Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mars 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 47 - 8. mars 2003 Nr. 47 - 8. mars 2003 17 Ove Mortensen var býararkitekur í Havn í sløk tvey ár. Men hann varnaðist skjótt, at býararkitekturin var ikki annað enn ein vanligur skriv- stovumaður, sum ongar heimildir fekk og so misti hann hug- in fyri starvinum BÝARÆTLANIR Áki Bertholdsen Tá ið Ove Mortensen søkti starvið sum býararkitektur í Havn, hevði hann vónir um at vera við til at menna høvuðstað okkara. So tað var við góðum treysti, at hann tók við starvinum í januar í 2000. Men hann bleiv ikki drúgvur í starvinum, tí longu í november árið eftir, gavst hann, eftir at hava sitið í starvinum í minni enn tvey ár. Vit hava spurt Ova Mortensen, hví hann søkti starvið sum býararkitektur og hví hann hann gavst so skjótt aftur. Hann sigur, at hann hevur hoyrt nógvar gitingar um, hví hann gavst so skjótt. – Veruleikin er, at tá ið eg søkti starvið, hevði eg vón um, at eg, kundi vera við til at menna býin, saman við umsitingini hjá kommununi. Í hesum sambandi hevði eg eisini vónir um at kunna vera við til at tryggja, at arkitektoniski og umhvørv- isligi parturin fekk størri leiklut í kommununi enn vit vóru von við, serstakliga tá ið hugsað var um ta menn- ing, sum stóð fyri framman. – Eg metti, at góður møgu- leiki varð fyri at gera gott arbeiði í samstarvi við um- sitingina til frama fyri tey, sum búga í høvuðsstaðn- um. Eg metti, at tað fór at bera til at arbeiða við ym- iskum ætlanum, gera upp- skot at leggja fyri politikar- irnar o.s.fr. Men Ove Mortensen sig- ur, at tað varð so skjótt, at hann bleiv klókari. – Aftaná at hava arbeitt hjá kommununi í nakrar mánaðar sást, at starvið sum býararkitektur ikki rakk til annað enn eitt van- ligt skrivstovustarv. Og har- afturat eitt skrivstovustarv, har sera nógv var at gera. – Tað sást eisini skjótt at býararkitekturin so at siga ikki hevði heimild til nakað sum helst. Tað sum býar- arkitekturin fyrr hevði staðið fyri, var nú undir leiðslu av stjórunum. Sostatt refereraði býar- arkitekturin beinleiðis til hesar stjórarnar. Hann mátti ikki sjálvur taka avgerðir, tí tað hoyrdi undir stjórarnar. Tó kundi hann av og á mæla til ella frá í ymiskum málum. Fyrrverandi býararkitekt- urin sigur, at hetta er ein avleiðing av, at bygnaðurin hjá kommununi varð broyttur síðst í nítiárunum. Í tí sambandinum vórðu ymiskir stjórar settir í starv, og býararkitekturin og bý- arverkfrøðingurin mistu tign í umsitingini. Ove Mortensen gitar eis- ini, at hesar bygnaðarbroyt- ingarnar vóru ein orsøkin til, at ein skilagóður maður, sum áður sat sum leiðari hjá kommununi, segði úr starvi. Hann vil ikki nevna nøvn, men lítið er at ivast í, at hann sipar til Gunnar Hoydal, sum var býararkitektur und- an Ova Mortensen. Ikki stundir at fylgja við Ove Mortensen sigur, at sum støðan var nú, hevði býar- arkitekturin ikki stundir til stórt annað enn at avgreiða mál á skrivstovustøði. Hetta førdi við sær at so gott sum einki uppskot kom frá umsitingini til politikar- arnar. Tíð var ikki til at taka sær av tí, ein býararkitektur átti at gjørt, og umsitingin kundi heldur ikki fylgja við í tí nógva arbeiðinum. – Og ótolnir, sum politik- arar ofta eru, fóru teir so av og á sjálvir at seta ymisk byggi- og planleggingarmál á dagsskrá. Hetta var ein tíð, tá ið nógv ferð aftur var komin á samfelagshjólini. Og við teirri manning, sum umsit- ingin hevði, fekk hon yvir- høvur ikki fylgt við. Men hetta skiltu politikarinir ikki. Ove Mortensen sigur, at hann tó hevur hoyrt, at teir seinni hava sett tiltøk í verk fyri at bøta um hetta. Hann sigur, at umsitingin, ið mest sum øll var nýggj, var ikki fyrireikað til tað stóru kollveltingina, sum ikki fór at merkjast av álvara, fyrr enn í 1999. – Ein í umsitingini greiddi mær frá, at tað eina árið mitt í nítiárunum, fekk býráðið bara eina umsókn um byg- giloyvi. Og so sótu teir, fýra mans, við eitt borð og hugdu eftir hesi góðu umsókn og vistu ikki rættiliga, hvat teir skuldu gera við hana. – Men tak støðuna nú aft- urímóti. Ongar kommunalar byggi- og býarætlanar vóru gjørdar í eini 10-12 ár, kanska meiri, men so við ein brest skuldi alt ígongd í senn, sjálvt um peningur ikki var til allar hesar ætlaninar. Kollafjørður gjørdist eis- ini ein partur av kommun- uni, og økti hetta eisini um arbeiðsbyrðuna hjá umsit- ingini. Ove Mortensen nevnir at síðst í nítiárunum fekk byggi- og býarskipanar- deildin hjá býráðnum eini 400-600 mál inn um árið at avgreiða. Til samanberingar kann nevnast, at í 2000 var hetta tal økt til umleið 1000 mál og í 2001 fekk hann eini 1200 mál inn á borðið. Harafturat kann nevnast, at ímillum 50 - 90 % av dagliga postinum til alla kommununa endaði á borð- inum hjá honum. Hinvegin hevði hann ongan skrivara at hjálpa sær, soleiðis sum aðrir leiðarar hjá kommun- uni høvdu, so arbeiðsdagar- nir sum skrivstovumaður vóru langir. Hann leggur afturat, at harafturat var hann eisini skrivari í byggi- og býar- skipanarnevndini og tað var ikki minst umfatandi. Umframt aðrar fundir, høvdu vit yvir 30 fundir í níggju mánaðir í 2000, við ímillum 15-56 málum á dagsskrá hvørja ferð. Hann heldur, at í 2001 mundi talið á undum vera áleið tað sama. Tað tók ofta 1-2 vikur at fyrireika slíkar fundir. Fyrrverandi býararkitektur- in heldur, at fólk átti at verðið sett burturav til slíkt fyrireikingararbeiðið, so kundi býararkitekturin lýst málini, sum vóru á dags- skrá og gjørt tilmæli og annars verið við á nevndar- fundunum. Hann sigur, at alt hetta, sum hann frammanfyri hev- ur nevnt, er sjálvandi eitt arbeiði, sum skal gerast. – Men, álvara tos, nógv av hesum kundi ein skriv- stovuleiðari tikið sær av, og so skuldi býararkitekturin fingið høvi til at gjørt tað, sum býararkitektar gera í londunum rundanum okk- um. Ætlaði at fáa langtíðar- ætlan Ove Mortensen sigur, at eitt mál, sum hann frá fyrsta degi ætlaði at seta í verk, var at gera eina lang- tíðarætlan fyri útbyggingar, og vøksturin sum heild, í allari kommununi. Eftir mínum tykki bleiv Ætlaði at verða við til at menna Havnina Tær lógir, útstykkingar, byggisamtyktir og reglugerðir, ið vóru handaðar mær, tá ið eg byrjaði í starvinum, vístu ongar forðingar fyri at byggja í Vallalíð. Eg fekk eisini greitt at vita, at allar gamlar samtyktir vórðu settar úr gildi, tá ið nýggja byggisamtyktin kom í 1996, tó so at okkurt av tí gamla varð nýtt sum vegleiðing í málsviðgerðunum, sigur Ove Mortensen um gølubyggingina í Vallalíð Mynd: Jens Kristian Vang býurin lutaður sundur í nakrar størri býarpartar, har tað var alt ov langt ímillum miðdeplarnar í hesum býar- pørtunum. Miðbýurin er bygdur fastur, so tað ber at kalla ikki til at byggja hann meiri út. Hann sigur, at hetta er nakað tað sama, sum er hent í Reykjavík. Hesum kundi verðið lagt upp fyri við eini skilagóðari langtíðarætlan, sum reglu- liga varð dagførd. Hann sigur, at hóast stundir ikki vóru til tað, fekk hann tíðliga í 2001 undirtøku frá tekniska stjóranum til at fara í holt við at lýsa eina heildarætl- an til politikararnar fyri kommununa. – Politikararnir tóku so við og við undir við hesi ætlanini, og fyribils navnið hon fekk var “20 ára heild- arætlan fyri Tórshavnar kommunu”. Fólk í umsitingini varð sett burturav til at arbeiða við ætlanini, og til at dag- føra hana og samstarvað varð við ráðgevarar uttan fyri umsitingina. Ove Mortensen sigur, at hann hevur hoyrt, at hetta arbeiði nú er liðugt og hann er spentur at vita, hvat er komið burturúr. Men hann sigur eisini, at sum tíðin gekk, bleiv tað meira og meira greitt fyri honum, at hann arbeiddi so at siga bara sum vanligur skrivstovumaður, og ikki sum arkitektur. Hetta var ikki tað, hann hevði ímynda sær við starv- inum og tað var heldur ikki hesa fatanina, hann hevði fingið av starvinum eftir setanarsamrøðuna. – Politikarar hava helst misskilt endamálið við býar- arkitektstarvinum, og tískil eiga teir at broyta starvs- lýsingina munandi, tá ið søkt verður eftir nýggjum býar- arkitekti, leggur hann aft- urat. Tí vildi eg ikki halda fram í starvinum við tí inni- haldi, sum tað nú hevði. Í februar 2001 sendi hann stjórunum skriv, har hann setti nøkur krøv fram um broytingar sum hann vildi hava skuldi gerast í starvs- viðurskiftunum hjá býarark- itektinum. Eisini gjørdi hann okkurt uppskot um ymiskar bygnaðarbroytingar á deild- ini. Nakað av hesum varð ikki gjørt, fyrrenn hann varð farin úr starvi. Samstundis boðaði hann frá, at vórðu krøvini ikki gingin á møti, og var ongin vilji til at tosa um at broyta bygnaðin, fór hann úr starvi. – Nøkur av hesum krøv- um og uppskotum komu so við og við uppá pláss. Tó kom okkurt ikki uppá pláss, eitt nú kravið um at broyta uppsagnartíðina hjá býar- arkitektinum so at hon var tann sama, sum hjá stjórun- um, men hesum vildu stjór- arnir ikki taka undir við. Ove Mortensen sigur annars, at hetta var eitt av høvuðskrøvunum hjá hon- um, skuldi hann halda fram í starvinum. – Býararkitekturin kemur av og á í tað støðu, at ávísur ágangur er á hann nógva staðni frá. Og okkurt skal skal hann hava til at standa ímóti við, tá ið ágangurin er størstur. Tá ið eg gavst, var uppsagnartíðin hjá mær ein mánaður. Hjá stjórunum er uppsagnartíðin tvey ár. – Eitt annað varð, at býararkitekturin, eins og býarverkfrøðingurin skuldi flytast upp á leiðslustøði tætt við stjórarnar og vera við á stjórnarfundum sam- an við teimum og borgar- stjóranum. Hetta var fyri at kunna fylgja við, og tryggja, at avgerðir í sam- bandi við økið hjá býar- arkitektinum ikki vórðu tiknar av fólki, ið ikki høvdu nóg góða vitan um hesi viðurskiftir. Ove Mortensen sigur, at býararkitekturin hevði heldur ikki loyvi til at úttala seg, ella gera viðmerkingar alment um viðurskifti í kommununi, uttan at hann fyrst hevði fingið loyvi til tað frá tekniska stjóranum, síðani frá kommunustjór- anum og til síðst frá borg- arstjóranum. Býararkitekturin eigur eisini at vera við til at um- boða kommununi í ymsum høpi, og til mynda kommun- una uttanfyri umsitingina. – Men sum tað sæst, eru tað stjórarnir, ið gera hetta. Fyrrverandi býararktitekt- urin sigur, at tað endaði við at hann í oktober 2001, kunnaði leiðsluna um at hann fór úr starvi beinan- vegin tí viðurskifti hansara fingust ikki í rættlag. – Tó komu vit ásamt um, at skilabest var um eg hjálpti til við at fáa ein nýggjan býararkitekt uppá pláss, og at eg sostatt kundi eg halda fram í starvinum til í februar ella mars í 2002. Men síðst í 2001 frætti eg í býnum, at menn í gróthús- inum høvdu lovað arkitekti og øðrum stigtakarum økið á Skálatrøð til stóra ætlan, sum seinri bleiv kunngjørd í fjølmiðlunum. Hetta varð gjørt uttan yvirhøvður at hava kunnað býararktitektin um tað frammanundan og enn minni var tað gjørt uttan at býararkitekturin varð tikin við uppá ráð. Ove Mortensen sigur, at hetta bleiv ov mikið fyri seg, og tískil fór hann úr starvin- um eina viku seinri. Eru tað so nøkur mál, sum tú ert serliga fegin um at hava framt og nøkur mál, sum tú ert serliga harmur um? – Mest fegin eri eg um, at eg fekk sett skjøtil á arbeiði at gera eina 20 ára heildar- ætlanina fyri kommununa. Hinvegin er tað nógv, sum hann iðrar seg um, sigur hann. Men hann leggur aft- urat, at hann hevur tagnar- skyldu. – Men í øllum førum iðr- ar tað meg at tað ikki eydn- aðist at fáa viðurskiftini hjá býararkitektinum betri. – Ein maður í slíkum starvi, sum ikki hevur nakr- ar heimildir, kann ikki brúkast til nakað sum helst. Vónandi duga politikarir og stjórar at síggja hetta, og fáa skil á hesum, og áðrenn starvið verður lýst aftur, sigur Ove Mortensen. Nú tosaði tú um trýst á býararkitektin. Var tað nakrantíð so, at politikarar royndu at hótta teg, ella at kroysta teg. – Tað havi eg onga við- merking til, svarar Ove Mortensen stutt. Gjørdi onki skeivt í Vallalíð Tað ber illa til at tosa við fyrr- verandi býararkitektin uttan at nema við nógv umrøddu byggingina í Vallalíð, serliga nú borgarstjórin alment hev- ur lasta umsitingina fyri mis- takið sum er gjørt. Ove Mortensen vísir aft- ur til, at hann hevður tagn- arskyldu, hóast hann er farin úr starvi, so tað er av- markað, hvat hann kann upplýsa. – Eg hevði eisini væntað at borgarstjórin hevði tagn- arskyldu, men tað hevur hann kanska ikki? – Í hvussu so er kann eg siga, at maður í slíkum starvi sum borgarstjórin, má duga sær hógv, og ikki lata seg kasta runt av fjølmiðlunum. Borgarin er ikki býttur, og hann missur virðingina fyri fólki, ið ikki duga sær hógv. Men hann heldur ikki at umsitingin hevur gjørt nak- að mistak í málinum um Vallalíð, tað tíðina, hann sat í starvi hjá kommununi. Og hann dugur ikki at siga, um hon hevur gjørt tað nú. – Eisini kann eg leggja afturat, at eg ikki visti av, at kommunan átti stykkið, fyrr enn áheitan kom um hetta økið bæði ovaliga- og niðarliga. Eg fekk eitt nýtt kort yvir ognir hjá komm- ununi, og eina markering av teimum økjum, ið byggj- ast kundi á. Fólk í umsit- ingini kannaðu hetta gjølla, og mæltu til trý øki at byggja á. – Tær lógir, útstykkingar, byggisamtyktir og reglu- gerðir, ið vóru handaðar mær, tá ið eg byrjaði í starvinum, vístu ongar forðingar fyri at byggja í Vallalíð. Eisini fekk eg greitt at vita, at allar gamlar samtyktir vórðu settar úr gildi, tá ið nýggja byggi- samtyktin kom í 1996, tó so at okkurt av tí gamla varð nýtt sum vegleiðing í máls- viðgerðunum. – Í býnum havi eg hoyrt, at leiðslan í kommununi sigur, at eg skuldi havt sitið í eini bygginevnd fyri stovnin við Vallalíð. Tað er einki hald í hesum, sigur Ove Morten- sen og hann sigur, at hann veit ikki, hvaðani hetta kem- ur. Hann sigur, at hann sat í einum arbeiðsbólki við fak- fólkum á eldraøkinum, ið skuldi fáa til vega eina skrá at halda seg til, tá ið tað kom hartil, at ellis- og røktarheim skuldi byggjast í komm- ununi. – Endamálið varð ikki at gera eina skrá til eitt ávíst øki, og kundi ein stovnur av hesum slagi eins gott ligið í Kollafirði, og ikki í Valla- líð. Hinvegin var eg farin úr starvi, áðrenn nøkur byggi- nevnd var sett. Hann sigur, at annars setti hann fólk til at kanna viðurskiftini í sambandi við Vallalíð, eitt nú ognarviðurskiftini fyri vegin inn til økið. Vegurin er nevniliga privatur og fólk í økinum skuldu í hesum sambandi kunnast um ætlanina, at byggja við Vallalíð. Hend- an kanningin varð sett í gongd nakað fyri áðrenn eg gavst, men hvussu tað endaði, veit hann ikki. – Men er tað so, at fyrsta liðið í umsitingini hevur gjørt okkurt skeivt, hvør man so í øðrum lagi hava givið byggiloyvi til eldra- sambýlið við Vallalíð? spyr hann. – Áðrenn slíkt loyvi verður givið, eigur alt at vera kannað. Hetta er eisini nakað, sum er framt aftaná, at eg eri farin. – Eitt annað, sum undrar meg í hesum máli, og fleiri við mær, er, hví ongin hev- ur tosað við meg um málið. Hann sigur, at hann kann bert gita hví so er. – Og tá ið alt hetta er sagt, kann eg nevna, at eg ikki kann siga meg undan at hava verið við í fyrstuni. Men hvat er hent síðani eg fór, veit eg ikki, og eg taki ikki skyldina á meg fyri borgarstjóran, tað má hann duga at skilja, sigur Ove Mortensen. Hann sigur, at hann hevur ikki fleiri viðmerkingar til Vallalíð so tað nyttar onki at spyrja hann, hvør hann heldur tað so er, sum hevur gjørt eitt mistak í sambandi við byggingina í Vallalíð. Tú nevndi í áðni, at politik- arar ofta vóru ótolnir. Hvussu var samstarvið annars við politikararnar? – Politikarir eru nú eina- ferð politikarar. Sum heild eru teir skilagóðir, men við- hvørt eru teir dekan og knappir og hetta kann til tíðir føra til rok og mistøk. Gongur teimum ímótir, fær umsiting sum oftast skol- una. Hetta er tó nakað, ein skjótt venur seg við og er hetta ein partur av politiska spælinum. Hann leggur afturat, at honum hevur dámt væl at samstarva við politikarar, sjálvt um nógvar ósemjur hava verið. Men hevur tú nakra hóm- ing av, hvussu tað ber til, at tað eru hend so nógv mis- tøk í kommununi seinastu tíðina? – Umsitingin hjá komm- ununi hevur úr at gera, og manningin er kanska ikki altíð tann rætta at viðgera tey ymisku málini. Men fólk gera sítt besta, og tey gera harafturat eitt sera stórt arbeiði, men tað er ikki altíð, at borgarin í kommununi dugir at seta seg inn í teirra viðurskifti. Tað eru nógv stórmál, ið hesi fólkini umsita, og hetta er ikki so lítið. – Men hinvegin haldi eg eisini, at tað er sera løgið, at fólk, ið hava sitið í umsit- ingini hjá kommununi í nógv ár, og somuleiðis pol- itikarar, ið hava sitið í bý- ráðnum og í nevndum í hálvar og heilar mansaldrar, siga seg ikki kenna nakað til galdandi byggisamtyktir, reglugerðir og útstykkingar o.s.fr. Tað er ov illa frá- gingið, at ikki alt tilfar og øll skjøl liggja til taks, har tað hoyrir heima. Ove Mortensen heldur, at Býráðið eigur at fáa fatur á fyrsta býararkitektinum og gomlum politikarum við, og í samstarvi við teir at syrgja fyri at allar samtyktir, reglugerðir og útstykkingar o.s.fr., fáast upp úr kjall- aragoymslunum og út undan væðingini í Gróthúsinum og upp á hillarnar hjá umsiting- ini og málsviðgerðunum, har tær hoyra heima, sigur Ove Mortensen. Hann sigur, at tað, sum Tórshavn, nú hevur brúk fyri, er einum sjónligum býararkitekti, sum hevur heimildir til at skera ígjøgnum og tað vónar hann, at býráðið hugsar seg um, áðrenn teir søkja eftir nýggjum býararkitekti. Ove Mortensen sigur, at hann metti, at tað fór at bera til at arbeiða við ymiskum ætlanum, gera uppskot at leggja fyri politikarirnar o.s.fr. Men tað varð skjótt, at hann bleiv klókari. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 17 16