Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mars 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 8. mars 2003 15 Ein føroysk grundlóg skal innihalda eina áseting um, at føroyingar einsæris kunnu loysa frá Danmark. Sostatt staðfesta føroyingar sín sjálvsavgerðar- rætt, um teir sam- tykkja grundlógina við eini fólkaatkvøðu. Tað var annars snávingarsteinurin í samráðingunum um fullveldi GRUNDLÓG Ingi Rasmussen Ein føroysk grundlóg skal innihalda eina lógargrein, sum ger av, at føroyingar av sínum eintingum kunnu taka fullveldi uttan at spyrja donsku stjórnina eftir. Tað siga bæði Jóan Pauli Joensen, formaður í Grund- lógarnevndini, og Rúni Joensen, aðalstjóri í løg- málaráðnum. Arbeitt verður í løtuni við at seta arbeiðið í grund- lógarnevndini aftur á spor- ið. Í næstu viku verður ein stór altjóða ráðstevna í Norðurlandahúsinum, har serfrøðingar og áhugað í tríggjar dagar fara at kjak- ast um eina komandi grundlóg fyri Føroyar. Í løgtinginum verður í løtuni viðgjørt, hvussu tað praktiska arbeiðið í einari grundlógarnevnd skal skip- ast. Men greitt er, at tað fær eitt øðrvísi innihald, nú fullveldið ikki stendur ovast á politisku dags- skránni í Føroyum. – Fullveldi er ongin for- treyt fyri, at vit fáa eina før- oyska grundlóg. Tú kanst siga, at so leingi vit ikki hava fullveldi, so er talan um eina víðkaða stýrisskip- anarlóg ella stjórnarlóg. Men mín persónliga mein- ing er, at ein komandi grundlóg skal gerast soleið- is, at bert ein grein skal broytast, fyri at Føroyar fáa fullveldi, sigur Jóan Pauli Joensen, formaður í Grund- lógarnevndini. Orðið grundlóg er annars ongin treyt, sigur hann, tí evstalóg, stjórnarlóg ella stýrisskipan kunnu eins væl brúkast. Staðfesta sjálvsavgerð Grundlógararbeiðið var upprunaliga ein partur av fullveldistilgongdini, og tí gekst striltið at fáa rættiligt glið á arbeiðið í grundlóg- arnevndini, ið varð mannað við politikarum og embæt- isfólkum. Politisku málini vóru rætt og slætt ov ymisk. Við at skipa tann spurning- in í eina grein, har tað verð- ur ásett, at Føroyar fáa full- veldi, um føroyingar ynskja tað, slepst helst undan, at spurningurin verður høv- uðsevni á hvørjum einasta fundi. Spurningurin um, hvørt føroyingar eru ein tjóð við sjálvsavgerðarrætti, var annars snávingarsteinurin, tá samráðingarnar millum donsku stjórnina og Føroya landsstýri slitnaðu 26. oktober 2000. Danska stjórnin vildi ikki svara, um føroyingar sjálvir høvdu rættin at skipa seg sum sjálvstøðugt ríki við fullveldi, sigur Rúni Joen- sen, aðalstjóri í løgmála- ráðnum, sum sjálvur var við til samráðingarnar. Men við at seta tað í eina grund- lóg, sum føroyingar sam- tykkja á einari fólkaat- kvøðu, slepst undan tí kjak- inum. – Tað kann gerast við, at ein grein í grundlógini ásetir, at sáttmálar við fremmand lond kunnu set- ast úr gildi við fólkaat- kvøðu í Føroyum. Altso kann føroyska fólkið gera av, at heimastýrislógin verður tikin av. Sostatt samtykkir Føroya fólk, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti, sigur Rúni Joensen, og leggur afturat, at tað torir ongin stjórn at seta seg ímóti. Gongdin avgerandi Fullveldismálið hevur í stóran mun forða fyri mennandi kjaki í gomlu nevndini, sigur Jóan Pauli Joensen. – Fyrst var arbeiðið vent ímóti einum ítøkiligum úrsliti, har fullveldi var málið. Nú síggi eg, at prosessin er minst líka týdningarmikil. Vit skulu skapa eina mentan, har fólk fáa grundlógina í blóðið, sigur Jóan Pauli Joensen. Júst hetta, at fáa fólkið við sær, er avgerandi í grund- lógartilgongdini. Tí varð skotið upp, at grundlógar- ráð vórðu sett á stovn við eitt val, har fólk kring alt landið vórðu vald. Ráðini kundu so skipa fyri várting- um sum í gomlum døgum, har fólkið kom til orðanna. – Eg helt tankan um vár- ting verða sjarmerandi, men tað vísir seg, at polit- iskur vilji er ikki at fremja tey. Men tað er umráðandi, at vit fáa fólkið við í til- gongdina, so hetta ikki kenst sum ein lóg, ið er smoygd oman yvir fólk, og tí mugu vit finna aðrar mátar, ið kanska verða meiri ad hoc-kendir, sigur Jóan Pauli Joensen. Og Rúni Joensen skoytir uppí, at hetta er ongin vanlig lóg, og tí má hon fremjast øðrvísi. – Fólk mugu føla, at tey eru við og hava møguleikan at ávirka lógina, tí tað eru nógv kontroversiell viður- skifti, sum skulu viðgerast í einari grundlóg, sigur Rúni Joensen. Kirkjan og rættur- in til tilfeingið eru dømi um evni, sum verða ásett í einari grundlóg. Málið er 2005 Sambært uppskotinum til grundlógarnevnd fáa føroy- ingar egna grundlóg í 2005. Fyrst skal hon samtykkjast á fólkaatkvøðu, tí hetta er »eitt stig á leiðini«, sum Jóan Pauli Joensen sigur. Nógvar freistir hava verið nevndar, og eitt nú varð upprunaliga ætlanin, at ein føroysk grundlóg skuldi setast í gildi longu í 2000. Men bæði Jóan Pauli Joen- sen og Rúni Joensen eru bjartskygdari við tíðar- karminum, nú ein grundlóg kann viðgerast á breiðari grundarlagi. – Kunnu vit loysa sjálv- stýrisknútin í einari grein, so kann arbeiðið ganga skjótari, og tí er meiri sann- líkt hesaferð, at freistin kann haldast, sigur Rúni Joensen. Stór altjóða ráðstevna GRUNDLÓG Ingi Rasmussen Í døgunum frá 11. til 13. mars verður stór altjóða ráðstevna í Norðurlandahúsinum, sum Grundlógar- nevndin skipar fyri. Ráðstevnan verður hildin sam- stundis, sum grundlógararbeiðið av álvara verður tik- ið uppaftur. Eftir ætlan fer løgtingið at samtykkja eina nýggja lóg um grundlógararbeiðið. Politisku flokkarnir fara síðan at velja síni umboð í nevndina, sum fer til verka við støði í arbeiðnum, sum varð gjørt í síðsta valskeiði og tí, sum skrivstovan hjá nevndini hevur fyrireikað. Ráðstevnan fer at viðgera fleiri evni, sum hava týdning fyri grundlógararbeiðið. Millum annað grundlógartilgongd, samveldisstøðu og hvat ein stjórnarlóg skal brúkast til. Evnini verða skipað við fyrilestrum og orðaskifti. Harumframt verða eisini verkstovur, har til ber at kjakast meiri óformliga um evnini. Á ráðstevnuni verða fleiri gestir frá altjóða stovnum og lærdum stovnum. Fyrilestrarhaldararnir og verkstovurnar verða á føroyskum, umframt enskum og norðurlendskum máli. Umleið 150 fólk hava meldað seg til ráðstevnuna, sum Bárður Larsen, ið starvast á løgmálaráðnum, samskipar. Politiska støðan framvegis óviss Hóast Tjóðveldisflokk- urin fundaðist heilt til á midnátt hósdagin, so fekst ongin loysn á samgongutrætuni, ið er íkomin, síðan løgmað- ur segði Annlis Bjark- hamar úr starvi. Helst gongur alt vikuskiftið, áðrenn Tjoðveldisflokkurin ger nakra niðurstøðu í málinum. Umframt uppsøgnina av landsstýriskvinnuni, so viðger flokkurin eis- ini samstarvið í sam- gonguni í síni heild. Stevið hevur verið vánaligt, líka síðan samgongan varð skip- að, og flokkurin um- hugsar av álvara, um tað er vert at halda fram. Enn er ongin nýggjur landsstýrismaður við mentamálum valdur, og til tað verður gjørt, umsitur Høgni Hoydal, varaløgmaður, eisini mentamál. -ir Samband ynskist Tíðin er komin til broyting. Tað sigur Sambands- flokkurin í einum tíð- indaskrivi, nú sam- gongan enn einaferð er í djúpari kreppu. – Føroya fólk hevur uppiborið at fingið eina arbeiðsføra samgongu og politiskan stabilitet. Brúk er fyri persónum og flokkum, sum kunnu vísa á loysnir á landsins trupulleikum, sigur Sambandsflokk- urin. Loysnin eitur Sam- bandsflokkurin. – Tíðin er komin er komin, at løgmaður, landsstýrið og sam- gongan taka valið 30. apríl til eftirtektar. Sambandsflokkurin er til reiðarat taka við landsins leiðslu við út- gangsstøði í stevnu- skrá, nýskipanarupp- skoti og valskrá floks- ins frá løgtingsvalin- um. -ir Eina paragraff frá fullveldi Tað er umráðandi at fáa fólkið við í tilgongdina til eina føroyska grundlóg, sigur Jóan Pauli Joensen, formaður í Grundlógarnevndini. Í næstu viku verður ferð sett á grundlógararbeiðið, tá ein ráðstevna verður hildin í Norðurlandahúsinum. Mynd Jens K. Vang 15 14 Nr. 47 - 8. mars 2003 Trygdarviðurskiftini hjá teimum, sum arbeiða við brenni- støðina á Hjalla, hava ikki verið nóg góð. Hetta veður nú bøtt uppá, sigur álitis- maðurin ARBEIÐARATRYGD Edvard Joensen Trygdarviðurskiftini bjá arbeiðsfólkinum á brenni- støðini á Hjalla hava ikki verið nóg góð. Men hetta skal nú betrast, sigur Jóan Carl Dam, sum er álitis- maður og trygdarumboð hjá arbeiðsmonnunum á staðnum. Stjórin hevur játt- að at lata menninar lækna- kanna, sigur álitismaðurin. Arbeiðsumstøðurnar hava milt sagt verið vána- ligar á økinum kring brennistøðina á Hjalla, sigur Jóan Carl Dam. Menninir hava arbeitt í øllum slags ruski og avfalli, og einki skil hevur veirð hildið á, hvat er savnað saman við hvørjum. – Í grundini er tað at undrast á, at eingin rættilig vanlukka er hend, sigur hann. Tá hann tosar um van- lukku, roknar hann eisini tað sum vanlukku, sum rak- ar menninar spakuliga. Tí um tú gerast avlamin av at fáa ein vegg oman yvir teg upp á nøkur sekund, ella av at anda málingalukt og ann- að eitur niður í teg í fleiri ár, kann gera tað sama. Úrslitið líkist. Og hetta er júst eitt av tí, Jóan Carl Dam sum álitis- maður er farin at gera nak- að við nú, sigur hann. Hann vil í fyrsta lagi hava allar menninar læknakann- aðar, soleiðis at heilsustøð- an kann staðfestast nú bein- anveg. Síðan skulu teir aftur til uppfylgjandi kann- ingar fyri at síggja, um nøkur broyting er, sum kann vísast aftur til arbeið- ið. Og eingin má setast í starv í framtíðini, uttan at hann hevur slíka læknavátt- an við sær, sigur Jóan Carl Dam. Hann sigur, at leiðslan fyri brennistøðini er posit- ivt stillað til hesi uppskot hansara. Hetta er nú ikki nakað nýtt mál soleiðis, sigur hann, men nú heldur hann, at tíð er upp á at fáa tað avgreitt einaferð fyri allar. Eitt annað mál er so, at økið hevur ikki verið og væl vart móti fólki uttan- eftir, vísir Jóan Carl Dam á. Fólk kann koma og fara, sum teimum lystir. Taka lutir av gomlum bilum til dømis, ella leita í einihvørji bingju eftir líkum og ólíkum. – Eg havi bara bíðað eftir tí degi, tá neyðugt verður at fara at leita efir onkrum persóni, sum er burturbliv- in undir onkrum niðurdotn- um bilvraki í rúgvuni her uppi, sigur Jóan Carl. Hann vil hava, at nógv strangari reglur og avmark- ingar verða gjørdar fyri økið. Almannamálaráðið hevur ikki samskift við Borgina um almennan stuðul til pensiónistar, sigur fulltrúi á Almanna- málaráðnum ÓSEMJA Edvard Joensen Almannamálaráðið og Eldrafelagið Borgin hava einki samskifti havt, sigur fulltrúi á Almannamála- ráðnum. Í blaðnum í gjár segði formaðurin i Landsfelag Pensiónistanna, at Eldrafel- agið Borgin hevði fingið at vita frá Almannamála- ráðnum, at felagið skal lata roknskap inn til Lands- felagið. – Tað má standa fyri hansara egnu rokning, sigur Kristian Árnason, fulltrúi á Álmannamálaráðnum. – Eldrafelagið Borgin hevur skrivað til Almanna- málaráðið um hetta mál. Hetta skrivið er dagfest 3. februar 2003, men felagið hevur ikki fingið svar frá okkum enn. Orsøkin er tann, at eg í sambandi við málsviðgerðina munnliga havi biðið um at fáa viðtøk- urnar fyri Landsfelag Pensjónistanna, áðrenn málið verður nærri viðgjørt í Almannamálaráðnum. Hesar fyriliggja ikki í løtuni, sigur hann. Sostatt vísir hann aftur, at Almannamálaráðið hevur noktað Borgini stuðul við væntandi roknskapi sum grundgeving. Kvinnur í Vágum skipa fyri mentanarkvøldi altjóða kvinnudagin , sum er í dag. Kvøldsetan verður í bygdarskúlanum i Miðvági klokkan 20.00 KVINUDAGUR Edvard Joensen Vágar: Kvøldseta við sangi, upplestri, fyrilestri og listaframsýning verður í Bygdarskúlanum í Miðvági klokkan átta í kvøld. Skráin, sum løgd er fyri kvøldsetuna roknast við at fara at vara einar tveir tímar, siga tær, sum reika fyri tiltakinum. Byrjað verður við, at boðið verður vælkomin, og síðan verður felagssangur, skemt og upplestur, har kvinuligur yrkjari, ættað úr Miðvági, lesur egnar yrk- ingar. Fyrri partur av kvøldset- uni endar við, at kvinnuligi borgarstjórin í Sandavági fer at siga frá politiska ar- beiði sínum, áðrenn eins steðgur verður, har til ber at fáa kaffi ella te saman við køkum frá vágakonum og sodavatni frá Restorffs, sum verður at fáa ókeypis. Síðan verður framførsla av tveimum sangum, sum ein sandavágskona hevur gjørt og sjálv fer at syngja. Meira skemt verður í tveimum umførum eftir steðgin, og ein kvinnubólk- ur úr Vágum fer at spæla tónleik. Kvøldið endar við felags- sangi. Meðan kvøldsetan er, er eisini listaframsýning, har tvær vágakonur fara at sýna fram málningar og seymað- ar myndir, tær hava gjørt. Trygdarviðurskiftini skulu betrast Trygdarviðurskiftini kring brennistøðina á Hjalla hava ikki verið nóg góð. Men nú verður bøtt um tað, sigur álitismaðurin, Jóan Carl Dam Virkið, sum Salmon Proteins byggir á Eiði til millum annað at taka í móti og sóttreinsa sjúkt slógv frá alivinnuni, varð reist í gjár UMHVØRVI Edvard Joensen Eiði: Arbeiðið gongur eftir ætlan, og higartil hevur tíðarfreistin hildið, sigur Jógvan Emil Nielsen, stjóri á Salmon Proteins. Tað er byggifelagið Articon/Byggi Service, sum stendur fyri arbeiðinum. Jógvan Emil Nielsen, sigur, at tey fara bara at taka í móti slógvi frá ali- vinnuni á virkinum. Alivirkini framleiða ensi- lagu úr slógnum, og hon er løtt at flyta til virkið. Avtala er gjørd við lastbilfyritøk- una Hans Egil Joensen & synir á Eiði um flutning av allari ensilagu til virkið. Tað hevur ikki verið upp á tal at taka slógv frá van- ligu flakavirkjunum, sum arbeiða hvítan fisk, sigur Jógvan Emil Nielsen. Slógv frá hvítum og reyð- um fiski má ikki blandast sman. Tað er stutt og greitt ikki loyvt, sigur hann. Virkið skal eftir ætlan standa klárt at taka í brúk í juli, og arbeitt verður við at fáa sáttmalar um sølu av framleiðsluni. – Eingin endalig avtala er gjørd enn, men fleiri seriøst áhugaðir útlendskir keyp- arar eru inni í myndini, sigur stjórin á Salmon Proteins. Sóttreinsivirkið reist Virkisbygningurin hjá Salmon Proteins á Eiði varð reistur í gjár Mynd: Jens Kristian Vang Fyri formansins rokning Kvinnulig mentan í Miðvági C M Y K 14