reglugerð, sum segði, at var
ikki øll tann vinnandi
manningin
tøk,
skuldi
báturin skaffa sær fólk av
báti nr. 2, og um tað ikki
bar til, so av báti nr. 3 o.s.fr.
Henda reglugerð skuldi
forðað fyri, at vinir og
kenningar vóru tiknir við,
heldur enn tey kappróðrar-
fólk, sum hava kappast um
plássið. (Lagt kann verða
afturat, at manningin má
vera av sama kyni, tí í Silly-
oyggjum er sum hjá okk-
um, at menn og kvinnur
rógva ikki saman.)
Lat meg so venda aftur til
Palla. Tað er rætt, at øll tann
vinnandi manningin á Jarn-
bardi er ikki tøk til silly-
ferðina í ár. (Tríggjar eru
tøkar, og at tað bert skal
vera ein, man vera ein mis-
skiljing). Tí hevur Jarn-
bardur, soleiðis sum reglu-
gerðin sigur, vent sær til
næstu bátarnar á listanum
og hevur skaffað sær fólk
av Páll Fanga, Riddaranum
og Gongurólvi. Meir er ikki
at siga um tað.
Eg eri onga løtu í iva um,
at Smyril hevði verið góð
umboðan at sent til Silly-
oyggjar; men tað er nú eina
ferð so, at Jarnbardur vann,
og tískil fer Jarnbardur av
stað. Her skal verða lagt
afturat, at tær hava vant
sera miðvíst síðan oktober-
mánað, og mangt eitt
kvøldið havi eg staðið og
eygleitt hesar kvinnur og
verið hugtikin av teirra øgi-
liga vilja, tá tær í kavaroki,
vindi, glaðustroki, myrkri
og oysandi regni hava ligið
úti á vágni og vant. Tað
mundu verið mangir menn,
teirra millum tú og eg Palli,
sum høvdu aftrað seg við at
sett seg við árarnar í slíkum
umstøðum á vetrardegi. Tað
hevði eftir mínum tykki
verið skeivt at tikið heiður-
in frá teimum. So svar mítt,
Palli Jacobsen, er, at sjálv-
andi er tað rætt at lata Jarn-
bard umboða Føroyar í
Sillyoyggjum í ár!
Tað er tó eyðvitað bæði
gott og neyðugt at kjakast
um málið. Tað er t.d. ikki
óhugsandi, at reglugerðin
fyri, hvussu vinnandi bátu-
rin skal verða mannaður,
verður broytt komandi ár.
Alt hetta er tó sjálvandi
treytað av, at Amerada Hess
framvegis við sínum góða
hjarta stuðlar kappingini.
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri
Tjóðveldisflokkin
Hetta er ein spurningur, ið
nógv
óivað
seta
sær.
Grundgevingin tykist at
verða, at “danska stjórnin
hevur jú boðað frá, at vit
kunnu taka fullveldi um vit
ynskja hetta - er hetta ikki
at hava sjálvsavgerðrrætt?”.
Svarið er nei - als ikki. Tað
at danskir myndugleikar
ikki vilja viðurkenna føroy-
ingar sum tjóð við sjálvsav-
gerðarrætti og tað, at før-
oyskir myndugleikar ikki
hava fingið altjóða viður-
kent hesi rættindi, hevur
nógv størri týdning enn
fólk flest geva sær far um.
Heimastýrið - ein
sáttmáli millum tjóðir
Meðan flestu føroyingar
síggja heimastýrisavtaluna
sum ein sáttmála millum
tvær tjóðir - sær danska
stjórnin hesa avtalu sum
eina fólkatingslóg. Danska
stjórnin er ikki av tí fatan at
føroyingar eru tjóð við
sjálvsavgerðarrætti og metir
tí ikki, at føroyingar av
sínum eintingum kunnu
velja tað ríkisrættarligu kós,
ið ynskt verður. Danskir
myndugleikar er av tí fatan,
at tað bert er við teirra
samtykki,
at
føroyingar
kunnu broyta ríkisrættarliga
støðuna. Og júst hetta er sera
grundleggjandi.
Skulu danir ella ES
avgera ríkisrættarligu
støðu Føroya ?
Frá sjónarhorninum hjá
donskum myndugleikum
eru tað fyrst og fremst sjón-
armiðini
hjá
skiftandi
donskum stjórnum, ið hava
týdning og harnæst sjónar-
miðini hjá føroyska fólka-
valda løgtinginum. Hetta er
ein sera ótrygg ríkisrættar-
lig og løgfrøðilig støða at
verða í fyri føroyingar.
Við teimum broytingum,
ið støðugt fara fram í heim-
inum kann nógv broytast
eftir stuttari tíð. Tí kann
støðan hjá donsku stjórnini
mótvegis føroyskum mynd-
ugleikum eisini broytast.
Og ikki er víst at hetta er til
fyrimuns fyri føroyingar.
Hvussu fer ein broyting í
løgfrøðiligu bindingunum
millum Føroyar og Dan-
mark at verða tulkað av
donskum myndugleikum ?
Og hvar standa føroying-
ar eitt nú, tá danskir mynd-
ugleikar í næstum helst fara
at siga frá sær øll fyrivarni
mótvegis ES - og harvið
lata fullveldi og avgerðar-
rætt eitt nú tá umræður
statsborgaraskap, trygdar-
mál og rættarmál frá sær?
Yvirtøkur av C-málum
- loyvi ella ikki loyvi?
Vit hava sæð við yvirtøkum
av málum, ið ikki eru
nevnd í heimastýrislógini,
hvussu ríkisrættarliga støð-
an hjá Føroyum verður
ávirkað av, at tað eru tey
donsku sjónarmiðini, ið eru
tey stýrandi. Undanfarna
danska stjórnin við Poul
Nyrup Rasmussen á odda
metti ikki at føroyingar
kundu yvirtaka málsøki, ið
ikki vóru nevnd beinleiðis í
heimastýrislógini frá 1948,
eitt nú revsirættur, persóns,
familju-
og
arvarættur,
dómstólar og lóggáva um
fíggjarvirksemi og ognar-
rætt. Henda støðan broyttist
tó eftir danska fólkatings-
valið, tá nýggj stjórn varð
vald. Núverandi danska
stjórnin er meira jalig við-
víkjandi yvirtøkum, men
metir nýggja stjórnin tó, at
tað eru danskir myndug-
leikar, ið skulu avgera hvat
kann yvirtakast og hvussu.
Politiskar - ikki løg-
frøðiligar forðingar
Sjónarmiðini og avgerðir-
nar hjá donsku stjórnunum
eru reint politiskar og ikki
løgfrøðisligar. Tí heima-
stýrislógin frá 1948 er ong-
in forðing fyri, at føroying-
ar kunnu yvirtaka øll máls-
øki og náa heilt at fullveld-
inum - um bert politiskur
vilji er til staðar.
Heimastýrislógin stað-
festir eisini at “Føroyar eru
sjálvstýrandi tjóð” eins og
føroyingar uppfylla allar
treytir sambært fólkarætt-
inum fyri at verða tjóð við
sjálvsavgerðarrætti - og er
tað tí ein politisk støða, ið
danska stjórnin tekur, tá
hon ikki vil viðurkenna at
føroyingar eru tjóð við
ómissandi og framhaldandi
sjálvsavgerðarrætti.
Og
hetta er ikki uttan orsøk.
Kundu velja millum
framhaldandi ríkis-
stuðul og sjálvsav-
gerðarrætt
Tað var heldur ikki uttan
orsøk at samráðingarnar við
donsku stjórnina slitnaðu
uppá júst henda spurning.
Og als ikki uttan orsøk, at
føroysku samráðingarfólkini
við Løgmanni á odda, at
enda fingu bjóðað fullveld-
isætlan við ríkisstuðli so
leingi hetta varð neyðugt,
um føroyingar bert vildu
sleppa kravinum um viður-
kenning og staðfesting av, at
føroyingar eru tjóð við
sjálvsavgerðarrætti.
“Ingen kompetence -
uden bemyndigelse”
Somuleiðis var tað ikki uttan
orsøk, at danski uttanríkis-
málaráðharrin Niels Helveg
Petersen, í 2000 sendi so-
ljóðandi skriv til ST: ”Færø-
erne er en del af det danske
kongerige, men har et vidt-
gående selvstyre med beføj-
elser hvad angår regulering
af Færøernes indre anligg-
ender. Hjemmestyret har
ingen kompetence til at
optræde på det folkeretlige
plan, med mindre dette er
bemyndiget af regeringen i
overensstemmelse
med
hjemmestyreloven af 1948
og inden for rammerne af
grundloven.” Danska stjórn-
in hevur við hesum, og bæði
áðrenn og síðan hetta hildið
fast í, at føroyingar ikki eru
tjóð við sjálvsavgerðarrætti.
Metur ikki at hetta er í sam-
svar við heimastýrislógina
og grundlógina. Danski for-
sætismálaráðharrin hevur
enntá gjørt tað greitt, at ”í
danska ríkinum er bert ein
tjóð og tað er tann danska”.
Samstundis er hetta frá-
boðað Sameindu Tjóðum
skrivliga - og er hetta sein-
asta fráboðanin, ið ST hevur
liggjandi, ið viðvíkir Føroy-
um.
Letur Føroya Løgting og
Landsstýrið bara standa til
er greitt, at hetta í altjóða
høpi verður fatað sum ein
óbeinleiðis viðurkenning
av hesi støðu.
ST-staðfesting tryggj-
ar rættindi og møgu-
leikar
Ein altjóða staðfesting og
viðurkenning av føroyingum
sum tjóð við sjálvsavgerð-
arrætti vil eitt nú merkja, at
danska stjórnin í altjóða
eygum missur tann myndug-
leika yvir Føroyum, sum teir
sýnast at hava í dag.
Føroyingar hava tá eina
altjóða viðurkenning, ið
staðfestir okkara sjálvsav-
gerðarrætt og harvið av-
gerðarrætt yvir framtíðar
ríkisrættarligu støðu okk-
ara. Hetta vil geva føroy-
ingum rættindi í altjóða
høpi og eitt nú rætt til stuð-
ul at fremja sjálvsavgerðar-
rættin, rætt til javnbjóðis
fullveldissamráðingar uttan
búskaparligar hóttanir og
somuleiðis vil ein tílík
staðfesting lata dyrnar upp
fyri lima- ella atlimaskap-
um í ávísum altjóða felags-
skapum, tryggja okkum
ræðisrættin yvir føroyska
tilfeinginum o.s.fr.
Av alstórum týdningi í
hesum døgum er, at ein ST-
staðfesting somuleiðis vil
tryggja, at føroyingar varð-
veita sjálvsavgerðarrættin
uttan mun til um Danmark
letur stóran part av sínum
fullveldi til ES.
Tað er tí ikki uttan orsøk,
at danska stjórnin ikki vil
viðurkenna at føroyingar eru
tjóð - og als ikki uttan orsøk,
at tað hevur størri týdning nú
enn nakrantíð, at føroyskir
myndugleikar tryggja sær, at
føroyski sjálvsavgerðarrætt-
urin verður altjóða viður-
kendur og staðfestur.
Viðmerking til Palla Jacobsen
Hví ST-staðfesta sjálvsavgerðarrættin?
kennir til at vera ungur í
politikki, so er tað eg, og eg
styði fult út tey ungu, sum
koma inn á ting ella í
Landsstýrið.
Tað, sum eg førdi fram,
var, at útskiftingin av
persónum
í
føroyskum
politikki hevur verið ov brá,
og at kontinuiteturin tí ikki
er nóg góður. At rudda alt
út sum td í Italia fer ikki at
geva eitt gott úrslit. Tað eru
jú fyrst og fremst tey, sum
hava gjørt mistøk, ið læra
av teimum og kunna bera ta
læruna víðari.
Hevði Abraham Mikladal
gjørt sær ómak at kanna
útskiftingina, so hevði hann
sæð,
at
teir
21
tingmenninir, sum vórðu
valdir fyrstu ferð í 1994
ella 1998 ella 2002 vóru als
ikki ungir allir. Teir flestu
vóru á miðalaldri, tá teir
vórðu
valdir.
Tað
er
galdandi bæði kvinnur og
menn.
Tað nervar ikki meg, um
Abraham
Mikladal
villleiðir fólk. Men eg haldi
tað vera spell, at hvørt
einasta sakligt upplegg til
kjak verður traðkað undir
heilt av greinskrivarum
sum Abraham Mikladal.
Framhald av síðu 10
C
M
Y
K
11
10