leygardagur 8. mars 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 47 - 8. mars 2003
Nr. 47 - 8. mars 2003
21
Likamlig revsing er eyðmýkjandi
–At likamliga revsa
børn er bæði eyð-
mýkjandi og sálarliga
niðurbrótandi. Tá
kropslig makt av ein-
um størri og sterkari
persóni, bæði sálar-
liga og kropsliga,
verður nýtt ímóti
einum barni, missir
tað virðingina fyri
foreldrunum. Hetta
sigur Sigrun Samuel-
sen, sum er sálarfrøð-
ingur í barnaverndini
hjá Tórshavnar Býráð
HARÐSKAPUR
Ingrid Bjarnastein
Uppskotið, sum Javnaðar-
flokkurin hevur lagt fram á
tingi sigur, at tað skal vera
bannað at revsa børn likam-
liga. Vit hava sett sálarfrøð-
inginum í barnaverndini hjá
Tórshavnar Býráð, Sigrun
Samuelsen, stevnu og sett
henni nakrar spurningar
hesum viðvíkjandi.
– Tað vísir seg, at revsa
børn likamliga hevur ikki ta
ávirkan ein vil tað skal
hava. Foreldur brúka tað, tí
tey halda, at tað hjálpir og
at børnini verða betur at
hava við at gera og fara at
akta betur. Og tað hjálpir ta
løtuna, men í longdini rigg-
ar tað ikki, tí tað fær ikki
børnini at hugsa seg betur
um, sigur Sigrun Samuel-
sen.
Hon sigur eisini, at børn,
sum verða likamliga revs-
að, verða eyðmýkt.
– Tá eitt foreldur, sum
bæði er størri og sterkari
kropsliga og sálarlig, brúk-
ar makt yvirfyri barninum,
virkar hetta sálarliga niður-
brótandi. Barnið missir
virðingina og álitið á for-
eldrunum.
Vreiði
At likamliga revsa børn
skapar
eina
fjarstøðu
millum barn og foreldur.
– Børn, sum eru von við
likamliga
revsing
upp-
byggja eina vreiði. Tey
halda fyri tað fyrsta, at tað
er í lagi at brúka harðskap
fyri at fáa sín vilja. Eg giti
ikki, at foreldur brýggja seg
um, at børn brúka harðskap
at loysa eina trongstøðu, og
hví skulu tey so gera tað?,
sigur Sigrun Samuelsen.
Vreiðin, sum børnini fáa
ígjøgnum revsingina, kem-
ur til sjóndar aftur í kyns-
búningini.
– Likamliga revsingin
oyðileggur sambandið mill-
um børn og foreldur og
vreiðin kemur fram aftur í
kynsbúningini. Tá er tað at
virðingin skal standa sína
roynd, og tá er tað týdning-
armikið, at hava eitt sam-
band við barnið, har tosað
hevur verið um trupulleik-
arnar.
At børn verða likamliga
revsað, síggja tey so sjálvi
sum ein hátt at fáa sín vilja
ígjøgnum. Tá tey kenna seg
maktarsleys, so brúka tey
harðskapin, tí tey vita ikki,
hvat annað tey skulu gera.
– Tey, sum eru revsað
likamliga sum børn, føra
tað ofta víðari í síni egnu
uppaling.
Hjá
teimum
koma hendurnar ofta at sita
eitt sindur lættari.
Sigrun Samuelsen sigur,
at foreldur leggja tó ikki
ætlanir um at sláa børnini.
Tað er nakað tey gera, tí tey
eru ørkymlað, maktarleys
og ill, og tí koma tey til at
sláa.
– Tað eru eisini fleiri,
sum halda, at tú kanst gott
sláa títt barn uttan at vera
illur. Men tey, sum hava so
mikið tamarhald á sær
sjálvum, at tey ikki eru ill
tá tey sláa, teimum nýtist
ofta als ikki at sláa. Tað er
meira ideologiin í tí fyri tey.
Hinvegin, so skammast
tey, sum sláa av tí.
Hugburður broyttur
Sálarfrøðingurin heldur, at
hugburðurin til børn er
broyttur ígjøgnum tíðirnar.
Nú verða børn uppfatað
sum menniskju, ið vit eiga
at vísa virðing fyri.
– Teimum foreldrum,
sum sláa, eiga vit at hjálpa
teimum at broyta hugburð.
Tosa við barnið og vís
teimum uppá aðrar mátar,
at tú meinar tað, tú sigur.
Tað skal eisini verða vekt
aftanfyri tíni orð, so um tú
slær, so missa orðini sín
týdning. Børn flest eru til at
tosa við. Um tú so ert líka
við at sláa, so er tað betri at
fara út – í eitt annað rúm,
greiðir Sigrun frá.
At sláa børn er ikki
nakað foreldur reypa sær
av. Heldur tvørturímóti.
Sigrun sigur, at í sínum ar-
beiði hevur hon ofta ringt
við at fáa foreldur at við-
ganga, at tey sláa síni børn.
Men nøkur gera tað.
– Tey vita væl, at tað er
skeivt og ósunt fyri barnið,
og tey uppdaga eisini, at tað
hjálpir ikki í longdini. Men
hetta er nakað tey gera, tí
tey vita ikki, hvat annað tey
skulu gera.
Tá børn gerast trupul, so
kann likamliga revsingin
væl vera ein partur av trup-
ulleikunum, tey hava.
–
Hetta skal tó ikki
skiljast sum foreldur ikki
skulu seta krøv til síni børn
og vísa teimum autoritet. Tí
tað skulu tey jú, sigur
Sigrun. Hon heldur, at tað
er fínt, at hetta evnið er
komið fram á tingið, tí øll
londini rundanum okkum
hava jú hesa lógina.
– Vit skulu tó ikki vænta,
at lógarbroytingin fer at
broyta uppalingarmynstrið.
Men tað er signalið vit
senda út, at vit góðtaka tað
ikki, sum hevur nakað at
siga. Tú kanst ikki brúka
harðskap yvirfyri øðrum
børnum ella vaksnum, so
hví skalt tú hava loyvi til
tað yvirfyri tínum egnu,
spyr Sigrun Samuelsen,
sálarfrøðingur hjá barna-
verndini í Tórshavnar Bý-
ráð, at enda.
Sigrun Samuelsen er sálar-
frøðingur hjá barnaverndini í
Tórshavnar Býráð. – Foreldur
vita væl, at tað er ósunt og
skeivt at sláa barn sítt. Men
hetta er nakað tey gera, tí tey
eru ørkymlað og maktarleys,
sigur hon
Børnunum skulu nú tryggjast betri rættindi. Uppskot er nú komið fram á ting, sum sigur, at tað skal verða bannað likamliga at revsa síni børn
Tilvildarlig mynd
Menn, sum starvast
hjá Kalli, hava sein-
astu dagarnar arbeitt
uppi á Høganesi í Nes
kommunu til tess at
útbyggja gsm-skipan-
ina hjá felagnum.
Næstu stigini verða
Støðlafjall og síðan
Brúnaskarð á Borð-
oynni
SAMSKIFTI
Vilmund Jacobsen
Í vikuni hava Terji Leitis-
stein og Marni Abrahamsen
arbeitt við at seta upp gsm-
skipan í húsinum og mastr-
ini, ið Teletech hevur á
Høganesi í Nes kommunu.
Hetta er ein liður í út-
byggingini av gsm-netinum
hjá Kalli.
Teletech hevur bygt húsið
og eigur mastrina, sum fel-
agið brúkar til tráleyst
internet til Skálafjørðin og
sum millumstøð millum
Klaksvíkina og Tórshavn.
Kall hevur nú leigað seg
inn í húsið og mastrina.
Fimta gsm-støðin
Terji Leitisstein, sum starv-
ast hjá Kalli, sigur, at ar-
beiðið á Høganesi fer at
taka nakrar dagar.
Hósdagin og fríggjadagin
vóru teir á Høganesi, og nú
verður bíðað eftir meira
útgerð til støðina. Síðan
verður farið niðanaftur.
- Sum er, dekka vit Hav-
nina við fýra gsm-støðum.
Hetta er fimta støðin, vit
seta upp. Síðan verður farið
uppá Støðlafjall og Brúna-
skarð á Borðoynni.
Terji sigur, at støðirnar á
Høganesi og Støðlafjalli
skulu gera tað møguligt hjá
felagnum at dekka allan
Skálafjørðin og ein part av
Gøtu, og við støðini á
Brúnaskarði røkkur felagið
viðskiftafólkunum í Klaks-
vík og Leirvík.
- Málið er, at okkara við-
skiftafólk í framtíðini skulu
brúka okkara egna gsm-net.
Næsta stigið eftir Brúna-
skarð, verður væntandi at
røkka Gøtunum og Fugla-
firði.
Room-skipan
Terji sigur, at Kall leigar
seg inn á gsm-netið hjá
Føroya Tele, men so hvørt,
felagið útbyggir sítt egna
net, heldur tænastan, felag-
ið keypir frá Føroya Tele,
uppat. Hetta er ein partur av
avtaluni millum feløgini.
- Hetta er ein sonevnd
room-skipan ella »reiking«,
sum tað nú eitur á føroysk-
um. Skipanin er hin sama,
sum tá ið tú fert uttanlands
við gsm’ini; tá slepst inn á
netið hjá øðrum útbjóðar-
um, og skiftið fer fram av
sær sjálvum.
Terji Leitisstein dylur
ikki, at tað er ein fíggjar-
ligur fyrimunur fyri Kall at
hava sítt egna gsm-net.
- Men tað fer at taka
rúma tíð, áðrenn vit røkka
út um alt landið, sigur
hann.
Á Fiskamarknaðinum
í Klaksvík merkja tey
ikki nógv til
norðhavsróðurin
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í vikuni hava línuskipini,
Kvik og Núpur, selt um
Fiskamarknaðin Føroya í
Klaksvík, og Ågot og
Polarstjørnan hava selt
beinleiðis til Kósina.
Kvikk,
sum
landaði
mikudagin,
hevði
sløk
80.000 pund og Núpur,
sum
landaði
hósdagin,
hevði sløk 120.000 pund.
Ågot og Polarstjørnan
høvdu ávikavist, 170.000
og 140.000 pund í part.
Á Fiskamarknaðinum í
Klaksvík siga tey seg ikki
hava merkt nakað serligt til
norðhavsróðurin.
- Vit vænta, at flestu bát-
ar, sum royna við snellu
eftir várfiski, leggja veið-
ina upp á Eiði og øðrum
bygdum norðanfyri, siga
tey í Klaksvík.
Fiskamarknaðurin selir
tó fiskin hjá nógvum
útróðrarbátum í Klaksvík,
sum eru úti, tá roynandi er.
Fleiri royna við línu og
onkur við snellu.
- Seinastu dagarnar hevur
streymurin verið harður,
men nú fer hann at linka
aftur.
Útróðrarbáturin, Gudrun,
seldi um Fiskamarknaðin í
Klaksvík fríggjadagin; teir
høvdu 7.000 pund á eini
setu.
Kall arbeiðir á Skálafjørðinum
Fýra línuskip landað
í Klaksvík
Seinasta túr hevði Ågot 170.000 pund av línufiski.
Polarstjørnan, Kvik og Núpur, sum eisini hava landað í vikuni, høvdu ávikavist 140.000, 80.000
og sløk 120.000 pund í part.
Húsið og masturin, sum Teletech hevur á Høganesi til tráleyst
internet. Nú leigar Kall seg inn her og er í ferð við at seta upp
eina gsm-skipan
Ásbjørn Mikkelsen,
formaður í mentanar-
nevndini hjá Skála
kommunu, sigur, at
ítróttin er eitt stórt
aktiv hjá kommununi
og ein týðandi liður í
at fremja trivnað
BYGGING
Vilmund Jacobsen
Skála: Á Skála eru tey ikki
í iva um tann týdning, sum
ítróttin hevur fyri komm-
una. Tí verður roynt at gera
umstøðurnar hjá ungdóm-
inum so góður, sum yvir-
høvur gjørligt.
Í løtuni verður ítróttar-
høllin útbygd við einum
umleið 40 fermetra stórum
tilbygningi norður úr durin-
um.
Asbjørn Mikkelsen, for-
maður í mentanarnevndini
hjá kommununi, sigur, at
talan er um eitt felagshøli
til ítróttarfelagið í bygdini.
- Kommunan rindar til-
farið til byggingina, og síð-
an verður arbeiðið gjørt
sjálvboðið. Hetta er ein
háttur, vit í fleiri førum
hava brúkt, tá ið ræður um
ítróttin, sigur hann.
Áður hevði ítróttarfelag-
ið eitt felagshøli í landnyrð-
ingshorninum í ítróttarhøll-
ini, men hetta hølið er ikki
tókt longur.
Nýtt slitlag
Asbjørn veit at siga, at
kommunan eisini fer at
leggja nýtt slitlag oman á
vøllin í høllini.
- Hetta verður gjørt, tá ið
vetrarkappingarnar eru av,
helst í mai.
Vøllurin verður fyrst um-
vældur, og síðan verður
nýtt lag lagt omaná, eins og
gjørt er í ítróttarhøllini í
Runavík. Ætlanin er at
leggja grønan lit omanyvir
tað, sum er, sigur hann.
Tað var umsjónarmaður-
in, Karlo Poulsen, ið mælti
til at leggja nýtt slitlag
omanyvir tað gamla.
- Vit hava hugt at, hvussu
út sær. Gamla lagið er farið
í støðum, og vit eru samdur
um, at tíðin er komin at
leggja nýtt lag á vøllin.
Karlo Poulsen hevur ver-
ið umsjónarmaður í høllini
á Skála í nógv ár, og nú
hann er pensjóneraður, er
nýggjur maður, Eyðbjørn
Joensen, settur sum um-
sjónarmaður. Karlo loysir
tó framvegis av í høllini,
eitt nú í vikuskiftunum.
Eyðbjørn
og
konan,
Sigurlaug, reka eisini kafe-
teria, sum er í ítróttarhøllini
á Skála.
Fysioterapi
Asbjørn sigur, at ítróttar-
feløgini á Skála og Strond-
um hava tikið stig til at
keypa ein bonk, har til ber
at viðgera ítróttarskaðar við
fysioterapi.
- Vit hava játtað okkara
part av stuðlinum til keyp-
ið, og eg havi skilt, at Sjóv-
ar kommuna hevur játtað
sín part.
Ætlanin er, at bonkurin
skal hava støð í høllini á
Skála, og feløgini skulu
sjálvi syrgja fyri, at fysio-
terapeutur er á staðnum, tá
ið ítróttarkappingar eru,
bæði í høllini og úti á fót-
bóltsvøllinum.
- Við hesum verður
møguligt hjá fólki, sum fáa
skaða, at fáa viðgerð á
staðnum beinanvegin, sigur
Ásbjørn Mikkelsen, for-
maður í mentanarnevndini
hjá Skála kommunu.
Hann heldur at enda, at
ítróttin er eitt stórt aktiv hjá
kommununi og ein týðandi
liður í at fremja trivnað.
Útbyggja ítróttarhøllina
og leggja slitlag á vøllin
C
M
Y
K
21
20