Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mars 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 47 - 8. mars 2003 Nr. 47 - 8. mars 2003 19 Com-Data hall í fjør Árið í fjør royndist ikki væl hjá Com Data. Meðn felagið í 2001 hevði meiri enn tríggjar milliónir krónur í avlopi, var úrslitið í fjør 316.000 kr. í halli. Bruttuvinningurin hjá Com Data í fjør var 6,7 milliónir krónur ella einar 600.000 krónur minni enn í fyrraárið. Samstundis vaks starvs- f ó l k a k o s t n a ð u r i n 800.000 kr., avskriving- arnar vóru eisini nakað størri, so úrslitið áðrenn skatt gjørdist eitt hall upp á 363.000 kr. Ársúrslitið var 316.000 kr. í halli. Eginpeningurin hjá P/F Com Data var á nýggj- árinum slakar 3,4 mió. kr. Eitt ár frammanund- an var hann 3,7 mió. kr. Avlop hjá grannskoð arunum 2002 hilnaðist væl hjá teimum stóru grann- skoðaravirkjunum. Grannskoðaravirkið Rasmussen & Weihe hevði 3,0 mió. kr. í av- lopi í fjør, og hetta var sama úrslit sum árið fyri. Bruttovinningurin hjá felagnum var kortini næstan hálva aðru mió. kr. størri í fjør enn í 2001, men ein millión krónur størri starvs- fólkaútreiðslur og størri avskrivingar gjørdu, at úrslitið gjørdist tað sama sum í 2001. Bruttovinningurin hjá Rasmussen & Weihe var í fjør 13,3 mió. kr. ímóti 11,9 mió. kr. í 2001. Úrslitið áðrenn skatt var 3,9 mió. kr., og tá skatturin er goldin, vóru 3,0 mió. kr. eftir. Egin- peningurin hjá felagnum var um ársskiftið 11,3 mió. kr. Eitt ár framman- undan var hann 10,1 mió. kr. Avsetingarnar í fjør vóru 1,3 mió. kr. Eitt annað stórt grann- skoðaravirki, Inpact, hevði 1,75 mió. kr. í av- lopi í roknskapinum í 2002. Tað var 400.000 kr. betri enn árið fyri. Bruttovinningurin hjá Inpact í fjør var 10,4 mió. kr. ímóti 9,1 mió. kr. í 2001. Úrslitið áðr- enn skatt var 2,2 mió. kr. og aftan á skatt 1,75 mió. kr. Eginpeningurin hjá Grannskoðaravirkinum Inpact um ársskiftið var 5,4 mió. kr. Næstsein- asta ársskiftið var hann 4,5 mió. kr. Her skulu 10.000 hestar standa GRÆKARISMESSA Tíðindaskriv Skótaliðið Royndin í Vági skipar fyri grækarismessu- haldi við minnisvarðan sunnudagin kl: 15.30. Kjartan Mørkøre, prestur flytur fram røðu, og sangar- ar úr Ljómi luttaka við kór- sangi og felagssangi. Skótar og úlvar ganga skrúgongu frá skótahúsin- um, oman til Minnisvarðan. Aftan á Grækarismessu- haldið verða øll boðin nið- an í Skótahúsið til ein drekkamunn og køku, tí Skótaliðið Royndin hevur føðingardag á Grækaris- messu. Grækarismessudagin (12. mars) kunnu skótarnar í Vági halda 35-ára jubele- um fyri endurstovnan av bólkinum. Upprunaliga er liðið stovnað tann 11. aug- ust 1940, har Thulesen prestur, var stigtakari, og var liðið sera aktift til eina- ferð í 60´unum, men vegna leiðaramangul datt alt skótaarbeiði niðurfyri og lá stilt í eini 2-3 ár. Kjartan Mørkøre var prestur í Vági, og vóru Jákup Olsen og hann, tveir av stigtakarunum til endur- stovnana av Skótaliðnum Royndini. Grækarismessu- dagurin í 1968 varð valdur til at endurstovna bólkin. Albert Hentze, sum er bólkaleiðari í Vági í dag, byrjaði sum skóti ta árið, og hevur tí verið skóti, úttan steðg, í sama bólki, í 35 ár. Tí verður opið hús uppi í Skótahúsinum aftan á Grækarismessuhaldið, og øll eru hjarlaliga vælkomin niðan til ein drekkamunn og jubeleums-køku. Møguligt er at lesa í gomlun dagbókum og síggja myndir frá ymiskum skótalegum, sum Vágbing- ar hava verið á, tey síðstu 35-áruni, uttanlanda og heima í Føroyum, sigur Skótaliðið Royndin í Vági. Arbeiðið at byggja skrokkin til nýggja nóta- og trolskipið hjá gøtumonnum gongur eftir ætlanini. Motorurin verður tann størsti í føroyska fiskiflotanum. SKIPASMÍÐ Árni Joensen Á skipasmiðjuni Aker Brailia í Rumenia eru teir í ferð við at byggja skrokkin til nýggja nóta- og trol- skipið til partafelagið Krossbrekku í Gøtu. Ar- beiðið gongur væl, og ætl- andi verður skrokkurin togaður til Noregs í juli. Langsten-skipasmiðjan skal gera skipið liðugt, og tað skal sambært sáttmál- anum latast eigarunum tann 19. desember. Nýggja skipið verður 75,2 metrar langt og 15 metrar breitt. Høvuðsmot- orurin verður heilar 10.000 hestar og sostatt tann størsti í føroyska fiskiflotanum. Jákup Jacobsen, reiðari sig- ur, at tað er umráðandi at hava góða tógmegi, skal skipið trola í føroyskum og íslendskum sjógvi, tí her stendur fiskurin ofta spjaddur. Roknað verður við, at skipið fer at taka millum 2500 og 2600 tons. Byggikostnaðurin fyri nýggja skipið liggur um 150 milliónir krónur. Jákup Jacobsen sigur, at skipið hevði verið uppaftur dýrari, hevði alt arbeiðið verið gjørt í Noregi. Mett verður, at tað er umleið helvtar- munur á kostnaðinum at byggja skrokkin í Rumenia og at byggja hann í Noregi. Hinvegin er skrokkurin ein lutfalsliga lítil partur av byggikostnaðinum av ein- um skipi. Partafelagið Krossbrekka eigur nótaskipið “Finn Fríða”, og hann skal úr flotanum, tá tað nýggja skipið kemur. Krossbrekka eigur eisini partafelagið Meðalsbrekku, sum eigur nóta- og trolskipið “Saksa- berg”, og hann skal eisini úr flotanum fyri nýggja skipið. Teir eru í ferð við at gera skrokin til nýggja nóta- og trolskipið hjá gøtumonnum. Norðmenn eiga rumensku skipasmiðjuna. Grækarismessuhald í Vági Teknisku fyrireiking- arnar til Norðoya- tunnilin eru nú komnar so langt, at farast kann undir boringina heilt skjótt, sigur Bjarni Djur- holm við Sosialin. Gongst sum ætlað, verður koyrandi á sumri 2005 FAST SAMBAND Rúna Sivertsen Í samrøðu við Sosialin, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við sam- ferðslumálum, at alt bendir, á at teknisku fyri- reikingarnar nú eru komnar so langt, at farast kann und- ir arbeiðið við undirsjóar- tunnlinum undir Leirvíks- firði longu í mai mánaði. - Skal arbeiðið bjóðast út, soleiðis sum meginreglan hjá politiska myndugleik- anum er, fer tað at taka sína tið, helst einar 4-5 mánaðir aftrat, sigur landstýrismað- urin. Men partafelagið er sjálvstøðugt og kann tí gera, sum tað vil og gera avtalu við ávísan byggi- harra, og so kann arbeiðið byrjast longu í mai. - Eitt er púra vist; hetta arbeiði steðgar ikki, men gongur sína gongd, og kann byrjast kann í seinasta lagi í heyst, sigur Bjarni Djur- holm, landsstýrismaður við Sosialin. Teir, sum gera fyrireik- ingarnar siga, at tað fer at taka tvey til hálvtriðja ár frá fyrsta skotinum, til arbeiðið verður liðugt. Halda tær metingarnar, verður koyr- andi millum Klaksvík og Leirvík longu á sumri í 2005. Kunnu byrja Norðoyatunnilin í mai Vikuskiftið 7. og 8. februar skipaði felagi Javni fyri áhugaverd- um skeiði í Havn fyri systkin at menningar- tarnaðum millum 12 og 17 ár. Millum lut- takararnar var 13 ára gamla Johnvá úr Klaksvík. Sosialurin hevur tosað við hana og spurt, hvat hon fekk burturúr úr skeiðnum SYSTKINASKEIÐ Rúna Sivertsen Johnvá Joensen úr Klaks- vík er 13 ára gomul. Tá hon hoyrdi um skeiðið, sum Javni skipaði fyri systkjum at menningartarnaðum, teknaði hon seg til. Beiggi hennara Sjúrður, sum er 10 ára gamal er menningartarnaður og hevur autismu. Johnvá sigur, at skeiðið var gott og at hon lærdi nógv. - Fyrsta dagin spældu vit spøl fyri at læra hvønn annan at kenna, og annan dagin vóðru vit býtt í bólkar, sigur hon. Tey, sum skipaðu fyri skeiðnum saman við Javna, vóru Jan Willemoes, ið er psykologur og Angela Pet- ersen, ið er pedagogur, og sjálv eigur eina vaksna menningartarnaða systir. Gott av vera saman - Á skeiðnum tosaðu vit um, hvat var tað besta og tað ringasta við at eiga menningartarnaði systkin, greiðir Johnavá okkum frá. Hon sigur, at tey eisini fingu at vita, at tey ikki skuldu lata síni systkin altíð fáa sín vilja. - Tað var gott at vera saman við øðrum, sum eru í somu støðu, sum eg, sigur Johnvá. Flestu børn, sum eiga menningartarnaði systkin, eru einsamøll við sínum trupulleikum, tí eingin av teirra vinfólkum kennir nakað til, hvussu tað er at eiga ein beiggja ella systir, ið ikki veksur og mennist sum vanligt. Men har er Johnvá betur fyri, tí vinkona hennara, Rebecca, eigur eina systir, sum hevur Down Syndrom. Tá Johnvá fær gentur á vitjan, sigur hon teimum, hvussu beiggi hennara er, og at hann ger fortreð. - Tað mugu tær finna seg í, tí soleiðis er tað bara. Men tað er keðiligt við hvørt, og onkuntíð fara mamma og babba biltúr við honum, so eg kann fáa frið at vera saman við mínum vinkonum, sigur hon. Saknar beiggjan Við hvørt er Sjúrður í Dá- anum til umlætting, men tá saknar Johnvá beiggja sín. - Eg sakni, at hann er her og ger fortreð, sigur hon og flennir. Eitt barn sum Sjúrður, fyllir so nógv í lívinum hjá familjuni, at tómrúmið verður so ógvuliga stórt, tá tey ikki eru heima. Johnavá sigur, at tað er ikki ringt at eiga ein beiggja sum Sjúrð, tí hann er altíð glaður og grætur ongantíð. Men hann blívur við at vera sum eitt lítið barn, og tí má Johnvá liva við, at hann, hóast hann er 10 ár, enn óruddar hennara kamar. Sjúrður samskiftir ikki sum vanligt við orðum, men at syngja dugir hann væl. Hann syngur klokku- reint og dugir orð til bæði sangir og kvæðir. Herfyri hevði Johnvá kvæði fyri í skúlanum, og tá var Sjúrður tann fyrri at duga orðini. Tað vóru tær tríggjar, Fía Petersen, Jórun Dánjalss- dóttir og Ása Hansen, sum skipaðu fyri skeiðnum. Tær eru í øksinevndini fyri Streymoyðarøkið. Fía Petersen sigur, at øk- isnevndin er eitt slag av longdum armi hjá starvs- nevndini hjá Javna. - Vit eru sera væl nøgdar við skeiðið og halda av- gjørt, at hetta var tiltrongt og gott fyri børnini. Hetta skeiðið var fyrsta av sínum slag í Føroyum. Onnur skeið, ið hava verið fyri systkjum at menningar- tarnaðum, hava verið fyri vaksin, og mest snúð seg um tað praktiska, almenna og lógarverkið. Systkin at menningartarnaðum á skeiði Hesi børnini hava nakað til felags; tey eiga øll menn- ingartarnaði systkin. Í febru- ar vóru tey á skeiði í felags- húsunum hjá Javna. Hetta var fyrsta skeiði av sínum slagi í Føroyum Mynd: Finnur Jóhannesen Eyðin Djurhuus, Karl Løkin og Bartal Dahl Olsen framførdu drama, sum teir sjálvir løgdu til rættis. Angela er einsamøll mamma við trimum dreingjum, har tann eini er menningartarnaður. Í leikinum hendi alt, sum hugsast kann hjá eini familju í slíkum umstøðum (Mynd: Fía Petersen) Johnvá í stovuni heima hjá teimum. Beiggi hennara, Sjúrður, dugdi ikki at ganga, tá hann var 4 ára gamal. Reiggjuna brúkti hann til at venja balansuna C M Y K 19 18