Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mars 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 47 - 8. mars 2003 UTTAN ÚR HEIMI Nýskipanir í Kina Kinesiska stjórnin ætlar sær nú at fáa betri eftirlit við landsins bankum og teimum almennu fyritøkunum, sum ikki bera seg. Ætlanin hjá stjórnini er at skipa fleiri eftirlitsstovnar. Millum annað skal ein nevnd halda eygað við bankun- um og kredittfeløgunum, eins og hon skal hava umsjón við tí almenna partinum í fleiri túsund ídnaðar- og øðr- um fyritøkum. Kinesisku myndugleikarnir hava fyrr ásannað, at landsins bankar eiga fleiri túsund milliardir krónur til góðar hjá fyritøkum, sum neyvan verða førar fyri at rinda skuldina. Samstundis hava nógvar almennar fyri- tøkur havt stórar trupulleikar, og tað hevur havt við sær, at fleiri milliónir fólk eru vorðin uppsøgd. Á lands- fundinum hjá kommunistaflokkinum í vikuni ávaraði Zhu Rongji, forsætisráðharri um, at tær nógvu upp- sagnirnar kunnu elva til sosialan ófrið. Tí er neyðugt við nýskipanum og øðrum tiltøkum alt fyri eitt, segði hann. Burtur við irakum Amerikansku myndugleikarnir hava so ilt eyga á irakum, at teir hava nú biðið 60 lond koyra einar 300 irakar av landinum. Teir 300 irakararnir eru nevndir við navni. Amerikanararnir siga, at teir 300 irakararnir hava verið uppi í ymsum tiltøkum, sum hava verið til skaða fyri USA. Sjálvir hava amerikanararnir koyrt fleiri irakar av landinum. Týsdagin fingu tveir trygdarmenn hjá iraksku ST-sendinevndini boð um at fara úr USA, og fyri nøkrum vikum síðani varð ein irakskur tíðinda- maður eisini koyrdur úr USA. Amerikansku myndug- leikarnir løgdu hann undir at hava njósnast fyri Irak. Washington Post skrivaði í gjár, at undan Flógva- krígnum í 1991 ávaraðu amerikansku myndugleikarnir eisini fleiri lond og bóðu tey halda eygað við teimum iraksku ríkisvborgarunum. Vánalig útlit í Svøríki Svenski búskapurin fer at fáa trupulleikar í næstum, og stjórnin í Stockholm sigur nú, at búskaparvøksturin í ár verður minni, enn stjórnin upprunaliga hevði væntað. Bosse Ringholm, fíggjarmálaráðharri, vísir á, at út- reiðslurnar veksa, meðan skattainntøkurnar minka. Verða tær almennu útreiðslurnar ikki skerdar, verða tær einar átta milliardir krónur størri enn ásett í fíggjarlóg- ini, og hesum mugu vit forða fyri, sigur Bosse Ring- holm. Fyri nøkrum mánaðum síðani væntaði stjórnin, at búskaparvøksturin í ár fór at verða 2,5 prosent, men nú sigur stjórnin, at hann verður einastaðni millum 1,5 og 2,0 prosent. Sambært fíggjarmálaráðharranum er tað tann skeiva gongdin í altjóða búskapinum, sum er or- søkin, og harafturat hevur vandin fyri kríggi við Irak eisini sína ávirkan, sigur hann. Skjeyt seg sjálvan Løgreglan í Stockholm hevði ikki stórvegis trupul- leikar av at handtaka ein innbrotstjóv nú um dagarnar. Maðurin breyt inn í ein tubbakshandil í svenska høv- uðsstaðnum, har hann noyddi starvsfólkini at geva sær pengarnar í kassanum. Maðurin var vápnaður við ein- ari skammbyrsu, og tá hann var á veg út úr handlinum, var hann so óheppin at skjóta seg sjálvan í beinið. Í handlinum ringdu tey eftir løgregluni. og løgreglu- menninir høvdu ikki stórvegis trupulleikar av at hand- taka mannin, sum lá bløðandi tætt hjá handlinum, sum hann hevði rænt. Maðurin varð fyrst fluttur á sjúkrahús til viðgerðar, men seinni fær hann eitt annað uppihalds- stað. Amerikanarar vilja vera við, at teir eru í hølunum á yvirgangs- leiðaranum Osama bin Laden. Seinastu dagarnar hava teir rannsakað fleiri hús á markinum millum Afghanistan og Pakistan. YVIRGANGUR Árni Joensen: - Eg skal ikki siga, at vit síggja fótasporini av hon- um, men vit hava fingið fleiri sera týðandi spor at ganga eftir. Eru tey álít- andi, verður tað ikki leingi, til vit finna hann, segði ein pakistanskur embætismað- ur við fronsku tíðindastov- una AFP í gjár. Hildið verður, at amerik- anska fregnartænastan CIA, samveldisløgreglan FBI og pakistanska trygd- artænastan leita eftir bin Laden fram við markinum millum Afghanistan og Pakistan og í einum øki nærhendis iranska markin- um. Tíðindastovan AP visti í gjár at siga, at amerikan- arar og pakistanar høvdu rannsakað minst tvey jús í afghanska landspartinum Baluchistan. Fólk har hava greitt frá, at tey hava sæð bin Laden fleiri ferðir teir báðar seinastu mánaðarnar, og sum skilst var sonur hansara, Saad, við honum. Tær seinastu upplýsing- arnar um bin Laden hava amerikanararnir og pakist- anararnir fingið úr brøvum, sum teir funnu, tá Khalid Sheikh Mohammed varð tikin í Rawalpindi í Pakist- an seinasta vikuskiftið. Sambært AP skal Khalid undir avhoyringum hava viðgingið, at hann hevði hitt bin Laden í Baluchistan fyri stuttum. - Lovaður veri Allah, at hann er á lívi. Eg møtti honum fyri einum mánað síðani, skal Khalid hava sagt undir avhoyringunum, skrivaði New York Times í gjár. Eru í hølunum á bin Laden Bin Laden. Eru tíðindini eft- irfarandi, eru amerikanarar og pakistanar í hølunum á honum. George W. Bush, for- seti hevur latið ST- dyrnar aftur. Tekur trygdarráðið ikki undir við tí komandi uppskotinum um Irak, leypa amerikan- arar á Irak. IRAK-KREPPAN Árni Joensen: - Vit fara ikki at sita og bíða, til Saddam Hussein loypur á okkum. Vit vóna, at hann letur vápnini frá sær, ella at hann fer í út- legd. Eg havi einki ímóti, at hann fer av landinum, bara Irak verður avvápnað. - Eg meini tað, sum eg sigi. Hetta er tann allarsein- asta royndin hjá diplomat- inum. Saddam Hussein roynir at vinna tíð, og eg skilji hann væl. Í tólv ár hevur hann havt eydnuna við sær við at gera tað sama. George W. Bush, forseti var avgjørdur, tá hann gjáranáttina helt eina bein- leiðis sjónvarpsrøðu, og hann var minst líka av- gjørdur, tá hann aftaná hitti altjóða fjølmiðlar á tíðinda- fundi. Hann segði, at USA fer at gera eina seinastu roynd við at leggja eitt upp- skot afturat fyri ST-trygdar- ráðið, sjálvt um stjórnin í Washington veit, at hon fer at tapa atkvøðugreiðsluna. - Vit vilja hava eina at- kvøðugreiðslu, sama um vit tapa ella ikki. Vit vilja hava fólk at siga sína hugs- an, segði Bush. Hann segði, at tað eru ikki annað enn kávalótir, at Irak er gingið við til at oyðileggja tær ólógligu rakettirnar, tí Sad- dam Hussein hevur sam- stundis givið boð um at gera nýggjar, segði hann. Eygleiðarar í Washington halda, at røðan var ein roynd hjá Bush at sannføra amerikanarar um, at tað er neyðugt við kríggi við Irak. Men ein meiningakanning hjá sjónvarpinum CBS aft- an á røðuna vísti, at 59 pro- sent av amerikanarunum vilja hava forsetan at bíða eftir einari góðkenning frá ST. Bert 36 prosent søgdu, at USA eigur at taka málið í egnar hendur. - Nú bíða vit ikki longur - Nú bíða vit ikki longur, og eg meini tað, sum eg sigi, segði George W. Bush, forseti í beinleiðis sjónvarpsrøðu gjáranáttina. Nr. 47 • leygardagur • 8. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Einki kann sammetast við familjubond Tove Højgaard Madsen úr Havn og Sámal Jákup Jacobsen úr Vestmanna vóru blaðung, tá tey gjørdust foreldur at trimum børnum í senn Lesið síðu 4 & 5 RÁK Edvard Joensen Suður úr Sumbiarendanum liggja Flesjarnar. Munkurin sunnastur. Endin á landinum tann vegin, læra vit í landalæruni í skúlan- um. Ella rættari sagt, gjørdu vit fyrr. Tí í dag eitur tað ikki landalæra meira. Hesir steinarnir, sum liggja beint uttanvert har »Røstin rísin rann«, sum lokala skaldið Poul F. Joensen tók til. Hesi dømini um, hvørja styrki tað krevur at standa ímóti tí streymi, sum alla tíðina gongur á. Prógvini um, at tað bara er tað allarsterkasta, sum yvirlivir, tá veldugu kreftirnar fara í gongd. Tað krevur bæði mátt og mót at standa ímóti rákinum, sum fer við nógvari ferð í báðum borðum. Tað er ikki lukkuligt at vera øðrvísi enn hini. Tað ræður um at fylgja við rákinum. Tað kostar at hava egna meining. Her stendur tú so. Púra einsa- mallur brýndur upp í nakka. Alt rundan um teg er farið, og bara har langt burturi sært tú onkran, sum enn sterkari er enn tú, og hevur klárað at staðið ímóti. Men breitt er sundið ímillum, og nógv, sum forðar, er á vegnum. Ágangurin er øgiligur, og at enda fert tú eisini at leggjast fyri. Stúrir tú fyri. Men so gongur tíðin, og sól og máni skifta støðu, so rákið link- ar. Aftur verður betri í sjónum, og rákið er mestsum við. Nú ber aftur til at koma upp undan eina løtu. Røstin leggur seg, og lív sæst í bæði borð. Nú er knapp- liga stuttligt aftur at standa her og kenna teg rættiliga í veldum her mitt í ongum. Tað er so lætt at vera »in«, sum tað eitur í dag. At gera akkurát tað, sum hini gera, og sum er smart og tíðarhóskandi. Hinvegin er tað ikki altíð lukkuligt at hava egnar meining- ar um tingini, eru tær ikki tær somu, sum meirilutin hevur. Fyri ikki at tala um at tora at siga tær hart. Dagliga síggja vit hesar støð- urnar stinga seg upp, har fólk, sum ikki hava somu áskoðan, sum meirilutin annars hevur, verða hildin uttanfyri og hartað. Tað er alt frá skúlagarðinum heima hjá okkum sjálvum, til meira stórpolitisk mál úti í heimi. Grundgevingarnar hjá teimum, sum fremja ágangin, eru so ymiskar. Viðhvørt er tað poli- tikkur. So er tað húðalitur ella trúgv. Viðhvørt er tað kynið, sum er avgerandi fyri, um viðkom- andi sleppur upp í part ella ikki. Og sera ofta vísir tað seg, at tá alt kemur til alt, so er tað tann, sum er fyri áganginum, sum í grundini sterkastur er, varð tikið einsæris burtur úr rúgvuni. Men samanhaldið vinnur. Tað verið seg í ringum ella góðum. Er ágangurin bara nóg nógvur og áhaldandi, skal nokk eydnast at fáa broytt og helst brotið tann, sum dittar sær at muta ímóti. Summum dáma kortini beinleiðis í mótráki. Tað er líkt til at tey trívast við kegli og balladu. Hava tað líkasum ikki gott uttan, kann tað tykjast fyri umhvørvið. Men ivaleyst er ikki so. Held- ur meira bara ein áheitan á um- hvørvið um at geva teimum gætur, so tey sleppa upp í part og sleppa at venda og halda við streyminum. Aftur linkar og vendir. Á kyrrindunum er lív aftur bæði undir og yvir. Tað floytir sær omaná, og tað, sum í erva er veiðir úr luftini, meðan rov- djórini í neðra eisini koma upp at fáa sær part av tí føði, sum á kyrrindunum er. Tað er líkasum eitt samgongu- slit, kunnu vit siga. Partarnir gera seg út til nýtt val og vilja tykjast viðeiriligir. Alt tað harða stríðið, sum verið hevur, men streymurin rann, er lætnað. Øll hava tíð at gera okkurt annað enn tað vanliga. Men úrslitið er tað sama sum altíð. Teir sterku raka til sín, meðan tann minni menti er fongurin. Tá so rákið harðnar aftur, og allir partar hava nokk við at sæta sær millum kyrrindini, er sama lívið aftur. Hvør sum sterkastur er, roynir at sæta sær, og so má tann, sum ikki er sum hini, lúta. Í stríðum streymi Suður úr Sumbiarendanum liggja Flesjarnar C M Y K 23 22