Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mars 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 47 - 8. mars 2003 Nr. 47 - 8. mars 2003 13 TINGHELLAN Jóan Pauli Joensen hevur leingi staðið á Tinghelluni og eyg- leitt politisku ment- anina. Sum formaður í grundlógarnevndini hevur sum fáur fingið høvið at fylgt við í politisku tilgongdini. Jóan Pauli hugleiðir á Tinghelluni í dag um ovastu lógina og pol- itiska mentan TINGHELLAN Jóan Pauli Joensen Ein dag á áhugaverdu ferðini hjá grundlógar- nevndini í USA sótu fólk til borðs og fingu sær ein bita til døgurða. Tá sigur ein av nevndarlimunum - eg haldi tað var Eyðun Viderø - at hann visti ongantíð, um tað var rætt at taka bakaða eplið, sum lá á lítla tallerk- inum høgrumegin ella tað á tallerkinum vinstrumegin. Nú tá málið varð reist í hes- um forum, varð avgerð tik- in um, at tað var rætt at eta tað eplið, sum lá til høgru. Harvið hevði okkara lítla »samfelag« tikið sína støðu. »Nú er tað rætt, tí vit hava avgjørt tað,« segði Eyðun tá og sipaði harvið til kjakið hjá okkum stutt áðrenn um at velja og vraka í stjórnarskipanini. Tað kundi sjálvandi verið eins rætt at gjørt av, at tað var rætt at eta tað eplið, sum lá til vinstru. Men tóku vit onga støðu í okkara lítlu skipan, kom ólag á. Við hvørt er neyðugt við greið- um reglum, men mangir eru mátanir. Soleðis er tað eisini við eini grundlóg. Tað er ikki so nógv hent í sjálvum grundlógararbeið- inum síðani formaðurin lat landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum frágreið- ingina gamlaárskvøld 2001, og frágreiðingin fyrst í 2002 var løgfrøðiliga kannað og rættað og løgd út á netið í mars 2002. Fullveldi ella fleirnýtt lóg Endamálið var tá at gera eina grundlóg fyri fullveld- ið Føroyar. Tað var grund- arlagið undir øllum. Men leiðin til fullveldið, hon bara longdist. Hóast arbeið- ið í grundlógini gekk sera væl yvirhøvur, serliga ta fyrstu tíðina, so kom tað at verða ein snávingarsteinur í arbeiðinum, at grundlógin skuldi vera fyri eitt full- veldi. Hetta var tað, sum gjørdi, at arbeiðið mestsum steðgaði í september 2001. Høvdu vit longu tá stevnt móti eini meira fleirnýttari grundlóg, høvdu vit óivað komið á mál. Ein spurningur, sum ofta stakk seg upp, var um tað bar til at hava eina grund- lóg í einum landi, sum ikki hevði fullveldi. "Vit hava jú eina grundlóg" var ofta sagt, "Danmarks riges grundlov er okkara grund- lóg". Hetta er fyri so vítt púra beint, men tað tyktist ikki at verða nakað, sum forðaði fyri, at vit harum- framt høvdu eina grundlóg fyri landið Føroyar. Henda lóg kundi so verða ein evstalóg fyri øll føroysk viðurskifti. Men so leingi, sum Føroyar eru partar av danska ríkinum, er Dan- marks Riges Grundlov sjálvsagt tann hægra lógin. Hetta nýtist ikki tann heilt stóri lógarkunnleikin til. Fáa Føroyar hinvegin fullveldi, so vildi grundlóg- in verið har, kanska onkur smávegis broyting í onkr- um paragraffi. Tað hevði óivað eisini borið til at samrátt seg fram til onkra millumloysn í viðurskiftun- um millum Føroya og Dan- markar. Hetta eru spurning- ar sum óivað kunnu loysast politiskt og við lóg. Hvussu skal lógin eita? Tað tykist, sum um allir flokkar halda, at tað er skilagott at fáa eina evstu- lóg fyri Føroyar, men øllum dámar ikki heitið grundlóg. Henda lóg eitur í øllum før- um "constitution" á ensk- um. Undan fólkaatkvøðuni í 1946 høvdu føroyngar eina stjórnaskrá til reiðar og tað nærmasta, sum vit í dag hava eini føroyskari grundlóg er stýrisskipanar- lógin. Onkur heldur, at vit kundu nýtt orðið Føroya Lóg ella Evstalóg. Persón- liga meini eg ikki, at tað hevur nakran størri týdn- ing, hvussu barnið eitur, tað sum hevur týdning er, at Føroya Fólk viðurkennir barnið sum sítt, og at vit eru góð við tað. Tað eru tey, sum halda, at tað gongur ov leingi við at fáa skrivað eina grundlóg. Tað er einki at ivast í, at tað hevði borið til at fingið eitt upprit til eina føroyska evstulóg eftur kanska tveimum vikum. Víst verð- ur ofta á, hvussu skjótt am- erikumenn fingu sína kon- stitutión, men tá vóru eisini tey frægastu høvdini savn- að saman í tríggjar mánað- ir. Harumframt var nógv tosað um konstitutionellar spurningar áðrenn. Spurn- ingurin var viðgjørdur mill- um fremstu umboðsmenn fólksins frammanundan Grundleggjandi lóg Jákup Thorsteinsson segði í einum fyrilestri um bókina Færøsk Politik hjá Jóannes Patursson, sum hann helt á Landsbókasavninum, at Jó- annes Patursson var tann fyrsti, sum nakrantíð hevði reist spurningin um donsku grundlógina og Føroyar. Tað hevði verið tøgn um henda spurning áðrenn. Her er tann munur á íslending- um og føroyingum, at ikki bert høvdu íslendingar fleiri lærd fólk í høgum størvi í umsitingini í Dan- mark og sum lærarar og professarar á Universitetin- um í Keypmannahavn, men tað vóru eisini hópurin av juridiskum kandidatum í Íslandi. Haraftuat fingu teir rættiliga skjótt sín egna lógskúla, sum gjørdi teir nógv betri skikkaðar til at taka sær av slíkum málum enn føroyingar. Har var ein størri áhugi í fólkinum sum heild fyri slíkum málum, tí tey lógkønu vóru jú partar av fólkinum og gjørdu sína ávirkan galdandi. Hetta verður ikki sagt fyri at lasta føroyingar, sum til allar tíðir hava verið eitt menta fólk, men føroyska mentanin hevur ligið í teirri einstøku bygdini. Tað er ikki fyrr enn seinni, vit av álvara eru komin at síggja okkum sum eitt land og eitt fólk. Kanska bilar tað í summum førum enn. Vit høvdu okkara fólksliga al- menni, og tað er ikki rætti- liga, fyrr enn vit fingu frí- handil, og at tingið var end- urreist, at politisk kjak av álvara fór at taka seg upp í Føroyum. Felags mentan Í fyrstuni var eg sum grundlógarnevndarformað- ur í so bráður, vildi hava eitt uppskot greitt longu til jóla 1999. Men eg skuldi gerast klókari! Tí at skapa eina grundlóg er ein pros- ess - ein gongd, sum tvinnir saman ein tráð av fatan um tað grundleggjani í samfel- agsskipanini og samfelags- virðunum í ikki bert pol- itikararnar, men í alt fólkið. Tað er neyðugt at tvinna ella sjóða saman eina felags mentan á hesum øki. Tað tekur tíð. Tað er eisini vorð- ið rættiliga greitt undir grundlógararbeiðinum, at stýrisskipanarlógin ikki rættiliga er komin undir húðina á teimum, sum vara av henni, og uppaftur minni hjá fólki flest. Hon fekk helst ikki ta neyðugu viðgerðina. Tað er helst tí, at vit í nógvum før- um hava fingið grátandi politikarar, sum hava ilt við at skilja framferðina móti teimum, og aðrar, sum í veikleikans treiskni tví- halda um, at teir hava einki skeivt gjørt. Ein ráðharri er ikki bert ein persónur við makt, men hann er eisini ein myndug- leiki, sum er ítøkiliggjørdur í einum ráðið - einum mini- sterium - har embætismenn og starvsfólk eru greinar á sama viðarbuli. Her má vera ein mentan til staðar, sum á onkran hátt saman- sjóðar áhald - kontinuitet - og nýggjar kolveltandi av- gerðir, so tað verður til skynsaman politikk. Fólkið fremst Tað var spell, at grundlóg- arnevndin ikki rættiliga fekk skipað fyri einum breiðum fólksligum orða- skifti. Tað verður tað vón- andi til við tí nýggja grund- lógaruppskotinum. Meðan vit bíða eftir hes- um, halda vit so eina grundlógarráðstevnu við hesum høvuðstættum: 1. Grundlógartilgongd faklig ella fólkslig 2. Grundlógarmátar - skjøl og skipan 3. Fortreytir - ríkisstøða og fullveldi 4. Framhald - stovnan og stevnumið 5. Føroysk stjórnarlóg - neyðug og nýtilig Umframt at verða viðgjørd í fyrilestrum verða hesi evni eisini viðgjørd á verk- stovum. Hetta er ein faklig byrjan sum fyrireikararnir hava sett stórar vónir til. Stevnan fer fram meðan ikki sørt av politiskum rumbli er í landi okkara. Kanska vil stevnan, um illa vil til, fara fram meðan Føroyar liggja í stjórnar- loysi. Hetta lærir okkum bert tað, at tað er avgjørt neyð- ugt við eini grundlóg og eini politiskari mentan ið byggir á felags virðir á tí politiska leikvøllinum. Vit mugu kveita til báðar síður og velja, hvør eigur hvat politiskt epli, so skipanin er greið, og øll hava skilt hana. Eplatallerkar og felags politisk mentan – Tað tykist, sum um allir flokkara halda, at tað er skilagott at fáa eina evstulóg fyri Føroyar, men øllum dámar ikki heitið grundlóg. Henda lóg eitur í øllum førum »constitution« á enskum, sigur Jóan Pauli Jonesen m. a. i Tinghelluni í dag KJAK kommunusaman- legging og tvey- kamarskipan Bogi Eliasen B.A. Scient.Pol, bgls@get2net.dk Millum ár og dag hevur nógv verið kjakast um, hvørt tað er neyðugt við kommunusamanlegging til størri kommunur ,og eitt valdømi hevði verið rættast til løgtingsval. Greina- skrivarin hevur skrivað eitt kjakinnlegg til grundlógar- ráðstevnuna í komandi viku, um hví og hvussu hesar broytingar kunnu ella skulu fremjast og at broytingarnar helst skula fremjast saman. Hetta er ein stytri grein um innihaldið í innlegginum Undirritaði heldur tað verða alneyðugt fyri tað føroyska samfelagið, at løgtingsval verður í einum landsumfatandi valdømi, og at vit fáa størri og sterk- ari kommunur, altso kommunusamanlegging, sum kunna taka størri ábyrgd. Hví? Føroyar er eitt lítið sam- felag við umleið 48.000 íbúgvum og 48 kommun- um. Kommunubygnaðurin er frá eini tíð, tá Føroyar hvørki hevði eitt politiskt samfelag, samferðslukerv ella samskiftismiðlar, sum í dag. Fyrr hevur verið náttúrligt at býtt upp í hesar eindir, meðan samfelags- menningin ger, at tað ikki er besta loysnin longur. Fleiri av kommunum í Før- oyum eru so smáar, at tær í veruleikanum ikki klára at loysa uppgávur. Harafturat er ein stórur partur av teim- um ov smáar til at fáa størri uppgávur at umsita, sum partur av økismenning. Tí elvir núverandi kommunal- bygnaðurin ikki til nær- demokrati, økismenning ella miðspjaðing, men hin- vegin til miðsavnan. Hetta, tí kommunurnar ikki eru førar fyri at taka størri upp- gávur á seg, sum miðfyri- sitingin so má taka sær av í staðin. Størri og sterkari komm- unur verða harafturímóti við til at styrkja nærdemo- kratiið og harvið verður tað ein miðspjaðing og økis- menning. Trupuleikin er eisini, at núverandi komm- unuskipanin hevur dupulta fyrisiting við sær, tí tær smáu kommunurnar ikki klára at umsita økir, sum tær størru hava. Í einum so lítlum samfelagi, sum okk- ara, er alneyðugt ikki at hava dupulta umsiting og tí verður neyðugt at hava størri kommunur, sum kunnu taka sær av teimum somu málsøkjunum, soleið- is at miðfyrisitingin ikki eisini skal umsita mál, sum eru løgd til kommunurnar. Undirritaði heldur ikki, at núverandi valskipan við sjey valdømum er besta loysnin. Hendan skipanin ger, at landið verður býtt í 7 áhugabólkar, sum tingsins kosnu skula røkja. Tað ger, at tað ikki nóg ofta verður hugsað landspolitiskt, og kanska ov ofta hugsað lok- alpolitiskt í Løgtinginum. Lokalpolitikkur skal vera í einum demokratiskum samfelagi. Men eftir mín- um tykki hevði tað verið betri at flutt lokalpolitikin har, sum hann eigur at vera, nevniliga hjá størru og sterkaru kommunum. Fyri- munurin við einum val- dømi er, at hetta sum frá líður ger, at Føroyar gerst eitt samfelag heldur enn sjey lokalsamfeløg sum ídag. Eg eri fullvitandi um, at nógv so hugsa, at útjaðar- økini missa ávirkan, og at tær smærru kommunurnar vilja verða etnar av teimum størru. Men støðan er, at 2/3 av fólkinum býr uttan fyri Tórshavn og tí eisini fara at hava nógv fleiri at- kvøður enn høvuðsstaður- in. Í einum landsvaldømi, kunnu tey velja millum allar politikarar, sum tey halda føra teirra politik, so tey fáa betur møguleika at velja betri umboð fyri teirra søk. Harumframt hevur skip- anin við sjey valdømum ein demokratiskan trupulleika, tí at dýrastu løgtingsum- boðini kunnu kosta nærum tvær ferðir so nógv, sum tey bíligastu. Hesum trupul- leika slepst undan við ein- um valøki. Valúrslitið gerst soleiðis rættvísari, tí flokk- arnir fáa umboð beint eftir atkvøðutali og uttan fløkjur av valøki og eykalimum Viðvíkjandi kommunum kann sigast, at bygnaðurin í dag ger, at miðspjaðing ikki er møgulig, tí kommnurnar eru ov smáar til at taka størri uppgávur. So um út- jaðaraøkini veruliga vilja hava miðspjaðing og økis- menning, so er alneyðugt við kommunusamanlegg- ing. Økisumboðan - eitt ráðgevandi 2. kamar Men undiritaði metir, at mest fæst burtúr hesum broytingum, um tær verða samskipaðar. Soleiðis at eitt landsvaldømi verður styðjað av og fær mótspæl frá størru og sterkaru kommunum. Men fyri at fáa hesa skipan at virka enn betur, og at hon skal fáa legitimitet frá útjaðaranum, er eitt hugskot at gera eina tveykamarskipan, soleiðis at fyrsta kamarið, løgting- ið, verður valt í einum landsvaldømi, meðan ráð- gevandi 2. kamari verður í tí, sum ídag eru valøkini. Hetta bæði fyri at útjaðara- økini skulu hava eina bein- leiðis atgongd til tingið. Men eisini soleiðis, at alt landið og fólkið hevur álit á hesi broyting, tí demokrati byggir júst á fólksins álit. Soleiðis verður ráðgevandi annaðkamarið umboð fyri økini í einari nýggjari skip- an, har lóggevandi løgting- ið sum fyrsta kamar verður valt í einum valøki, ráðgev- andi annaðkamarið verður valt í kanska núverandi val- økjunum ella hvat fer at verða tær størru kommun- urnar. Kommunurnar fara at taka lut í eini veruligari miðspjaðing og økismenn- ing, har tær fáa fleiri og størri málsøkir at umsita, og soleiðis fáa vit eitt betri nærdemokrati. Fyrimunirnir við eina slíkari broyting er, at Løgtingið skal hugsa um landspolitik, meðan ráð- gevandi annaðkamarið og størru og sterkaru komm- unurnar føra lokalpolitik. Uppskotið Eitt valdømi, 7-9 stórar kommunur og ráðgevandi Økiskamar. Bygnaðarbroytingarnar við einari kommunusamm- anlegging, soleiðis at vit fáa 7-9 kommunur: komm- unurnar fáa meiri ábyrgd og betri nærdemokrati. Sam- stundis verður løgtingsval í einum landsumfatandi val- dømi. Hetta hevur við sær, at landspolitikkur verður í Løgtinginum og lokalpolit- ikkur har hann hoyrir heima, hjá kommununum. Men fyri at fáa javnvág og tryggleika í broytingina, verður eitt ráðgevandi ann- aðkamar sett á stovn, Økis- kamarið, sum verður valt við t.d. einum umboðið fyri tað, sum ídag eru valøkini, ella eftir týskari fyrimynd, at hvør kommuna velur eitt umboð í økiskamarið. Økiskamarið skal vera ráðgevandi, sum, um meiri- lutið er í Økiskamarinum fyri tí, skal kunna krevja, at eitt av løgtinginum samtykt lógaruppskot skal beinast aftur fyri tingið, kallað fjórða viðgerð. Økiskamar- ið skal hava rætt at seta fram lógaruppskot, men ikki hava beinleiðis sýting- arrætt. Limirnir skulu kunna luttaka í løgtings- nevndum eftir ynski. So- leiðis varðveita økini sína beinleiðis atgongd til tingið, lokalpolitikkurin verður fluttur til kommun- urnar og økiskamarið, sum elvir til betri nærdemokrati, miðspjaðing og økismenn- ing, tí kommunurnar fáa førleika at yvirtaka størri málsøkir. Av peningaligum ávum er neyðugt, at talið av løg- tingslimum verður lækkað við í minsta lagi so nógvum limum, sum Økiskamarið fer at hava. Soleiðis fer løgtingið at hava millum 20 og 25 limir og Økiskamarið millum 7 og 9. Føroyar, eitt valdømi Bogi Eliasen er serritaskriv- andi ráðgevi í stats-og fólka- rættarliga kanningarbólkin- um, settur av Norður- atlantsbólkinum á Fólkatingi C M Y K 13 12